Kategori: Alt innihaldi

trugv.com

  •  Nei, latið tykkum fylla av Andanum.

     Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi. (Luk.1.15).

    Gabriel profeteraði, um at Jóhannes doypari skuldi verða eitt stórt vitni, og hetta er eisini fyrstu ferð í NT at sipa verður til fylling Heilaga Andans. Jóhannes var fyrsta Kristna vitni, sum vísti lærisveinum sínum til Jesus (Jóh.1.35-37), og prædikaði greitt evangeliið um frelsu gjøgnum Kristus eina (Jóh.3.26-36). Tað er áhugavert at síggja, at hann var fyltur av Heilaga Andanum alt lívið. Tað verður eisini sagt um Jesus, at Hann var “fullur av Heilaga Andanum,” (Luk.4.1), og var eisini, allarhelst fyltur frá giting (Sálm.22.11). Fylling Heilaga Andans er eisini møgulig fyri ein og hvønn trúgvandi. Bæði foreldur Jóhannesar doypara, vóru fylt av Heilaga Andanum, hesa serligu tíð, (Luk.1.41, 67). Fleiri ferðir verða lærisveinar Harrans sagdir at verða fyltir av Heilaga Andanum, (Áp.2.4, 4.31, 13.52). Eina ferð, lesa vit um, at Pætur var fyltur av Heilaga Andanum (Áp.4.8), og um Paulus, lesa vit tvær ferðir (Áp.9.17, 13.9). Ein av eginleikunum, fyri at kunna taka ábyrgd av teim trúgvandi, var at verða fyltur av heilaga Andanum (Áp.6.3), serliga ein av hesum, Stefanus, verður nevndur fleiri ferðir (Áp.6.5, 7.55). Barnabas var eisini fyltur av Heilaga Andanum (Áp.11.24). Einki at ivast í vóru tað eisini mong onnur. Verunleikin er, at ein og hvør trúgvandi, verða ámintur um at lata seg fylla av Heilaga Andanum (Ef.5.18). Áminningin í hesum versi sipar ikki til bert til eina ferð, men aftur og aftur lata seg fylla av Heilaga Andanum:  “Nei, latið tykkum fylla av Andanum.” 

    Týtt eftir HMM.

  • Ævig frelsa

    Jóh 3:15 fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.

    Jóh 3:16 Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

    Jóh 3:36 Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.«

    Jóh 4:14 Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív

    Jóh 4:36 Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar.

    Jóh 5:24 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.

    Jóh 6:27 Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.«

    Jóh 6:40 Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.«

    Jóh 6:47 Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.

    Jóh 6:54 Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.

    Jóh 10:28 Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.

    Jóh 12:25 Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.

    Jóh 12:50 Og Eg veit, at boð Hansara er ævigt lív. Tað, sum Eg tí tali, tali Eg, soleiðis sum Faðirin hevur sagt Mær.«

    Jóh 17:2 eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum!

    Róm 2:7 Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.

    Róm 5:21 fyri at, eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara.

    Róm 6:22 Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.

    Róm 6:23 Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

    Gal 6:8 Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.

    1.Tim 1:16 Men tí fann eg miskunn – fyri at Jesus Kristus kundi á mær – sum fyrstur var – vísa alt langmóð Sítt, teimum til fyridømi, sum skuldu trúgva á Hann til ævigt lív.

    Tit 1:2 í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum.

    Tit 3:7 so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.

    1.Jóh 5:11 Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í Syni Hansara.

    1.Jóh 5:13 Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.

    1.Jóh 5:20 Og vit vita, at Sonur Guds er komin, og Hann hevur givið okkum vit til at kenna hin sanna – og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív.

