Tala sunnukvøldið 11.12.22, Hjalgrím Davidsen, Vitnisburð um drankara, sum bleiv frelstur
Kategori: Alt innihaldi
trugv.com
-
Farao, skal Harrin taka sær av…
Tala sunnukvøldið 11.12.22, Hanus Martinsson Hansen, 2.Mós.3.15-19, 5.1-3, 23
-
Rómbrævið 3.9-19. Eingin rættvísur er
Rómbrævið 3.10-19
Eingin rættvísur
Í hesum skriftbroti lesa vit hvussu ræðuliga djúpt syndafallið var. Tað verður lýst við 14 sterkum lýsingum. Allar hesar lýsingar er frá GT. (Sálm 5.9, 10.7, 14.1-3, 53.1-3, 140.3, Orð.1.16, Præd.7.20, Es. 59.7-8).
Hendan ketulýsing lærir okkum, bæði heidningar og Jødarnar, sum hava skriftina (Róm.3.2), hvat menniskja er innast inni, av náttúru.
Vit hava góðar grundir, til at læra okkum sjálvi hetta, serliga um vit hava trúð evangeliinum, og tí verða roknað rættvís fyri Gudi (Róm.4.3). Tí Gud sær okkum, okkara falna menniskja, betri enn vit síggja okkum sjálvi, og frá tí falli, upp til rættvísi Guds, sær Hann okkum eisini betri enn vit síggja okkum sjálvi. So fjarstøðan frá syndafallinum til opinberaða rættvísi Guds er óendalig. Paulus ápostul skilti hetta betri enn nakar, og kundi siga:
“Men Gud, sum er ríkur er í miskunn, hevur fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við..” ómetalig rík náði, ómetaliga stór náði (Ef.2.3-8, 1.Tim.1.14 ).
Menniskja hvørki skilja munin á sínum egna djúpa fall, ella á Guds ómetaliga ríku, stóru náði. Men meiri og meir vit lesa og granska orð Guds, betri og betri skilja vit munin, og soleiðis koma eisini at kenna og tilbiðja Gud okkara betri og betri.
Syndafalls lýsingin v.10-18, kann býtast upp soleiðis:
(v.10-12) Støðan í síni heild. Gud Dómari.
(v.13-14) Í hugsan og orðum. (v.13-15) Gud Lækni: barki, tunga, varrar, muður og føtur.
(v.15-17) í lívi og atferð. (v.16-18) Gud/Søgufrøðingur
(v.18) Syndakeldan, sum er upprunin til djúpa fallið.
v.3.10-12 Andaliga støða. Eingin rættvísur er. Av náttúru er menniskja ikki ført fyri at gera tað, sum rætt er í eygum Guds. Søga Ísraels prógvar hetta, og serliga myrka tíð teirra í Dómarabókin. Tvær ferðir lesa vit, at ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti. (Dóm.17.6, 21.25).
Menniskja heldur at teirra egnu lystir er tað, sum rætt er.Men vit lesa um lystir menniskja, sum nakað ónt: Hjartans lystir, vanærandi lystir, syndigar lystir. (Róm.1.24,26, 7.5). Elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud. (2.Tim.3.4). Menniskja setur sítt egna siðstøði, moral, men Gud dømir eftir sínum egna siðstøði. Morali.
Sálm 14.3,Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!
V.11 Skilafólk er ikki til (Tað, sum vitast kann um Gud 1.29). (Skilja og fata Matt.13:13-14,15,19,23,51). Skilja, hvat vilji Harrans er (Ef.5.17). Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga. (1.Kor.2.14).
Vit vóru fremmand og fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum. (Kol.1.21). Hóast menniskja í dag, er í sera framkomnum tøkniligum tíðum, so liva tey framvegis í einum andaligum myrkri.
Tey kenna ikki Gud.
Skilafólk er ikki til. Hóast tað, skriva somu menniskju bøkur um Gud?Onkur sigur: tað er líka mikið hvat tú trýrt, bara tú er reiðiligur. Henda hugsan kann als ikki rættvísgerast innan nógv økir í okkara dagliga lívi, hvørki innan handil, ídna gransking ella bankaverðina.
Eingin er, sum søkir Gud, v.11. Mong sipa til hetta vers, fyri at prógva, at als einki er í menniskjanum, sum gerð, at tað kann gera nakað sum helst fyri at trúgva og fáa ævigt lív. Men stórur munur er á “at søkja” og “at svara.” Í Áp.10, sær út til, at Kornelius søkti Gud, men tað var Gud, sum fyrst søkti hann, og Kornelius hoyrdi og svaraði aftur.
