Náðigávur

Tá vit viðgera evnið náðigávur, er tað í samband við samkomuna, likam Kristusar, her á jørð.
“Og Gud hevur í samkomuni sett ……..” 1.Kor. 12,28.
Fyrstu ferð orðið samkoma verður nevnt í NT er í Matt. 16,16Símun Pætur svaraði: „Tú ert Kistus, Sonur hins livandi Guds!“ 17 Tá svaraði Jesus honum: „Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli. 18:So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.”
Harrin Jesus lovaði her, at hann fór at byggja samkomuna.
Orðið, hann nýtir fyri at byggja, er grikska oiko-doméo. Oikos merkir hús og oiko-doméo merkir at byggja hús. Samkoman er hús Guds her á jørð. “… í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.” 1.Tim. 3,15.
Tá vit byggja eini hús, nýtist okkum ymisk sløg av fakfólkum ella handverkarum. Fyrst koma jørð- og betongarbeiðarar at leggja grundvøllin ella fundamentið, sum húsið skal standa á. Síðani koma timburmenn, múrarar, seinni rørsmiðir, elektrikarar og gólváleggjarar, uppaftur seinni málarar o.s.fr.
Øll hesi fólk við gávum á ymiskum økjum eru ikki øll samstundis á hesum byggiplássi. Nøkur verða liðug við sína uppgávu og gevast, t.d. jørð- og betongarbeiðsfólkið, meðan onnur halda á.
Soleiðis er eisini við arbeiðinum, sum Harrin ger við at byggja samkomu sína. Hann brúkar ymiskar gávur, men ikki neyðturviliga allar samstundis, men hann hevur lovað okkum, at ongantíð skulu mangla tær neyðugu náðigávurnar, sum tørvur er á, fyrr enn húsið er liðugt, t.e. á degi Harra okkara Jesu Krists, tá Harrin kemur aftur og tekur samkomuna, hús sítt, heim til sín sjálvs. 1.Kor. 1,7.
Hetta skriftbrotið í 1.Kor. 1,7 verður av órøttum brúkt til at verja ta læru, sum heldur uppá, at allar náðigávurnar eiga at vera virknar líka til dag Jesu Krists.
Men hetta er ikki tað, sum stendur í hesum ørindi.
Paulus skrivar í 1.Kor. 1,2-8: “2 til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara ………. 4Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, 5at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi; 6eisini vitnisburðurin um Kristus er jú vorðin staðfestur hjá tykkum, 7 so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists 8 – Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.”.
Orðingin standa aftarlaga eitur á grikskum husteréo og merkir at mangla ella fattast.
Victor Danielsen yvirsetir husteréo aðra staðir við orðinum fattast t.d. í :
Matt. 19,20: “hvat fattast mær enn”; Mark. 10,21:“Eitt fattast tær:”; Luk. 22,35:“fattaðist tykkum tá nakað”; Róm. 3,23: “fattast dýrd Guds”. (J.Dahl yvirsetir her: “vantar Guðs heiður”); Fil. 4,12: “líða trongd” (J.Dahl.sigur her: “hava trot”).
1.Kor. 1,7 ljóðar í J.Dahls týðing: “so tykkum ikki skortar nakra náðigávu, meðan tit vænta opinbering várs harra Jesu Krists”.
Jesus spurdi lærisveinarnar: „Táið Eg sendi tykkum út uttan pung, tasku og skógvar, fattaðist (husteréo) tykkum tá nakað ?“ Teir svaraðu: „Nei, einki!“ Luk. 22,35.
Vit kunnu spyrja: høvdu lærusveinarnir alt tað, sum vit hava í dag? Nei, teir høvdu nærum einki, men teimum fattaðist einki.
Tað er stórur munur á, ikki at fattast og at hava ríviligt av øllum møguligum bæði neyðugum og eisini óneyðugum.
Vit kunnu ikki fattast nakað, sum vit ikki hava brúk fyri. Somuleiðis við náðigávum. Harrin lovaði, at arbeiðið við byggingini av húsi hansara ikki skuldi steðga upp, vegna trot á onkrari náðigávu.
Sálmur 23,1: “Harrin er hirðin, mær fattast einki.” Hetta hevur verið stóri uggi, fólk Guds, gjøgnum allar tíðir, ja, serstakliga í teim allar svárastu tíðum.
