Sola Scriptura – “Ikki út um tað, sum skrivað stendur!” 1.Kor.4,6.
1.Hvat er tungutala ?
Tað er ein meginregla í Skriftini, at fyrstu ferð eitt hugtak verður nevnt, fáa vit eina lýsing av týdninginum av hesum hugtaki.
Fyrstu ferð tungutala verður nevnd í N.T. er Mark. 16,17:
“Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; ”
Her fáa vit at vita, at tungutalan er eitt tekin.
Seinastu ferð tungutalan verður umrødd er í Fyrra Korintbrævið kapitul 14. Har lesa vit í ørindi 22: “So er tá tungutalan til tekin.”
Herav sæst, at fyrstu og seinastu ferð tungutalan verður umtalað í Bíbliuni, verður gjørt okkum heilt greitt, at tungutalan er eitt tekin.
Nú er at spyrja hvat er eitt tekin ?
Fyrstu ferð vit lesa um tekin, útint av Gudi gjøgnum eitt menniskja er 2.Mós.kap.4. Gud kallaði Móses til ta torføru uppgávu, at leiða Ísraelsfólk út úr Egyptalandi. Men “Móses svaraði: “Men tey fara ikki at trúgva mær og fara ikki at lurta eftir mær; tey fara at siga: “Harrin hevur ikki opinberað Seg fyri tær!”” 2.Mós.4,1.
Tí er tað, Harrin biður Móses kasta stavin til jarðar, og hann varð til orm og seinni aftur til stav. Tá sigur Harrin 4,5: ” – So mugu tey tá trúgva, at Harrin Gud fedra teirra,
Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri tær!” Framvegis segði Harrin við hann: “Stikk hondina inn í barmin!” tá Móses gjørdi hetta, “var hondin hvít sum kavi
av spitalsku.” Harrin biðjur hann stinga hondina aftur inn í barmin. Tá hann hetta gjørdi, var hondin aftur frísk.
Síðani nevnir Harrin beinleiðis og fyri fyrstu ferð eitt slíkt fyribrigdi fyri eitt tekin: ” Um tey nú ikki trúgva tær ella geva tí fyrra tekinum (við stavinum) gætur, so
munnu tey tó fara at trúgva tí seinna tekininum (spitalska hondin). Men vilja tey hvørgum hesum tekininum trúgva og ikki lurta eftir tær, so skalt tú ..” 2.Mós.4,8-9.
Seinni í sama kapituli lesa vit: “… og Móses gjørdi tekinini fyri eygum fólksins (Ísrael). Og fólkið trúði.” 2.Mós.4,30-31.
Av hesum skilst beinleiðis, at tekinið varð givið Ísraelsfólki, sum prógv og fyri at fáa tey at trúgva.
Fyrsta tekin Jesusar: “Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar Hansara trúðu á Hann.” Jóh.2,11.
Einaferð komu teir til Jesusar við lamnum manni, sum varð borin av fýra. Jesus segði við hin lamna: “Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!” tá hugsaðu nakrir skriftlærdir í
hjørtum sínum: “Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein – Gud!” tá svaraði Jesus teimum aftur við hesum orðum: “Men fyri at tit skulu vita, at Menniskja-sonurin hevur vald á jørðini, at fyrigeva syndir” segði Hann við hin lamna: “Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!” Mark.2,7 & 10-11.
Tað, sum fyrst og fremst lá Harranum Jesusi á hjarta, var at frelsa og fyrigeva hesum lamna. Men, tá ivi varð settur við henda myndugleika, at fyrigeva syndir, gjørdi Jesus hetta tekinið, at grøða hin lamna.
Jóhannes sigur í endanum av sínum evangelium: “Eisini mong onnur tekin, sum ikki eru skrivað í hesi bók, gjørdi Jesus fyri eygum lærisveina Sína. Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit við at trúgva skulu hava lív í navni Hansara.” Jóh.20,30-31.
Hetta vísir okkum greitt, at eitt tekin verður givið sum prógv fyri at fáa menniskju at trúgva. Tað er ongantíð ætlað til egna nýtslu, privat heima við hús!!!
Tað var ikki ætlan Guds, at Móses skuldi taka stavin heima við hús og fáa hann til orm og síðani aftur til stav, ella fáa hondina spitalska og síðani aftur fríska. Móses hevði óivað kent seg “uppbygdan” av hesum, men hetta hevði neyvan toknast Gudi.
Somuleiðis er tað gudsspottandi, at ímynda sær Harran Jesus heima við hús, einsæris ella saman við lærusveinunum, gera tekinið vatn til vín. Hann noktaði jú, tá hann hungraði í oyðimørkini, at gera steinar til breyð.
Eitt tekin er fyri at læra og prógva ein sannleika !!!
Tí skal eitt tekin ikki útinnast hvar sum helst ella nær sum helst, og ongantíð privat heima við hús.
Eitt tekin miðar altíð móti einum ávísum persóni ella bólki, fyri at sannføra henda um ein ella annan sannleika, ið viðkemur honum.
Lat okkum halda fast við hesa Gud givnu meginreglu! So er tá tungutalan til tekin !!!
2. Hvussu var hetta tekinið, tungutalan, háttað ?
Allastaðir har sipað verður til tungutalu og til at tala í tungum, verður á frummálinum sama orðið nýtt, sum tá tað snýr seg um kend og verulig mál. Orðið er glossa.
Um vit hyggja eftir, hvussu tungutalan varð útint fyrstu ferð í Nýggja Testamenti, finna vit, at talan er um 15 verulig og kend mál:
Áp.2,5-11: “Nú búðu (dvøldust) í Jerúsalem Jødar, menn, sum óttaðust Gud, av øllum fólkasløgum undir himli. Tá ið hetta ljóð kom, streymaði hópurin saman, og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum.Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: “Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar? Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í ? Vit, Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea, Kappadokia, Pontus og Asia, í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva, bæði Jødar og trúskiftingar, Kretar og Arabarar – vit hoyra teir tala um stórverk Guds á tungumálum okkara!”
Útlendsku jødarnir í Jerúsalem nýta her eisini orðið glossa, um tað teir hoyrdu á Hvítusunnu. Áp.2,11. Men so leggja teir afturat, at ikki einans var tað teirra ríkismál, men enntá teirra egna bygdarmál ella dialekt (diá-lektos) teir hoyrdu talað. Áp.2,6 & 8.
Her sæst týðiliga, at tað snýr seg um verulig mál, ið talað vórðu.
Nú vil onkur siga: “jú men tað stendur jú í 1.Kor.12,10 & 28: ymisk sløg av tungutalu, og
meðan tey á Hvítusunnu skiltu, hvat talað varð, lesa vit í 1.Kor.14,2: at eingin skilir hann jú . Hevur Jesus ikki eisini sagt í Mark.16,17, at teir skuldu tala við nýggjum tungum?. Og hví sigur Paulus í 1.Kor.13,1: Um eg so tali við tungum menniskja og eingla?
Merkir ikki alt hetta, at meðan tungutalan kann vera verulig tungumál, sum á Hvítusunnu, so kann hon eisini vera heilt nýggj ókend tungumál ella mál eingla?”
Tá Paulus nevnir tungu eingla, so stendur hetta í einum størri samanhangi:”Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla. Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki. Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.” 1.Kor.13,1-3.
Hvat er tað Paulus sigur her? Hevur tú givið gætur, hvussu ofta hann sigur: “Um eg so”. Hetta verður rópt hyperbolisk tala, t..e. hann letur tað koma til skarpskeringar, fyri at lýsa henda sannleikan: Sama ger, hvussu ótrúliga mikil stórverk vit kunnu avrika. Eru tey ikki gjørd í kærleika, eru vit einki og okkara ”andaligu” avreksverk bata okkum einki.
Paulus sigur ikki, at hann eigur allan kunnskap, nei! tvørtur ímóti, sigur hann seinni í ørindi 12: “nú kenni eg í brotum”.