Vranglærur siga at menniskja er andaliga deytt, og kann tí ikki gera nakað, men Gud velur so nøkur ú til frelsu.
Ef.2.2-8, deyð v.2, men við trúgv v.5, frelst, (Ef.2.8.12, 4.18). Gud rópti Ádam, og hann svaraði.
Náði Guds gevur møguleikan og úrslitið.
Gud Sjálvur tekur plássið hjá tí, sum søkjur, hjá tí sum verður sannførdur, hjá tí sum verður yvirtalaður, hjá tí, sum gevur, og til síðst er Gud fullkomna úrslitið til øll sum verða frelst. Fyrst gongur Guds ómetaliga náði undan, og soleiðis skapar lív til øll, sum hoyra og svara Gud.
Ádam, hoyrdi og svaraði. Tí kom hann at kenna Guds frelsu.
V.12 Øll eru farin av leið. Vit viltust øll av leið sum seyður, (Es.53.6).
Øll somul spilt. Men jørðin var spilt fyri eygum Guds (1.Mós.6.11-12).
V.13 – 14. Læknakannað: háls, tungu og varrar, muður.
V.15 – 18. Ferðamynstur: føtur og vegur teirra.Ferðamynstur.
V.19. Hvør muður teptur. Tollarin sum tosaði nógv Luk.18.11-12.
V.20 Við lógini kemur sannan av synd. Lógin er sum ein skálvekt.
-
Blóð Kristusar reinsar frá allari synd
Tala sunnukvøldið 4.12.22, Pætur Martinsson Hansen. Blóðið Kristusar. Hebrearabrævið 9.11-28, 7.25-26
-
Svíkjarin
Tala sunnumorgunin 4.12.22, Júst Vang, Hvør var svíkjarin við kvøldmáltíðina? Markus 14.14-20.
-
Rómbrævið 1.18-32, Heidningurin
Rómbrævið 1.18-32
Heidningurin
v.18 Vreiði Guds opinberað av Himli
v.18 Gud leiðir okkum inn í rættarsal Sín, har rættvísi Guds verður opinberað.
Ikki fyrrenn menniskja veit, at tað er ein syndari, kann tað seta prís uppá stóru frelsu Guds í Kristi Jesusi. Paulus fylgdi grundreglum Bíbliunnar:
1). Fyrst lóg og fordøming, 2). Síðani náði og frelsa.
Rættarsalur Guds kann deilast upp soleiðis:
Heidningarnir sekir. (kap. 1.18 – 32) Grovir syndarar Hyklarin sekur (kap. 2.1 – 16) Góðir syndarar Hebrearin (Jødin) sekur (kap. 2.17 – kap. 3.9) Gudilgir syndarar Heimurin sekur (kap. 3.9-20) Øll syndarar Hetta skriftbrotið (Róm.1.18 – 3.20), lærir okkum ikki menning (evaluering), men djúpt fall (devaluering). Syndafallið fekk menniskja at søkka longur og longur niður, heilt niður um skriðdýrini.
Fimm fylgjandi stig vísa ræðuliga fall menniskjanna (devaluering).
- Vit og skil prógvar ósjónliga skaparan (v.18-20)
- Vóru fáfongd og dárar (v.21-23)
- Gud gav tey upp til hjartans lystir sínar (v.24-25)
- Gud gav tey upp til vanærandi lystir (v.26-27)
- Gud gav tey upp til sinni, ið einki er vert (v.28-32)
v.18-20 Vreiði Guds
1, Vit og skil prógvar ósjónliga skaparan (Róm.1.18-20)
Fyrst, vreiði Guds, opinberað, v.18:
Nøkur dømir:
Nóa vatnflóð yvir allan heimin. (1.Mós. Kap. 6 – 8)
Lot, Sodoma og býirnir, regnaði eldur og svávul, (1.Mós. Kap.19)
Egypt, Farao, 10 plágur, (2.Mós. Kap. 7-9)
Amalek abbasonur Esau, Harrin hevur kríggj við Amalek mann eftir mann. (1.Mós.17.16). Áramearar 185.000, (Es.37.36)
Gud tyktar sítt egna fólk sítt:
Synir Árons, fremmandan eld á altarið. (3.Mós.10.1-2)
Kora, Datan og Abiram. (4.Mós.16)
Ísrael 40 ár í oyðimørkini.
Ísrael í útlegd til Assýria og Juda til Bábel.
