Víngarðurin Es.5

Víngarðurin

Ísrael er fleiri ferðir avmyndað við ein víngarð í GT: (Sálm 80.9-20, Jer.2.21, Hos.10.1, Zak.3.10). Gud sjálvur hevur umsorgan fyri víngarði sínum, og ger alt fyri at hann skal bera ávøkst. Jesus kallar seg sjálvan fyri hitt sanna víntræið (Jóh.15.1), tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera (Jóh.15.5).

Esaias byrjar í kap. 5 sum lýrikari, sangskrivari, um ein elskaðan vin. Kærleikssong um víngarð Hansara. Eitt meistarverk, sum bæði fangar oyra og skapar blíða hugmynd, men eisini sorg. Hásongurin talar um hetta sama:“Stongdur urtagarður er systir mín..” (Hás.4.12-15).

Víngarðurin kundi ikki havt betri umstøður. Men orðaspælið, um rætt mótsætt blóð og rættferð mótsætt neyðarróp: Hann væntaði sær rætt – men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð – men har eru neyðarróp! (v.7). Tað var eins og hjá Dávidi, sum var so stórliga signaður, men hann fekk vitjan av Natan profeti, tí kongurin hevði tikið hitt einasta heimalambið frá tí fátæka manninum (2.Sám.12.1-7). Á sama hátt gekk við víngarðsmonnunum, sum Jesus tosaði um „Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum og leiga øðrum víngarðsmonnum víngarðin, sum geva honum ávøkstin í rættari tíð.“(Matt.21.40-43, 20.1), (Sálm 80.9-20). Esaias sigur, at víngarðurin skal oyðileggjast (v.6), men Jesus segði at víngarðsmennirnir skuldu drepast. Var tað hesi bæði, víngarðin og víngarsmennirnar, Jesus hugsaði um, tá Hann græt yvir Jerúsalem (Luk.19.41). Men ein dagur kemur tá Harrin skal sjálvur, nátt og dag, vakja yvir víngarði sínum (Es.27.2-3).

Hví bar hann víngarðurin einki uttan villber? Bert grundleysa, óútroknaða syndin kundi gjørt hetta. Vit leita kanska eftir onkrari grund fyri hví tað gekk so illa við víngarðinum, men finna onga. Bert falna mannalyndi kundi funnið uppá slíkt. Vit fáa at vita hvør hevði oyðilagt víngarðin: HARRIN stígur fram í rættinum móti hinum elstu í fólki Sínum og høvdingum tess: „Tað eru tit, ið hava etið upp víngarðin, tit hava rán frá hinum fátæka í húsum tykkara! Hvussu kunnu tit traðka fólk Mítt so niður og sora sundur hini fátæku?“ – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna (Es.3.14-15).

v.1

Fruktbørum heyggi. Er tað besta av tí besta, fyri seg sjálvan, nóg mikið av vætu, rætta sólin, væl vardur. Røktar fylgi sítt millum liljur (Hás.6.3), Far, fólk Mítt, far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin! (Es.26.20). Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum. (Es.61.10). (Hás.1.4, 4.10). Frá kvisti (4.2), til víngarð (Kap.5), til víntræ (Jóh.15).

v.2

Hvat gjørdi hann, ella hvat meiri var at gera við víngarðin! (v.4).

1. Gróv

2. Hentaði grót

3. Plantaði góð víntrø

4. Bygdi torn, vaktartorn

5. Høgdi vínpersu, kar, allarhelst høgt niður í klettin, helluna.

2. Hentaði grót, tók steinhjarta burtur (Eze.11.19, 36.26)

3. Góð víntrøð. Tað besta av tí besta, (nakað sum hevur við ljós og frælsi at gera). Hann bindur esil sítt við víntræið, við greinina á víntrænum fylið hjá esilsryssu síni; hann vaskar klæði síni í víni, kappa sín í vínberjablóði. (1.Mós.49.11).

4. Bygdi torn. Hetta kundi verið vaktartorn ella har tú kundi síggja niður yvir víngarðin. Ella eitt stað har tú kundi búgva í, eitt friðskjól, summarhús.

Og Eg hevði tó plantað teg sum valavíntræ, av útvaldum slagi, allan sum tú vart! Hvussu ert tú tá vorðin Mær umskaptur til villar kvistar av fremmandum víntræi? (Jer.2.21).