Paulus sigur ikki, at hann kann flyta nakað fjall ella, at hann hevur býtt út alt, sum hann átti, fátækum til føði. Heldur ikki sigur hann, at likam hansara skal verða brent.
Á sama hátt sigur hann einki um, at hann kann tala við tungu eingla !!
Paulus sigur frá hvussu hann einaferð “varð ryktur burtur, líka inn í triðja Himmal … hann varð ryktur burtur, inn í Paradís, og hoyrdi ósigilig orð, sum ikki er menniskja loyvt
at tala.” 2.Kor.12,2-3.
Um Paulus nakran tíð hevði hoyrt “tungu eingla” ella “himmalskt tungumál”, skuldi tað verið her. Men hann sigur so staðiliga, at hetta er menniskja ikki loyvt at tala.
So tað var ikki hetta mál, Paulus talaði í tungum.
Uttan nakað undantak í Skriftini var tað altíð skillig tala, tá einglar talaðu, sum t.d. tá eingilin Gabriel vitjaði Mariu. Luk.1,26-38.
Gud Harrin talar altíð á ein skilligan, týðiligan hátt, ikki ekstatiskt. Hetta er galdandi, bæði tá ið Hann nýtir Orð Sítt, einglar, profetar ella eitt esil 4.Mós.22,28-35 & 2.Pæt.2,15-16.
Hvat merkir so ymisk sløg av tungutalu?
Her er vert at minna á, at Gud Harrin er sera vandin, eisini tá Hann málber seg. Jesus segði í hesum sambandi: “Men lættari er, at himmal og jørð forganga, enn at prikkur av
lógini (Orð Guds) gongur úr gildi.” Luk.16,17.
Onkur hevur sagt, at tað var ikki av tilvild, at Orð Guds av fyrstum varð skrivað á hebraiskum (G.T.) og grikskum (N.T.). Hesi mál eru so sera neyv og beinrakin.
Har vit hava eitt orð, hava hesi mál ofta tvey ella fleiri orð ella heitir, fyri at gera mun á .
Fyri okkara orð ymisk ella ymisk sløg eru tvey orð griskum: di-aíresis og genos.
Orðið di-aíresis merkir ymisk og ólík av heilt hvør sínum slagi, t.d. fiskur og trø eru ymisk (di-aíresis).
Hetta orðið verður nýtt í 1.Kor.12,4. “Náðigávurnar eru ymiskar (di-aíresis), men Andin er hin sami.”
Hitt orðið genos merkir ymisk, men lík og hoyra til sama bólk. T.d. Matt.13,47: “Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum
sløgum (genos).” Hóast ymisk sløg, so var tað alt fiskur og ikki t.d. seyður, ið var í nótini.
Tað er hetta orðið (genos), ið nýtt verður í 1.Kor.12,10 & 28: “ymisk sløg (genos) av tungutalu (glossa = tungumáli).”
Hetta sigur okkum beinleiðis, at hóast ymisk sløg av tungutalu, so vóru tað verulig mál, eins og Hvítusunnu.
Í Mark.16,17 sigur Jesus, at “tey skulu tala við nýggjum tungum.” Nú vil onkur siga: “Ja, men her stendur jú, at tað eru ikki vanlig kend mál, men heilt nýggj mál.”
Aftur her eru tvey orð á griskum (neos og kainós) fyri tað føroyska orðið nýggjur.
Meðan neos hevur nakað við tíðina at gera og merkir nýggjur í mótsetning til gamal, so hevur kainós einki við aldurin ella tíðina at gera, men merkir at okkurt er nýtt og øðrvísi
hjá einum.
T.d. um eg fái ein nýggjan (neos) bil, so vil tað siga at bilurin er spildurnýggjur.
Fara teir, so sum einaferð var talan um, at innflyta eitt par av reinsdjórum til Føroyar, at sleppa út í hagan, vilja fjølmiðlarnir bera tey tíðindi, at nú hava vit fingið eitt nýtt djóraslag.
Her vildu teir á griskum sagt (kainós), tí hóast djóraslagið er nýtt í Føroyum, so er tað eitt aldagamalt djór í grannalondum okkara.
Tað er orðið kainós, ið verður nýtt í Mark.16,17: “nýggjum (kainós) tungum. Við øðrum orðum verður her sagt okkum greitt, at málini eru ikki nýggj, nei, tvørturímóti gomul og
kend, men fyri teimum, vóru tey nýggj, tí teir høvdu ikki lært at tosa tey áður.
Gev gætur hvussu nágreiniligt Orð Guds er!
Fyri at taka allan iva burtur um henda spurning, sigur Paulus undir síni viðgerð av tungutaluni: “Í heiminum eru nú so og so mong ymisk tungumál, og einki av teimum er, sum ikki hevur týdning sín.” 1.Kor.14,10.
Hvussu ber tað til, at eingin skilir tann, ið talar í tungum í Korint, meðan tey skiltu teir, ið tosaðu í tungum á Hvítusunnu ? Er tað ikki tí, at tað eru tvey sløg av tungutalu, eitt slag á Hvítusunnu og annað í Korint ? Svarið er avgjørt nei!
Á Hvítusunnu skiltu teir útlendsku jødarnir tungutaluna, tí tað var teirra móðurmál, teir hoyrdu talað, meðan hinir innføddu jødarnir í Jerúsalem skiltu einki og hildu lærisvein-arnar vera druknar.
Í Korint talaðu tey í tungum, meðan eingin útlendingur var hjástaddur, og tí skilti eingin tað fremmanda málið, ið talað varð.
Lukas, læknin, ið ferðaðist saman við Paulusi, kendi Fyrra Korintbræv, tá hann nøkur ár seinni skrivaði um hendingina á Hvítusunnu í Ápostlasøguni.
Tað er heilt víst, at um hann helt, tað verða eitt annað slag av tungutalu á Hvítusunnu, enn tað Paulus umtalar í Fyrra Korintbrævið, hevði hann ikki nýtt sama orðið glossa
fyri tungutaluna í Ápostlasøguni.
Annaðhvørt mótsigur Skriftin sær sjálvari, ella er tungutalan í Ápostlasøguni tann sama, sum í Korint, nevniliga verulig mál.
3. Hvørjum var hetta tekinið ætlað ?
Sama bræv, sum umtalar tekinið tungutala, staðfestir: “Jødar krevja jú tekin…” 1.Kor.1,22.
Hetta kemur eisini heilt týðiliga fram í Evangeliunum:
Jødarnir tóku nú til orða og søgdu við Hann: “Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?” Jóh.2,18.
”tá tóku nakrir av hinum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við Hann: “Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær.” Men Hann svaraði teimum: “ónd og ótrúgv ætt (Ísrael) krevur tekin” Matt.12,38-39; Matt.16,1; Luk.11,16.
Mark.8,11-12: “Tá suffaði Hann djúpt í anda Sínum og segði: “Hví krevur henda ætt (Jødarnir) tekin?”
Eina aðru ferð sigur Jesus: “Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin ” Luk.11,29.
Eftir at Jesus hevði mettað 5000 menn við fimm byggbreyðum og tveimum smáum fiskum, dittaðu teir (Jødarnir) sær, at siga við Hann: “Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær?” Jóh.6,30.
Jesus segði við eitt annað høvi: “Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!” Jóh.4,48.
Hetta er ein meginregla.Tekin er fyri Ísrael!
Hvussu er við tekinum, tungutaluni? Er sama regla galdandi her?
Paulus tekur í samband við tungutaluna, upp eftir Esaias profet: “”Skrivað er í lógini: “Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta
fólk (Ísrael), og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.”
Við hesum í huga leggur Paulus beinanvegin aftrat: “So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi;” 1.Kor.14,21-22.
Her verður beinleiðis sagt, at tekinið tungutala var til hetta fólk, Ísrael, ið ikki vildi hoyra rødd Harrans ella við øðrum orðum vóru vantrúgvandi.
