Kategori: Alt innihaldi

trugv.com

  • Jetro prestur

    Tala sunnumorgunin 20.3.2022. Hanus Martinsson Hansen, evni Jetro prestur gevur Móses vegleiðing, 2.Mós.18.

  • Ikki lut saman við Mær,…. fótatvátturin

    Tala, Pætur Martinsson Hansen, Mars 2022, lut saman við Mær Jóh.13.4-12 fótatvátturin

  • So satt sum tit verða verandi ….

    Tala, Pætur Martinsson Hansen, Feb.2022, So satt sum.. Kol.1.23, 1.Kor.15.2, Matt.4,3

  • Ikki vika frá vónini í evangeliinum

    Tala Pætur Martinsson Hansen, Feb.2022, Kol.1.5,23.

  • Loyndarmálið, sum er Kristus í tykkum

    Tala, Pætur Martinsson Hansen, Mánakvøldið 14.3.22, Kol.1.26-27, Ef.1.9, 3.9-11.

  • Himmalin

    Tala, Pætur Martinsson Hansen, í Zarepta sunnudag 13.3.2022, Jóh.14.1-4, Op.21.15-16.

  • Frelst, samd, heiløg, lýtaleys og ólastandi

    Tala í Berøa í Runavík sunnudagin 6.2.22, Pætur Martinsson Hansen, Kol.1.21-23, tátíð, nútíð, framtíð

  • Frelsan, Kol.1.21-22

    Tala, Mánakvøldið 7.2.22, Pætur Martinsson Hansen, stórleiki frelsunnar

  • Sendiboð í leinkjum

    Tala mánakvøld, 17.1.2022, Pætur Martinsson Hansen. Sendiboð í leinkjum Ef.6.20. 2.Kor.5.20.

  • Zakeus

    Tala sunnukvøldið 16.1.22, Eivind av Reyni, Zakeus, Luk.19.1-10

  • Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar

    Tala sunnumorgunin 16.1.22, Pætur Martinsson Hansen. Matt.24.28.

  • Deyðin

    Okkara deyðiliga likam, sum broytist hvønn dag, tað áminnir okkum dagliga um, at ein verunligur deyði liggur fyri framman, sum vit als ikki sleppa undan. Samvitska og sál okkara minna okkum dagliga á hendan verunleika. Alt, sum hetta lívið kann geva okkum at njóta, lystir eygnanna, lystir holdsins, stoltleiki lívsins, taka vit, so ella so, við okkum inn í deyðan, sum síðani verður samla saman, hópa upp, til at mynda lív okkara aftaná deyðan. Lívið aftan á deyðan er mangan meiri vert enn lívið áðrenn deyðan. Hetta er tað, sum flestu religiónir eru bygdar á, at gera okkum til reiðar til lívið, hinumegin, aftaná hetta lívið. Bíblian sigur: Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum, (Amos.4.12).

    Ríki maður og Lazarus (Luk.16.19-31).

    Báðir livdu.

    Báðir doyði.

    Báðir livdu aftaná deyðan. 

    Báðir høvdu eitt stutt liv áðrenn deyðan.

    Báðir høvdu eitt ævigt lív aftaná deyðan.

    Lazarus fór ikki einsamallur inn í deyðan.

    Hvussu fór ríki maður inn í deyðan.

    Fekk Lazarus nakra jarðarferð.

    Ríki maður varð jarðaður. Ríkidømi kundi ikki frelsa hann.

    Lazarus varð av einglum borin í fang Ábrahams.

    Ríki maður læt upp eyguni í pínu.

    Báðir skulu rísa upp aftur.

    Lazarus fær lut í fyrru uppreisn.

    Ríki maður fær lut í seinnu uppreisn.

    Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður. (Luk.16.22).

    Einglarnir bóru Lazarus (Lazarus merkir Gud er hjálp mín). Um einglarnir lesa vit: Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu! (Heb.1.14).

    Men hin ríki fór einsamallur inn í ein kaldan deyða, og læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu. Tí eg pínist svárliga í hesum loga. (Luk.16.24).

    Ríki maður kundi tosað við Ábraham. Ábraham hevði livað fyri umleið 2.000 árum síðan. Men, deyðin hevði ikki gjørt hann til einkis. Deyðin hevði bert skilt hann frá hesum lívi, og nú var hann hinumegin. Ríki maður var eisini hinumegin, hann mintist brøður sínar, sum enn vóru, hesumegin, á lívi. Hann bað fyri teimum. Nú hevði hann samkenslu. Mundi hann eisini hugsa um grannar, familiu og vinir? Lívið aftan á deyðan, hevði ongantíð verið so klárt sum nú. Hann hevði hvørki mist minnið, tráan, sinnalag, tosingarlag, hugsan, kenslur ella samkenslu. Tíverri síggja vit onga broyting, ongan angur, einki neyðarróp til Gud. Hann var óbroyttur, líka harður, líka óbroyttur, líka góður handilsmaður. Deyðin “drepur einki.” Men deyðin hevði bert flutt hann frá einum lívið til lívið hinumegin.