Onkur heldur at hetta víntræið sipar til eitt serliga gott reyðlitt slag.

Men har var einki at finna uttan grøn bløð, og ongin frukt (Mk.11.12-13), men tað, sum verri var at finna var spilta, illaluktandi frukt.

Víntræ teirra er av víntræi Sodoma og av markum Gomorra; vínber teirra eru eiturvínber, beisk eru vínberjatyssini. Vín teirra er brennandi drekaeitur og øgiligt ormaeitur (5.Mós.32.32-33).

:Síggið til, at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálkað av henni! (Heb.12.15).

Fekk einki uttan villber. Ja, var tað ikki tað næstbesta, nej, orðið er (beushim (93b); pl. of 889; stinking orworthless (things), wild grapes:— worthless ones(2).[1] Hvat var ella avmyndaði so hesin vánaligi ávøkstur, ella hitt vánaliga heystið? Jú, restina av kapitlinum síggja vit tey seks veiðini, sum førdu dóm og bann yvir landið.

Orðið villber er nakað stinkandi = dampur (34.3), stinkur 2.Mós7.18,21, fult av maðki og stinkaði (2.Mós.16.20),ringt orð hjá Farao (2.Mós.5.21, 1.Mós.34.30), Dávid: sár míni stinka (Sálm 38.6). Deyðar flugur loypa stink(Præd.10.1). Dávid, Hann hevur gjørt seg illa kendan hjá fólki sínum, (1.Sám.27.12).Absalon, illa kendur hjá faðir tínum, (2.Sám.16.21).

Alt sá so vakurt út. Tí eingin betri hildin víngarður var, hann var stikaður inni við persu og torni, slættur uttan grót og væl umgrivin. Men tá tú komst nærri stinkaði hann. Ein sera stór og litrík planta, sum eitur: (Amorphophallus titanum, Grikska navnið Amorphophallus, men hon stinkar av tí versta, og verður eisini kalla ”lík plantan” (corpse flower).

8. The World’s Largest And Stinkiest The most remarkable carrion arum is the titan arum or bunga bangkai “corpse flower” (Amorphophallus titanum). Native to equatorial tropical rain forests of Sumatra, Indonesia, this amazing plant flowered at the New York Botanical Garden in 1937. At its maximum development, a spadix over 8 feet tall (2.4 m) emerged from a huge vase-shaped, pleated spathe over 4 feet (1.2 m) tall and 12 feet (4 m) in circumference. This floral giant developed from a tuber measuring 6 feet (2 m) in circumference and weighing over 100 pounds (46 kg). According to B. Meeuse and S. Morris (The Sex Life Of Flowers, 1984), the enormous blossom generates such an overwhelming smell that people have been known to pass out from taking too close a whiff.

Hóast plantan er størri enn eitt vaksið fólk, er hon ikki hin størsta plantan. Hon er samansett av smáum plantum, baði hon og hann plantur, sum samlast eins og ein kransur í neðra. Men tann átøkiligi parturin sum stingur upp er sørur uttan bløð og skapar hendan ræðuliga stink. Grikska navnið Amorphophallus, titanum (Amorphos = skapleyst, Phallos = penis, titanum stødd á bláhvali).

Er hendan myndin verunliga nakað at avmynda hendan vakra víngarð við? Hvussu er mín, tín og samkomu andaligi ávøksturin? Er alt so vakurt, men tá tey koma nærri stinkar tað av tí ringasta?

Vit eiga og mugu venda við, og bera ávøkst. Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald (Gal.5.22-23). Bert í Kristusi eru vit væl fagnaði (Ef.1.6). Góði angi(2.Kor.2.15). Hvussu er angi mín fyri Gudi? Jesus segði: Eg eri víntræið, tit eru greinarnar (Jóh.15.5). Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur. Gud, hjálp okkum aftur á føtur,… tak tær av hesum víntræi (Sálm 80.4,9,15, 79.8). Í Bíbliuni (VD/Arvid) eru 52 ávísingar til víntræ.

v.3

Og nú íbúgvar Jerúsalem og Judamenn, dømi, millum Meg og víngarð Mín! Gud kallar sjálvur á tey (Es.1.18, Mika 6.3, Mat.21.40-41). Gud skal lata tey sjálvi fella sín egna dóm (Job15:6; Luk 19:22; Róm 3:4).

v.4

Hvat meiri var at gera. Kanska onkur kann koma við einum betri boðið afturat øllum tí, sum er roynt gjøgnum hesi síðstu árini. Hugsa vit um tann frísinnaða kristindómin so hevur ikki tvørra hugskot og hugflog til við mannasnildum at prýða um “víngarðin.”