At tað snýr seg um Ísrael kemur eisini týðiliga fram av sama profetii, endurtikið í Jer.5,15: “Eg lati tjóð úr fjarløgu koma yvir tykkum, hús Ísraels – sigur Harrin – tjóð, ið er sterk, tjóð frá fornum døgum, tjóð – tú dugir ikki mál hennara, og tú skilir ikki, hvat hon sigur.”
So er tá tungutalan til tekin, ikki fyri hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi (Jøda).
Hvussu samsvarar nú hetta, við tær frásagnir vit hava um tungutalu í Skriftini?
Allar tríggjar staðir har tungutala verður nevnd í Ápostlasøguni, er tað í samband við Jødar:
Á Hvítusunnu: Vendur móti tí stóru mannfjøld, ið saman var komin, tekur Pætur til orðanna: “Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, ..” Áp.2,36.
Í Kesarea: “Allir hinir umskornu trúgvandi (Jødar), sum við Pæturi vórðu komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við; tí teir hoyrdu tey tala í tungum …” Áp.10,45-46.
Í Efesus: Hesir, ið talaðu í tungum, vóru doyptir við dópi Jóhannesar, ella við øðrum orðum, teir vóru Jødar. Áp.19,3.
Umframt hesar tríggjar frásagnir í Ápostlasøguni, síggja vit bert tungutaluna nevnda í fyrra brævinum til Korint, har nógvir Jødar búðu smb. Áp.18,1 & 5.
Lat okkum hava í huga og ikki gloyma at “Einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.” 2.Pæt.1,20.
Skriftin má verða tolkað í ljósinum av allari skriftini um sama evni.
So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi (Jøda).
4. Hví valdi Gud júst hetta tekinið ?
Vit, sum kenna Harran, vita, at Hann ger einki av tilvild. Hann kundi givið okkurt annað tekin í staðin, t.d. førleikan at ganga á sjónum, soleiðis sum Harrin Jesus
sjálvur kundi gera; men Hann hevði eitt endamál í huga, tá Hann gav júst hetta tekinið, at fólk kundu tosa eitt fyri teimum fremmant mál, sum tey ikki høvdu lært.
Um vit fara at leita eftir, hvar menniskju fyrstu ferð tosa og hoyra fremmand mál, mugu vit aftur til Bábelstornið í 1.Mós.11,7: “Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál
teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!”
Hetta var ein dómur!!
Vit minnast aftur meginregluna í Bíbliuni, at fyrstu ferð eitt fyribrigdi verður nevnt, fáa vit eisini eina lýsing av týdninginum av sama fyribrigdi. Hóast týdningurin kann gerast djúpari og ríkari, so verður tó uppruna meiningin varðveitt upp gjøgnum allar skriftinar.
Kundi tungutalan vera tekin um dóm?
Sum áður nevnt, vísir Paulus í samband við tungutaluna á Esaias profet.
Vit skulu nú lesa brotið úr bók Esaiasar: “Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum máli skal hann tala við hetta fólk (Ísrael), hann, sum segði við tey: “Her er hvíld at fáa,
unnið tí hinum útmødda hvíld; her er hvíldarstaður tykkara.” Men tey vildu ikki hoyra.” Es.28,11-12. (J.Dahls týðing).
Er hetta ikki eitt afturljóð frá Honum, sum “kom til Sítt egna, men Hansara egnu (Ísrael) tóku ikki ímóti Honum.” Jóh.1,11. Hann sum rópti: “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!” Matt.11,28.
Hvat svar fekk Hann: “Tá róptu tey (Jødarnir): “Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!” Jóh.19,15.
Esaias heldur fram: “Tí man orð Harrans fara at ljóða í oyrum teirra sum: “Sau, lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau; eitt sindur her, eitt sindur har,” (ørvitistala av
druknum manni); so at teir fara eftir nakkanum og meiðsla seg, koma fastir í hjálman (snerruna) og verða fangaðir.” Es.28,13 (J.Dahls týðing)
Av hesum sæst týðiliga, at tekinið tungutala var til Ísrael, og at tað var eitt tekin um dóm, eitt tekin um at tjóðin fór at verða revsað og sett til viks. Tí tey vildu ikki hoyra.
Hesi profetorð vóru lutvíst uppfylt á døgum Salmanassar og Nebukadnezar, men ápostulin Paulus sigur her, at endaliga uppfyllingin av hesum profetii er tungutalan.
Vilja tey (Jødarnir) heldur ikki hoyra Harran tala við hesum tekni, verður endin tann, at sterk tjóð, hvørs mál tey ikki duga ella skilja kemur yvir tey. “So tey (Jødarnir), fara
eftir nakkanum og bróta seg sundur, verða bundin og fangað.”
Tey skulu hoyra fremmant tungumál, sum fer at ljóða í oyrum teirra, sum ørvitistos.
Hetta var júst tað, ið hendi tá rómverski herhøvdingin Titus, ár 70 e.Kr. oyðilegði býin Jerúsalem og drap túsundar av Jødum, meðan leivdin var spjadd í allar ættir, til ymisku
tungumál heimsins. Har hava tey verið, til langt inn í okkara øld.
Eisini aðrar grundir vóru fyri, at Gud júst valdi tekinið við fremmandum málum.
Jónas lýsir væl hugsunarháttin hjá Jødunum yvir fyri fólki við øðrum tungumálum.
Hann vamlaðist við fólkið í Nineve. Hann ynskti heldur at doyggja, enn at síggja hin stóra heidninga stað bjargaðan.
Tá Jónas skilti, at Gud fór at vísa Nineve náði, kom ilt í hann og hann fer at briksla Gudi slíkt, ið vit vita, tænir Gudi til størstu dýrd, t.e. náðiríkidømi Hansara.
Jónas sigur við Gud: “Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn, og tú angrar hitt illa! Tak tí nú lív mítt, Harri! Eg vil fyrr doyggja enn liva!” Jón.4,1-3.
Slapp Nineve at liva, so vildi Jónas heldur doyggja.
Fyri Jónasi var Harrin bert Gud Ísraels. Hann var stórliga vónsvikin av, at Gud Jødanna, skuldi vísa heidningum náði.
Sum øldirnar liðu, øktist bert henda mótstøða, móti fremmandum fólki og tungumálum.
Gud Jehova var teirra og bert teirra. Tey og einans tey vóru Hansara. Har var eingin møguleiki fyri semju millum Jødar og fólk av øðrum tungumálum. Fíggindskapurin var størri enn so.
Tá Jesus nevndi teir báðar heidningarnar, einkjuna í Zarepta í Sidon og Na`aman Sýrlending, fyltust tey øll av vreiði og róku Hann av býnum, út á egg fjalsins fyri at stoyta Hann oman. Luk.4,26-29.
Heldur ikki nærmastu grannar teirra, Samverjarnir, sluppu undan teirra hatri.
Sjálvt Jákup og Jóhannes, lærusveinar Hansara, søgdu ein dagin, teimum var sýtt atgongd til eina Samverska bygd: “Harri, vilt Tú, at vit skulu bjóða eldi at falla niður av
himli og oyða tey ?”
Jesus hevði at teimum og segði: “Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av!” Luk.9,52-55.
Í Antiokia í Pisidia “kom so nærum allur býurin saman at hoyra orð Guds. Men tá ið Jødarnir sóu hetta nógva fólk (heidningar), vórðu teir fullir av øvund og … søgdu ímóti
og spottaðu.”
Tá teir so hoyrdu Paulus og Barnabas siga: “Tí so er boð Harrans til okkara: “EG havi sett Teg heidningunum til ljós, so Tú skalt vera frelsa líka til enda jarðarinnar!” uppøstu
teir hini mætu í býnum og birtu atsókn móti teimum og róku teir út um landamark síni.” Áp.13,44-50.
