Dópur (Baptizo)

Dópur – Nýggja Testamenti (baptivzw [baptizo /bap·tid·zo/)[1]

Besta dømi um orðið dóp (baptizo), (ikki blanda saman við orðið “babto” dyppa) er ein grikskur tekstur frá einum yrkjara og lækna, Nicander, sum livdi umleið uml. 200 ár fyri Krist. Orðið stendur í eini uppskrift um at leggja í laka. Grønsakin skal fyrst “dyppast” (babto), niður í kókandi vatn, og síðani “doypast” (baptidzo) í edikaupploysing. Bæði sagnorðini verða nýtt um grønmeti, sum verður “dyppa, søkt niður.” Men fyrra orðið (babto) er “fyribils.” Seinna er at “dyppa” (doypa), grønsakina, tað vil siga at hon verður verandi í lakanum, so hon “varandi, støðugt, alsamt” er og verður broytt í og av lakanum. Í Nýggja Testamentið sipar orðið oftast til okkara “samfelag” og “til eitt-gering” við Kristus, heldur enn við vatnsdópin, sum er einaferð. Hetta síggja vit í Mark.16.16: Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.

Kristus sigur, at vit og skil og andalig undirtøka “einaferð” er ikki nóg mikið. Tað má verða eitt áhaldandi samband við Hann, og verunlig áhaldandi broyting, eins og grønsakin broytist í lakanum, og kann soleiði í ser langa tíð verða nyttulig til føði.[2]
Hin Kristni dópurin
Jesus lat seg doypa, men doypti sjálvur ongan (Jóh.3.22, 4.2). Hóast Jesus var uttan synd, so lat hann seg doypa (Matt.3.14-15), tí sum Messias skuldi Hann gera seg til eitt við syndaran (Jóh.1.29). Deyði Jesusar varð avmyndaður sum ein dópur (Sálm 42.8, 69.2, Es.43.2 Hás.8.7).
Jesus gav boð um, at lærisveinar Hansara skuldu lata seg doypa (Matt.28.19), og við tað sama sum Ápostlasøgan byrjaði, síggja vit hin Kristni dópin (Áp.2.38).
Jóhannes doypti “í” vatni, hetta var Jóhannesar dópur. “Eg doypi tykkum í vatni; men Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum. (Mark.1.8).
Hin kristni dópurin avmyndar, at vit eru “í” Heilaga Andanum.
Hin Kristni vatnsdópurin gevur einki lív: óreinska holdsins verður ikki tikin burt (1.Pæt.3.21), men er ein avmynd, sum avmyndar lívið vit fingu í Kristusi, við trúgv eina. Tí er menniskjans misskiljingin við vatnsdópurin ikki altavgerandi: Kristus sendi meg jú ikki at doypa (1.Kor.1.17), men “reinsanin í baðnum,” sum dópurin avmyndar, er tað rætta (1.Kor.6.11, Ef.5.26, Tit.3.4-5, Heb.10.22).
Vatnsdópurin avmyndar samfelag við deyða og uppreisn Jesusar. Hetta samfelag, ella frelsan, fingu vit áðrenn vatnsdópin. Tí kemur vatnsdópurin aftaná dópin “í” Heilaga Andanum. Við vatnsdópinum vísa vit sjónliga hvat ósjónliga er fari fram í innara menniskja okkara. Vatnsdópurin er bert “einaferð” og frelsan ella Kristus, sum doypti okkum “í” Heilaga Andanum, er eisini bert “einaferð.” Men týdningurin í dópinum er “áhaldandi,” at vit eru “sett inn í” “gróðursett” í Kristusi, “baptizo,” so at siga løgd í laka til nakað nýtt. Ongantíð aftur til hitt gamla. Hitt gamla er farið. Vit eru deyð við Kristusi, fyri at vit skulu liva, “áhaldandi,” við Honum. Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn. (Róm.6.5). Kristus doyði jú einaferð, men livir altíð. Soleiðis avmyndar vatnsdópurin “einaferð” deyð, og “altíð” livandi. Áhaldandi lív, ævigt lív.
Vatnsdópurin er soleiðis hin sjónliga myndin av hinum andaliga dópinum.
Vatnsdópurin:
Vit lesa nógv um hin Kristna vatnsdópin í Ápostlasøguni:
Áp.2.41 á Pinsadegi 3.000
Áp.8.38 Hirðmaðurin
Áp.9.18 Paulus
Áp.10.48 Kornelius og hansara
Áp.16.15 Lýdia og hús hennara
Áp.16.33 Fangavaktarin og hansara
Áp.18.8 Krispus og hansara og nógv onnur
Áp.19.5 Teir í Efesus
1.Kor.1.13-16, 6 ferðir nevnt um vatnsdópin.
Vatnsdópurin avmyndar:
Paulus ápostul skrivar nógv um hvat hin Kristni andaligi dópurin hevur at týða:
Róm 6:4: Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.
Gal.3:27: Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.
Kol. 2:12: grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds
1.Kor.12:13: Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam.
Dópurin umtalar:
Gravarferð
Deyða
Uppreisn
Liva nýtt lív
Lata seg í
Eitt likam
Paulus sigur, at tá tú gerst ein Kristin, verður tú loystur frá tí gamla so sum:
Gamla Ádami (Róm.5.12-21)
Synd (Róm. Kap.6)
Lógini (Róm. Kap.7)
Deyðanum (Róm.kap.8)
og kemur inn í nakað nýtt,
har Kristus er Harri (Róm.5.12-21, 7.1-6)
Rættvísi (Róm.kap.6)
Anda (Róm.7.6 og kap.8)
Náði (Róm.6.14-15)
Lív (Róm.5.12-21, 6.4, 8.1-13)
Deyð frá syndini, er ikki tað, at syndin er deyð ella eg eri deyður. Nei, bæði syndin og eg eru livandi. Men syndin, sum var harri í lívi mínum er ikki longur harri, og eg eri deyður frá syndini, og livandi í Kristusi. Kristus er nú Harri í lívi mínum. Hetta er ikki nakað loyndarfult dult mysterium, men eitt lógfrøðisligt samfelag, har Gud roknar okkum livandi í Kristusi, og soleiðis átti hetta at eggja okkum til at liva í teimum fyrimunum, sum Sonur Hansara vann okkum.

[1] Strong, J. (1996). Enhanced Strong’s Lexicon. Ontario: Woodside Bible Fellowship.
[2] Magazine, James Montgomery Boice, May 1989