Samson, blindur. (Dóm.16)
V.19 Tað, sum vitast kann um Gud (Bíblia, nr.1 = Orð Guds)
Manna søgan byrjaði ikki við, at drekar tilbóðu avgudar og síðani gjørdust menniskju og byrjaðu at tilbiðja ein sannan Gud. Nei, tað var stik mótsætt. Manna søgan byrjaði við, at menniskja kendi Gud, men vendi sær frá sannleikanum og avnoktaði Gud.
Tað, sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið;
V.20 Ósjónliga vera Hansara (Bíblia nr.2 = náttúran, skaparaverkið)
Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara (Sálm 19). Tað skapta má hava ein skapara. Bókin má hava ein høvund. Málningurin má hava ein málara.
Skaparaverkið ikki bert vitnar um ein ósjónligan Gud, nei, ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleika Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.
Skaparaverkið sigur frá einum skapara, men bert Golgata opinberar kærleiks-hjarta Hansara.
V.21-23
2, Vóru fáfongd og dárar (v.21-23)
V.21 Fyrst kúga sannleikan v.18. So, vóru tey dárar, og so lygnarar: skiftu sannleika Guds um við lygn v.25.
Menniskjað vildi njóta gávur Guds, men vildi ikki tilbiða og lova Gudi fyri somu gávur. Úrslitið varð eitt tómt sinni og myrkt hjarta. Menniskjað “tilbiðarin” gjørdist menniskjað “heimspekingurin.” Men menniskjans tómi vísdómur bert opinberaði menniskjans dárskap. Paulus skýrir hendan grikska hugsunnarháttin fyri “tíð vankunnleikans.” (Áp.17.30, 1.Kor.1.18-31).
Menniskjað vendi sær frá Gudi. Men menniskjað má tilbiðja okkurt, tí gjørdu tey sær sínar egnu gudar. Og vendu sær til avgudar, og máttu heysta tað tey sáaðu (2.Boð. 2.Mós.20.4-6). Tann fyrsti av hesum avgudum var menniskjað, sum Satan segði, menniskjað er ikki gjørt í mynd Guds, nei gud er gjørdur í mynd menniskjanna, og menniskja skuldi gerðast eins og Gud (1.Mós.3.5). Men úrslitið gjørdist, at menniskjað fall bert longur og longur niður til, fuglar, fýrføtt dýr og skriðdýr (v.23).
V.24-25
3, Givin upp til lystir sínar (v.24-25).
Frá avgudum til óreinsku, ómoral. Um menniskjað er sín egni gudur, kann hon gera hvat henni lystir, uttan at óttast rættvísan dóm. Tey høvdu ju skift sannleika Guds um við lygn. Lygnin er, at menniskjað er sín egni gudur, og tilbiður og tænir sær sjálvum, og ikki skapara sínum.
So tit verða sum Gud (1.Mós.3.5). Satan hevur altíð tráað eftir at verið tilbiðin sum Gud (Es.14.12-15 Matt.4.8-10), og sum avguda tilbiðjan fekk hann slíka tilbiðjan (1.Kor.10.19-21).
V.26-27
4, Givin upp til vanærandi lystir (v.26-27)
Eftir at at verða givin upp til lystir sínar (v.24), varð næsta stig niðureftir: vanærandi lystir. Sum vóru vanligir á Paulusar døgum, og sum nú eisini eru øktir í stórum á okkara døgum. Slíkar syndir verða aftur og aftur fordømdar í Skriftini (1.Mós.18.20, 1.Kor.6.9-10, Juda 7). Hesar synir eru nevndar við nøvnum sum: vanærandi lystir, synd móti náttúruni, skemdarverk, villa. Bæði kvinnur og menn vóru sek.
Og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var. (Rom 1.27).
Hvat var hendan lønin?
Tá falna menniskjað føldi ræðuligleikan av síni egnu synd, á sínum egna likami, skuldi tú trúð, at menniskjað angraði sína synd og vendu við til Gud, frá síni syndavillu. Men tað mótsætta hendi, sum er nevnt við 24 lýsingarorðum í næstu versunum.
V.28-32
5, Givin upp til sinni, ið einki er vert (v.28-32)
Tað er eitt sinni, sum ikki er ført fyri at fella rættan dóm. Menniskja kastaði seg fult út í alla hugsandi synd. Líknandi syndalisti finst í (Mark.7.20-23, Gal.5.19-21, 1.Tim.1.9-10, 2.Tim.3.2-5). Men tað ringasta er enn ikki komið. Tey ikki bert gjørdu hesar syndir opið og alment, men tey róstu sær av teimum, og eggjaðu hvør annan at halda á í sínum stóra gudloysi. Hvussu langt fall menniskja, sum byrjaði við Gudi og nú dýrkaði sínar egnu sjálvgjørdu avgudar, heilt niður til skriðdýr (v.23).