Tá Paulus fangi, hin dagin stóð á borgstrappuni í Jerúsalem og talaði við fólkið á hebraiskum, stóðu tey pinnastill og lýddu á, meðan hann greiddi teimum frá lívi sínum, hvussu Kristus hevði opinberað seg fyri honum á vegnum til Damaskus og um dóp sín. Tey lurtaðu eftir honum, inntil hann segði: “Eg skal senda teg til heidningar langt burtur!” Tá lyftu tey upp rødd sína og søgdu: “Burt av jørðini við slíkum! Hann eigur ikki at liva!” Tey róptu, skræddu klæðini av sær og blakaðu dust upp í loft. Jødarnir tóku seg saman og bannaðu sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus. Áp.22,1-23,12.
Hvat var tað, sum østi slíka vreiði í teimum ? Jú, hugsanin um, at Gud kundi vera Gud allra tjóða og tungumála.
Teir vóru jú, útvaldu Guds. Teimum tilhoyrdi sonarrætturin, dýrdin, sáttmálarnir, lóggávan, gudstænastan og lyftini; Teimum tilhoyrdu fedrarnir. Róm.9,4-5.
Hvussu kundi Gud eisini frelsa heidningarnar?
Henda hugsanin var ikki bert teimum ófrelstu Jødunum ein andstygd, nei eisini teimum trúgvandi.
Hóast Jesus týðiliga hevði givið lærusveinunum boð um at fara út og gera øll fólkasløg til lærusveinar, so vildi Pætur ikki fara til italiumannin Kornelius, fyrr enn Gud tríggjar ferðir hevði latið hann sæð eina sjón.
Tá hann so at enda er komin inn á gátt hjá Korneliusi, tekur hann til orða: “Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari
tjóð ella fara inn til hansara, men mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint.” Áp.10,28.
”Meðan Pætur enn talaði hesi orð (evangeliið), fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu. Allir hinir umskornu trúgvandi (Jødar), sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við; tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi (teir tosaðu eitt veruligt mál, ið kundi skiljast).”
Longu áðrenn Pætur kom heimaftur, høvdu Ápostlarnir og brøðurnir frætt, at eisini heidningarnir høvdu tikið við orði Guds. tá ið Pætur so kom niðan til Jerúsalam, settu
teir, sum umskornir vóru, at honum og søgdu: “Tú fórt inn til óumskornar menn og átst við teimum!”
Pætur mátti greiða teimum frá tí, ið hendi, hvussu hann sjálvur hevði hoyrt hesar óumskornu tala í tungum, eins og teir sjálvir gjørdu í upphavi (t.e. á Hvítusunnu).
Hetta var ein skelkur fyri umskornu brøðurnar, men tekini tungutalan sannførdi teir, og teir prísaðu Gudi og søgdu: “So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!” Áp.11,1-18.
Tungutalan í húsi Korneliusar var eitt tekin fyri hin vantrúgvandi Pætur og fylgissveinar hansara.
Sama tungutala gjørdist eisini tað tekin, ið kundi sannføra hinar vantrúgvandi ápostlar og brøður í Jerúsalem.
Ein áður illgrunaverdur cowboy í Wild West, verður í eini hættisligari støðu útnevndur til sheriff.
Hvussu skuldu landsmenn hansara og tá serliga brotsmenn trúgva, at hann nú hevði henda myndugleika.
Tað var bert eitt, ið kundi prógva og vísa hetta. Hin so víðagitna stjørnan á bringu hansara prógvaði, hvønn myndugleika hann hevði fingið.
Soleiðis prógvaði tekinið, sett á tungu Korneliusar, at hann hevði fingið Heilaga Andan, gávu Guds.
Tungutalan hevði sama týdning, sum dúkurin, ið Pætur sá .
Tað er óhugsandi, at nakar annar enn ein Jødi skuldi fingið hesa sjón, fyri at verða sannførdur um, at fara til ein heidning við evangeliinum.
Vit av heidnari ætt vita, at evangeliið er til øll menniskju.
Dúkurin sást tríggjar ferðir, so var hann tikin aftur til Himmals.
Dúkurin var givin einum trúgvandi, men hevði við vantrúgv hansara at gera. Somuleiðis við tungutaluni.
Sjón Pæturs og tungutalan fingu ápostlarnar í Jerúsalem at siga: “So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!”
Sjónin (dúkurin) var endurtikin nakrar fáar ferðir, men vit verða mint um týdning hennara, tá vit lesa Áp.10 & 11; Somuleiðis var tungutalan avmarkað og skuldi halda uppat. 1.Kor.13,8 Vit verða tó mint um týdning hennara, tá vit lesa Skriftirnar.
Sjónin var bert givin hesum fólki (einum Jøda). Somuleiðis við tungutalani. “við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk (Jødar)”. 1.Kor.14,21.
Týdningurin av sjónini var til fulnar skiltur, við umvending Korneliusar.
Somuleiðis vísir tungutalan okkum, hvussu stór náði er víst okkum heidningum, at evangeliið eisini skuldi verða okkum boðað.
Tungutalan vísir okkum hvussu nógv Jødin hevði at berjast við og vinna á av kenslum, stoltleika, illvilja og fíggindskapi, áðrenn hann kundi góðtaka, at boðskapurin
eisini var til heidningarnar, at teir kundu verða frelstir og verða doyptir við Heilaga Andanum til eitt og sama likam sum Jødin.
Oljutræið (Ísrael) sýtti fyri at spreiða ljósið út til onnur fólkasløg. Tí vórðu greinarnar brotnar av og villur oljukvistur (heidningar) gróðursettur.
Tað er hetta, ið fær Paulus, at rópa í gleði: “Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og óransakandi vegir Hansara!” Róm.11,33.
“Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar …. At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftunum í Kristi Jesusi við evangelinum.” Ef.3,1& 6.
Pætur var persónliga uppbygdur av sjónini, tá hann skilti týdningin av henni, somuleiðis við tungutaluni, tá hann skilti at heidningarnir áttu lut í loyndarmálunum í evangeliinum.
So inngrógvin var hesin hugsunnarháttur móti fólkum av øðrum tungumálum, at sjálvt hesin stóri ápostul Pætur datt aftur áftur sama mistak seinni.
Staddur í Antiokia át hann saman við heidningunum, men tá so nakrir Jødar úr Judea komu, “dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini (Jødarnar). Saman við honum hyklaðu eisini hinir (umvendu) Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra.” Gal.2,11-13.
Hvat kundi ein væntað av tí ófrelsta Jødanum, tá sjálvt lærusveinar Jesusar og hinir nýumvenndu Jødarnir, høvdu so ilt við at góðtaka, at frelsan eisini var fyri fólk við øðrum tungumálum!
Paulus mátti sanna: “Teir (Jødarnir) forða okkum at tala fyri heidningunum, so teir kundu verðið frelstir;” 1.Tess.2,16.
Harrin vitsti um henda trupuleikan, og útvegaði eitt tekin, tungutaluna, ið var ætlað Jødunum til sannføring um, at Gud eisini fór at verða tilbiðin av øðrum fólkasløgum.
Í eini samkomu, ið trýr og veit, at frelsan er fyri øll fólkasløg, er ikki tørvur á einum tekin sum dúkinum, ið Pætur sá ella tekinum tungutaluni.
5. Talaði Harrin Jesus Kristus í tungum ?
Venda vit okkum til Harran Jesus Kristus, ið var gitin av Heilaga Andanum, var fullur av Heilaga Andanum og var sjálvur annar persónurin í Guddóminum, síggja vit, at Hann
útinti allar náðigávurnar, ið nevndar eru í 1.Kor.12-14, uttan hesar, at tala í tungum og týða tungutalu. Hví?
Hví tosaði Hann ikki í tungum, tá Hann rak út illar andar? ella tá Hann grøddi øll hini sjúku.
Hevði Gud sýtt Honum hesa gávu?
Svarið er so nærliggjandi: “Evangelii Hansara var til burturmistu seyðir av húsi Ísraels. Matt.15,24.
Tá Jesus í Matt.10,5-8, sendi hinar tólv út, var tað við hesum orðum: “Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja!” og so legði Hann afturat: “Ríki Himmiríkis er nær. Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar!
