Primer og Sekunder læra?


Primer og sekunder læra?

 

 

 

Grundin til eg taki hetta evnið upp, er at nógvar samkomur í landi okkara eru ávirkaðar av hesi sokallaðu primeru og sekunderu læru. Hetta er vælkent í londum sum USA. Havi sjálvur lisið nakrar bøkur, sum viðgera hetta evnið. Hesi seinastu 10-20 árini hava vit hoyrt trúgvandi fólk tosa meiri og meiri um, at tað ikki er so umráðandi við læruni, bert menniskju verða frelst. Eitt stig førur annað við sær. Frá at niðurgera læruna, síggja vit skriv, sum beinleiðis royna at grundgeva fyri at læran er sekunder. Í Bíbliuni finnast ikki sekunderir sannleikar. Men alt orð Guds er sannleiki. Tískil er læran eisini sannleiki. Pilatus segði við Jesus: “Hvat er sannleiki!” Hesin spurningur hevur gjøgnum allar tíðir verið altavgerandi. Hetta er kanska ikki so lætt at viðgera. Velst um brillurnar, sum síggja. Ella er ein onnur grund fyri hví vit hugsa sum vit hugsa. Sum maður hugsar so er hann. Hvat hevur ávirka okkara hugsunarhátt?

 

New Age

 

Eysturlendskur (mystikkur) loyndardómar, andadýrkan. Her kunnu øll vera við, líkamikið hvat trúarmerkið. Tú kanst náa upp á heilagar hæddir so alt menniskja verður eitt við umhvørvið. Hetta kenna vit best undir felagsheitinum New Age frá 1980´unum. Her er tað kenslur, varhugi, tað at føla, merkja, kenna. Hesin tíðarandið hevur sanniliga sett síni spor inn í kristindómin.

 

Postmodernisma

 

Postmodernisma kan hava við list, bygningsverk, bókmentir o.a. at gera, sum ikki bert seta seg upp móti premodernismuni (vardi til 1789?), men eisini móti modernismuni (sum vardi 200 ár til 1989, tá Berlin múrurin fall). Nú skulu vit hava nýggjar meginreglar. Á tí andaliga økinum sæst hetta týðiliga innan kristindómin: menniskju skulu vinnast, kosta hvat tað vil. Synd og dómsprædika er avolda, og er at skammast yvir. If you can´t beat them, join them. Tey skulu fáa tað tey ynskja. Vilja tey hava undirhald, buldur, róp, undur, tekin, ja, kom við ynskilistanum. Læran hevur ikki so nógv at siga. Vit kunnu stillisliga tosa um sekunderar, “ikki grundleggjandi lærur.” Nú kunnu vit eisini prógva tað. Nýggj tíð krevur nýggja gudsdýrkan, liðugt við tí modernaða, nú skal tað vera postmodernisma.

 

Kristindómur

 

Langt burtur hoyri eg Pilatus: “Hvat er sannleiki!” Jesus svaraði honum ikki so mikið sum uppá eitt orð, so landshøvdingin, Pilatus, undraðist stórliga. Pilatus var als ikki áhugaður í at fylgja sannleikanum. Hann fylgdi hópinum. Róp teirra var við yvirlutan. Jesus sá inn í innara menniskja hansara.

Vilt tú koma at kenna sannleikan ella læruna, vilt tú, so kemur tú at kenna bæði. Men vilt tú ganga lætt um læruna, og niðurgera sannleikan og grundgeva fyri sekunderari læru, flytir tú teg sjálvan út í myrkrið. Jesus segði við lærisveinarnar: “Fata tit ikki enn, og skilja tit ikki? Er hjarta tykkara so hart?” “Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg. Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja…” Vil nakar gera vilja Hansara? Pilatus vildi ikki! Tí fekk hann ikki at síggja… Hvat vilt tú? Skalt tú enda trilvandi úti í myrkrinum, og ikki vita hvat tú fert at detta um?

 

Sannleiki kann ikki vera sekunderur. Men ein sannleiki kann hava størri ávirkan enn ein annar sannleiki. Men framvegis er tað ein sannleiki. Jesus segði: “Eg eri sannleikin.” Nú er tað eintal, bundið. Ikki sekunder ella primer læra. SANNLEIKIN. Og tað er júst tað, ið orð Guds er. “Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.” “Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.”