“Tey hava tí onga avsakan.” (v.20).
Vit hava eina sera stóra ábyrgd av, at bjarga hesum djúpt falnu medmenniskjum okkara. Hetta gerst bert, og einast við at kunngera teimum gleðiboðskapin, evangeliið um Jesus Kristus, sum doyði fyri syndir okkara. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín Joh 3.16.
————————————————————-
Skriftir frá gamla Ugarit í norð Sýria, vísa, at Kánanittar tilbóðu teir ómoralsku gudarnar El, Baal, Anat, Asera og Astartu, sum fult samsvarar við GT. Sex-sentrera religión, har børn vóru ofraði, slanguavgudsdýrkan, heilagar skøkjur, og geldir prestar. Vit kunnu illa hugsa okkum hvussu ljótt, andstyggiligt, sosiala fallið var, sum tann erotiska girnda avgudadýrkan hjá Kánanittiskum førdi til.
Paulus lýsir hvussu tann kensluborna trælalystin leiddi tey út í andaligan trældóm, sum kom av avgudadýrkan. (Rom.1.25).
Vanliga, tá menniskja gera sær ein avgud, ella skurðmynd, (idol), royna tey at gera sína egnu mynd til sín egna gud. Og av allari orku eisini at gera skurðmyndina heilaga, sum Indarnir gera við kúgv sína. Men endaúrslitið er altíð tað sama. Menniskja gerst trælur av og hjá sínum egna avgudi. Tey hava skapt sær sín egna idol, skurðgud. Søgan vísir, at tað er eingin munur á avgudabílæti, avgudastandmyndum og avgudahugsan. Úrsliti er tað sama. tey koma at gerast trælir hjá sínum egna avgudi. Tíverri kom eisini børn teirra at læra, líka í fjórða lið, um nú tey hata Gud, at heysta tað foreldur teirra sáðaðu, sum eisini hesum kapitul endar við (Rom.1.26-32):
Annað boðið:
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini; (v.5) tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg, (v.6) men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni. (2.Mós.20.2-6).
Rom.1.26-32
Tey, sum vraka Gud, verða vrakaði av Gudi. Gud gevur tey upp til teirra egnu lystir. Tey fáa tað tey sjálvi leingjast eftir, og tað tey elska. Tey gerast moralsk pervers, avskeplaði. (Rom.1.26-27).
Moralsk Pervert
(Siðiliga Pervert= sprotin: kynssnúgvið fólk, kynsliga órættvorðið fólk, kynsligur frávíkur).
Paulus vísir á, hvussu tey geva seg sjálvi yvir til skammloysi, ónáttúrligt samlív, eins og var í Sodoma, og sum fekk Gud at lata regna eld og svávul av himli niður yvir tey, og knapt 2.000 ár seinni, ámintu ápostlarnir, Pætur og Judas, sína samtíð og er eisini ein áminning til okkum, nú aftur aftaná hesi umleið 2.000 árini (1.Mós.19, 2.Pæt.2.6, Juda 7). Nú á okkara døgum gerast hesar syndir meiri og meiri sjónskar og meiri og meiri ógvusligar, sum ongantíð áður, har bæði abortur og kynsskifti verða meiri og meiri vanligt.
Trýggjar ferðir lesa vit, at Gud gav tey upp v.24,24,28.
Rom.1.28-32
Mental Pervert (Sinnis, sálarliga, pervert)
Við moralskum perversiteti kemur mentalur perversitetur.
Ro 1:28 Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er.
Eins og moralskur perversitetur sáar syndaútsølu av sex,
soleiðis føðir mentalur perversitetur alt slags óndskap.
Paulus heldur á við at skrivað um fylgjurnar av mentalum perversiteti við at nevna 23 ávísar grovar syndir (v.28-31), og vísir á, at fall menniskjanna kennir sær onki afturhald, einki mark, men er á veg við fullari ferð niður í Sodomas avgrund, har Guds dómur bíðar teimum. Tey fáa tað tey sjálvi elska.
Úrslitið av skeivari hugsan, lækkar um manna virðið. Menniskja gerst órættvíst, ónt, haviskjúkt, órein, øvundsjúk, óálýtandi, følsk og óreiðulig. Gud hatarar.
