Elias 1.Kong.17-19

Elias

Elias ((ee-l´juh) hvørs Gud er HARRIN) (Yah(u) er Gud, cf. lae/y)
Elias var í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar.

Nevndur umleið 29 ferðir í Nýggja Testamenti.
Vit lesa fyrstu ferð um hann í samband við ein óndan kong, Akab:
Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: „So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“ (1.Kong.17.1).

Stutt yvirlit yvir lív Eliasar:

  1. Elias Tisbitur, úr Gilead, profetur, atsøktur av Akab (1.Kong.17.2-7, 18.7-10).

  2. Flýddi út í oyðimørkina, har ravnarnir góðu honum mat (1.Kong.17.2-7).

  3. Harrin bað hann fara til Zarepta, har ein fátøk einka tók sær av honum. Mjølið í krukkuni og oljan í krússinum (1.Kong.17.8-16).

  4. Steig aftur fram fyri Akab (1.Kong.18.1-16). Hittir Akab og biður hann samla allar Ba´alsprofetar saman (1.Kong.18.17-20).

  5. Roynir speiskliga Ba´alsprofetar (1.Kong.18.25-29).

  6. Drepur Ba´alsprofetar (1.Kon.18.40).

  7. Flýggjar út í oyðimørkina undan Jesabel, til Horeb (1.Kong.19.1-18)

  8. Fastar 40 dagar (1.Kong.19.8) missir mótið (1.Kong.10,14), uggaður (1.Kong.19.11-18)

  9. Flýggjar út í Damaskusoyðimørkina, fær boð um at salva Hazael til kong yvir Sýria, Jehu kong yvir Ísrael, og Elisa til profet í sítt stað (1.Kong.19.9-21).

  10. Persónlig áskoðan (2.Kong.1.8), sjálvsmetan og virðing (1.Kong.19.10,14, Luk.1.17, Róm.11.2, Ják.5.17).

  11. Burturryktur (2.Kong.2.11).

  12. Sæst saman við Jesusi á umbroytingarfjallinum (Matt.17.3-4, Mark.9.4, Luk.9.30)

  13. Eins og Jóhannes doyparin (Matt,11.14, 16.14, 17.10-12, Mark.9.12,13, Luk.1.17, Joh.1.21-25).

 

Undur

 

  1. Oljan hjá einkuni í Zarepta (1.Kong.17.14-16).

  2. Vekur upp son einkjunnar í Zarepta (1.Kong.17.17-24).

  3. Turkur í 3,5 ár (1.Kon.18.41-45, Ják.5.17,18).

  4. Fær eld niður av Himli at oyðileggja offrið (1.Kong.18.24, 36-38).

  5. Kallar eld niður yvir hermenn Ahazja (2.Kong.1.10-12, Luk.9.54).

 

 

Profiti

Profeti um turkur (1.Kong.17.3).

Profeti um Akab og hús hansara (1.Kong.21.17-29, 2.Kong.9.25-37)

Profeti um deyða Ahazja (2.Kong.1.2-17).

Profeti um pláguna yvir fólkið á døgum Jórams, kong Ísraels (2.Krøn.21.12-15.2)

4 Søgur

Elias var profetur á døgum Akabs (873-851 f.kr.) og Ahazja (851-849 f.kr.). Hann er høvuðspersónurin í fýra søgum í Kongabókunum. Hesar fýra søgurnar eru:

  1. Fyrsta søgan (1.Kong.16.29-19.18), sigur frá turkur, sum straff fyri avgudadýrkan teirra. Meðan turkurin vardi tók Gud sær av honum á ein undursaman hátt. Turkurin endaði við einari uppgerð millum Elias og Ba´als profetar. Tann gud, sum svaraði við eldi frá himli, skuldi verða tann eini og sanni gud teirra. Elias vann og Jehova var viðurkendur sum Gud teirra. Ba´als profetar vóru síðani dripnir. Atsøktur og eltur av Jesabel, sum vildi hevna Ba´als profetar. Elias flýddi til Horeb. Salvaði Hazael, Jehu og Elisa, tríggjar nýggjar høvuðspersónar, sum skuldu stríðast ímóti Ba´al. Hendan søgan, sum verður roknað sum eitt meistaraverk millum Bíbliukønar, varð allarhelst skrivað í Judea á døgum Manassers, umleið 200 ár eftir hesar hendingar.