 

 

Fyrra Korintbræv 9.19-23

 

Fyrra Korintbræv 9.19-23 stendur ofta fyri skotum, misnýtt og mistolkað, til egnan fyrimun. Tað sær út sum Paulus hevði fragd av at gera øllum til vildar. Sagt verður at Paulus var lagaligur, skynsamur, hóvsamur, fólkaligur og høviskur.

Prógvini, vil onkur siga, finna vit í fimm setningum í hesum stutta brotið:

 

havi eg kortini gjørt meg til tænara alra”

Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi”

teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er”

teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er”

Hinum veiku eri eg vorðin veikur”

 

Hetta verður ofta nýtt sum skálkaskjól fyri at verja eina skinklandi prógvførðslu. Hetta er søtt og kensluborðið, so hvør kann siga nakað ímóti. Her hjá okkum tók hetta seg upp fyri nøkrum árum síðan. Mong kendu á sær, at hetta ikki var sambært Skriftunum, men fáur hevur kunna sagt nógv skilagott ímóti hesum, Men andin aftanfyri var og er greiður: kunnu vit ikki broyta fólkið, so broyta vit læruna so hon passar til fólkið. Loysnin kom í ár 2007, har snildusligt verjuskriv fyri hesi vranglæru, kom út, har hetta varð sett upp í primera og sekundera læru ”ikki grundleggjandi læru.”  Illgrasið hevur havt góð dagar í hesum lítla samfelag.

Í USA kalla teir hetta ”seeker-sensitive and seeker-friendly,” kenslusøkjandi og vinarsøkjandi.

Var tað kanska tí ápostulin var so kensluborðin og vinarsøkjandi?

Nej, tvørturímóti. Tí hyggja vit at heildini í skriftbrotinum, bæði tað sum stendur áðrenn og aftaná, síggja vit, at hetta als ikki hóskar inn í nútíðar rákið. Hann byrjar við at siga:

 

Tað eri eg noyddur til; vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!” (v.16),

 

og aftaná sigur hann:

 

Nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi” (v.27).

 

Og ein sannur ídróttardámur:

 

Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan. Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; (v.25 og 26).

 

Hetta var als ikki kenslutos, nei, hernaðartos,

 

eg berjist ikki sum ein í høggur í luftina” (v.26).

 

Ápostulin mátti gjalda prísin. Frelsarin, Jesus Kristus, var middepulin.

Nútíðarrákið setur menniskja í miðdepulin. Fyri vinning skuld verður spurt: ”hvat vilja tey hava?” Tað verður ikki spurt: ”hvat vil Gud?”

Ápostulin gjørdi hetta fyri onga løn. Í dag eru so nógvur peningur uppí, at amerikumenn kunnu rósa sær av einum stórum góðum nýggjum vinnuvegi, megachurch.

Men hvat meinar ápostulin við, tá hann sigur at hann vil verða øllum alt? Vit kunnu taka tvey dømir:

Tá Hudson Tailor fór til Kina, gjørdi hann seg av sonnum til kinesara fyri kinesarum. Klædnadrakt, hársnið, mál, mentan, ja, tað kostaði hon so nógv, at hann misti sín stuðul frá baklandinum, har heima. Halda tit, at Hudson Tailor gjørdi hetta fyri síðani at kunngera eina sekundera ikki grundleggjandi læru?

 

New Tribes Mission, hevur venjingarskúlar, har lært verður um mál og mentan. Síðani verður nógv tíð nýtt í ættarbólkunum, til at seta seg inn í teirra mál og mentan, fyri at vinna tey. Tað kostar bæði tíð og stríð. Og tað er júst tað sum ápostulin roynir at siga. Hann var øllum alt, ikki fyri at lokka menniskju inn í eina nýmótans samkomu, tilsnikka og fyriskipað av søtum harrum og ikki av Gudi,

 

nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara. Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum – sum tit vita – ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku – Gud er vitni!” ”Prædika okkara er ikki útrunni av sviki ella óreinsku er ei heldur í falsi.” (1.Tess.2.3-5).

