Fyrigeving – Corrie ten Boon


Fyrigeving 

Tað var í 1947, eg prædikaði í eini kirkju í Múnchen, tá eg sá hann, skallutur og prúður, í yvirfrakka, við einum brúnum hatti millum hendurnar. Í eini løtu sá eg yvirfrakkan og tann brúna hattin, næstu løtu, ein bláan hermannabúna og ein kasjett, við skølti og krossbeinum.

 Eg læri framvegis at fyrigeva.

 Minnini frá fangaleguni komu sum omanlop yvir meg, tað stóra rúmið við teimum skyggjandi ljósunum, ein dungi við neyðarsligum klæðum og skóm mitt á gólvinum, skommin at ganga nakin framvið hesum manni. Eg kundi síggja systir mína, sum gekk undan mær, ússalig, rivjabeinini sóust týðiliga gjøgnum tunnu húð hennara.

 

Betsie og eg vóru tiknar til fanga, tí vit høvdu fjalt Jødar í heimi okkara, undir Nazihersetingini í Hollandi. Hesin maðurin var ein vaktarmaður í hernaðarleguni í Ravensbruck, har vit sótu.

 

Nú stóð hann har, frammanfyri mær, rætti út hondina: “Ein góður boðskapur, frøkun! Hvussu gott er tað ikki at kenna, sum tú sigur, at allar okkara syndir eru í havsins dýpi!”

 

Hetta var fyrstu ferð, síðani eg varð leyslatin, at eg stóð andlit til andlit við einum av teimum, sum hevði tikið meg til fanga, og innan í mær var tað sum at blóðið frysti.   

 

Tygum nevndu Ravensbruck í talu tygara.” Segði hann. “Eg var fangavørur har, men síðani, aftaná,” helt hann á, “eri er vorðin ein Kristin. Eg veit at Gud hevur fyrigivið mær alt tað ræðuliga eg gjørdi har, men eg vildi eisini ynskt at hoyra tað av tygara egna munni, frøkun” – aftur rætti hann hondina fram – “vilja tygum fyrigeva mær?”

 

Og eg stóð har og kundi ikki. Betsie doyði har – kundi hann útstrika hennara ræðuliga spakuliga deyða, bert við einum spurningi?

 

Tað kundi ikki verið nógv sekund hann stóð har, og rætti hondina fram, men fyri mær tóktist tað sum tímar, sum eg stóð har og bardist við tað mest torføra eg nakrantíð noyddist at gera.

 

Tí, eg mátti gera tað – tað vitsti eg. Boðskapurin um, at Gud fyrigevur, ábyrgdar okkum fyrst: at vit fyrigeva teimum sum skaða okkum. Jesus segði: “men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.”

 

Framvegis stóð eg har, krøkt í hjartakulda.

Men fyrigeving er ein viljasak, og tann viljin kann virka óheftur av hjartahitanum. ”Jesus, hjálp mær!” Bað eg innantanna. ”Eg kann rætta hondina fram. Eg kann gera nógv. Tú mást  leggja kenslur til.”

 

Og so av sær sjálvum, rætti eg hondina fram ímóti og inn í hina útrættu hondina. Við tað sama, hendi nakað ótrúðligt. Streymurin byrjaði í herðum mínum, fossandi niður í armin, fleyt út í báðar tær sameindu hendurnar. Síðani hesin lekjandi varmin, sum sýndist at fløða gjøgnum alt likami og fekk so tárini fram í eygum mínum.

 

Eg fyrigevi tær, bróðir!” græt eg, “Av øllum hjarta mínum!”

 

Leingi stóðu vit og hildu fæst í hondina, hvør á øðrum, hin fyrrverandi vaktarmaðurin og hin fyrrverandi fangi. Eg havi aldri kent Guds kærleika so inniligan sum eg gjørdi tá.

 

Gjøgnum viljan hjá Corrie, kom Guds kraft til at fyrigeva hesum fyrrverandi fangavøri.

Tá ið eg og tú eru villig at síggja okkara neyð fyri Guds fyrigeving, er Hann skjótur og førur fyri at fyrigeva okkara syndirnar. Bíblian sigur: “Øll hava synda og teimum fattast dýrd Guds” og, “lønin, ið syndin gevur er deyði.” Men hon heldur á við at siga: “Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.”

 

Tú kanst eisin koma at kenna somu fyrigeving og frelsu, sum umbroytti Corrie og handan fyrrverandi Nazi vaktarmannin: Um tú játtar og viðurkennir við munninum “Jesus sum Harra” og trýrt í hjartanum at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.

 

Corrie ten Boom

Týtt: PMH 08.02.08