Vísdómur 1.Kor.2

Fyrra Korintbræv 2

Tey høvdu blanda sannað evangeliið við sálarfrøði, politik o.a. Hybrid evangeliið, sum als ikki var evangeliið. Av hesum kom eisini stríð innanhýsis í samkomuni.

Sjey ferðir í fyrstu 8 versunum nevnir hann orðið vísdóm, og meiri enn 10 ferðir í fyrsta kapitli talar hann um vísdóm. So spurningurin er: Hvat er sannur vísdómur?

v.1 Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds.

Paulus minti tey á, tá hann kom til teirra (v.1-2), ikki sum ein væltalandi, vakur og fangandi  talari, nei, hann sipar til dárskap, veikleika og at hava lítið at týða (1.27-28), og rósti sær ikki av mannavísdómi (1.31), men kundi siga: Vit tala Kristus krossfestan (1.23). Tá hann  kom til teirra var hann har í minst 18 mánaðir (Áp.18.1-18). Hesa tíðina prædikaði hann í synagogunum og í heimunum (Áp.18.4, 7-8). Hann nýtti ikki menniskjaligan talikunst, ella tráaði eftir at verða róstur fyri framúr taligávur, ikki sum meistari í talu, ella menniskjaligan vísdóm (sophia, prógvførðsla í heimspeki).Tað hann segði (vísdóm) og hvussu hann segði tað (tala), var ikki sermerkt av mannasnildum. Hannan tosaði ikki eftir teirra høvdi. Nei, besta og reinasta mannahugsan, var ófullfíggja til at kunngera hendan stóra boðskap. Hetta var vitnisburður Guds, vitnisburðin um Kristus (1.6).

Hann kunngjørdi ein krossfestan Harra. Úrslitið av tali síni gav hann upp til Gud, sum eina gevur ávøkst. Endamálið var ikki at menniskju fyri ein hvønn prís skuldi verða frelst, nei, endamálið var at kunngera einfalda evangeliið, orð krossins (1.18), so øll skuldu verða frelstur, og tað bert gjøgnum hendan einfalda boðskap. Einki sjálvgjørt, einki hybrid, evangelii.

Tá ið Móses var á fjallinum, fekk hann eina fullkomna tekning frá Gudi (2.Mós.35-38), um halgidómin, tabernaklið. Móses helt seg til hesa fyrimynd og einki annað. Hann var trúfastur móti fullkomnu fyrimynd Guds. Men ísraelsfólk broytti “tekningina” síðani broyttu tey  gudsdýrkanina. Tí vildi Gud ikki taka ímóti offur og tilbiðjan teirra. Móses royndi aftur og aftur at fáa tey at halda seg til “tekningina,” men tey vildu nakað annað. Tey vildu líkjast hinum heidnu fólkunum, sum vóru rundan um tey . Til síðst vrakaði Gud tey, tí tey høvdu fyrst vrakað Gud.

Søgan var við at endurtaka seg her í Korint. Tey vildu líkjast hinum, heldur enn at halda seg til vanvirda boðskapin um krossin.

v.2 Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.

Versið byrjar við “tí.” Hetta vísir til kap.1.31: Rós hansara var í Harranum. Vísdómur, rættvísi, heilaggering og endurloysing er bert í Kristusi (1.30). Hann hevði sett sær fyri einki at tala uttan Jesus Kristus, persón, sum Gud, og verk hansara, týdningurin av krossfestingini, persónurin og virkið hansara við evangeliinum.

v.3 Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan.

Hann tosaði av royndum, tí hann kendi í sær sjálvum menniskjaligan ófullkomileika til eina slíka tænastu (1.Kor.15.8-10). Í tøttum samband hansara við Gud, kundi hann betur síggja, at einki menniskja kundi gera hesa Guddómmiligu tænastu í sær sjálvum. Paulus áminti um at arbeiða við ótta og bivan uppá frelsuna (Fil.2.12). Altíð at verða mintur á hvat vit eru í Kristusi.

Gud styrkti og troystaði Paulus, tá hann fyrstu ferð einsamallur kom til Korint (Áp.18.9-10). Rundan um seg hevði hann kent stríð og innan í ótta (2.Kor.7.5-7). Hesin Harrans tænari kendi til veikleika (2.Kor.10.10, Gal.4.13).

Ikki persónligan ótta, men ótta fyri ikki á rættan hátt at fremja hesa stóru tænastu. Ikki við eygnatænastu, men av hjarta.

Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –  ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum! (Ef.6.5-7).

Avgerandi var at Andin virkaði. Hvussu royndur ella dugnaligur talarin var, hevði minni at týða. Álit okkara má vera á kraft Guds.

v.4 og 5 Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.

Tala (hvussu hann talaði, logos), ella at tosa persónliga. Prædika, lærdi (hvat hann talaði, kérugma) til mong, alment. Vísddómstalarar yvirtalaðu fólkið við lokkandi snildum sínum (Kol.2.4). Orðið yvirtala (peithois) sipar til ein sum kjakast ella sølumannin sum royndi við yvirtalandi orðum at selja vørur sínar. Paulus royndi eisini at sannføra (peitthó), (Áp.18.4), menniskju fyri at tey skuldu verða frelst. Ikki at selja, men at geva teimum eina gávu.