 

Vit kundu spurt um sami ápostul hevur skrivað hetta. Ella hevur hann broytt áskoðan. Ella er evnið heilt nakað annað. Nei, sami ápostul við somu áskoðan, hevur skrivað hetta og tað er eisini sama evni, gleðiboðskapurin, evangeliið. Men nútíðar villleiðarar, royna at lesa nakað inn ella at lesa nakað út úr samanhanginum, heildini. Við vilja er teir blindir. Hví taka brot úr samanhanginum? Hví ikki tosa um heildina? Hví ikki tosa um byrjanina og tað, sum kemur aftaná.

Kundi nevnt mong onnur skriftstøð, sum álvarsamt tosa um tað heilnomu (sunn og røsk) læru. Ikki sekundera læra.

 

Læra Harrans (Áp.13.12) Læra Kristusar (2.Jóh.1.9). Læra Guds (Tit.2.10). Ikki mannalæra.

 

Hinvegin kundu vit spurt ápostulin hvat hann sjálvur helt um sekundera, ikki grundleggjandi læru, í mun til hina sonnu læru:

 

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvlærimanna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi! (Kol.2.8)

 

Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta, so…(1.Tim.6.3).

 

Tí umsjónarmaður skal vera….. ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti. (Tit.1.7-9).

 

ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara! (Tit.2.10).

 

Og hvat gjørdu hini fyrstu trúgvandi:

 

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna (Áp.2.42).

 

 

 

 

 

 

 

Jesus

 

Paulus hevði lært av Harra sínum, Jesusi Kristi.

 

 

Hann hevði gjørt seg til tænara alra”

Hann var Jødunum sum Jødi”

teimum, ið undir lógini eru, sum ein, ið undir lógini er”

teimum, ið uttan lóg eru, sum ein, ið uttan lóg er”

Hinum veiku, vorðin veikur”

 

Hetta var sinnalag Harrans. Hann gav seg sjálvan fyri at vinna menniskju. Tað kostaði honum so nógv, at Hann mátti í øllum verða brøðrum sínum líkur, mildur við óvitandi og villfarandi.

 

Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!

Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds;

nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.

Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan (Fil.2.5-8). 

 

Jesus Kristus, sum var og er og altíð verður Gud, mátti gerast menniskja, menniskjasonur, fyri at náa niður til menniskja. Men vit síggja ikki ein minsta farra av, at Hann tosaði um minni tíðandi læru ella sekundera læru. Ná, nú vilt tú siga, at var tað ikki Jesus sjálvur sum segði, við Fariseararnar: tit veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini? Her ger Jesus mun á tíðandi og minni tíðandi sannleikum? Nej, og aftur nei. Hvørt mansbarn, kann, við at lesa samanhangi, síggja sannleikan.

Farisearasjúkan er einki broytt, í hvussu er ikki til tað betra. Men hvat segði Jesus:

 

Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt (Matt.23.23).

 

Fyri tí um nakað vigaði meiri í lógini var tað ikki tað sama, sum at tað, sum vigaði minni, hevði minni týdning. Nej, Jesus segði, at tað skuldi ikki verið ógjørt.

Mynt, dild og kumman vóru av mynstu plantum og bókstavuliga vigaðu minst, og so vóru teir hugtiknir av, tíggjundanum, 10% av hesum. Lógin talaði eisini um hetta:

 

Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað (3.Mós.27.30). 

 

Friseararnir veittu tí ongan ans sum meiri vigaði í lógini. Jesus segði hvat vigaði meiri: Rættvísi, miskunn og trúðskapur. Bæði vóru lóg Harrans. Tí segði Jesus: Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.

Als eingin farri av primerari og sekunderari læru. Lóg Harrans er lóg Harrans.

 

Úrslitið av, at teir skriftlærdu og Farisearar, ikki tóku lógina fyri fult og “lærdu alt rá Guds,” var, at tað endaði við at teir kjúklaðu um tað “lætta” og bert 10% av tí.

Tað er júst tað, sum hendur í dag. Læran og sannleikin verða petta sundur og vanvirt. Alt varir um at síggja væl út í eygum manna. Kálkaðar gravir.

Soleiðis síggja tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi (v.28).

 

 

jan.2008

 

Pætur M. Hansen