Deyðin

Okkara deyðiliga likam, sum broytist hvønn dag, tað áminnir okkum dagliga um, at ein verunligur deyði liggur fyri framman, sum vit als ikki sleppa undan. Samvitska og sál okkara minna okkum dagliga á hendan verunleika. Alt, sum hetta lívið kann geva okkum at njóta, lystir eygnanna, lystir holdsins, stoltleiki lívsins, taka vit, so ella so, við okkum inn í deyðan, sum síðani verður samla saman, hópa upp, til at mynda lív okkara aftaná deyðan. Lívið aftan á deyðan er mangan meiri vert enn lívið áðrenn deyðan. Hetta er tað, sum flestu religiónir eru bygdar á, at gera okkum til reiðar til lívið, hinumegin, aftaná hetta lívið. Bíblian sigur: Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum, (Amos.4.12).

Ríki maður og Lazarus (Luk.16.19-31).

Báðir livdu.

Báðir doyði.

Báðir livdu aftaná deyðan. 

Báðir høvdu eitt stutt liv áðrenn deyðan.

Báðir høvdu eitt ævigt lív aftaná deyðan.

Lazarus fór ikki einsamallur inn í deyðan.

Hvussu fór ríki maður inn í deyðan.

Fekk Lazarus nakra jarðarferð.

Ríki maður varð jarðaður. Ríkidømi kundi ikki frelsa hann.

Lazarus varð av einglum borin í fang Ábrahams.

Ríki maður læt upp eyguni í pínu.

Báðir skulu rísa upp aftur.

Lazarus fær lut í fyrru uppreisn.

Ríki maður fær lut í seinnu uppreisn.

Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður. (Luk.16.22).

Einglarnir bóru Lazarus (Lazarus merkir Gud er hjálp mín). Um einglarnir lesa vit: Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu! (Heb.1.14).

Men hin ríki fór einsamallur inn í ein kaldan deyða, og læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu. Tí eg pínist svárliga í hesum loga. (Luk.16.24).

Ríki maður kundi tosað við Ábraham. Ábraham hevði livað fyri umleið 2.000 árum síðan. Men, deyðin hevði ikki gjørt hann til einkis. Deyðin hevði bert skilt hann frá hesum lívi, og nú var hann hinumegin. Ríki maður var eisini hinumegin, hann mintist brøður sínar, sum enn vóru, hesumegin, á lívi. Hann bað fyri teimum. Nú hevði hann samkenslu. Mundi hann eisini hugsa um grannar, familiu og vinir? Lívið aftan á deyðan, hevði ongantíð verið so klárt sum nú. Hann hevði hvørki mist minnið, tráan, sinnalag, tosingarlag, hugsan, kenslur ella samkenslu. Tíverri síggja vit onga broyting, ongan angur, einki neyðarróp til Gud. Hann var óbroyttur, líka harður, líka óbroyttur, líka góður handilsmaður. Deyðin “drepur einki.” Men deyðin hevði bert flutt hann frá einum lívið til lívið hinumegin.

Deyðin broytti einki, men við deyðanum broyttist alt. Hvørki ríki maður ella Lazarus, vóru gjørdir til einkis, men báðir “doyðu.” Teir livdu ongantíð so livandi sum nú, aftan á deyðan. Soleiðis lærir orð Guds, at deyðin ikki er ein “tileinkisgering.” Men bert ein skilnaður, frá livi til deyðan, frá menniskjum, frá familiu, frá gudi ella til Gudi, frá Satan ella til Satan, frá ljósi, frá myrkri, frá pínu, frá tí góða, frá uggan. frá gleði, frá góðgæti, frá sárum, frá hungri.

“Men Ábraham svaraði: “Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.” (Luk.16.25).

Við deyðanum broyttist alt. 

Ríki maður: Purpur og dýrt lín gjørdust virðisleyst, gleðin gjørdist til sorg, góðgæti til hungur, hitt góða gjørdist til pínu. 

Lazarus: Frá biddara til ríkdømi, frá hungri til mettan, frá sárum til grøðing, frá at liggjandi við portrið, til at vera hevjaður inn í fang Ábrahams, frá pínu til uggan. 

Ríki maður hevði sín himmal, áðrenn hann doyði. Lazarus hevði sín himmal aftan á deyðan.

Men gleðiboðskapurin, evangeliið, er til øll. Rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva (Róm.3.22)

Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur (Áp.16.31).