Her var ein boðskapur til Ísrael um Ríki Himmiríkis.
Fyri at prógva og staðfesta boðskapin gav Harrin teimum myndugleika, at gera tey tekin, ið knýtt eru at hesum boðskapi, smb. Es.35,5-6.
Tá talan ikki var um heidningar við fremmandum tungumálum, kravdist einki tekin fyri at sannføra Jødarnar um hetta, og tí er eingin tungutala umrødd her.
Bert einaferð nevnir Jesus tungutalu. Tað er í samband við boðini: “Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum! Mark.16,15-17.
Har eingin forðing var frá nøkrum Jøda, sum t.d. í Athen og Malta, var eingin tørvur á tungutalu.
Tað sama er galdandi í dag. Øllum er nú greitt, at Jødarnir hava ikki einkarrætt upp frelsuna í Jesusi Kristi.
Gud gav Ísrael tungutaluna sum tekin :
1. Vendi tjóðin við leiðarum tess ikki við, fór dómurin at raka tey. Onnur tjóð, við fremmandum tungumáli skuldi bróta tey niður og spjaða tey út millum ymisku tungumál heimsins.
2. Teirra serstøða sum boðberarar Guds, skuldi vera frá teimum tikin og givin øðrum fólkum við ymiskum tungumálum.
3. Tungutalan prógvaði, at eisini heidningarnir høvdu fingið lut í dópi Heilaga Andans. Áp.10 & 11.
4. Tungutalan prógvaði fyri lærusveinum Jóhannesar, (Jødar), at nú var Jóhannes Doyparin ikki longur andaligi leiðari teirra, men harafturímóti Paulus, saman við hinum
ápostlunum. Áp.19,1-7.
Teir vóru nú saman við heidningum og øðrum Jødum doyptir við Heilaga Andanum at vera tað likam ella tann bygningur, sum uppbygdur verður á grundvølli ápostlanna og profetanna og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Ef.2,20.
“Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam,annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls;” 1.Kor.12,13.
So er tá tungutalan til tekin.
6. Er tungutalan tá ikki tekin um, at ein er doyptur við Heilaga Andanum?
Tær tríggjar ferðirnar vit lesa um tungutalu í Ápostlasøguni, er, sum víst omanfyri, talan um eitt tekin fyri at vísa Jødum støðu teirra í mun til heidningarnar ella fólk
við fremmmandum tungumáli.
Hóast long tíð (nøkur ár) var gingin, síðani Hvítusunnu og fleiri túsund Jødar vóru frelstir og nøkur dagliga løgdust aftur at samkomuni, mátti Pætur vísa aftur á Hvítusunnudag fyri at lýsa hendingina í húsi Korneliusar:
“Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin tey eins og á okkum í upphavi.” Áp.11,15.
Um hetta var nakað, tey dagliga upplivdu við nýfrelstum fólki, hevði Pætur ikki málborið seg soleiðis. Orð Guds er neyvari enn so.
Dópur Heilaga Andans hevur eitt endamál: at lima øll Guds børn inn í eitt likam, likam Kristusar. “Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam annaðhvørt vit nú eru eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka.”
1..Kor.12,13.
Í Korint vóru øll doypt við Heilaga Andanum; men bert nøkur talaðu í tungum, sambært 1.Kor.12,10 og 29-30.
Nú vita vit frá Jesusi sjálvum, at Guddómurin Heilagi Andin kann ikki fáast í pørtum: “Gud gevur ikki Andan eftir máli.” Jóh.3,34.
Paulus ger tað so heilt greitt : ” Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.” Róm.8,9.
At siga og læra, at ein kann vera frelstur uttan, at eiga lut í dópi Heilaga Andans, er tað sama, sum at siga, at eitt Guds barn ikki hevur Anda Kristusar og ikki hoyrir við til
likam Kristusar.
Hetta er ikki tað Skriftirnar læra!!!
Táið ein tekur í móti Kristusi, verður hann føddur av Heilaga Andanum, Jóh.3,5.
Verður innsiglaður við Heilaga Andanum,
fær Heilaga Andan, sum pant um hin æviga arv. Ef.1,13-14.
Hann verður tempul Heilaga Andans 1.Kor.6,19. og bústaður Guds í Andanum Ef.2,22. Hann verður limur á likami Kristusar 1.Kor.12,13 & 27. Róm.12,5. “Tí vit eru limir
likams Hansara.” Ef.5,30.
7. Hví sigur Paulus: “Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum” 1.Kor.14,5.
Sami Paulus, sum sigur: “Eg vildi væl (griska orðið : thelo), at tit allir talaðu í tungum,” sigur við somu orðum við somu fólk í sama brævi 1.Kor.7,7: “Eg vildi (thelo), at øll menniskju vóru, sum eg eri sjálvur (einligur); men hvør hevur sína náðigávu frá Gudi, ein so, og annar so.”
Hví skulu vit leingjast eftir øðrum (tungutaluni) og ikki eftir hinum (at liva støk)?
Hví royna at fáa onnur til at verða upptikin við annað ynski Paulusar (at tala í tungum)
og ikki við hitt (at liva einlig)?
Har Orð Guds leggur somu herðslu á tvey ymisk viðurskiftir, eiga vit at gera tað sama. Vit hava ikki loyvi at skilja og velja burturúr, sum okkum hóvar.
Eins og øll í Korint ikki vóru kallaði, at vera støk, vóru heldur ikki øll kallaði at tala í tungum. Bert nøkur fá høvdu fingið náðigávuna at liva støk. Soleiðis vóru tað
eisini bert nøkur fá, ið høvdu fingið náðigávuna at tala í tungum. Sí 1.Kor.12,10 & 29-30.
8. Hví sigur Paulus: ” Eg takki Gudi – eg tali meiri í tungum enn tit allir” 1.Kor.14,18.
Paulus var kallaður at vera ápostul heidninganna.
Ofta var, av Jødiskum mótstøðumonnum, sett spurnartekin við kall og myndugleika hansara.
Paulus prógvaði kall, myndugleika og boðskap sín við at gera tekin ápostuls 2.Kor.12,12. Millum hesi tekin var tungutalan Mark.16,17.
Við tað at ápostlaembæti hansara á ein serligan hátt hevði við heidningar at gera, og mótstøðan frá Jødum var so ómetaliga stór, nýttist Paulusi meiri enn nøkrum øðrum júst
hesa tekingávu, at tala í tungum.
Hann kundi við gleði siga, at hann, meira enn nakar annar, hevði nýtt hesa gávu, til tað endamál hon var ætlað, t.e. at vera eitt tekin fyri vantrúnar Jødar.
Paulus talaði í tungum, har hann var sæddur og hoyrdur av teimum, ið hetta tekin var ætlað. Hann gjørdi ikki hetta tekin, heima við hús, hvørki einsæris ella saman við øðrum
trúgvandi.
9. Íðan, hví sigur Paulus: “tann, ið talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi.” 1.Kor.14,2.
Tað, sum Paulus her letur okkum vita, er at: Tungutala, er ikki tað, at Gud talar við ella gjøgnum menniskjur við opinberingum ella profetium.
Heldur ikki kann ein í tungum evangelisera, læra, profetera og áminna menniskjur.
Tí tann, sum talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi;” 1.Kor.14,2.
Hyggja vit aftur í Ápostlasøguna, síggja vit, at tað var júst soleiðis tungutalan var framd:
Á Hvítusunnu søgdu teir útlendsku Jødarnir: ” vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara!” Áp.2,11.
Í Kesarea gjørdust allir hjástaddu Jødarnir ógvuliga bilsnir “tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi.” Áp.10,46.
Í báðum støðum bera teir á fremmandum máli Gudi tøkk fyri stórleika Hansara.
Í Efesus hoyra vit einki um, hvat teir talaðu í tungum. Vit fáa bert at vita, at umframt at tala í tungum, profeteraðu teir eisini. Áp.19,6
Gev gætur. Eingin bleiv frelstur á Hvítusunnu ígjøgnum tungutaluna.