  1. Onnur søgan (1.Kong.21), sigur frá hvussu Nabot, varð avrættaður, og tað ósekur. Havisjúkan eftir urtgarði hansara, skapti kongaliga samansvørjing og dømdi hann ósekan til deyða fyri gudsspottan. Akab tók síðani víngarðin, men mátti síggja profet Guds, Elias, andlit til andlit, við einum ræðuligum profitiið um dóm fyri hesa níðingsgerð.

  1. Triðja søgan (2.Kong.1.2-2.17), sigur frá Ahazja, Ísraelskongur, sum sendi menn at spyrja Ba´al-Zebub, gudin í Ekron, um hann mundi gerast frískur av sjúku síni. Elias fór ímóti teimum við boðum, sum søgdu, at kongurin skuldi doyggja aftur fyri, at hann ikki viðurkendi Harran sum Gud. Tvær ferðir kom eldur niður av himli yvir menn kongsins.

  1. Fjóra søgan (1.kong.19.19-21, 2.Kong.2.1-18) sigur frá hvussu kraft Eliasar kom yvir Elisa.  Hvussu Elias fór til himmals í eldvagni. Soleiðis kom profetur í profetsinsstað. Men hesir menn vóru sera ólíkir. Elias stríddist heilhjartaður ímóti avgudadýrkan og órættvísi, ein dómsprofetur, meðan Elisa (merkir, Gud, frelsa hansara), meiri sum ein náðinnar profetur, sum virkaði við undrum og frelsti Ísrael gjøgnum Árameisku-kreppuna,.

Ba´al

Hvør var Ba´al?

Ba´al merkir harri. Bel er tað Bábyloniska navnið fyri Ba´al. Ba´al og Astarta, vóru kall- og kvenngudarin yvir grøðini. Teir stóðu heldur fyri kraft og megi enn fyri rættvísi. Gudsdýrkanin í dag er eisini meiri sermerkt av at tosa um kraft, megi og stórleika, heldur enn rættvísi í tænastuni, sambært orði Guds.

Hann var upprunaliga ein av teimum gudunum, sum Ísrael skuldi rudda út, tá tey komu inn í Kánansland á døgum Josva. Men Akab vendi fullkomiliga aftur til hesa heidnu óndu avgudadýrkan.

Ba´al var akurgudurin fyri bóndastættin, sum skuldi syrgja fyri at grøðin og innheystingin eyðnaðist. Fólkasløgini (fønikararnir) út móti havinum, norðanvert Ísrael, høvdu Ba´al sum teirra gud. So hendan avgudadýrkan hevði djúpar røtur og Jesabel kona Akab, sum var frá hesum øki, Zidon, innførdi Ba´al til Ísrael (1.Kong.16.21). Í øldir hevði hendan avgudadýrkan verið dýrka, men undir stýri Akabs og Jesabels skuldi hon undir skipaðan og skilagóðan mynduleika til, at gerast ein gudsdýrkan fyri alla tjóð Ísraels. Altarini vóru mong, og Ba´als profetar vóru mangir

Men send nú boð og savna mær alt Ísrael saman á Karmelsfjalli, eisini hinar 450 ba’alsprofetarnar og hinar 400 asjeruprofetarnar, ið eta við borð Jesabelar!“ (1.Kong.18.19)

 

Avgudadýrkararnir klæddu seg í serlig klæði (2.Kong.10.22).

Roykilsi vóru offraði (2.Kong.23.5).

Tarvar vóru offraðir (1.Kong.18.26).

Børn vóru offraði:

og bygdu ba’alsheyggjar at brenna synir sínar á sum brennioffur til Ba’al – slíkt, sum Eg hvørki havi givið boð um ella talað um, og sum aldri hevur verið Mær í huga! (Jer.19.5).