    Juda 21 og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds, meðan tit bíða eftir náði Harra okkara Jesu Krists til ævigt lív!
    Heb 5:9 Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann,

  • Nakað at siga tykkum

    Tala: Hanus Hansen, Luk.22.7, páskalambið. 10.Dec.2023

  • tí eygu míni hava sæð frelsu Tína…

    Jólaaaftan 2023. talari: Pætur Martinsson Hansen. Evnið, Luk.2.25-35, gamli Simeon. “Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt; tí eygu míni hava sæð frelsu Tína, ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísraels, fólki Tínum, Dýrd.”

  • Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus

    Talari Eyðstein Djurhuus, Evni: 2.Kor.4.5

  • Tala um Jesus Kristus

    Nov.2023, Talari Eivind av Reyni, Tala um Jesus Kristus

  • Berjast fyri trúnni

    Nov.2023, Talari Niels Johannesen, evni: Berjast fyri trúnni, bræv Judasar

  • Grøðingar endamálið

    Nov.2023, Talari Pætur Martinsson Hansen, Luk.8.43-48

  • Hvat fáa vit fyri tænastuna

    Talari Pætur Martinsson Hansen, Nov.2023. Evnið: Hvat fáa vit. Mat.20.28, 19.17-30, Jóh.21.15, 2.Pæt.2.1

  • Hvørji eru vit

    Tala sunnumorgunin 26.11.23, Talari Júst Vang,

  • Álvara, vreiði, Jealousi

    Tala Sunnukvøldið 26.11.23. Pætur Martinsson Hansen, Evni: Álvara…

  • Ábram: “Hygg upp……”

    Tala Mánakvøldið, 27.11.23, Pætur Martinsson Hansen, evnið: Hygg upp! 1.Mós.13.14.

  • Eg gloymi tað, sum aftanfyri er

    Tala mánakvøldið 6.11.23, Pætur Martinsson Hansen, Evnið, Fil.3.14,

  • Na´aman

    Tala mánakvøldið, 30.10.23, Pætur Martinsson Hansen, Na´aman, Luk.18-30, Elias og Elisa.

  • Gudsdýrkan

    Tala sunnumorgunin 5.11.23, Pætur Martinsson Hansen, evnið: Gudsdýrkan. Dán.1.8, 6.6, Áp.17.22, 25.19. 26.5, Róm.12.1, Ják.1.26, 27. Setti sær fyri Áp.5.4

  • Harrin Jesus Kristus er grundarlagið

    Tala okt.2023. Niels Johannesen. Matt.16.13-18,

  • Samkoma Guds er andalig

    Tala Okt.2023. Pætur Martinsson Hansen. Matt.16.19-23. Samkoma Guds mótsætt ríki Guds,

  • So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið

    Tala Sunnumorgunin 29.10.23, Pætur Martinsson Hansen, 2.Pæt.1.16-19. Uppliving og orðið

  • Kvinna! Trúgv tín er stór

    Tala Sunnukvøldið 29.10.23, Pætur Martinsson Hansen, Matt.15.21-28, Kvinnan við Týrus og Sidon.

  • Harrin Jesus kemur skjótt

    Tala sunnukvøldið 15.10.23, Eivind av Reyni

  • Sálmur 83, Palestina?

    Tala mánakvøldið 16.10.2023, Pætur Martinsson Hansen, Sálmur 83, profetiskur,

  • Andalig

    Tala sunnumorgunin 7.10.23, Pætur Martinsson Hansen, Andalig. 1.Kor.2.11-12, Jóh.6.63, Ezek.2.9-3.1-9. Op.10.8-11.

  • Tí hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika

    Tala mánakvøldið 25.9.23. Pætur Martinsson Hansen, 1.Kor.15.52-53,

  • Habakkuk

    Tala mánakvøldið 18.9.23, Talari Óli á Grømma. Evnið: Habakkuk

  • Umbroyting og uppreisnin. Ódeyðiliga og óforgeingiliga

    Tala sunnumorgunin 24.9.2023, Pætur Martinsson Hansen, Evnið: Umbroytingin og Uppreisnin, 1.Kor.15.50-51, 1.Tess.4.13-16, Jóh.17.22, Fil.3.21