Tað var ikki fyrr enn Pætur fór at tala á sínum egna máli, sum eisini teir útlendsku Jødarnir skiltu, at vit lesa: “Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjarta, og teir
søgdu við Pætur og hinar postlarnar: “Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?” Áp.2,37. Henda dagin vórðu okkurt um 3000 sálir frelstar.
Nú vil onkur siga: jú men, á Hvítusunnu talaðu teir í tungum fyri mannfjøldini, ið lýddi á og skilti hvat teir søgdu.
Hertil skal viðmerkjast, at eins og vit á okkara møtum úti ella inni, í útvarpi ella sjónvarpi venda okkum til Gud í bøn ella tøkk, gera vit tað hart og týðiliga, so øll hoyra,
soleiðis lovaðu teir Gudi meðan øll hoyrdu.
Hetta var eitt tekin fyri Jødum, fyri at sannføra teir um, at nú fór Gud Harrin eisini at verða tilbiðin á fremmandum tungumálum.
Á sama hátt talaði Paulus eisini fyri Gudi í tungum, bert um vantrúgvandi Jødar, vóru hjástaddir.
Tað er hetta Paulus roynir at fáa Korintmenn, at skilja.
“Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum”, um tørvur er á hesum har, sum tit búgva, men gloymi ongantíð hví Harrin gav tungutaluna. Hon hevur eittans endamál: “So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi.”
10. Hví sigur Paulus: “Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan;” 1.Kor.14,3.
Evnið, Paulus viðger í hesum trimum kapitlunum í 1.Kor.12-14, kann lýsast við hesum orðum: Felags gagn.
Gev gætur hvussu hann málber seg:
12,7 : ” tað, sum gagnligt er.”
12,21: Eingin kann siga: ” Mær tørvar tykkum ikki!”
12,25: ” skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum.”
12,26: ” Líður nú ein limur, líða allir limirnir við.”
13,1-: Kærleikin, ið bert hugsar um tað, ið gagnar øðrum.
14,3 : ” talar menniskjum til uppbygging, minning og troyst
14,4 : ” tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna.”
14,5 : ” so samkoman kann fáa uppbygging av tí.”
14,6 : ” hvat gagni eg tykkum tá”
14,7 : ” hvussu kann tá nakar fáa skil tí,”
14,8 : ” hvør ger seg tá tilreiðar til bardaga.”
14,9 : ” hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður.”
14,12: ” latið tað tá vera samkomuni til uppbygging.”
14,16: ” hvussu skal tá hann .., kunna siga amen til takkar-
bøn tína! Hann veit jú ikki, hvat tú sigur!”
14,17: ” men hin verður ikki uppbygdur.”
14,19: ” sum eisini onnur kunnu fáa lærdóm av”
14,26: ” latið alt vera til uppbygging!”
14,31: ” so øll kunnu læra og øll verða mint;”
Tað er ikki rósandi orð, Paulus her sigur: “Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan;”
Sært tú ikki mótsetningin, “seg sjálvan” hildið saman við høvuðsevninum í hesum kapitlum, “øðrum” og “felags gagn.”
Paulus sigur við øðrum orðum: “Hvussu kanst tú fáa teg til at tosa á einum fremmandum máli, sum eingin hjástaddur skilir, tá tú eins væl kundi sagt tað sama tínum egna móðurmáli, so øll kundu verðið uppbygd av tí ?
Hugsar tú bert um teg sjá lvan?”
“Nei hyggi eftir profetunum, teir ikki bert uppbyggja seg sjálvan, men alla samkomuna.” 1.Kor.14,3.
Hevur tú hugsa um, hvat Paulus meinar við, tá hann umtalar tey trúgvandi í Korint, sum nýføðingar í Kristusi. 1.Kor.3,1 og minnir tey í samband við tungutaluni: “Brøður! Verið ikki børn í viti!” 1.Kor.14,20.
Skuldi onkur vantrúgvandi Jødi verið komin á møti teirra, og tekinið, við tungutaluni, tí kundi verið hesum ein hjálp, minning ella sannføring at taka við boðskapinum í trúgv, so
skuldi tungutalan verða týdd, so eisini øll samkoman kundi verða uppbygd. 1.Kor.14,26.
Tveir ella í mesta lagi tríggir kundu tá tala í tungum, tó ein ísenn, og ein skal týða tað. 1.Kor.14,27.
Soleiðis, sum vit allastaðir síggja tað í Ápostlasøguni, skuldu eisini í Korint bert menn tala í tungum.
Paulus sigur her undir viðgerðini av tungutaluni: “skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala;” 1.Kor.14,34.
Síðani leggur hann afturat: “tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans!” 1.Kor.14,37.
Allar tríggjar ferðirnar har tungutalan verður umrødd í Ápostlasøguni, byrja teir at tala í tungum, uttan nakra fyrireiking, og stundum heilt óvæntað, sum hjá Korneliusi.
Heldur ikki høvdu teir biðið um at sleppa at tala í tungum.
Tí er tað beint í móti Orði Guds, at læra seg ella onnur, at tala í tungum
Orðið tráið (zeloo) stendur ongantíð um tungutalu, smb. 1.Kor.12,31: “Men tráið eftir hinum størstu náðigávum!” 14,12: “Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið
tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga!”
11. Hvat vil tað siga, at biðja, lovsyngja og prísa Gudi við andanum ?
Onkur vil nú halda, at tá Paulus sigur : ” Tí um eg biði í tungum, biður víst andi mín” 1.Kor.14,14, so er hetta tað sama, sum Paulus umrøður í Róm. 8,26: “So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.”
Hesi vilja halda, at tá vit ikki longur kunnu bera fram okkara ynskir ella tankar fyri Gudi á vanligum máli, kunnu vit í Heilaga Andanum tala í tungum við Gud ella, sum tey
eisini málbera seg, fara yvir í Andan at biðja í tungum.
Hetta er at lesa nakað inn í Skriftirnar, sum ikki stendur har.
Paulus greiður í Róm. 8,26 frá, hvussu Talsmaðurin Heilagi Andin gongur í forbøn fyri okkum, við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Tá vit ikki finna orð ella vita, hvat vit skulu biðja um, og tøgn fellur á, biður Heilagi Andin fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Tað stendur týðiliga, at hesi suff Andans kunnu ikki sigast, eins og tað, ið Paulus hoyrdi í Paradís heldur ikki kundi sigast av nøkrum menniskja, hvørki á eins móðurmáli ella á
nøkrum øðrum máli.
Tí er her heldur ikki talan um tungutalu.
Í 1.Kor.14,14 sigur Paulus beinleiðis, at tað er ikki Heilagi Andin, ið biður í tungum, men andi mín.
Hini “vantrúgvandi eru “andaliga deyð-“ella “náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.” Jud.19.
Tá ein verður frelstur, verður hann gjørdur livandi við Kristusi. Ef.2,5. og “Andin sjálvur (Heilagi Andin) vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.” Róm.8,16.
Paulus sigur við samkomuna í Róm: “Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni,” Róm.1,9.
Andi hins trúgvandi ger hann føran fyri at hava samfelag við Gud.
Vit lesa um Mariu hvussu hon lovprísar Gudi í anda sínum:”Tá segði Maria: “Sál mín setur Harran høgt, og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;” Luk.1,46-47.
Maria gleddist í anda sínum, uttan at tala í tungum, tí hon lovsang við andanum, men eisini við vitinum.
Tað er hetta Paulus sigur við Korintmenn: “Tí um eg biði í tungum,_ _biður víst andi mín, men vit mítt er uttan ávøkst.
Hvussu er tað tá ? (Paulus er ikki nøgdur við hetta, nei!! sigur hann) Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil
eisini lovsyngja við vitinum (eins og Maria gjørdi).” 1.Kor.14,14-15.
