Maðurin skal verða maður og fáa loyvi til tað.
Í Gamla Testamenti lesa vit um ein herførara, Barak, sum ætlaði at fáa eina kvinnu, Deboru, at leiða tjóðina, Ísrael, í kríggj. Debora segði við Barak: „Við tær skal eg koma, men so fært tú ikki heiðurin av ferðini, ið tú nú fert, tí HARRIN skal geva Sisera í hendur kvinnu.“ (Dóm.4.9).
Tað var skomm hjá Barak at senda eina kvinnu í bardaga, tí
-
tað var ikki vanligt,
-
eisini ein skomm fyri mannin.
Hvat sigur Bíblian?
Bíblian lærir týðiliga, at maðurin skal verja kvinnuna.
1.Mósebók 2, vísir á mannin sum hin ”harða” og kvinnuna sum hina ”bleytu.”
Og nú, 6.000 ár seinni, er staðfest, tað sum er innlýsandi, at maðurin er betri egnaður til bardaga enn kvinnan. Gud skapti mannin við fleiri ferðir størri mongdum av testoteronum enn kvinnuna.
Móses sendi menn í bardaga (4.Mós.31.3-4).
Í kríggi, skuldu mennirnir í fíggindinaherinum drepast, men kvinnurnar og børnini skuldu sparast (5.Mós.20.13-14).
Dávid valdi kappar, sum vóru menn, ikki kvinnur (2.Sám.23.8).
Menn skulu elska konur sínar og um neyðugt geva lív sítt fyri tær, eins og Kristus gav lív Sítt fyri samkomuna (Ef.5.25).
Pætur ápostul bað mennirnar heiðra og elska konur sínar, sum hini ”veikaru íløt” (1.Pæt.3.1-7).
Hvat sigur søgan?
Vónandi er samkoman ikki full av frælsis herrópum til at fáa kvinnuna út i bardaga. Teimum tørvar tað ikki, tí tað var bert ætlað monnunum. Tað er ikki bert kristindómurin, men mangar aðrar mentannir, sum eru á einum máli um, at tað er maðurin, sum hevur uppgávu til at verja kvinnuna og børnini.
Ella var ættarliðið frammanundan okkum, kanska bert eitt bundi av knoklandi-dragandi, kunnskaparleysum, órokkandi dárum?
Hví er hetta hildið fyri gjøldur.
Tú hevur kanska sæð nógvar filmar har stórur vandi hevur hótt bæði menn, kvinnur og børn.
Hvat heldur tú um ein mann, sum roynir at sníkja seg burtur frá øllum, fyri at redda sítt egna skinn, uttan at hugsa um kvinnur og børn.
Eitt ómenni, bloyta, ongin maður.
Soleiðis sníkur hin modernaði maðurin seg burtur frá øllum trupulleikum og vandum, bæði frá konu, børnum og heimi, somuleiðis í hini kristnu samkomuni.
Mennirnir flýggja.
Týtt PMH