Kvinnan á samkomufundum

Á samkomufundum

Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur. Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.” (1.Kor.14.34 – 35).

men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum, nei, hon skal halda seg stilla”(1.Tim.2.12).

Havi altíð tikið boðskap Guds, líkamikið um tað var til mannin ella til kvinnuna, sum nakað gott Gud ynskti at geva teimum, Hann ynskti at fjálga og verja tey, Hann ynskti ikki at leggja óneyðugar byrðar á tey. Men ormurin royndi at siga tað mótsætta við kvinnuna, at Gud meinti ikki tað, Hann segði við tey (1.Mós.3.4-5). Um vit halda, at ormurin er deyður, so mugu vit trúgva umaftur. Hansara stórsta álopsmál er Bíblian, orð Guds, tí, um hann fær sáa iva um orð Guds, so er slagið vunnið, eins og í urtagarðinum.

So mín spurningur er: ”Eri eg í hansara garni og vísi eg tað við at seta iva um orð Guds, ella takið eg alt orð Guds samanlagt sum sannleiki?”

Gud, skaparin, veit sjálvandi best hvat er best fyri okkum, bæði fyri menn og fyri kvinnur.

Vit lósu: Skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum. Mong vilja ikki tosa um hetta evnið, tí hetta hóskar ikki inn í okkara nútíðarmentan. Kirkjan fekk eisini mótmælir, frá sínum egnu, tá hon byrjaði at innseta kvinnuligar prestar. Í dag eru tað fá, sum mótmæla. Hesin sami andi er eisini merktur innan samkomurnar. Men at vit skuldu fara so langt, at onkur, sum kallar seg Bíbliulærara, er farin at tala og læra, at Gud meinar, júst tað øvugta, tá Hann sigur, at kvinnur skulu tiga á samkomufundum, so meinar Gud, at tær skulu tala. Talarin sigur, at hetta er niðurstøðan hjá allari leiðsluni í samkomuni. Hví var neyðugt at siga tað? Tað var jú áhugavert, tí so meinar Gud nokk eisini tað mótsætta, tá Hann sigur, at mennirnir skulu tala. Gud meinar at teir skulu tiga? Munnu slíkir halda, at Gud meinar ikki tað Hann sigur? Men tað vanliga í samkomunum, hevur verið, at mennirnir hava borið orðið fram, og tað eru eisini teir, sum hava tikið høvuðsábyrgdina í samkomunum. Men, tíverri, hevur tað ikki altíð verið so lætt, at fingið menn til at taka við ábyrgd í samkomunum. Mangur, ja, kanska allir, sum hava havt ábyrgd í samkomunum, hava, sum árini gingu, fingið meiri og meiri byrðu fyri, at fingið yngri trúfastir menn, at taka meiri ábyrgd.

Skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundunum, sagt verður, at hetta, sum ápostulin skrivaði til samkomuna í Korint, hoyrir ikki okkara tíð til. Hetta hevði nakað við syndalívið í Korint at gera. Men hvat stendur skrivað? Hetta var til allar samkomur og ikki bert til samkomuna í Korint: Eins og í øllum samkomum hinna heilagra. Hyggja vit gjøgnum alla Bíblinum, so síggja vit týðiliga, at tað var munur á tænastu mansins og á tænastu kvinnurnar. Evnið er ikki vit og skil, sum kvinnurnar, avgjørt ikki standa nakað aftanfyri mennirnar. Evnið er heldur ikki hvør hevur meiri virðið. Kvinnan hevur ofta mangan størri virðið enn maðurin, við tað at hon er tann, sum hevur ofta størri ávirkan á at uppala børnini, ein og prestadótturin, Jokebed, móður Mósesar. Men evnið er arbeiði og tænasta í samkomuni. Onkur ilskast um, at tað var maðurin, sum varð hin fyrst skapti. Og eisini aftaná syndafallið, fekk kvinnan at vita, at maðurin skuldi ráða yvir henni, og eisini at søgan um ættarfedrarnar (patriarkarnar), skuldi snúgva seg um menn, Ábraham, Ísak og Jákup, og eisini ættirnar, sum Móses leiddi út av Egyptalandi bóru allar mannfólkanøvn. Dómararnir vór allir menn, uttan Debora. Tá vit koma til kongarnar í Ísrael og Juda, so vóru teir eisini allir menn, hóast ikki nógv mannfólk var í mongum av teimum, tí Akab mátti renna undan eini kvinnu, Jesabel. Eisini profetarnir, frá Esaias til Malakias vóru allir menn. Lærisveinarnir og ápostlarnir vóru eisini menn, og teir, sum Paulus ápostul setti eftir seg vóru eisini menn, Timoteus og Titus, og hann álegði teimum eisini, við sínum ápostoliska myndugleika, at fáa trúføstum monnum (kallkyn) tað í hendur, sum eru førir fyri at læra onnur (2.Tim.2.2)! Hví menn? Tí vit eru í einum andaligum bardaga (Ef.6.12). Mennirnir skuldu í kríggj og ikki kvinnurnar.