    Deyðin broytti einki, men við deyðanum broyttist alt. Hvørki ríki maður ella Lazarus, vóru gjørdir til einkis, men báðir “doyðu.” Teir livdu ongantíð so livandi sum nú, aftan á deyðan. Soleiðis lærir orð Guds, at deyðin ikki er ein “tileinkisgering.” Men bert ein skilnaður, frá livi til deyðan, frá menniskjum, frá familiu, frá gudi ella til Gudi, frá Satan ella til Satan, frá ljósi, frá myrkri, frá pínu, frá tí góða, frá uggan. frá gleði, frá góðgæti, frá sárum, frá hungri.

    “Men Ábraham svaraði: “Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.” (Luk.16.25).

    Við deyðanum broyttist alt. 

    Ríki maður: Purpur og dýrt lín gjørdust virðisleyst, gleðin gjørdist til sorg, góðgæti til hungur, hitt góða gjørdist til pínu. 

    Lazarus: Frá biddara til ríkdømi, frá hungri til mettan, frá sárum til grøðing, frá at liggjandi við portrið, til at vera hevjaður inn í fang Ábrahams, frá pínu til uggan. 

    Ríki maður hevði sín himmal, áðrenn hann doyði. Lazarus hevði sín himmal aftan á deyðan.

    Men gleðiboðskapurin, evangeliið, er til øll. Rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva (Róm.3.22)

    Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur (Áp.16.31).

    Skrivað: Pætur Martinsson Hansen

  • Reist okkum upp við Honum.

     “og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi,” (Ef.2.6).

    Bíblian leggur vekt á uppreisn Kristusar, sum middepulin í kristna boðskapinum, líka so týðandi sum bótardeyði Kristusar.  “Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn;” (1.Kor.15.17). Á sama hátt, so satt sum Kristus reis upp, skulu eisini vit, sum hava trúð á Hann, eisini rísa upp.

    Hvussu fer uppreisnar-likam okkara at síggja út?  “Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík” (1.Jóh.3.2). Í Sínum uppreisnar-likami, kundi Jesus bæði koma til sjóndar og hvørva, brádliga, (Jóh.20.19), fara gjøgnum læstar dyr (v.26), onnur kundu nema við hann, (Matt.28.9, Jóh.20.27), eta mat (Luk.24.42,43), og til síðst fór Hann til Himmals (Áp.1.9).

    Hvussu kundi Paulus, sum nú, deyður í umleið 2.000 ár, halda upp á: “..haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara,” (Fil.3.20-21). Hvussu kann ein persónur, sum fyri langari tíð síðan er deyður, og hvørs andi er hjá Gudi, aftur fáa eitt likam? Sjálvandi er hetta eitt undur, tí frumevnini, sum einaferð evnaðu jørðiska likam Paulusar, eru fyri langari tíð síðan umbroytt, ja, eisini, meðan hann enn livdi, broyttust tey allatíðina. Gud ferð ikki, at umvæla tað gamla forgeingiliga, deyða likami, nei, Hann fer at umskapa tað til eitt dýrdarlikam, sum er ført fyri at verða og liva og tæna í einum himmalskum umhvørvi. Paulus avmyndaði hetta gamla og nýggja likami við sáið og plantuna. Ymisk sløg av jørðiskum og himmalskum likamum.  “So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt; tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki;  náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam.” (1.Kor.15.37- 44). JDM (týtt PMH).

  • Uppreisn, nýtt likam og Heilagi andin

    Tala Pætur Martinsson Hansen, sunnukvøld 9.1.22, Uppreisn Jóh.11.43-44, 7.38-39, 1.Tess.4.14,16.

  • Andin aftur til Gud, sum gav hann

    Talari, Pætur Martinsson Hansen, Sunnumorgun 9.1.22. Likami í moldina… og andin aftur til Gud. 2.Kor.4.16, 5.6-8. Fil.3.21, 1.Tess.4.14

  • Friður á jørð

    Sunnumorgunin, 2.jóladag, 2021, talari: Pætur Martinsson Hansen, Friður á Jørð. Luk.2.14, Es.9.6, Ef.2.14, 4,3.

  • Frið við Gud, við Harra okkara Jesusi Kristi, Róm.5.1

    Talari: Pætur Martinsson Hansen, Sunnumorgunin 11.12.21. Róm.5.1

  • Mika profetur

    Talari, Niels Vang, Sunnukvøldið 5.12.21

  • Maður settur av illum andum. Mark.5

    Júst Vang, Tala sunnukvøld 5.12.21

  • Tí alt, ið vit hava gjørt, hevur tú avrikað fyri okkum, Es.26.12

    Eivind av Reyni, Sunnukvøldið 28.11.21. Es.26.12-16

  • Gud tilroknar rættvísi uttan verk…. Róm.4.6

    Niels Johannesen, sunnukvøldið 28.11.21,

  • Frið við Gud… Rómbrævið 5.1

    Pætur Martinsson Hansen. Sunnumorgun 28.11.21. Róm.5.1 Frið við Gud

  • Vitnisburður

    Eilif Nielsen, Sunnukvøldið 14.11.21. Teir sum vóru doyptir, umleið fyrst í 1950, vóru Eilif, Martin bróðurin, og Sofus Joensen í Leirvík

  • Roknað sum Gud roknar… Róm.4

    Tala, Pætur Martinsson Hansen, Sunnukvøldið 14.10.21, Roknað sum Gud roknar. Róm.4.