Um vit venda okkum aftur til myndina við húsabyggingini, so svarar 1.Kor. 1,7 til at byggiharrin lovar: “tykkum skal ongantíð mangla fakfólk t.d. timburmenn, snikkarar, elekrikarar, líka inntil bygningurin er liðugur”. Hann sigur ikki at øll hesi fakfólk eru til arbeiðis samstundis, somuleiðis er við byggingina av húsi Guds.
“7 so tit ikki fattast nakra náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists 8 – Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan – ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists.”
Í N.T. verða einar 20 náðigávur nevndar:
Ár 57 e.Kr. skrivar Paulus í 1.Kor. 12,4-11: “4Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. 5Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. 6Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum. 7Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er. 8Soleiðis verður
1. einum givin vísdómstala við Andanum, (ikki øllum)
2. øðrum kunnskapartala – eftir sama Anda – (ikki øllum)
3. 9øðrum trúgv – í sama Anda – (ikki øllum)
4. øðrum gávur at grøða – í sama Anda – (ikki øllum)
5. 10øðrum at gera kraftargerðir, (ikki øllum)
6. øðrum profetagáva, (ikki øllum)
7. øðrum at døma um andar, (ikki øllum)
8. øðrum ymisk sløg av tungutalu, (ikki øllum)
9. øðrum at útleggja tungutalu. (ikki øllum)
11Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg.”
Paulus heldur fram við einum øðrum lista í sama kapitli, 1.Kor. 12,28: “Og Gud hevur í samkomuni sett:
1. Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar,
2. fyri tað annað nakrar til profetar,
3. fyri tað triðja nakrar til lærarar,
4. síðani kraftargerðir,
5. síðani gávur at grøða,
6. at hjálpa,
7. at stýra, og
8. ymisk sløg av tungutalu.
Í 1.Kor.12,29-30 hevur Paulus aftur ein lista:
1. Eru allir ápostlar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
2. Eru allir profetar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
3. Eru allir lærarar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
4. Gera allir kraftargerðir! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
5. 30Hava allir gávur at grøða! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
6. Tala allir í tungum! (Kann svarið her vera: Ja, øll ?? Tey vóru jú øll doypt í
Andanum, smb ø. 13. Svarið her er sjálvandi hitt sama:
Nei, bert heilt fá )
7. Útleggja allir! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
Eftir at Paulus her hevur sett upp tríggjar listar við náðigávum í eini ávísari raðfylgju, endar hann kapitul 12 við hesum orðum: “31– Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! – Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg.”
Tað skilst týðiliga av hesum trimum listum, at Paulus roknar tungutaluna millum hinar minstu náðigávunar.
Tað verður ongastaðni í Bíbliuni eggjað okkum til at tráa eftir tungutaluni !!
Ár 60 e. Kr. skrivar Paulus í Róm. 12: “4Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, 5soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars. 6Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er
1. profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv, 7ella – um tað er
2. tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er
3. lærari – eftir lærdóminum, 8ella – um ein
4. áminnir – eftir áminningini!
5. Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga!
6. Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni!
7. Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
8. 9Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Ár 62 e. Kr kemur Paulus enn eina ferð við einum lista, sum er hansara seinasti. Ef. 4,1: “11Og Hann gav okkum –
1. nakrar til ápostlar,
2. nakrar til profetar,
3. nakrar til evangelistar,
4. nakrar til hirðar og
5. lærarar,
12 fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,13 inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists. 14So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. 15Nei, sannleikanum
trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. 16Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.”
Vit kunnu nú seta allar hesar listar saman til ein. Tað er ikki so lætt at siga neyvt hvussu mangar náðigávurnar eru, tí í summum førum umskarast tær og møguliga er onkur ikki nevnd:
I Ápostlar
II Profetar
III Kunnskapartala
IV Tungutala
V Útleggja tungutalu
VI Kraftargerðir
VII Grøða
VIII Døma um andar
IX Vísdómstala
X Trúgv
XI Hjálpa
XII Miskunna
XIII Stýra og vera fyristøðumaður
XIV Tænastur
XV Miskunn
XVI Áminna
XVII Geva og býta út
XVIII Evangelistar
XIX Hirðar
XX Lærarar
Vit mugu hava í huga, at samkoman, ta fyrstu tíðina bert hevði Gamla Testamentið til vegleiðing, rættleiðing, uppbygging og troyst. Ikki fyrrenn við endan av fyrstu øld e.Kr. var alt N.T. skrivað.
