Nei, latið tykkum fylla av Andanum.

 Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi. (Luk.1.15).

Gabriel profeteraði, um at Jóhannes doypari skuldi verða eitt stórt vitni, og hetta er eisini fyrstu ferð í NT at sipa verður til fylling Heilaga Andans. Jóhannes var fyrsta Kristna vitni, sum vísti lærisveinum sínum til Jesus (Jóh.1.35-37), og prædikaði greitt evangeliið um frelsu gjøgnum Kristus eina (Jóh.3.26-36). Tað er áhugavert at síggja, at hann var fyltur av Heilaga Andanum alt lívið. Tað verður eisini sagt um Jesus, at Hann var “fullur av Heilaga Andanum,” (Luk.4.1), og var eisini, allarhelst fyltur frá giting (Sálm.22.11). Fylling Heilaga Andans er eisini møgulig fyri ein og hvønn trúgvandi. Bæði foreldur Jóhannesar doypara, vóru fylt av Heilaga Andanum, hesa serligu tíð, (Luk.1.41, 67). Fleiri ferðir verða lærisveinar Harrans sagdir at verða fyltir av Heilaga Andanum, (Áp.2.4, 4.31, 13.52). Eina ferð, lesa vit um, at Pætur var fyltur av Heilaga Andanum (Áp.4.8), og um Paulus, lesa vit tvær ferðir (Áp.9.17, 13.9). Ein av eginleikunum, fyri at kunna taka ábyrgd av teim trúgvandi, var at verða fyltur av heilaga Andanum (Áp.6.3), serliga ein av hesum, Stefanus, verður nevndur fleiri ferðir (Áp.6.5, 7.55). Barnabas var eisini fyltur av Heilaga Andanum (Áp.11.24). Einki at ivast í vóru tað eisini mong onnur. Verunleikin er, at ein og hvør trúgvandi, verða ámintur um at lata seg fylla av Heilaga Andanum (Ef.5.18). Áminningin í hesum versi sipar ikki til bert til eina ferð, men aftur og aftur lata seg fylla av Heilaga Andanum:  “Nei, latið tykkum fylla av Andanum.” 

Týtt eftir HMM.