Rómbrævið 2.17 – 3.9, Hebrearin

Rómbrævið kap.2:17-3:9

Hebrearin

Atgongd til sannleikan: ( Rom 2.17-20)

v.17 Tú kallar teg Jøda.

Fáur var so bundin at gomlum siðum, sum Paulus ápostul. Hann kallar seg ikki bara fyri Jøda, men:

Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari.” (Fil.3.5, Php 3:5).

Og tá hann stóð fyri Agrippa kongi, segði hann:

Teir kenna meg frammanundan, líka frá upphavi – um teir bert vilja vitna – at eg livdi sum Fariseari eftir hinum strangasta partinum av gudsdýrkan okkara.” (Áp.26.5, Ac 26:5).

 “So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi”. (Fil.3.6).

Hóast alt hetta, so var hann ein heilhjartaður fíggindi av samkomu Harrans Jesususar.

Eg sjálvur hugsaði nú eisini, at eg átti at gera nógv móti navni Jesusar, Nazarearans;” (Áp.26.9 Ac 26:9).

Hann kundi siga um seg sjálvan: “Tú ert Jødi, setur lít tína til lógina, rósar tær av Gudi….. “ (Rom 2.17-).

Hann hevði mangar fyrimunir. Fyrst var hann føddur sum Jødi. So lærdur frá barni av at halda lógina. Hebreari við hebraiskari Bíbliu.

Alt hetta hann meistarliga skrivar og lýsir, hevur hann sjálvur verið blindaður í.

Hann og Jødarnir kendu skriftina, men ikki Hann, sum skriftirnar tala um (Jóh.5.39-40 Joh 5.39-40).

Jesus segði: “Blindir vegleiðarar eru teir blindum.” (Matt.15.14, Joh 9.39-41).

Ábyrgd av at læra sannleikan: (Róm 2.21-24).

Tú, sum lærir onnur, lærir ikki teg sjálvan, (Rom 2,21).

Lítla virði í halgisiðum (Róm 2.25-27)

Umskeringin er ein halgisiður. Eitt tekin um at tú hoyrir Gud til. Men um lívi og atferð ikki samsvarandi hesum, so var umskeringin til onga nyttu.

Ikki útvortis, men í hjartanum (Róm 2.28-29)

Umskering hjartans. Hetta var gamalt fyri ápostlinum (5.Mós.10.16, Ezek.44.99), (Deut. 10:16, Ezek. 44:9).

Gud hugdi at hjartanum, táið leitað var eftir einum kongi (1.Sám.16.7, 12. 17.33, 42, 56)  (1 Sám. 16:12; 17:33, 42, 56).

Tilbiðja í anda og sannleika (Jóh.4.20-24)

Religiøsar atfinningar kannaðar (Róm 3.1-8)

Tá rætt er rangt (Róm 3.1-2)

Tað rætta fyri Jødan var umskeringin, men gjørdist til tað ranga.

Fyrimunir Jødanna, var at hann líka frá føðing, hevði møguleika at kenna orð Guds, men tað hjálpti teimum ikki, men gjørdi teir bert hugmóðigar.

Teir kundu siga: “Vit hava fingið alt hetta við umskeringini, tá vit vóru 8 dagar gamlir.

Tá rangt er rætt (Rom 3,3-8)

Tað ranga fyri Jødan var “trúgv uttan verk,” tí teir hildu at halgisiðirnir, umskering oa., máttu til og var tað rætta.

Tí Hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir (vildu ikki trúgva), skal tá ótrúskapur (ikki trúgva ella vantrúgv) teirra gera trúfeti (trúgv eina) Guds til einkis! (v.3).

Niðurstøða: Gud er ikki “rangur,” tá ið Hann dømir tómar halgisiðir (tað útvortis), men er “rættur” tá Hann fyrigevur reint hjartað (innvortis).

V.4, “At tú skalt verða kendur rættvísur í orðum tínum (ikki í verkum tínum, men í trúnni: Rom 3.21-32).

Sundurbrotin andi; sundursorað hjartað vanvirðir Tú ikki, (Sálm 51.6,18,19).

Sálmur 51, vísir, at Dávid játtaaði synd sína og døma seg sjálvan, og vísti á, at Gud er rættvísur í dómum Sínum.

V.5, Tað næsta “ranga,” er at órættvísi okkara, fremur rættvísi Guds.

“Men um nú órættvísi okkara prógvar rættvísi Guds – hvat skulu vit tá siga? Er Gud órættvísur, Hann, sum letur vreiðina koma? – Eg tali menniskjaliga. Paulus svarar enn eina ferð: “Minni enn so!” (Gud er sannorðaður v.4, og Hvussu kundi Gud tá dømt heimin! v.6).

V.8-9, Gud er bæði reiðiligur og rættvísur, tí er tað skeiv hugsan, at synd menniskjanna økir um rættvísi Guds.

Fíggindar Paulusar spreiddu hesa lygn, at hann prædikaði júst hetta, fyri at fáa tey at synda meiri, og soleiðis koma at økja um rættvísi og dýrd Guds. Slíka vranglæru avísti Paulus harliga, við at peika á hesar vranglærarar, at teirra útspilling dømdi teir í teirra egnu fordøming (v.7-8). Slík vranglæra er ikki ókend í dag, har fleiri halda, at Gud er til fyri at fyrigeva og elska okkum, og tí er syndin fyrigivin, so at siga áðrenn vit synda.