Tað er tí skilligt, at tørvur var á mongum ymiskum gávum, sum kundu bera boðskapin beinleiðis frá Gudi til samkomuna.
I. Ápostlar Ef. 4,11: “Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar”
Eftir at Harrin Jesus var farin til Himmals gav hann samkomuni teir ápostlar, sum livdu eftir himmalferð hansara og onkrar aðrar, t.d. Paulus.
Hesir vóru menn, sum beinleiðis høvdu fingið fulltrú frá Harranum, at prædika Orðið og stovnseta samkomur.
Teir høvdu ápostóliskan myndugleika.
Teir skuldu vera vitnir um uppreisn Harrans Jesusar smb. Áp. 1: “21Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, 22líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“
og 1.Kor.9,1: “Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum!”
Teimum varð givin kraft at prógva Gud-innblásta boðskap sín smb. Heb. 2: “3…..so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann (ápostlarnir), 4við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum ….”
Paulus verjir ápostlaembæti sítt við hesum orðum: “Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum.” 2.Kor. 12,12.
II. Profetar Ef. 4,11: “Og Hann gav okkum … nakrar til profetar”. Her er talan um
profetarnar, sum hin upprisni og himmalfarni Kristus gav samkomuni, Paulus var ein teirra.
Profetarnir vóru talsmenn ella málgagn Guds.Teir fingu beinleiðis opinberingar frá Harranum og góvu tær víðari til samkomuna.
Viðhvørt kundi profeturin siga framman undan um eina hending, sum fór fram seinni t.d. Áp. 11: “27Á hesum døgum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiokia. 28Ein teirra – hann æt Agabus – reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar.”
Eitt annað dømi er í Áp.21: “10Vit steðgaðu nú har fleiri dagar. Tá kom oman úr Judea profetur, ið æt Agabus. 11Hann kom til okkara og tók belti Paulusar, bant við tí hendur og føtur sínar og segði: „So sigur Heilagi Andin: Tann mann, ið hetta belti eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann heidningunum upp í hendur.“
Hesar báðar gávur, ápostlar og profetar, vóru grundvallagávur. Tað, sum ápóstlarnir og profetarnir talaðu við Heilaga Andanum var orð Guds.
Teir løgdu grundvøllin í húsi Guds, samkomuni.
Paulus sigur í Ef. 2,20: “tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.”
Harrin Jesus hevði longu givið lærisveinunum innlit í henda sannleikan, tá hann í Matt.16 spurdi teir: 15”Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ 16Símun Pætur svaraði: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“ 17Tá svaraði Jesus honum: „Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli. 18So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur (pétros =steinur); og á hesum kletti (pétra = hella) skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.”
Samkoman skuldi byggjast á Kristus, Son hins livandi Guds.
Hin parturin av hesum grundvølli er Orð Guds ella Bíblian, sum profetarnir, bæði teir í gamla og nýggja testamenti, og ápostlarnir góvu okkum.
Á hesum grundvølli byggir Harrin samkomu sína.
Í einum øðrum sekunderum týdningi kann orðið profetur vera ein, sum ber fram tað orð Guds, sum Harrin longu hevur givið okkum í Bíbliuni.
Áron var ein slíkur sekunderur profetur í G.T.:
Áron var ein profetur, sum bar boðini, ið Móses hevði fingið frá Harranum. 2.Mós. 7: “1Tá segði HARRIN við Móses: „Eg seti teg til ein gud fyri Farao; og Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. 2Tú skalt tala alt tað, ið Eg áleggi tær; síðani skal Áron, bróðir tín, siga tað við Farao, fyri at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum.”
Hetta er møguliga týdningurin av orðinum profetur í 1.Kor. 14: 3Men tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst. 4Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna. 5Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu; tann, ið profeterar, er størri enn tann, sum talar í tungum – uttan so er, at hann útleggur tað, so samkoman kann fáa uppbygging av tí.”
Áp. 15,32: “Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.”
Henda sekundera merkingin av orðinum profetur hóskar væl til 1.Kor.14: “24Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum, 25loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum.”
Hesir sekunderu profetar eins og Áron bera við kraft fram Orð Guds, sum Harrin longu hevði givið frammanundan: “Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.” Heb. 4,12. Hetta orðið hoyrdu tey vantrúgvandi, sum komu inn á møti í Korint.
Slíkar sekunderar profetar hava vit framvegis millum okkara, og eru teir av sonnum ein ómetalig gáva til samkomu Guds, tí teir “tala menniskjum til uppbygging, áminning og troyst.” 1.Kor. 14,3.