Paulus heldur fram og sigur, at um tú biður uttan, at eisini vit títt tekur lut, er eingin ávøkstur. 1.Kor.14,14.
Hetta samsvarar eisini við tað Jesus segði: “Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst.” Matt.13.23
Tískil sigur “Paulus: “Men er eingin,”sum kann týða (tungutaluna), tá tegi hin í samkomuni, men hann tali við seg sjálvan og við Gud.” 1.Kor.14,28.
Við øðrum orðum sigur Paulus, tú kanst hava samband við Gud, eisini á møtinum, sjálvt um tú tegir og einki sigur, tí (Heilagi) Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið
ikki kunnu sigast. Og Hann (Gud), ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu. ” Róm.8,26-27.
Var eingin vantrúgvandi Jødi hjástaddur, var heldur eingin tørvur á tekinum tungutaluni. Tí skuldu teir sjálvandi heldur ikki tala í tungum.
Tað vildi verið líka høpisleyst, at tala í tungum á einum slíkum møti, sum um Móses saman við familjuni spældi við stavin og fekk hann til orm og aftur til stav.
Slíkt er Gudi ikki tokkaligt.
“So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi (Jøda).”
12. Hví sigur Paulus: “Somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat;” 1.Kor.13,8.
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala hon skal halda uppat; og kunnskapur hann skal fáa enda. Tí vit kenna í brotum, og vit profertera í brotum; men tá ið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda. So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.” 1.Kor.13,8-13.
Paulus umrøður her seks ymiskar gávur: Kærleika, trúgv, vón, profetagávur, kunnskap (at kenna) og tungutalu.
Tríggjar av hesum gávum, t.e. trúgv, vón og kærleiki, sigur hann skulu verða verandi. -“Men so tilskilar hann, at kærleikin er størstur av teimum og fellur aldri burtur, tí hann er ævigur og røkkur inn í ævinleikan.
Við øðrum oðrum eru trúgv og vón minni enn kærleikin, tí tær fella burtur einaferð, meðan kærleikin verður verandi í ævir.
“Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” Heb.11,1. “Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.” 2.Kor.5,7.
“Men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!” Róm.8,24.
Tá vit eru komin heim til Harran, nýtist okkum ikki longur trúgv og vón, tí tá skulu vit síggja alt tað, vit í veikleika trúðu og vónaðu her. Við øðrum orðum verða trúgv og vón verandi til Harrin kemur aftur eftir okkum. Tá fella tær burtur, tí tá nýtist okkum tær ikki longur.
Vit lósu, at hinar tríggjar: profetagávur, kunnskapur og tungutala, skuldu ikki vera verandi, men fáa enda og halda uppat.
Tá trúgv og vón skulu verða verandi til Harrin kemur, mugu hinar tríggjar fáa enda og halda uppat væl áðrenn, annars var eingin meining í at nevnt hetta.
Paulus bólkar kunnskap ella at kenna saman við profetagávur og sigur, at hesar gávur geva ikki eina heildarmynd av opinbering Guds, men vit fáa opinberingina av orði Guds í
brotum, her eitt sindur og har eitt sindur ella við øðrum orðum, myndin vit síggja er í brotum. “Men tá ið hitt fullkomna (teleíos) kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda (gerast óvirksamt ella arbeiðsleyst).” 1.Kor.13,10.
Her sigur Paulus, at okkurt fullkomi kemur.
Nú vil onkur halda, at hitt fullkomna, ið kemur er Kristus. Ella eisini vilja tey “hava hitt fullkomna, at vera Himmalin.
Gev gætur:
1) Hitt fullkomna er hvørkikynsorð og kann tí ikki vera ein persónur, men ein lutur ella gripur. Kristus verður altíð umtalaður, sum kallkyn.
2) Tað stendur ikki, at vit koma til hitt fullkomna, men hitt fullkomna kemur til okkara.
Um tað var Himmalin, ið var umrøddur her, vildi tað staði: “men tá ið vit koma til hitt fullkomna.” Men nú stendur tað: “tá ið hitt fullkomna kemur.”
3) Orðið hitt fullkomna (teleíos), verður ongantíð nýtt um hina ævigu støðu ella Himmalin, men um nakað, sum búnast og soleiðis røkkur endamálið. T.d. barnið gerst fullkomi (teleíos), tá ið tað verður vaksin maður ella kona.
Tað er hetta orðið, ið nýtt verður í 1.Kor.14,20: “men verið fullvaksnir (teleíos) í viti!”
Paulus hevði -“kunnskapargávuna. Hann fekk -“kunnskap um loyndarmál Kristusar: “Av tí kunnu tit, tá ið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar.” Ef.3,4.
Við Kunnskapargávuni og profetagávuni gav Harrin okkum Orð Sítt.
Hetta eru grundvallargávurnar, sum bygningurin, samkoman stendur á: Grundvøllurin er Orð Guds, útvega okkum gjøgnum kunnskapargávuna og profetagávuna, ” og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
“Tit, sum uppbygd eru á grundvølli postlanna og profetanna og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.” Ef.2,20.
Tá Harrin var liðugur at opinbera vilja Sín fyri okkum, og Orð Hannsara Bíblian var búnast liðug og vorðin fullkomin, sum hon av sonnum er, gjørdist myndin í brotum fullkomin og profetagávan og kunnskapargávan blivu arbeiðsleys og fingu enda.
Síðani sigur Paulus, at tungutalan, hon skal halda uppat, t.v.s. hon skal steðga. Hetta er eitt annað orð enn at fáa “enda”, “sum “verður sagt ” um “profetagávuna ” og
kunnskapargávuna.
Meðan kunnskapargávan og profetagávan skuldu fáa enda ella gerast óvirknar, tá Orð Guds er vorðið fullkomið, skal tungutalan halda uppat ella steðga, uttan nakra viðmerking.
Hyggja vit enn eina ferð eftir endamálinum við tungutaluni, síggja vit, at:
Gud gav Ísrael tungutaluna sum tekin :
1. Vendi tjóðin við leiðarum tess ikki við, fór dómurin at raka tey. Onnur tjóð, við fremmandum tungumáli skuldi bróta tey niður og spjaða tey út millum ymisku tungumál heimsins.
Nú kunnu vit spyrja, er tað nakað menniskja, sum ivast í hesum. Øll vita vit jú, at hesin dómur byrjaði, tá Jerúsalem varð oyðilagt longu ár 70 e.Kr.
2. Serstøða Jødanna sum boðberarar Guds, skuldi vera frá teimum tikin og givin øðrum fólkum við ymiskum tungumálum.
Kann nakað menniskja í dag ivast í hesum. Tey síggja jú, at boðskapur Guds verður kunngjørdur av fólki við ymiskum tungumálum.
3. Tungutalan prógvaði, at eisini heidningarnir høvdu fingið lut í dópi Heilaga Andans. _Áp.10 & 11.
Eingin trúgvandi kann verða í iva um, at ikki bert Jødarnir hoyra við til likam Kristusar. Størsti partur av samkomu Guds eru fólk við øðrum tungum lum.
“_Tí við einum anda vórðu vit øll doypt, at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls,” _1.Kor.12,13.
4. -“Tungutalan prógvaði -“fyri lærusveinum -“Jóhannesar, (Jødar), at nú var Jóhannes Doyparin ikki longur andaligi leiðari teirra, men harafturímóti Paulus, saman við hinum
ápostlunum._ Áp.19,1-7.
Teir vóru nú saman við heidningum og øðrum Jødum doyptir við Heilaga Andanum at vera tað likam ella tann bygningur, sum uppbygdur verður á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur._ Ef.2,20.
Tað eru øldir, ja umleið 1900 ár síðani seinasti lærusveinur Jóhannesar doyði, og tí nýtist teimum ikki fleiri prógv.
So er tá tungutalan til tekin,_ ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi.
Tekin er eitt prógv. Tess uppgáva er at sannføra ein, ið ivast ella er vantrúgvin.
