Róm.4
2 Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av. Tó ikki fyri Gudi –
3 tí hvat sigur skriftin? – „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“
4 Tann, ið virkar – honum verður lønin roknað, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á.
5 Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudliga rættvísan – honum verður trúgv hansararoknað til rættvísi.
6 Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk:
7 „Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá!
8 Sælur tann maður, ið Harrin ikki tilroknar synd!“
9 Henda sæla – er hon nú fyri hini umskornu ella fyri hini óumskornu við? – Vit siga jú, at trúgvin varð roknaðÁbrahami til rættvísi.
10 Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Táið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki táið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin.
11 Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimumtilroknað –
22 Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi.
23 Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað,
24 men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum, sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu,
Ábraham og Dávid sum vóru á munni alra jøda, vóru góð dømir at taka fram um rættvísgering. Hvat hevur Ábraham framum ella hvat hevur jødin framum (kap.3.1). Var tað av verkum, nei, og aftur nei. Jødarnir vendu aftur og aftur til verk (Gal.3.1), Paulus mátti spyrja: “hvør hevur ganda tykkum!”
Trúgv Ábrahams var ikki eitt “verk,” nei ein hugburður, áskoðan ella ein støða, eins og røvarin, sum var negldur til krossinum, fekk einki gjørt uttan at trúgva, ella broyta áskoðan. Ábraham broytti ikki seg sjálvan, men gav alla hugsan sína til Gud, og soleiðis kundi Gud sleppa framat við Sínum lyftum og signingum til hansara. Vit halda, at vit skulu gera gott fyri at gerast gudilig. Men Ábraham, í trúgv síni, gjørdist ikki gudiligur, men Gud kallaði hann: rættvísan. Trúgvin verður roknað til rættvísi. At gera gott ella at verða gudiligur førur ikki til hesa “roknan.” Hetta kann Gud tilroknað hinum gudleysa, sum trýr á Hann. Grundarlagi fyri hesi ”roknan” er krossverk Kristusar.
Les Luk.18.10-14, um farisearin og tollarin, sum fóru niðan í templið at biðja.
Hin ógudiligi
“Sum ger hin ógudiliga rættvísan!” (Róm.3.5). Her stendur at lesa, ”hin ógudiliga.” Vit hugsa, at Gud ger hin góða, hin sum skikkar sær væl, sum livir eitt hampuligt lív, ella tað betra slagið, nei, her stendur, at Gud ger hin ógudiliga rættvísan. Alt hetta er ímóti okkara hugsan. Og so er tað bert av trúgv, og tað er eisini ímóti okkara vanligu hugsan. Kann tað verða so einfalt ella so lætt? Ella man tað verunliga meinast við hin ógudiliga? Er tað ikki hin religiøsa, samkomu ella kirkjugangaran? Nei, her stendur hin ógudiliga. Hetta siga vit ikki, tí vit vilja verja hin ógudiliga, nei, vit siga sannleikan, vers 5: “Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi.” Jesus segði: “Tað er fullgjørt!”