III. Kunnskapartala (gnosis) stendur á mangan hátt nær profetisku gávuni. Hon ger ein
føran fyri at boða upplýsingar, sum guddómliga eru einum opinberaðar.
Paulus hevði hesa gávu: “Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,” 1. Kor.15,51.
“Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru”. 1. Tess.4,15.
Ef. 3,1-6: “Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar – um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri náði Guds, ið mær er givin til tykkara,
at við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt (gnorizo =sagnorðið av gnosis), soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað.
Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar,
sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heiløgu ápostlum og profetum Hansara:
At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.”
1.Kor. 14,6. “Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá – uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi (gnosis) við profetiskum orðum ella við læru!”.
Tit. 1,1: “Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap (epi-gnosis) um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta, “
Í upprunaliga týdningi hava vit ikki longur ápostlar, profetar og kunnskapargávuna. Tænasta teirra helt uppat, tá grundvøllur samkomunar var lagdur og kanonisku bøkurnar í NT vóru liðugt skrivaðar.
Judas slær hetta rimmarfast í sínum brævi Jud.1,3: “áminning um at berjast fyri trúnni (orð Guds ella læran), sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.”
Um hetta ikki var so, mátti Bíblia okkara verið skipað, sum eitt ringbind, har vit so við og við kundu seta inn nýggjar boðskapir frá Gudi!
Í dag hava vit bæði ápostlarnar, profetarnar og kunnskapartalurnar niðurskrivaðar í Nýggja Testamentinum og hava tey soleiðis í millum okkara í dag í Orðinum, Bíbliuni.
Grundvøllurin var nú lagdur.
Meðan profeta- og kunnskapargávan enn vóru virknar í samkomuni, greiddi Paulus teimum frá, hvat skjótt fór at henda við hesum gávum:
1.Kor. 13:”8Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur tær skulu fáa enda (kat-argéo); somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur (gnosis) hann skal fáa enda (kat-argéo).
9 Tí vit kenna (ginosko = avleitt av gnosis) í brotum, og vit profertera í brotum;
10 men tá ið hitt fullkomna (tó teleíon) kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda (kat-argéo).
11Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av (kat-argéo) hitt barnsliga.
12Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni (ginosko = avleitt av gnosis) eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar (epi-ginosko), eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur (epi-ginosko).
13So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.”
Hetta er eitt torført skriftbrot, og tí verða eisini meiningarnar so mangar, men latið okkum hyggja nærri at hesum.
Fyri at gera tað einfaldari, havi eg skrivað tvær linjur ella setningar um tungutaluna við smáum bókstavum, tí vit fara at bíða eina løtu við viðgerðini av henni .
Her eru nøkur orð, sum vit mugu taka okkum stundir til at hyggja nærri at:
 kenna (ginosko) og tað styrkta orðið kenna til fulnar (epi-ginosko) eru sagnorðini av navnorðinum kunnskapur (gnosis) og kunnskapartala (gnosis).
 fáa enda (kat-argéo) merkir, at nakað svinnur burtur, tí tað verður avloyst av nøkrum øðrum. Samanber orðingina svann burtur (kat-argeo) í 2.Kor.3: 11Tí var tað, sum burtur svann (kat-argeo), í dýrd – mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd. 12Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi 13og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur (kat-argeo). 14Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt (kat-argeo) í Kristusi.”
 hitt fullkomna (tó teleíon) merkir at okkurt er búnað, t.d. búnast hin grøna harða bananin og verður gul og búgvin (teleíos). Sí 1.Kor.14,20: ”Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir (teleíos) í viti!” Barnið er eins vælskapt og fullfíggjað, sum hin tilkomni og vaksni, men har er ein tíðarmunur, sum hevur búnað barnið og gjørt tað fullvaksið (teleíos).
Hyggja vit nú enn einaferð aftur eftir skriftbrotinum í 1.Kor. 13, verður tað greiðari fyri okkum:
”8 …….Men profetagávur tær skulu fáa enda (kat-argéo); og kunnskapur (gnosis) hann skal fáa enda (kat-argéo). 9Tí vit kenna (ginosko) í brotum, og vit profertera í brotum;
10men tá ið hitt fullkomna (tó teleíon) kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda (kat-argéo).
Nú vil onkur halda, at hitt fullkomna, ið kemur er Kristus, ella at hitt fullkomna er Himmalin.