Gud heldur ikki á við at vísa eitt tekin. Verður boðskapurin hóast tekinið kortini
vrakaður, tekur hann tekini burtur.
Ta tíðina tungutalan var virkin, vóru nakrar treytur, ið máttu lúkast:
1. Hon skuldi vera verulig mál. 1.kor.14,10 & Áp.2,8.
2. Hon skuldi ikki venda sær til menniskju. 1.Kor.14,2.
3. Hon skuldi bert venda sær til Guds. 1.Kor. 14,2.
4. Hon var ikki eitt tekin fyri trúgvandi. 1.Kor. 14,22.
5. Hon var eitt tekin fyri vantrúgvandi Jødar, um at evangiliið er fyri øll fólkasløg. Áp.11,18.
6. Hon var eitt tekin um dóm yvir vantrúgvandi Jødar. Es.28,11-13 & 1.Kor.14,21.
7. Hon skuldi ikki útinnast privat, men alment millum vantrúgvandi Jødar, sum hon var ætlað til. Áp.2,5 & 14 & 22.
Tá vegarbeiði fer fram, verða tekin sett upp, so tey ferðandi kunna verða ávaraði og leiðbeind framman undan, hvat liggur fyri framman.
Tá vegarbeiðið er liðugt, skulu vegteknini takast niður.
“Somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat.”
Í hesum, sum í øllum øðrum trúarspurningum, eiga vit bert, at líta á Skriftirnar, tí einans tær eru lítandi.
Tað kann tó vera áhugavert, at hyggja eftir hvussu samkomusøgan, há ttaði sær í hesum spurningi.
Kendi Aurelius Augustine, ið livdi frá 354 til 430 e.Kr. sigur: Tungutalan var ætlað til ta tíðina (ápostlatíðina) fyri at boða komu Heilaga Andans til øll tungumál, og so hvarv hon.
Mannain kann nýtast sum ein mynd av tungutaluni:
Mannain varð ikki givin í Egypt – Tungutalan varð ikki givin Harranum.
Mannain boðaði í 40 ár í oyðimørkini heystið í Kánaan – Tungutalan boðaði í nøkur ár innheysting heidninganna.
Mannain helt ikki á í Kánaan Jos. 5,12. Tungutalan stegðaði tá øll kundu síggja innheystingina av heidningum.
13. Hvat meinar Jesus við, tá Hann sigur: “Hesi tekin skulu
fylgja teimum, ið trúgva.” _Mark.16,17.
Orðalagið : fylgja teimum, ið trúgva (pisteúsasin)_sigur áfrummálinum, at tað eru menn (kallkyn), ið longu eru komnir til trúgv.
Tað sigur einki um, at tað skal fylgja teimum, ið, fara at trúgva. Heldur einki verður sagt um hvussu leingi tað skuldi fylgja teimum.
Hetta vóru “tekin ápostuls” 2.Kor.12,12.
Hesi tekin vóru givin ápostlunum, fyri at veita teimum fulltrú sum umboðsmenn Kristusar.
Tí er tað, tey trúgvandi í Jerúsalem biðja : ” Og nú, Harri! Hav eyga við -“hóttum teirra, -“og gev -” tænarum Tínum (ápostlunum) at tala orð Títt við øllum dirvi,við tað at Tú
rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!”
Síðani lesa vit: ” Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.” Áp.4,30-33.
Seinni lesa vit: ” _Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið” Áp.5,12.
Tá Paulus verjir seg móti teimum, ið seta spurnartekin við ápostlaembæti hansara, nýtir hann júst tekin ápostuls, sum prógv: “Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum
tykkara,við teknum, undrum og kraftargerðum” 2.Kor.12,12.
Markus endar sítt evangelium við hesum orðum: “Men teir (ápostlarnir) fóru út og prædikaðu allastaðni og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við
fylgdu.” Mark.16,20.
Lat okkum samanbera hetta við Heb.2,3-4: “…so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum (ápostlunum), ið høvdu hoyrt Hann,
við tað at Gud vitnaði við,bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum,…”
Her síggja vit greitt, at Harrin staðfesti orðið við tekinunum, ið fylgdu við ápostlunum. Tað stendur einki um, at tekinini fylgdu teimum, ið trúðu boðskapi teirra.
Tað er skeivt at siga, at hesi tekin skulu til allar tíðir ella fylgja teimum, ið trúgva boðskapinum. Hetta er ikki tankin.
Paulus sigur tað so týðiliga: “somuleiðis _tungutala – hon skal halda uppat.”
Um nøkur meining skal vera í orðum Paulusar, má hetta vera langt áðrenn trúgv og vón fella burtur, við komu Krists, tí hann letur okkum vita, at trúgv og vón verða verandi, meðan tungutalan skal halda uppat.
14. Hví sigur Paulus: “forðið ongum at tala í tungum!” 1.Kor.14,39
Tá Paulus skrivaði 1.Korintbræv ár 57-59 e.Kr. var framvegis av og á tørvur á
tekinum tungutaluni. Dómurin yvir Jødisku tjóðina byrjaði ikki fyrr enn ár 70 e.Kr.
Nýggja Testamenti varð skrivað sum ein gáva Heilaga Andans.
Tá Gud var liðugur við at opinbera ráð sítt, stegðaði henda gávan.
Eins og Paulus ikki forðaði Lukasi ella hinum, at skriva Orð Guds, vildi hann heldur ikki forða nøkrum, at tala í tungum, har tørvur var á hesum tekini.
Vóru ikki allar treytirnar fyri hesum tekini loknar, tordi Paulus, at siga “Tig!”1,Kor.14,28 & 34.
Hetta dirvi eiga ábyrgdarbrøður eisini at hava í dag, nú tungutalan er hildin uppat.
Vit byrjaðu hetta evni við orðum blóðvitnanna: Sola Scriptura. Einans Skriftirnar.
Fyri teimum stóð valið millum trúskap móti Orði Guds og harvið at bøta við lívinum ella at slaka upp á sannleikarnar, sum teir sóu og sleppa at liva og møguliga gerast populerir.
Teir kendu Skriftirnar og vitstu at “Orð Títt er sannleiki.” um so fjøldin trúði lygnini.
Vit hava hildið okkum frá, at viðgera upplivingar og royndir, sum nógv vita at siga frá, tí tað er ikki nóg góður grundvøllur at byggja á.
Mannasinni og kenslur er ikki haldgóður botnur at standa á.
Runt um í katólska heiminum, eru almikið av minnisplátum, sum siga frá, hvussu fólk hava fingið bønarsvar við at biðja til Mariu moy ella onnur halgimenni.
Hetta fær tó ikki ein sannan trúgvandi at taka undir við hesum bønarhátti. Nei vit taka avgjørda støðu móti slíkum.
Í Áp.16,17 lesa vit um eina gentu, sum gekk aftan á Paulusi og Silasi og rópti til fólkið: “Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!”
Var hetta ikki ein góð móttøka, at fáa í einum fremmandum býi? Alt hon segði var rætt. Hon gjørdi Gud stóran og setti Hann í hásæti. Hon segði við fólkið, at frelsa var at
finna í boðskapi teirra. Hon gjørdi hetta ikki bert ein dag. Nei, hon helt á við at kunngera sama boðskap í nógvar dagar.
Kundi nakar óndur andi búgva í slíkari gentu? Hevði nakar av okkum tora at felt slíkan dóm?
Kortini síggja vit, at hon var ikki í Anda Sannleikans fyrrenn hon tagdi og einki kundi siga.
Einasti álítandi vegvísari, kort og kumpass á hesi myrku ferð, millum boðar og íður er Orð Guds, sum til ævigar tíðir, stendur fast í Himli. Sálm. 119,89.
”Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.” Sálm.119,105.
Hin gamla Bók, hin dýra Bók,
hvør ein kom beint, sum hana til loðs og kumpass tók.
Har standa lyftir greið
um dimm er lívsins leið,
halt tí á við, at líta á ta gomlu Bók.
K.J.N.