Men hvat meiri var at gera. Ísrael hevði fingið allar signingar frá Gudi, tey høvdu lyfti Ábrahams. tey vóru eitt serskilt fólk, við egnum Gudgivnum lógum. Gudsdýrkanin var givin teimum beinleiðis frá Gudi gjøgnum Móses. Hvør smálutur í halgidóminum og allir smálutir í ofringum og í prestadøminum. Tey høvdu skriftina og profetarnar. Gud hevði gjørt alt, sum gerast skuldi fyri Ísrael og fyri at menniskju kunnu frelsast, og í núðtíð, hevur Gud eisini gjørt alt fyri, at børn Hansara og samkoman kann bera ávøkst. Tann, ið hevur fingið nógv givið, verður kravdur efir nógvum (Luk.12.48). Men hóast tann náttúrligi urtagarðurin vildi standa í besta blóma undir slíkum umstøðum, so stinkaði hann. Hetta var útvalda fólk Guds, Ísrael. Hetta er nakað vit kunnu læra av sum einstaklingar og sum samkoma.

v.5

Eg skal taka burtur stikið. Hví? Sum tú sáar skalt tú heysta (Gal.6.7).

Svínið úr skóginum gnagar tað, dýrini á markini eta tað upp (Sálm 80.14)..

Tey skulu ikki longur verða fólk mítt. Tey skulu aftur verða blandaði út ímillum heidningarnar. Eg skal ikki longur varveita og signa tey. Tey skulu ikki longur verða uppi á heygginum við tornum, men sett lágt, niður har tey vóru fyrr.

Tí skal – fyri tykkara skuld – Zion verða pløgt sum akur, Jerúsalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir (Mik.3.12). Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín(1.Mós.3.18). So hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.

v.6

Eg leggi hann í oyði.

Tí sigi Eg tykkum, at ríki Guds skal verða tikið frá tykkum og givið tjóð, ið ber ávøkst tess. (Mat.21.43, Luk.17.22, Áp.13.46). Eg geva boð um ikki at senda honum regn. Ikki hungur eftir breyði og ikki tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð HARRANS. (Amos 8.11). Hóast hetta so vóru profetar við í útlegdini í Bábylon: Jeramias, Ezekiel, Dániel, Haggai og Zakarias, sum eisini profeteraðu aftaná útlegdina.

v.7

Tín víngarður Harrans Guds herskaranna er hús Ísrael. Hetta evar ikki ein vanligur víngarður, ella nakar vanligur maður sum áttir garðin, nej, HARRIN Gud er víngarðsharrin, ognarin. Harrin eina eigur Ísrael og í dag er tað bert Hann sum eigur samkomu sína. Samkoma Guds.

Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín – tí øll jørðin er Mín(2.Mós.19.5).

Tí tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur Sær av.“(Heb.12.6).

Einans tykkum kennist Eg við av øllum ættum jarðarinnar; tí skal Eg heimsøkja tykkum fyri allar misgerðir tykkara. (Amos 3.2).

Hvat var endamálið við víngarðinum? Rættur rættur og rættvísi!

Og hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur slíkar rættvísar lógir og slík rættvís boð sum alla hesa lóg, ið eg leggi fram fyri tykkum í dag! (5.Mós.4.8).

Men hvat endaði tað við, jú órættvísi hevði troðka seg fram?

Framvegis sá eg undir sólini, at á dómstólinum, har sat gudloysið, og har sum rættvísi skuldi rátt, har ráddi gudloysi. (Præd.3.16).

Ístaðin fyri bøn, tilbiðjan og hjartans lovsang, var bannan og blótan. Tað endaði við, at tey róptu: Krossfest, krossfest Hann.

Her í v.7 er eitt meistarligt orðaspæl á frummálinum:

Væntaði rætt (mishpat), men har verður úthelt blóð (mispat).

Væntaði rættferð (tsedaqua), men har eru neyðarróp (tseaqua).

Danska týðingin frá 1933 hevur eisini orðaspæl her:

Han vented på Retfærd se, der kom Letfærd,

han vented på Lov se, Skrig over Rov!