Her mugu vit geva gætur:
1. Hitt fullkomna (tó teleíon) er hvørkikynsorð, eisini á grikskum og kann tí ikki vera ein persónur, men ein lutur ella gripur. Kristus verður altíð umtalaður, sum kallkyn.
2. Tað stendur ikki, at vit koma til hitt fullkomna, men hitt fullkomna kemur til okkara. Um tað var Himmalin, ið var umrøddur her, vildi tað staðið: men tá ið vit koma til hitt fullkomna. Men nú stendur tað: tá ið hitt fullkomna kemur.
3. Orð Guds lærir okkum greitt, at koma Kristusar og hin fullkomna umbroytingin verður ikki ein búningartilgongd, men í einum eygnabragdi, sí 1.Kor.: 51Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast, 52og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. …….!“
4. Orðið hitt fullkomna (tó teleíon) verður ongantíð nýtt um hina ævigu støðu ella Himmalin, men um nakað, sum búnast og soleiðis røkkur endamálið. T.d. barnið gerst fullkomið (teleíos), tá ið tað verður vaksin maður ella kona.
5. Orðið fullkomna (teleíon) stendur ikki í mótsetningi til tað ófullkomna ella skeiva, men í mótsetningi til hitt lutvísa í brotum. Kunnleiki í brotum er ikki neyðturviliga skeivur, men avmarkaður.
6. Um tað fullkomna (teleíon) vísir fram til ta fullkomnu støðu, ið verður við komu Krists, so mugu ørindini 1.Kor. 13: 9Tí vit kenna í brotum, og vit profertera í brotum; 10men tá ið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.” merkja at lutvísur kunnleiki verður umbýttur við fullkomnan kunnleika og lutvís profetering verða umbýtt við fullkomna profetering ! Spurningurin er um nakað verður profeterað í ævigu støðu okkara? Svarið er óivað, nei.
Samkoman hevði upprunaliga bert G.T., men tey trúgvandi fingu boðskapir frá Gudi í brotum bæði gjøgnum profetagávuna og kunnskapargávuna.
Hesar báðar gávur skuldu nú stigvíst fáa enda (kat-argéo), við tað at hitt skrivaða Orðið so við og við búnaðist ella vaks og avloysti tær.
Paulus heldur fram í áðurnevnda skriftorði við eini persónligari lýsing:
11Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av (kat-argéo) hitt barnsliga”.
Barnið hevur ein avmarkaðan kunnleika um umheimin og hugsar og dømir tí ørðvísi enn ein vaksin.
Paulus gjørdist ikki maður eftir einum degi. Nei, sum tíðin leið búnaðist smádrongurin og í somu búning legði hann av hitt barnsliga.
Tað var ikki í Himlinum, at Paulus gjørdist maður, men longu her niðri.
Hann heitir á tey trúgvandi í 1.Kor.14,20: “men verið fullvaksnir (teleíos) í viti!”
Hann ynskir at siga samkomuni í Korint: ”Henda fyribils støða fer stigvíst at fá ein enda og í sama mun, sum tit fáa meiri og meiri av niðurskrivaða Orði Guds, fara hesar náðigávur at leggjast av (kat-argéo)”.
At enda tekur Paulus speglið, sum dømi.
12: ”Nú síggja vit jú í spegli, óklárt (aínigma = gáta. J.Dahl: í gátu); men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni (ginosko = avleitt av gnosis) eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar (epi-ginosko), eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur (epi-ginosko).
“– Fyrr í tíðini plagdu tey at siga í Ísrael, táið tey fóru at fáa vilja Guds at vita: „Komið, latið okkum fara til síggjaran!“ Tí tann, ið nú á døgum kallast profetur, hann kallaðist fyrr í tíðini síggjari. – “1.Sám. 9,9.
Amos 7,12: “Og Amazja segði við Amos: „Far leið tína, síggjari tín, slepp tær til Judaland og et breyð títt har – har kanst tú vera profetur!
Á døgum Paulusar vóru speglini gjørd av t.d. pussaðum silvuri ella bronsu og myndin í teimum var kám.
Paulus brúkar her hesi bæði orðini síggja óklárt ella (í gátu) (profetagávan) og kenna í brotum (kunnskapargávan).
Hann sigur, at teimum tørvaði eitt millumlið (í hesum dømi: speglið) fyri at kenna vilja og ráð Guds. Hetta millumlið vóru tær yvirnáttúrligu profeta- og kunnskapargávurnar.
