Rómbrævið 3.10-19
Eingin rættvísur
Í hesum skriftbroti lesa vit hvussu ræðuliga djúpt syndafallið var. Tað verður lýst við 14 sterkum lýsingum. Allar hesar lýsingar er frá GT. (Sálm 5.9, 10.7, 14.1-3, 53.1-3, 140.3, Orð.1.16, Præd.7.20, Es. 59.7-8).
Hendan ketulýsing lærir okkum, bæði heidningar og Jødarnar, sum hava skriftina (Róm.3.2), hvat menniskja er innast inni, av náttúru.
Vit hava góðar grundir, til at læra okkum sjálvi hetta, serliga um vit hava trúð evangeliinum, og tí verða roknað rættvís fyri Gudi (Róm.4.3). Tí Gud sær okkum, okkara falna menniskja, betri enn vit síggja okkum sjálvi, og frá tí falli, upp til rættvísi Guds, sær Hann okkum eisini betri enn vit síggja okkum sjálvi. So fjarstøðan frá syndafallinum til opinberaða rættvísi Guds er óendalig. Paulus ápostul skilti hetta betri enn nakar, og kundi siga:
“Men Gud, sum er ríkur er í miskunn, hevur fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við..” ómetalig rík náði, ómetaliga stór náði (Ef.2.3-8, 1.Tim.1.14 ).
Menniskja hvørki skilja munin á sínum egna djúpa fall, ella á Guds ómetaliga ríku, stóru náði. Men meiri og meir vit lesa og granska orð Guds, betri og betri skilja vit munin, og soleiðis koma eisini at kenna og tilbiðja Gud okkara betri og betri.
Syndafalls lýsingin v.10-18, kann býtast upp soleiðis:
(v.10-12) Støðan í síni heild. Gud Dómari.
(v.13-14) Í hugsan og orðum. (v.13-15) Gud Lækni: barki, tunga, varrar, muður og føtur.
(v.15-17) í lívi og atferð. (v.16-18) Gud/Søgufrøðingur
(v.18) Syndakeldan, sum er upprunin til djúpa fallið.
v.3.10-12 Andaliga støða. Eingin rættvísur er. Av náttúru er menniskja ikki ført fyri at gera tað, sum rætt er í eygum Guds. Søga Ísraels prógvar hetta, og serliga myrka tíð teirra í Dómarabókin. Tvær ferðir lesa vit, at ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti. (Dóm.17.6, 21.25).
Menniskja heldur at teirra egnu lystir er tað, sum rætt er.Men vit lesa um lystir menniskja, sum nakað ónt: Hjartans lystir, vanærandi lystir, syndigar lystir. (Róm.1.24,26, 7.5). Elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud. (2.Tim.3.4). Menniskja setur sítt egna siðstøði, moral, men Gud dømir eftir sínum egna siðstøði. Morali.
Sálm 14.3,Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!
V.11 Skilafólk er ikki til (Tað, sum vitast kann um Gud 1.29). (Skilja og fata Matt.13:13-14,15,19,23,51). Skilja, hvat vilji Harrans er (Ef.5.17). Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga. (1.Kor.2.14).
Vit vóru fremmand og fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum. (Kol.1.21). Hóast menniskja í dag, er í sera framkomnum tøkniligum tíðum, so liva tey framvegis í einum andaligum myrkri.
Tey kenna ikki Gud.
Skilafólk er ikki til. Hóast tað, skriva somu menniskju bøkur um Gud?Onkur sigur: tað er líka mikið hvat tú trýrt, bara tú er reiðiligur. Henda hugsan kann als ikki rættvísgerast innan nógv økir í okkara dagliga lívi, hvørki innan handil, ídna gransking ella bankaverðina.
Eingin er, sum søkir Gud, v.11. Mong sipa til hetta vers, fyri at prógva, at als einki er í menniskjanum, sum gerð, at tað kann gera nakað sum helst fyri at trúgva og fáa ævigt lív. Men stórur munur er á “at søkja” og “at svara.” Í Áp.10, sær út til, at Kornelius søkti Gud, men tað var Gud, sum fyrst søkti hann, og Kornelius hoyrdi og svaraði aftur.
Vranglærur siga at menniskja er andaliga deytt, og kann tí ikki gera nakað, men Gud velur so nøkur ú til frelsu.
Ef.2.2-8, deyð v.2, men við trúgv v.5, frelst, (Ef.2.8.12, 4.18). Gud rópti Ádam, og hann svaraði.
Náði Guds gevur møguleikan og úrslitið.
Gud Sjálvur tekur plássið hjá tí, sum søkjur, hjá tí sum verður sannførdur, hjá tí sum verður yvirtalaður, hjá tí, sum gevur, og til síðst er Gud fullkomna úrslitið til øll sum verða frelst. Fyrst gongur Guds ómetaliga náði undan, og soleiðis skapar lív til øll, sum hoyra og svara Gud.
Ádam, hoyrdi og svaraði. Tí kom hann at kenna Guds frelsu.
V.12 Øll eru farin av leið. Vit viltust øll av leið sum seyður, (Es.53.6).
Øll somul spilt. Men jørðin var spilt fyri eygum Guds (1.Mós.6.11-12).
V.13 – 14. Læknakannað: háls, tungu og varrar, muður.
V.15 – 18. Ferðamynstur: føtur og vegur teirra.Ferðamynstur.
V.19. Hvør muður teptur. Tollarin sum tosaði nógv Luk.18.11-12.
V.20 Við lógini kemur sannan av synd. Lógin er sum ein skálvekt.