Prógva av Anda og kraft. Prógv varð nýtt sum lógfrøðislig prógv í rættinum. Hendan kraftin sást eisini í Tessalonika (1.Tess.1.5),

Rósi var ikki hansara, men Harrans (1.31). Hann var ikki komin at vinna sær sjálvum eitt fylgi, sum hinir gjørdu. Hann var bundin av einum einføldum boðskapi. Hann var ikki ein kristin sølumaður.

Mangir persónar fjala Kristus Jesus, heldur enn at peika á Hann.

Paulus rósti sær av krossi Kristusar (Gal.6.13).

Hann minti tey á eginleikar hansara (v.3-4). Paulus leit ikki á sín egna mátt, men kundi siga: Tá eg eri veikur eri eg sterkur (2.Kor.12.10). Boðskapurin varð prógvaður við Anda og kraft. Óndir og Gudleysir syndarar vóru broyttir til Guds børn (1.Kor.6.9-11).

Hann minti tey á mál hansara (v.5).

v.6 Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis.

Vit tala (v.7 og 13). Millum hini fullkomnu (teleos), ella búgvin (Fil.3.15) í mun til barnið. Børn í viti (1.Kor.14.20, Ef.4.13, Heb.5.14). Heimspekingar talaðu eggjandi og róstu sær av at verða fullkomnir og lovaðu teimum, sum vildu fylgja teimum, sama fullkomuleika. Men Paulus tosaði um ein annan ævigan vísdóm. Her (v.6-9) sæst munur millum núverandi deyðiliga vísdóm heimsins (1.20), og ævig vísdóm Guds. Loyndarmál sum er opinberað (Róm.11.25, 1.Kor.15.51, Ef.3.5-6). Vísdómur heimsins til einkis (1.28).

v.7 Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd.

Vísdóm Guds. Samkoman byrjar við evangeliinum (v.1-4), men má koma víðari inn í opinberað loyndarmál Guds (Ef.2-3). Tað er eitt innanhýsis loyndarmál, fyri samkomuna, húsfólk Guds og ikki fyri heimin. Tíverri kenna nógv so kallaði trúgvandi ikki til loyndarmál Guds.

Okkum til dýrd, bæði í sál og likam.

v.8 og 9 Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar. vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“

Hetta vers verður ofta tikið fram til jarðarferð, men hettar sipar til okkum nú. Hetta gongur greitt fram av næsta versi. Versið sipar til Es.64:

Frá gamlari tíð hevur jú eingin spurt ella hoyrt, hevur einki eyga sæð nakran annan Gud enn Teg gera slíkt fyri tey, sum bíða eftir Honum. (Es.64.3).

Hetta var meðan Ísrael var í útlegd í Bábel.

Tey vóru í útlegd tí tey høvdu ikki verið “andalig.” Tey høvdu ikki akta Gud. Fólkið hevði hugsað menniskjaligt, og vildu dýrka Gud eins og heidningafólkini rundan um tey gjørdu. Spurningur teirra var: Hvat vilja menniskju, og so livdu tey eftir tí. Nú vildi Gud, gjøgnum útlegdina, læra tey tann rætta spurning: “hvat vil Gud?”  Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. (Jer.29.11).

Ætlað okkum til dýrd.” (v.7).

Alt virkar teimum til góða (Róm.8.28). Ikki vist, at tað altíð sær út soleiðis. Hugsað um Ábraham, tá hann mátti fara niðan í fjøllini. Men signing Guds var við honum. Um vit ganga í vísdómi Guds, koma vit eisini, at gleðast í signingum Guds. Men tá vit gloyma at líta á Gud, vilja ikki akta Hann, og so kærleiki okkara til Hansara kólnar, byrjar lívið at fá eina trista gongd.

Menniskja kennir ikki vísdóm Guds, og kann ikki kenna hann, tí menniskja hugsar bert menniskjaligt. Tey høvdu gloymt einfalda krossboðskapin og vóru farin yvir í leikitøjsavdeilingin. Tey vóru farin frá tí andaliga til vísdóm heimsins (tað rationella, logiska og fornuftiga). Men tað er bert við andanum, sum Gud gevur børnum sínum, teimum sum elska hann (9b), at vísdómur Guds kann fatast. Andi Guds er sermerktur av kraft (2.4, Áp.1.8), og vísdómi (2.6-7).

  1. Heilagi Andin má til fyri at opinbera (v.10-11)

  2. Heilagi Andin má til fyri at vit skulu vita (v.12)

  3. Heilagi Andin má til fyri at læra okkum (v.13)

Allur guddómurin, Gud, Kristus og Heilagi Andin eru við í frelsu okkara (Ef.1.3-14, 1.Pæt.1.2).

v.10 – 13  Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds. Hvat menniskja veit, hvat í menniskjanum býr, uttan andi menniskjans, sum í tí er! Soleiðis veit heldur eingin, hvat í Gudi býr, uttan Andi Guds. Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi. Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.

Her nevnir hann 8 ferðir um anda.

Hví gjørdi Ábraham sum hann gjørdi, tá stríð kom millum hirðarnar hjá honum og Lot? Jú, Ábraham  var andaligur og vildi ikki hava stríð. Hann dømdi andaliga. Vit kundu nevnt aðrar: Ábel, Nóa, Móses og øll tey í Heb.11.

Vit hava fingið Heilaga Andan, tá vit komu til trúgv (Ef..1.13-14), og doypt í andanum (1.Kor.12.13), og andin verður verandi (Joh.14.16), vit eru tempul andans (1.Kor.6.19-20), frælsis andin (2.Kor.3.17). Ikki anda heimsins, tí vit eru kallaði út úr heiminum (Jóh.17.14,16).