Framtaksfúsi úrslitagóði Bill Hybels skal læra kirkjusamkomur í USA og í mongum øðrum londunum um leiðslu. Hann hevur ikki gloymt okkara smáu oyggjar. Hesi síðstu tvey árini hava lærusveinar hansara havt tvey leiðaraskeið í Norðurlandahúsinum, fyri vælfyltari høll. Aðrir góðir menn hava krydda hetta skeið. Ein av teim best kendu, var Tony Blair.
Leiðaraskeiðið var fyri samkomur/kirkjur, eisini fyri øll.
Herrópið var “Leið har túr ert”
Spurningurin er um Jesus tosaði meiri um leiðslu enn um tænastu. Spurningurin er eisini um Jesus kom her sum hin stóri leiðarin ella sum hin vanvirdi tænarin. Vit kundu spurt: Nær verður eitt tænara skeið? Neyvan nakrantíð. Luttakaratalið hevði syrgt fyri tí.
Bert nakrar tankar um leiðaraskeiðið í Norðurlandahúsinum
Øll so einig vilja vísa
at ein leiðara tey hýsa
djúpt í teirra gamla maga
nú tey fram hann vilja draga
Øll í konglum gerast bleyt
kirkjursamkomur í sama greyt
leiðaraskeið ei mugu missa
Bill hann roynir tey at sissa
Hesir skeiðleiðarar gloyma
allir sum leiðslutrælir droyma
men nú dreymin kláran síggja
lyftan upp á stóran skýggja
Norðurlandahúsið meiri enn fylt
Bill funnið upp á nakað snilt.
Øll lovprísa hesum taki
leiðaragud úr búki blaki
lat hann sleppa út at leið
kirkjursamkomur greiða
eingin sleppur her at fløkja
leiðari tú skalt øll krøkja
í tín søta bleyta falska favn
geva børnum tínum nýtt eitt navn
Liberalisma
postmodernisma
kristindómin tvistar
samkomukirkjur klemmast
tað er tó nemmast
Bill forfremmast
Slitnir politikarar teir mala
vilja annan hest at saðla
megnaðu ei bukkar leiða
droyma nú um seyð at eiga
tíðin tykkar, farin illa er
Bill hann hjálpir kanska her
PMH dec 2009