Hví standa so ikki menn í kø, fyri at taka ábyrgd og at sleppa frammat at tæna og tala í samkomunum? Ella er tað kanska eitt trælaarbeiði, sum kvinnurnar líka so væl kunnu gera? Jú, av sonnum, tað er eitt trælaarbeiði. Orðið, at tæna, kundi líka so væl verið týtt til at træla. Hvar eru mennirnir? Jú, eg hoyri neyðarróp frá teimum: kvinnurnar skulu gera arbeiðið, taka ábyrgd, kvinnurnar skulu fyrireika seg, skulu tala, kvinnurnar skulu ganga við børnum, kvinnurnar skulu føða børnini, kvinnurnar skulu geva børnunum at súgva, kvinnurnar skulu uppala børnini, kvinnurnar skulu stýra húsum, kvinnurnar skulu stýra samfelagnum, kvinnurnar skulu til skips, kvinnurnar skulu verða prestar. Skálkaskjól fyri vøkrum orðum, líkarætt, líkarætt, hevur bert eitt endamál, kvinnan skal fyrst gera alt sítt kvinniliga arbeiði, og síðani gera skitna trælaarbeiðið fyri mannin, hon skal bæði verða hin eyma, vakra indisliga, tekkiliga kvinna og hin sterka mynduga ”fyristøðumaður,” bæði innan virki, samfelagið, kirkjur og samkomur. Hvat hava vit gjørt við kvinnuna. Hvar er kvinnan eftir Guds hjarta?

Ei undur í at serfrøðingar á lærdu háskúlanum í Keypmannahavn og Århus siga við DR:

——————————————–

Hendan greinin stóð í Sosialinum nr. 243, tann 18.desember 2009:

Doyggja tíðliga

Kvinnur, sum vilja sleppa at liva leingi, skulu eftir øllum at døma ikki velja sær prestagerningin sum lívsstarv. Handbókin hjá guðfrøðingum, sum kemur út fjóra hvørt ár, skrivar í teirri seinastu útgávuni, at kvinnuligir prestar liva í meðal 68 ár, meðan teirra mannligu starvsbrøður liva 81 ár í meðal. Í teirri næstseinastu útgávuni vóru tølini ávikavist 72 og 79 ár. Serfrøðingar á lærdu háskúlanum í Keypmannahavn og Århus siga við DR, at frágreiðingin kann vera, at prestagerningurin er ein størri uppgáva fyri eina kvinnu enn fyri ein mann.

————————————————-

Skulu vit fara í kórið saman við teimum, sum siga, at eingin munur er á monnm og kvinnum, líka, líka, ja, vit eru øll líka, skulu vit umskrivað søguna, nej tað verður alt ov torført, men vit kunnu broyta framtíðina, líka nógvar kvinnur sum menn skulu í kríggj, líka nógvir menn, sum kvinnur skulu hava barsil, føða, geva at súgva, nej, nej nú fór eg ov langt, men líka nógvar kvinnur sum menn skulu tala á samkomufundum. Gud meinar ikki, tað Hann sigur, lurta heldur eftir serfrøðingum, søgufrøðingum. Ella er hetta bert sekunderir sannleikar.