Men när han väntade laglydnad, då fann han lagbrott, och när han väntade rättfärdighet, fann han skriande orättfärdighet. – (Svensk 1917).

Er wartete auf Rechtsspruch, siehe, da war Rechtsbruch, auf Gerechtigkeit, siehe, da war Geschrei über Schlechtigkeit. (Luther).

Hvat liggur í hesum orðum, hvat er at ”væntði rætt” tað hevur við myndugleiki at gera, at døma um, dómstólur, fremja rættvísi. Fyrr var ikki gjørdur munur á lóggevandi, útinnandi og dømandi makt, so orðið ”rætt” skal skil út frá tátíðini. Tí kann orðið ”rætt” lættliga misskiljast, um vit hugsa út frá mótsetninginum, sum er órættur. Tátíðar rættarsamfelagið var grunda á ein leiðara, eins og Ísrael var leitt av Mósesi. Enn í dag kunnu vit innan arabisku oyðimarkafólkini, finna leiðaran, sum var ein ættarfaðir, elstur, sum tók myndaligar avgerðir. Slíkir menn finna vit her: Móses, (2.Mós.18.13-15, 5.Mós.1.16-17), Dómararnir, (Dóm.16.31, Sámuel 1.Sám.7.6), Messias (Sálm 72.4). Harrin (Sálm 96.13, 2.Tim.4.8).

Men hesir menn ganga ikki í torvum.

Men her var ongin, sum steig fram í skarðið, at fáa rættin fram (Ezek. 22.29-31). Síðani vísir hann á seks vei, sum var upphavið til allan hendan órætt:

  1. v. 8-10,                   Havisjúka

  2. v. 11-17,                 Fyllskapur

  3. v. 18-19,                 Líkasæla

  4. v. 20,                       Villleiðing og svik

  5. v. 21,                       Stoltleiki

  6. v. 22-25,                 Órættur

v. 8-10.

Havisjúka, materialisma, hetta var ímóti lógini (3.Mós.25.23-28, 1.Kong.21.1-3). Tey ríku lumpaðu tey fátæku, og tóku land teirra. Teir bygdu sær so fleiri og stórri hús, og stórar garðar, men Gud ávaraði tey um, at hús teirra skuldu verða oyðin og tóm. Stóru víngarðar teirra skuldu bert geva 36 ltr. bert 10% skuldi heystast av nøgdini, sum varð sáa.

v.11-17

Fyllskapur. Undirhald og njóting. Gamla Testamenti noktaði teimum ikki at smakka vín, men ávaraði ímóti fyllskapi (Orð. 20:1; 23:29–31; Hab. 2:15). Hesar ávaringar koma aftur í NT (Róm. 13:13; 1 Kor. 6:9–10; Ef. 5:18). Tey vór so djúpt fallin í fyllskapi, at tað fyrsta tey gjørdu, tá tey vaknaðu, var at leita til vínið, og so drukku tey allan dagin og sótu heilt eldreyð út á náttina. Ball og tónleik elskaðu tey. Men endin var, at fleiri doyðu í drykkiskapi (v.14).

v.18-19

Líkasæla. Tey livdu í synd, men tosaðu um hin Heilaga, sum einki var galið.

v.20

Villleiðing og svik. Rangvend siðstøðan. Tey nýttu bíbliunnar orð, tey røttu orð, men kendu ikki týdningin av teimum. Tey vóru tvítungut, og royndi at tosa soleiðis, at ongin mátti fáa ringa samvitsku. Eingin mátti stoytast. Einki negativt, so sum synd skuldi nevnast. Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey (Sálm 12.3).

v.21

Stoltleiki. Vísdóms stoltleiki. Nóg mikið við seg sjálvi. Teir ráðførdu seg við hvønn annan, men spurdu ikki Gud til ráðs (Róm1.22, 1.Kor.1.18-25).

Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! (Orð.3.7).

v.22-25

Órættur. Rætturin dømdi órættvíst (Eze.13.19). Aftur her skuldu tey heysta tað tey sáaðu. Vildu tey ikki venda við og taka móti náði (1.18), skuldu tey rekast í útlegd til Bábel.

PMH dec 2009


pl. plural

[1]Thomas, R. L. (1998, 1981). New American Standard Hebrew-Aramaic and Greek dictionaries : Updated edition (H891). Anaheim: Foundation Publications, Inc.