Frelsan

Frelsan

Tað er fullgjørt!“ ( Jóh.19.30).

Frelsan er ikki av okkum sjálvum, men bert Guds. Tí er frelsan Guddómmilig og trygg eins og kletturin, Kristus. Kraft Guds (Róm.1.16, 1.Kor.1.18).

Frelsan er ein gáva

Frelsan er ein gáva, tú kanst taka ímóti ella lata vera at taka ímót. Hendan gávan inniheldur so ómetaliga nógv. Í hesi gávu fært tú: rættvísi, ævigt lív (Heb.5.9), endurloysing, fyrigeving, arvalut, innsigli Heilaga Andans, ognarfólk Guds (Ef.1).

Gáva Guds (Ef.2.8)

Kristus er gáva (Ef.5.2). (Róm.5.15,16, 6.23).

Gudi veri tøkk fyri ósigiligu gávu Hansara! (2.Kor.9.15).

Sangur nr.86: Frelsan ein gáva er.

Frelsan er ein endurføðing.

Fødd av nýggjum

Jóhannesar Evangelii kap.3

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.“ (Jóh.3.3).

Tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. (Jóh.1.13).

Tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av;

men orð Harrans verður í allar ævir. – Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum. (1.Pæt.1.23-25).

Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu (1.Pæt.2.2).

Vita tit, at Hann er rættvísur, so vita tit eisini, at hvør tann, ið ger rættvísi, er føddur av Honum. (1.Jóh.2.29).

Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi. (1.Jóh.3.9).

Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. (1.Jóh.4.7).

Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, (1.Jóh.5.1).

Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. (1.Jóh.5.18).

Frelsan ger okkum til børn Guds

Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; (Jóh.1.12).

So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds. (Róm.8.14).

Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds. Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar, (Róm.8.16-17).

so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum. (Fil.2.15).

Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til. (1.Tess.5.5).

Og tit hava gloymt áminningina, ið talar við tykkum sum við børn: „Sonur mín! Vanvirð ikki tykt Harrans, verð heldur ikki mótleysur, táið tú verður revsaður av Honum! (Heb.12.5).

Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. (1.Jóh.3.1-2).

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. (1.Jóh.3.10).

Frelsan ger okkum til synir og døtur Guds

(Luk.15.11.32).

Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“ (Róm.8.15,23).

Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. (Róm.5.29).

Og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“ (2.Kor.6.18).

Fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin. Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“ (Gal.4.5-6).