Nei, Gud skapti ikki mann og kvinnu líka, heldur ikki til at verða kappingarneytar, men til, at tey bæði skuldu stuðla og hjálpa hvør øðrum, bæði í hjúnalagi, arbeiði, samkomuni og í samfelagnum.

Rópt verður um líkarætt, líkarætt, líka, líka, men frá skapanini av, ynskti Gud ikki, at kvinnan skuldi nýtast sum eitt esil til at toga alt, sum lagt varð á vognin, og so at maðurin, til síðst, skuldi seta seg oman á tað tungu byrðuna. Gud hevði ætla at maðurin skuldi verja og elska konu sína.

Skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum.

Summar kvinnur taka hendan setningin við gleði, tí tær vita, at tær verða frítiknar fyri ábyrgdini; Ikki mangir av tykkum verði lærara! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm (Ják.3.1). Tær síggja sjálvar, at teirra egna andaliga uppgáva er nóg stór í forvegin, bæði í tí dagliga lívinum og serliga í teirra egna heimið, til saman við manninum, at uppala síni egnu børn og fostra tey upp, í tykt og áminning Harrans (Ef.5.4). Men aðrar føla at hetta er teirra avmarking, og tí vilja tær berjast fyri at fáa sín líkarætt, og tískil koma tær at leggja størri ábyrgd á seg sjálvar enn neyðugt. Eg má undrandi spyrja, hvat teir menn hugsa, sum royna at trýsta kvinnuna fram í samkomuni, og smikrandi siga at hesi vers (1.Kor.14.34-35, 1.Tim.2.12) ikki hoyra til nútiðina. Vilja teir leggja tað ábyrgd á kvinnuna, sum mangir menn renna undan? Halda teir, at teir gera kvinnuni eina tænastu? Halda teir, at teir geva kvinnuni frælsi? Nei, orð Guds lærir at tann, sum tænir Harranum er trælur Harrans, og serliga tann, sum arbeiðir í talu og læru. Ei undur í at apostulin, segði: Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru (1.Tim.5.17), hví, tí teir verða alt annað enn virdir, og als ikki, tá teir tala ímóti tíðarandanum, sum mangan rekur ímóti sannleikanum í Orði Guds. Vit síggja, profetarnir í Gamla Testamenti vóru illa viðfarnir og steinaðir (Luk.13.34), ápostlarnir fingu somu lagnu, Paulus endaði í fangahúsi og ungi vinur hansara, Timoteus, var um at missa mótið (2.Tim.1.6-7). Jeramias bannaði føðingardegi sínum (Jer.20.14-15). Var tað hetta Gud vildi spara kvinnurnar fyri. Ella var tað hetta, teir sum í dag kalla seg sjálvar fyri Bíbliulærarar, vilja bjóða konum sínum?

1.Kor.14.34-35

Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur. Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.

Orðið at ”tiga” er sama orð, sum í vers 28: Er eingin útleggjari hjástaddur so skal hin tiga í samkomuni. og vers 30: Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga. So tað er als eingin ivi um hvat ápostulin meinar við, og hann leggur afturat, at tær skulu spyrja sínar egnu heima! (v.35). Av eini ellari aðrari grund halda nøkur nútíðar kristin, at Paulus meinti við okkurt serligt tátíðarhøvi, og tí hoyrir hetta ikki til nútíðina, ja, sjálvt um ápostulin greitt endurtekur hetta, og sigur: men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nej, hon skal halda seg stilla. (1.Tim.2.12).

Um vit ikki skilja orðið ”at tiga,” so sigur hann víðari: teimum er ikki loyvt at tala.

Orðið, at tiga, er ”at tiga” og tann, sum misskilir, kann royna setningin: ”teimum er ikki loyvt at tala.” Bæði á grikskum, enskum, týskum og enntá á føroyskum skal góður lærdómur til fyri at misskilja hetta.

Allur tónin og andin aftanfyri hetta er, at tæna, tænasta kvinnunrnar og tænasta mannsins á samkomufundum, og hendan tænasta er ikki tann sama fyri mannin, sum fyri konuna.