Júst soleiðis hevði Gud Harrin, við einum yvirnáttúrligum millumliðið, opinberað seg fyri fólki sínum í G.T.: “6Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum. 7Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum. 8Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS.“ 4.Mós. 12,6-8.
“Andlit til andlit talaði HARRIN við tykkum á fjallinum, mitt út úr eldinum.” 5.Mós.5,4.
“HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann.” 2. Mós. 33,11.
Nú vita vit frá Skriftunum, at Móses ikki sá andlit Guds: “Og hann segði: „Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva.“ 2.Mós. 33,20.
Hvat merkir so máliskan andlit til andlit ?
Vit lata Harran sjálvan sleppa at lýsa ella definera, hvat hetta merkir: Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS.“ 4.Mós. 12,6-8. og aftur:
“HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann.” 2. Mós. 33,11
Tá Harrin Gud hevði givið okkum øll brotini av opinbering síni og hesi vóru savnaði saman til tað fullkomna (teleíon) t.e. Bíbliuna, kundi hann tala beinleiðis andlit til andlit
við okkum, gjøgnum skrivaða orðið, uttan nýtslu av profeta- og kunnskapagávuni. Hesar yvirnáttúrligu gávurnar svunnu tí burtur (kat-argéo).
Onkur vil nú siga, at hetta ber ikki til, tí so skuldu vit, við allari Bíbliuni í hond, skilt boðskap Guds betur enn Paulus gjørdi. Hetta er sjálvandi ikki so, tí eingin okkara kann meta seg javnt við Paulus; men tað er væl eingin ivi um, at Paulus allarhelst ikki sá allar teir sannleikar, sum vit burdu sæð, t.d. teir í Opinberingsbókini, ið varð skrivað eini 30 ár eftir deyða Paulusar.
Táið Orð Guds, Bíblian var liðug og fullkomin (teleíon) og Gud at enda, ”eina ferð fyri allar” hevði givið hinum heiløgu trúnna (Orð sítt) í hendur Jud. 1,3, var henda búning liðug og Bókin endar við hesi ávaring: ”18Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. 19Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.” Op. 22,18-19.
IV. Tungutala. Vit skulu nú hyggja at tungutaluni. Her fari eg at vísa á Bóklingin:
“Hvat Bíblian lærir um tungutaluna”, sum eg skrivaði fyri mongum árum síðani. Bert vil eg nevna nøkur punkt:
1. Tungutalan var eitt tekin fyri jødarnar (eisini teir mongu, sum búðu í Korint smb. Áp. 18,4-5) um, at Gud fór at seta teir til viks og venda sær til heidningarnar, um teir framhaldandi vrakaðu Messias. 1. Kor. 14,21-22: “Skrivað er í lógini: „Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk (Ísrael), og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.“ So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi (jøda), men hinum vantrúgvandi (jøda); Í húsi Korneliusar var tungutalan tekin fyri ivasomu, ja vantrúgvandi jødunum (Pæturi og teimum, ið við honum vóru) um at Heilagi Aandin var givin heidningum.
2. Paulus sigur: “Somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat (paúo = steðga; J.Dahl: tagna);” 1.Kor.13,8. Meðan profeta-og kunnskapargávurnar skuldu fáa enda (kat-argéo), tí tær skuldu verða avloystar av hinum fullkomna, so verður eitt heilt annað orð (paúo) brúkt um tungutaluna. Hon skuldi steðga uttan at nakað annað kom ístaðin. Orðið paúo verður brúkt í t.d. Luk.8,24: “Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust (paúo), og blikalogn varð”.
3. Dómur Guds yvir vantrúgv teirra fall yvir jødisku tjóðina ár 70 e.Kr., tá rómverjar oyðiløgdu Jerúsalem og jødiska fólkið varð spjatt í allar ættir. Gud setti teir til viks og vendi sær til heidningarnar, júst sum teknið tungutalan hevði boðað og ávarað teir um. Tekinið tungutalan helt tí uppat, júst sum Paulus hevði sagt.
V. Útleggja tungutalu. Óneyðugt er sjálvandi at nevna, at henda náðigáva steðgaði
í somu løtu, sum tungutalan.
VI. Kraftargerðir og
VII. Gávur at grøða.
Hesar báðar náðigávurnar vóru tekingávur, givnar fyri, at prógva hvør myndugleiki stóð aftanfyri boðskapin. Hetta kundi vera eitt nú at reka út illar andar, reisa upp deyð og útinna vald yvir náttúrukreftunum.
