Dópur, Barnadópur

Kirkegaard, C.H.Spurgeon

Søern Kirkegaard

Den berømte danske filosof og lutherske teolog om gjenfødelsen i dåpen.

Prestens lære om barnedåp er ein kristelig komedie. Konfirmasjonen en stadfestelse av dårskapen. Ved begge holdes Gud for narr. (Samlede verk Bind 14, side 266).

C.H.Spurgeon sier:

I blandt alle de løgner som har dratt millioner til helvede, anser jeg dette som en av de avskyeligste, at der i en protestantiske kirke skal finnes dem, som påstår at dåpen (bestenkelsen) frelser sjeler.

Eventyr er underholdende

Sannhet er frigjørende

Hví ikki barnadóp?

Hví ikki barndóp?

Tí barnadópur finst ikki í Bíbliuni!

Tí barnadópurin frelsir ikki!

Spurningurin kann bert svarast við skili, um tosað verður út frá sama grundarlagi Orðið Guds og einki annað, og tað er Bíblian.

Prestarnir í Fólkakirkjuni royna at nýta ymisk fyribrigdir fyri at rættvísgera barnadóp og teir royna at leita eftir barnadópinum í Bíbliuni, men illa gongst at finna hann. Men teir eru lærdir menn og kvinnur, so teir skulu nokk klára seg og eru heldur ikki sørir. Teir nýta millum annað fylgjandi próvførslu:

Teir siga, at Jesus signaði børnini:

“So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey.” (Markus 10.16)

Ja, Hann signaði tey, men einki stendur um dóp.

Teir siga, at heili húskir vóru doypt:

“øll hansara vórðu við tað sama doypt.” (Ápostlasøgan 16.33).

Her stendur heldur einki um at børn vóru doypt.

Teir siga, at Jesus var umskorin áttanda dagin.

Her stendur heldur einki um barnadópin.

Prestarnir í Føroyum læra dagliga, sum vit eisini síggja sunnudag eftir sunnudag í sjónvarpinum:

  • 1.   Við barnadópinum, verður barnið gróðursett í Kristusi (frelst),

  • 2.   Við barnadópinum avnoktar barnið (gumman  svarar fyri barnið) Djevulin og allar gjerningar hansara.

  • 3.   Við barnadópinum fær barnið syndafyrigeving

  • 4.  Við barnadópinum fær barni Heilaga Andan.

  • 5. Við barnadópinum gerst barnið Guds barn.

Hóast hesi 5 punkt (og meiri, sum ikki er nevnt her) skuldu givið eitt fyrsta pláss í Himli, so krevur hendan læran meiri trygd, tí barnið má sjálvt um konfimeringsaldur játta sína dóps-barnatrúgv, og soleiðis yvirtaka gummurolluna.

Síðani, tá hetta stakkals barn, sum nú er vorið gamalt, doyr, stendur presturin aftur á gravarbakkanum og endurtekur æviga sælu (frelsu) í barnadópinum, sum viðkomandi (ikki í konfimeringsaldri), men sum pinkubarn fekk við dópsnáðini eisini við barnatrúnni (trúnni hjá gummuni?). Tryggleikin í hesi frelsu-læruni er soleiðis:

  1. Barnadópurin

  2. Konfirmering (staðfesting)

  3. Jarðarferð, har øll reisa seg upp og játta hini kristnu Luthersku trúnni (barnadópi og konfirmering), við at lovsyngja: Lat verøld ei við síni makt, meg vika burt frá dópsin pakt.

Um tað syndarliga skuldi hent at okkurt barn doyr áðrenn tað verður barnadoypt, so er støðan sera hættislig, og tað sum eingin vil tosa um við faðir og móðir, sum mistu sín nýføðing, er at stakkals barn teirra náddi ikki at fáa prestsins og kirkjunnar sakramenir, og nakrar vatndropar, tí fór tað ikki til Himmals, men endaði í h….. Men tað vil sjálvandi eingin “troysta” tey eftirsitandi við. Men hetta hevur prestaskapurin loyst við at fáa innsett ein sjúkrahúsprest. So tá sjúkra­systrar og onnur renna sum undan flamm­un­um, tí fáir eru livitímarnir eftir hjá tí stakkals pinkubarni, kunnu tey ringja ilboð til prestin, og hann slettir nakrar fáar dropar av vatni á høvur neyðars barns og útinnir so sín presta­gerning og soleiðis heldur seg hava bjarga tí frá teim ræðuligu, ævigu flammum. Skuldi prestur verið burtur­staddur, so kann onkur annar, sum hevur kirkjunnar vælsignilsi taka sær av hesa uppgávu, at lata Himmalsportrið upp, og soleiðis í evstu stund bjarga, ella frelsa eitt neyðars barn. Men skuldi tað ringasta hent, at barni doyr áðrenn ella doyr vøggudeyðan ella varð tikið sum abort, ja, nú kenna vit læruna (frá útvarpi ella sjónvarpinum um vit ikki ganga í kirkju), og við størstu viðring fyri teim avvarandi vilja vit bert tiga og halda okkum í ævigari tøgn.

