Guds kærleiki og helviti

Kærleiki Guds og  helviti

Mong spyrja: “Hvussu kann ein Gud, sum er kærleiki, kasta menniskju í eitt ævigt helviti?” Einfalda svarið er, at æviga lagna menniskjunnar ikki er vald av Gud, men at menniskjuni sjálvi velja ævigu lagnu sína!

Gud góðtekur okkara valg, men Hann vil bert áminna okkum við orði Sínum, um hvat fylgjurnar verða av okkara egna valgi.

Tú sigur: “Gud er kærleiki,” ja, tað er sætt,  men vit mugu eisini gera okkum greitt, at eginleiki Guds ikki bert er kærleiki, nei, Gud er eisini heilagur og rættvísur.

Ja, Gud er kærleiki, men synd kann ikki koma nær heilagleika Guds, og Gud hatar órættvísi. Vit hata eisini órættvísi, og synd er órættvísi, serliga synd, sum er framt ímóti okkum sjálvum.

Øll rópa hart, hvør um rættvísi sína, og tráa eftir tí degi tá endaliga rættvísi okkara skal fremjast yvir teimum, sum voldu okkum órætt. Vanlukkutíð fyri okkum, so eru tað ikki vit, sum koma at sita í dómshásætinum, rokniskapardagin, men hin heilagi Gud, sum dømur í rættvísi. Hinvegin skulu vit  jú øll standa fyri dómstóli Guds (Róm.14.10, 2.16, Matt.25.32, 2.Kor.5.10). Har øll skulu fáa eftir verkum sínum, “sum skrivað var í bókunum” (Op.20.12-13).

Rokniskapardagurin verður ikki líka fyri øll. Summi fáa størri løn og summi minni straff, øll fáa eftir verkum sínum. Jesus segð við Korazin og Betsaida: “býirnir Týrus og Sidon skal gangast frægari dómsdagin enn tykkum,” (Matt.11.20-24). Summi  skulu fáa nógv sløg og summi færri (Luk.12.47-48).

Líka lítið, sum vit skilja dýrdina í Himli, líka lítið skilja vit straffina í helviti. Onkur roynir at ugga seg sjálvan og onnur við at siga, at straffin í helviti bert er myndatala. Tað leiðir so til spurningurin: Hvussu hvør einstakur fatar verunleikan út frá myndini? Er myndin til uggan? Ella til størri ræðslu?

Himmal og helviti eru Guds skapanarverk, og menniskja hevur altíð gjørt meiri burtur úr skaparaverkinum, ella skapninginum, enn úr sjálvum Skaparanum. Bíblian sigur, at Gud skapti helviti, “hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!” (Matt. 25.41).

Hví enda so menniskju í helviti? Tí tey hava sjálvi við fríum vilja valt, lygnina, Satan!

Jesus segði, at Satan var lygnari, oyðari og manndrápari. Tey hava valt lygninga fram um sannleikan (2.Tess.2.12, 2.Tim.4.4).

Tey vilja ikki velja Gud, sum tey sjálv lýsa við hørðum rópum: “Gud er kærleiki, hvussu kann hann kasta menniskju í helviti.” Tey viðurkenna og játta, at Gud er kærleiki, men við fríum vilja vraka tey kærleikan og velja lygnina.

Um tú sjálv/ur hevði verðið dómari á evsta degi, hvussu hevði tú dømt slík menniskju, sum hava valt eftir sínum egna fría vilja, hóast tey vóru álvarsamt ávaraði av Guds kærleik og orði Hansara?

Ja, Gud er kærleiki! Hann prógvaði kærleika sín til falna menniskja, tá Hann Sjálvur gjørdist menniskja, og kom her til jarðar at verða dálkaður, vanvirdur, vrakaður, svikin og til síðst at verða píndur likamliga, sálarliga og andaliga, og síðani at  enda líðing Sína við at rópa á krossinum: Tað er fullgjørt!  Frelsuverkið fyri teg og meg varð fullgjørt! Kærleiki og rættvísi Hansara varð prógvað við, at Hann sjálvur bar helvitis dóm, ræðslur, pínur, bann og dóm fyri meg.

Tí hevur hvør tann, sum trýr á Hann, við sínum egna fría vilja valt Gud, kærleikan og himmalin, men vraka Satan, lygnina og helviti.

Hvørjum trýrt tú, ella hvat hevur tú valt?

Pætur Martinsson Hansen

Feb.2018