Júst 200 hundrað ár síðan, sama mánað og sama dag, vóru tveir kendir menn føddir. Báðir høvdu stóra ávirkan, men annar legði ein ræðuligan arv eftir sær.
Abraham Lincoln og Charles Darwin vóru báðir føddir 12 febuar 1809. Millum eitt av kendu brøgdum forsetans, Lincolns, undir Amerikanska borgarakrígnum í 1860, var at fría trælirnar. Um sama mundi kom kenda bókin hjá Darwin, “On the Origin og Species” út. Men hvussu sá Darwin uppá tey myrklittu menniskjuni, sum hesar trælir?
Í bókini “The Decent og Man,” kallar Darwin hesi myrklittu menniskju “vanvird, ússalig,” og hann segði, at hann vildi heldur vera komin av apukøttunum, enn hesum villmonnum. Undirheiti á høvuðsverki hansara “On the Origin of Species” avdúkar eisini hansara rasistisku trúgv, “The Preservation og Favoured Races in the struggle for Life” (Varveiting av yndisættini í lívsins strevi).
Tíverri, menningarlærarar, vísindafólk og fjølmiðlar hálovað einum slíkum rasisti, sum framdi rasistiska hugsan.
Bæði í UK og USA skuldi ljósið verið sett á tann navnframa Lincoln, sum trúði, at øll menniskju vóru skapt líka. Hann sá øll sum Guds skapningar, (sum lært verður um í Fyrstu Mósebók), og ikki ein mann, sum eggjaði til og rættvísgjørdi ræðuliga rasismu.
Answersupdate, Paul Taylor.
Tíð og aftur tíð
Mong trúgva at geislamátingar (radiometric), mótprógva tað, sum Bíbliuna sigur um unga aldurin á skaparaverkinum. Men tann kemiska dátaskráðin, sum verður nýtt í geislamátingum, til at áseta aldurin við, krevur tulking, men sjálvandi verður hendan tulkingin skeiv, um bíbilsk data verða skúgva til viks.
Til dømis, var Gran Canyon einaferð ásett til at vera 6 milliónir ára gamalt, men nýggjari vísind rættar hetta til 17 milliónir ár. Fáar vikur seinni, grunda á annarleiðis geislamátingar dátaskráðum, sum nýtti fosfat miniral, kallað apatite, kom vísindin fram til at síðstu dinosaurarnir máttu hava gingið við Canyon fyri 65 millión árum síðan.
Bíblian, sum aldri broytist, leiðir okkum til aðra útlegging, um hvussu Grand Canyon er vorðið til, og tað er av vanlukkuni undir Nóa flóð, umleið 4.350 árum síðan.
Answers Okt-Dec 2008 síða10
Skapanin
Vísind er bygd á kanning ella eygleiðing. Science is based on observation.
Menningarlæran
Menningarlæran er bygd á teori (ella trúgv, vantrúgv). Tí er neyðugt at finna prógvini (the missing link). Hví finnist ikki eitt einasta dømi um apu-menniskja, ella hví finna tey aldri “the missing likn?” Tí tað er ikki til!
Skapanin
At Gud skapti alt, má eisini trúgvast. Hin sanni vísdómurin eygleiðir skaparaverkið og byggir oman á tað sum er og ikki omaná tað sum ikki er. Hin sanni vísdómur undrast og má ásanna at ein uppaftur nógv størri óútgrundandi heili, ein Alvísur stendur aftanfyri. Gud.
Menningarlæran skapar iva.
Skapanin mennur tilbiðjan.
Sir Fred Hoyle, kendur innan menningarlæruna og professari í astronomy, stjørnufrøði, í Cambridge, arbeiddi við at kanna møguleikan um lív kundi koma av tilvild. Í London Daily Express, 14.august 1981 skrivaði hann nýggjheit undir yvirskriftini: “Tað má verða ein Gud.”. Hetta var niðurstøðan eftir at hann í matimatiskum smálutum hevði kannað trúnna uppá at lív kundi mennast við tíðini og koma av tilvildini. Hann samanlíknaði trúnna uppá menningarlæruna við at ein tornado kom gjøgnum ein stóran ruskdunga og megnaði úr hesum at skapa eitt Boeing 747 flogfar.