Á samkomufundinum, skulu kvinnur tykkara:

  1. Tiga (1.Kor.14..34)

  2. Teimum er ikki loyvt at tala (1.Kor.14..34)

  3. Tær skulu vera undirgivnar (1.Kor.14..34)

  4. Spyrja sínar egnu menn heima (1.Kor.14..35)

  5. Kvinnan skal still lata seg læra (1.Tim.2.11)

  6. Ikki loyvi at vera lærara (1.Tim.2.12)

  7. Hon skal halda seg stilla (1.Tim.2.12)

Tað skulu sera snildir Bíbliulærarar til at avvísa orðini og andan aftan fyri ætlan Guds við tænastu kvinnunar og tænastu mansina á samkomufundum, bæði út frá hesum og andanum gjøgnum alla Bíbliuna, ella út frá søguni. Á góðum nútíðar máli, kunnu vit siga, at slíkir Bíbliulærarar skulu verð sera kreativir. Ella kanska ræðast teir tíðarandan? Ræðast teir kvinnurnar ella konuna? Siga teir eins og ein maður segði, við Gud: ”Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon lokkaði meg.”

Ella sum kvinnan segði á sinni við Gud: ”Ormurin dáraði meg.”

Tær skulu vera undirgivnar (v.34, 1.Tim.2.11, 1.Pæt.3.1)

Í Gamla Testamenti varð orðið ”undirgivni” lýst sum bæði at hoyra og at akta, antin rødd ella boð Harrans: Men fólk mítt vildi ikki hoyra rødd Mína, Ísrael vildi ikki akta Meg (Sálm 81.12). Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyra til Mín; nei teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu mær bakið og ikki andlitið. Les eisini vers 25-28 (Jer.7.24-28). Lýdni er meiri vert enn sláturoffur (1.Sám.15.22).

Hetta er als ikki fyri at gera kvinnuna øðrvísi ella minni verda (diskriminera), tí vit skulu framvegis hava í huga, at øll Skriftin prógvar tað mótsætta, at Gud vil okkum tað allar besta, bæði kvinnum og monnum.

Kærleiks – sannleiki Guds verður ikki broyttur, hóast vit falnu menniskju misskilja Gud.

Sum eisini lógin sigur.

Onkur vil siga: Eingin lóg sigur at kvinnan skal tiga. Men tað er ikki Móselóg, sum hann sipar til her, men til andan í lógini, sum longu kom við syndafallinum, um undirgivni, at hann (maðurin) skal ráa yvir tær (kvinnuni) (1.Mós.3.16). Evnið undirgivni ella myndugleiki viðgerå ápostulin stutt frammanundan (1.Kor.11.1-11).

Spyrja sínar egnu menn. Hvat við teimum ógiftu ella tær, sum høvdu vantrúgvandi menn (1.Kor.7.13), hvørjar menn skuldu tær spyrja, tá tær komu heim?

Orðið ”menn” í v.35 er ”anér, maður, ikki at blandað við orðið menniskja, men maður og ikki kvinnu ella barn.” Orðið kann hava tvinnar týdningar 1) maður (Matt.14.21, 15.38, 1.Kor.13.11), ella 2) giftur maður (Matt.1.16, Mark.10.2, Jóh.1.13, 4.16-18). Orðið sipar til vaksnar giftingarførar menn. So kvinnurnar, kundu spyrja sínar egnu menn heima, mannin, pápan, pápabeiggja, mammbeiggja ella ein vaksnan mann heima. Orðið kvinnur í v.14, sipar eisini til kvinnur yvirhøvur, bæði giftar og ógiftar (nr. 1135, Spiros Zodhiates).