Áp. 8:“5Filip kom tá til bý í Samaria og prædikaði Kristus fyri teimum. 6Av einum hjarta gav fólkið tí gætur, sum Filip talaði; tí tey hoyrdu og sóu tekinini, ið hann gjørdi. 7Tí óreinir andar fóru út úr mongum, ið sett vóru av teimum, og teir róptu hart; og mong lamin og vanfør vórðu grødd.”
Ápostlarnir og onkrir aðrir, høvdu hesar gávur. Ja, tað var ein treyt, fyri at vera viðurkendur sum ápostul.
Paulus prógvar sítt ápostlakall við hesum orðum: “Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum. 1.Kor. 12,12.
Áp. 2,43: “Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.” Áp. 5,12: “Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið.”
Mark. 16,20 (skrivað uml. 65 e. Kr.) : ”Men teir (ápostlarnir) fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við fylgdu.”
Tað sær út til at hesar báðar gávur gjørdust minni og minni sjónligar, so við og við, sum myndugleiki Paulusar var grundfestur millum tær staðbundnu samkomurnar.
Paulus skrivar um sínar egnu royndir við eini líðing í holdi sínum og um tráan og bønir sínar hesum viðvíkjandi: 2.Kor. 12: ”7….. er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran. 8At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir. 9Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ Paulus kundi ikki grøða seg sjálvan nú.
Eini 2-3 ár fyri deyða sín skrivar Paulus um Epafroditus: “Hann var eisini sjúkur – og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum – og ikki bert honum, men mær við – so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg.” Fil. 2,27. Her verður einki nevnt um grøðing við náðigávuni, sum Paulus hevði.
Við endan av tænastu síni (65 e. Kr.) biður Paulus unga vin sín Timoteus: “Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær!” 1 Tim.5,23.
Í seinasta brævi sínum, beint áðrenn hann verður tikin av døgum skrivar Paulus: “Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet”. 2.Tim 4,20
Um vit hyggja nærri at hesum evni um grøðing og kraftargerðir, síggja vit, at tær longu tá Skriftirnar verða niðurskrivaðar verða umtalaðar í tátíð:
Mark. 16,20 (skrivað uml. 65 e. Kr.) : ”Men teir (ápostlarnir) fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við fylgdu.”
Áp. 2,43: “Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.”
Áp. 5,12: “Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið.”
1.Kor. 12,12 “Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum..
Ár 65-66 e. Kr. skrivar rithøvundin av Hebrearabrævinum. 2,3-4:” hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann, við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum!”
Tá Paulus skrivar um førleikarnar hjá einum elsta, lærara ella hirða eru eingin krøv sett um hesar báðar náðigávur at gera kraftargerðir og grøða.
Lat meg koma við mínum persónliga vitnisburði og meting.
Eg sjálvur vil geva Harranum tann vitnisburð, at tá Lydia, kona mín lá doyggjandi bert 44 ára gomul, miskunnaði Gud henni og ikki bert henni, men mær og børnunum við, og reisti hana uppaftur av sjúkraleguni.
Lat ongan iva vera um, at eg trúgvi, at Harrin framvegis hevur óavmarkaða megi og kann grøða og gera kraftargerðir, sum honum nú líkar.
Eg trúgvi, at Gud Harrin kann geva seg til kennar við kraftargerðum og grøðing t.d. á einum staði, har evangeliið ikki hevur verið boðað áður. Einki kann forða honum. Honum nýtist ikki at spyrja nakran um loyvi at fremja vilja sín, men hann ger tað í samsvar við Orð Sítt og ikki ímóti tí.
Vit vera ikki biðin um at fara til nakað grøðingarmøti ella til nakran ávísan persón við sjúkum okkara, men “Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.” Ják. 5,14.
VIII. Døma um andar. Evnini til at uppdaga antin ein profetur ella nakar annar talar
við Andanum ella við Satan. Ein við hesi náðigávu er førur fyri at meta um ein persónur er falskur ella sannur. Pætur hevði hesa gávu og var førur fyri at avdúka Símun: Áp. 8,20-23: “Tá segði Pætur við hann (Símun): „Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening! Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði, tí hjarta títt er ikki rætt fyri Gudi. Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin! Tí eg síggi, at tú liggur í beiskleikagalli og órættvísileinkju.“
Henda gávan verður í dag ídag útint við Heilaga Andanum gjøgnum Orðið. Vit eiga at royna talaran við Heilaga andans hjálp eftir Orðinum.