Ei undur í, at hann byrjar við at siga, at tey hava tí onga avsakan v.20. Hvørki tey sum vóru í Róm ella grikkar, ella nútíðar primitiv stammumenniskju ella í framkomnum kristnum londum. Tey hava tí onga avsakan, onga umbering. Tey, ikki bert gera synd, men í heilhjartaðum stríði, stríðast tey fyri sínum syndigum avgudum, og síðani samla sínar felags syndarar í ein herð við felags syndigum heiti. Tey hava fyri langari tíð síðan blaka Gud fyri borð, út úr teirra hugsan. Tey hava gjørt seg sjálv sek yvir fyri einum rættvísum livandi Gudi.
Jesus segði, at Hann var ikki komin í heimin at døma heim, tí, heimurin var longu dømdur, nej, Jesus kom í heimin at frelsa heimin (Jóh.3.16-18).
-
Roykilsisaltarið í Hebrearabrævinum
Tala mánakvøld 28.11.22. Pætur Martinsson Hansen. Heb.9.1-9
-
Jesus verður salvaður um føturnar
Tala sunnukvøldið 27.11.22. Pætur Martinsson Hansen. Jóh.12.1-7. Op.5.1-7, Op.19.11-21. 20.7-15.
-
Teir sóu Gud
Tala sunnumorgunin 27.11.22, Einar Vang. Paulus sá inn í Paradís. 2.Kor.12.1-4, Esaias sá Gud Es.6.1. Móses, Áron og 70 av Ísrael sóu Gud Ísrael, 2.Mós.24.9
-
Lógbókin broytti alt
Tala sunnukvøldið 27.11.22. Eivind ag Reyni,
-
Roykilsisaltari 1.
Tala mánakvøldið, 21.11.22, Pætur Martinsson Hansen, Roykilsisaltari. 2.Mós.30.1-10. Op.5.8, 8.3-4.
-
Nýggi staðurin
Tala Pætur Martinsson Hansen. 20.11.22. sunnukvøld. Op.4.1-5, 21.1-14. Jóh.14.1-4.
-
Bótardagurin, Yom Kippur.
Tala Pætur Martinsson Hansen, sunnukvøldi 20.11.22. 3.Mós.23.24Jóh.14.1-4
-
Orð Guds
Tala mánakvøldið 14.11.222. Niels Johannesen, Orð Guds. Tim.3.16, Matt.28.18-19, 2.Pæt.3.15-16
-
Spitalska
Tala sunnukvøldið,13.11.22. Pætur Martinsson Hansen. Luk.17.11-19. 3.Mós.14.1-18
-
Sinnalag Kristusar
Tala 13.11.22, Eivind av Reyni, Fil.2.5-9, 20-22,1.Tim.4.12
-
Sýnisbreyðaborðið, samfelag
Tala mánakvøld 31.10.22, Pætur Martinsson Hansen, Sýnisbreyðaborðið í tabernaklinum, halgidóminum, 2.Mós.25.23-30, Heb.9.6-11. 1.Pæt.2.9.
-
Evangeliið til samkomuna
Tala Pætur Martinsson Hansen, Sunnumorgunin 16.10.22. Til reiðar at kunngera evangeliið, eisini fyri tykkum. Róm.1.15. Evangeliið fyri samkomuni.
-
Hetta er ikki beint, sum vit bera okkum at,….. vit draga skyld oman yvir okkum.
Tala Pætur Martinsson Hansen, sunnukvøldið 16.10.22. Fýra spitalskir 2.Kong.7.3-9.
Paulus: Eg standi í skuld……… Eg skammist ikki við evangeliið. Róm.1.14-17.
-
Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar
TAla Niels Johannesen, Sunnukvøldið 16.10.22. Róm.8.31-39
-
Tí eg skammist ikki við evangeliið
TAla mánakvøldið 10.10.22, Pætur Martinsson Hansen. Róm.1.16-18. Áp.28.21-22
-
Endatíðin, Nóa og Lot
Tala Sunnikvøldið 9.10.22, Pætur Martinsson Hansen. 1.Mós.6 og kap.19 Luk.17 og kap. 19 Róm.1.15-17
-
Áminningar Paulusar áðrenn hann fór við skipinum
Tala: Hans Djurhuus, Áp.20.28-38
-
Gud kallar úr ljósinum inn í myrkrið
Tala Pætur Martinsson Hansen, Róm.8.28, 1.Mós.3.
-
Runnið upp er eitt ljós fyri mær
Tala Eivind av Reyni, Áp.9.3-7