Nej, barnadópur finnst ikki í Bíbliuni.

————————————————————————————

Hin rætti kristni dópurin

Men tann dópur, sum tey fyrstu kristnu nýttu var ikki barnadópur, men ein dópur, sum var eitt tekin ella ein sjónlig játtan fyri tað ósjón­ligu trúgv, tey persónliga høvdu sett á Jesus Kristus, sum frelsara og Harra. Við trúgv á offur­deyði Jesusar á Golgata funnu tey æviga trygga frelsu. Hendan frelsan var als ikki í teirra sakramentum, so sum dópinum, men dópurin var ein sjónlig kunngering um tað ósjónligu støðutakan í innara menniskja teirra, sum als einki pinkubarn, hvørki tá ella nú, var ella er ført fyri at taka støðu til.

Vit skulu bert skjóta eina lítlan setning inn her. Jesus segði sjálvur um hin smáu børn:

Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til. (Matt.19.14).

Um tey fáa nakran dropar av vatni á høvdið ella ikki, ella um gumman ikki hevur nóg sterka trúgv, so hoyrir ríkið Himmiríkis teimum líka væl til fyri tað. Hetta er als ikki okkara borð. Jesus segði tað, og harvið verður tað. Hetta hevur als einki við hin kristna dópin at gera, sum vit eisin áður hava nevnt.

Men lat okkum venda okkum aftur til hin kristna dópin, sum vit skulu kanna.

Vit skulu lesa úr Ápostlasøguni, sum er frásøgnin um hvussu tey fyrstu kristnu gjørdu:

2:41: Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt,

Her stendur einki um børn, men tey, sum tóku við orðinum, og sjálvandi var tað ein persónlig støða, sum einki pinkubarn kundi taka.

8:37: Filip svaraði: ”Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.“ Hann svaraði: ”Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!“

8:38: Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.

Her var tað heldur einki pinkubarn, men ein fíggjar­málaráð­harrin, sum tók eina persónliga støðu og lat seg doypa eftir, at hann var komin til trúgv.

9:18:  Og hann reisti seg og varð doyptur.

Her er tað sjálvur ápostulin Paulus, sum tekur eina persónliga støðu, trýr og síðani letur seg doypa.

10:48: Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists.

Her er tað tey hjá Korneliusi, sum fyrst máttu trúgv (vers 43). Ein persónlig støðutakan, síðani beyð Pætur ápostul, at tey skuldu verða doypt.

16.33-34 og hann sjálvur og øll hansara vóru við tað sama doypt. og hann var glaður um, at hann við øllum húsi sínum var komin til trúgv á Gud.

Onkur sigur at børn vóru í hesum húsi, men tað stendur onganstaðni, so hetta er at lesa nakað inn í tekstin, sum ikki stendur har. Men tað stendur, at teir talaðu orðið til øll (v.32), tey øll komu til trúgv (v.34), og øll vóru doypt (v.33). Pinkubørnini hava neyvan skilt orðið, og hava tí heldur ikki kunna hildið seg til at trúgva nørkum, tey ikki skiltu.

Aftur til yvirskriftina:

Hví ikki barnadóp.

Paulus ápostul sigur, tvær ferðir við samkomurnar í Galatia: Hann veri bannaður,,, veri hann bannaður(Gal.1.8-9). Hetta segði hann um tey, sum blandaðu lógarverk saman við frelsuni. Tey blandaðu lóg og náði saman. Móses og Kristus. Umskering og frelsu. Ápostulin sá, at tá tey blandaðu hetta saman, so misti frelsan og náðin í Jesusi Kristi virðið og endaði sum ein trældómsboðskapur, ístaðin fyri, sum ætlað, ein frælsisboðskapur. Tí mugu vit ikki blanda barnadópin ella hin kristna dópin, sum tey fyrstu kristnu hildu seg til, saman við náðini og frelsuni. Frelsa er ikki í nøkrum øðrum enn í Jesusi Kristi (Áp.4.12). Eingin verður frelstur við dópi, kalla hann hvat tú vilt. Men sum vit sóu í Ápostlasøguni, kom hin kristni dópurin aftaná frelsuna.

Tí finst barnadópur ikki í Bíbliuni.

Tí frelsur barnadópur heldur ikki.

 

PMH Feb2004