At tala hevði við myndugleika at gera, og sjálvt skapanin lærir okkum, at maðurin er høvur kvinnurnar (1.Kor.11.9-10), tað sama læra vit eisini aftaná syndafallið, tá Harrin segði við kvinnuna: maðurin skal ráða yvir tær (1.Mós.3.16). Kvinna, sum talaði á samkomufundum, vísti, at hon var ikki undir myndugleika av nøkrum manni, hon vildi ikki vera undirgivin. Tær skulu vera undirgivnar (1.Kor.11.3, Ef.5.22, tit.2.5, 1.Pæt.3.1.), orðið, undirgivnar, sama orð sum (Ef.5.21,22,24). Eitt tekin fyri undirgivni var at hava á høvdinum (11.10) og at tiga.Tí skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum.

Hetta er á samkomufundinum og tí eiga vit ikki at blanda hetta upp í nakað annað.

Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar (1.Kor.14.33). Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera!(1.Kor.14.38). Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkoma Guds heldur ikki!(1.Kor.11.16).

Allmáttugi Gud hevur givið kvinnuni hendan lut og hetta er als ikki fyri at kúða hana, men at verja hana, tí Gud elskar kvinnuna líka nógv, sum Hann elskar mannin, sjálvandi, og í hesum er eingin munur, sum áposturlin eisini sigur (Gal.3.28, 1.Kor.11.11).

Vit kundu spurt: Hvør argast yvir at hesi orð (1.Kor.14,34-35 1.Tim 2.12) standa í Bíbliuni? Hvør ynskir hesi orð úr Bíbliuni? Ella trúgva vit ikki á innblásta orð Guds. Gleðast vit yvir alt orð Guds, ella bert tann part av orði Guds, sum hóvar okkum, og tíðarandanum?

————————————

Megnar kvinnur.

Vit lesa um nógvar megnar kvinnur í Bíbliuni.

Debora (Dóm.4),

Hulda (2.Kong.22.14),

————————————-

Debora (Dóm.4).

Í hesum vána dómaratíðum, ein myrk andalig tíð, valdi Gud at vekja eina kvinnu upp, heldur enn ein mann. Hon hevði myndugleika og makt, men vildi, at maðurin skuldi verða maður á hesum øki, og hon vildi ikki sjálv taka sær æruna av einum sigri, men vildi, at kongurin sjálvur skuldi takað ábyrgd. Hetta var í Ísrael, Gamla Testamenti, og ikki í samkomuni. Samkoman var ikki sett á stovn fyrrenn umleið 1.300 ár seinni.

———————————–

Hulda

Vit lesa eisini um eina aðra kvinnu, sum Gud reisti upp. Hetta var eisini ein myrk andalig tíð í Ísrael (1.Kong.22.13). Kvinnan æt Huld og var profetinna (2.Kong.22.14). ”So sigur HARRIN Gud Ísrael: Sig við mannin, ” (v.15), hví segði hon ikki: Sig við kongin. Hvar vóru mennirnir, leiðararnir, fyristøðumennirnir, prestarnir ella kongurin, vóru eingir MENN.

Hesar kvinnur vóru vaktar av Gudi undir sera vánaligum andaligum tíðum í Ísrael. Sama síggja vit frá Joel (3.1).

————————————–

Kvinnur, ið tæntu samkomuni, og tæntu Harranum.

Vit lesa um nakrar í Rómbrævinum 16:

Føbe (v.1) , Priska (v.3), Maria (v.6), Trýfena og Trýfosa (v.12), móður Rufus (v.13), Julia (v.15), systur Nereusi (v.15). Arbeiði er fyri allar hendur, men ikki øll hava sama starv, náðigávurnar er ymiskar, men á samkomufundum skulu mennirnir tala, ikki allir, men teir, sum Gud hevur givið náðigávu til tað, og kvinnur tykkara skulu tiga (1.Kor.14.34-35).

————————————

Sum eg havi lisið orð Guds, síggi eg als ikki minsta farra av trælkan ella undurkúgan av kvinnuni, tvørturímóti. Paulus ápostul setti kvinnuna sera høgt, tí, hvørki tann grikska, rómverska ella tann jødiska mentanin, sá slíkt virðið í kvinnuni.

Gud elskar kvinnuna gav manninum boð um, at hann skuldi elska konu sína. Og ikki bara elska hana, men at geva lív sítt fyri hana:

Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana, (Ef.5.25).

PMH  18.11.2011