IX. Vísdómstala. Yvirnáttúrlig evni at tala við guddómligum innliti. Hetta kann vera
fyri at loysa torførar trupuleikar, verja trúnna, loysa ósemjur, geva praktisk ráð ella verja seg yvir fyri óndsinnaðum myndugleikum.
Stefanus hevði hesa gávu: “Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av.” Áp. 6,10. Eg haldi henda náðigáva er enn millum okkara.
X. Trúgv. “Øðrum trúgv – í sama Anda“ 1. Kor.12,9.
Henda gávan er ikki tann sama, sum trúgvin til frelsu, ið er givin øllum Guds børnum, men náðigávan trúgv, givin nøkrum fáum, er ein guddómligur førleiki at taka burtur stórar trupuleikar, sum tykjast stórir, sum fjøll. Paulus sigur: “Um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll.” Hann sigur ikki, at hann hevur so stóra trúgv, men: “um eg so havi” Henda trúgv má vera grundað á okkurt boð ella lyfti frá orði Guds.
Tveir mans í 19. øld kunnu takast sum dømi um hesa náðigávu. Hin fyrri er George Müller, sum í 60 ár hevði ábyrgdina av yvir 10.000 faðirleysum børnum uttan almennan stuðul og sum ikki legði tørv sín fram fyri nakran annan enn Gud. Hin seinni er Hudson Taylor, Kina-trúboðarin, sum livdi í fullum áliti á Harran, hóast svára mótgongd og sakn.
XI. Hjálpa, t.d. samkomutænarar
XII. Miskunna
XIII. Stýra og vera fyristøðumaður, t.d. elstar
XIV. Tænastur
XV. Miskunn
XVI. Áminna, t.d. profetar í sekunderari merking, sí II . Profetar
XVII. Geva og býta út. Smb. 1.Kor. 13,3: “býti út, fátækum til føði”
XVIII. Evangelistar
XIX. Hirðar
XX. Lærarar
Eg haldi, tað man vera óneyðugt at viðgera hesar tíggju síðstnevndu náðigávur, tí tær eru so vælkendar okkara millum enn í dag.
Eg segði omanfyri, at eg skuldi venda aftur til skriftorðið:
“So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.” 1.Kor. 13,13.
Hví er kærleikin størstur? Jú, Paulus sigur tað so greitt í 1. Kor. 13,1-3 at uttan kærleikan eru allar hinar náðigávurnar virðisleysar.
Síðani heldur Paulus fram í 13: 4Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; 5hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; 6hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
7hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
8Kærleikin fellur aldri burtur.
Kærleikin er ikki ein náðigáva, men Andans ávøkstur og tí røkkur hann inn í ævinleikan.
Allar náðigávurnar fella burtur, summar fyrr, sum vit hava sæð og aðrar (eg vil halda at allar frá nr. IX til og við XX ) halda fram til dag Harrans Jesu Krists.
Lat okkum hyggja at, hvat Bíblian sigur um trúgv og vón:
Heb. 11,1: “Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.”
2.Kor. 5,7: “Tí vit liva (her niðri) í trúgv, ikki í skoðan.”
Róm. 8,24: “Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað!
25:Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí.
Einaferð skulu vit síggja mangt, sum her var ósjónligt.
Onkur vil nú spyrja: fara vit tá, at vera uttan trúgv og vón í Himli ? Svarið er nei, tí vit fara í kærleikanum, at hava bæði trúgv og vón smb. 1.Kor. 13,7: “hann (kærleikin) breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.”
Himmalin verður ein sælur spennandi staður, fullur av kærleika og harvið trúgv og vón.
Har fer okkum ikki at nýtast serstøku náðigávurnar trúgv og vón fyri at standa ímóti Satans freistingum og líðingum. Harrin er tá liðugur við at byggja hús sítt, samkomuna og tí nýtast ikki hesar gávur longur. Har fer Andans ávøkstur, kærleikin við trúgv og vón at vera so ríviligur.
Ein lýsing av tí sæla staði: “Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst – hvønn mánað gav tað ávøkst sín (ávøkstur Andans verður har ríviligur);” Op. 22,2.
Á Tollaksmessu 2015.
KJN

 

Til ber at taka PDF niður HER.