Tað er lætt at ímynda sær hvat hendan sataniska, avskeplaða avgudadýrkanin førdi til. Á Karmel dømdi Elias tey, eisini gud teirra. Tá Kristus kemur skal Hann eisini døma líknandi avgudadýrkan sum vit lesa í  Opinbering Hansara.

Jesabel, sum merkir hin reina, men í verki er júst tað øvuta, ónd og Djevulsbesett.

Øll tjóðin var til reiðar at venda sær frá Gudi sínum til hin fremmanda gud, Ba´al.

Jeremias segði: “Fólk mítt vil hava tað so.” (Jer.5.31). Men ein leivd var eftir uppá 7.000 mans, sum ikki hevði boygt knæ fyri Ba´al, hóast ræðuligar atsøknir. Soleiðis verður eisini í trongdartíðini, tá skal eisini ein leivd vera eftir fyri Harranum. Soleiðis er Elias og samtíð hansara eisini ein mynd av trongdartíðini. Í Opinberingini 11.6, lesa vit um somu undur sum Elias:

Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera.Op.11.6.

Við at profetera og siga frá turki, bjóðaði Elias Ba´al av á hansara egna heimaøkið, avgrøðin, sum var bjarging teirra undan hungursneyð. Einki kundi veksa uttan vatn. Regnið kom ofta við illverðrið og stormi, eisini á hesum økið mátti Ba´al lúta.

Ba´al kundi heldur ikki geva nakað svar.

Hvør ger sjúkan ella frískan, hvør gevur lív og hvør tekur lív?

Ba´al var fullkomiliga gjørdur til láturs.

Tað er HARRIN sum er Gud! Tað er HARRIN sum er Gud!” (1.Kong.18.39). Tað er bert ein Gud, (monotheism). Hvør annar er dómari uttan HARRIN! Hvør annar er frelsari uttan HARRIN!

Elias mynd av Jesusi

 

 

Elias er ein mynd av Harranum Jesusi. Hann virkaði undir turkinum, sum vardi 3,5 ár. Harrin Jesus virkaði eisini í 3,5 ár.

Tænasta hansara var sermerkt av dómsboðskapi, eins og í stóran mun Harrans Jesusar tænasta eisini var.

Jesus segði: „Til dóm eri Eg komin í henda heim, (Jóh.9.39).

Eg komi ikki við friði, men við svøri. Eins og Eliasar 3,5 ár endaðu við offri og dómi á Karmels fjalli, so endaði 3,5 ára tænasta Harrans Jesusar við offri og dómi á Golgata heyggi.

Í báðum førum fall eldurin á óskyldiga offrið og ikki á seku tjóðina. Elias er í mongum førum ein skuggi av Harranum Jesusi.

Elias reisti upp deyð, tað gjørdi Harrin Jesus eisini.

Hann fastaði 40 dagar, eins og Harrin Jesus gjørdi.

Gjørdi nógv undur eins og Harrin Jesus eisini gjørdi nógv undur.

Elias fór út um land Kánans til eina einkju í Sidon.

Harrin Jesus grøddi dóttir eina Sidoniska kvinnu (Matt.15.21).

Ein flokkur var sendur at taka Elias.

Harrin Jesus var eisini tikin av einum flokki.

Elias varð tikin upp til himmals,

Jesus var eisini tikin upp til himmals.

Elisa koma aftaná Elias.

Heilagi Andin kom aftaná Jesusi.

Heiðin kvinna tænti Eliasi, men Elisa “tænti” grøddi heidning (Luk.4.25-27). Soleiðis skuldi eisini evangeliið fara út til heidningarnar.

Hevði Ísrael viðurkent Jesus sum Messias, so høvdu tey eisini sæð í Jóhannesi doypara, hin komandi Elias (Luk.1.17, Matt.11.14, Malak. 4.5). Hinir skriftlærdu vitstu, at Elias skuldi koma undan Messiasi:

17:10: Tá spurdu lærisveinarnir Hann: „Hvat er tá tað, ið hinir skriftlærdu siga, at Elias eigur at koma fyrst?“

17:11: Hann svaraði: „Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag;

17:12: men Eg sigi tykkum, at Elias er longu komin, og teir vildu ikki vita av honum, men gjørdu við hann alt, ið teir vildu. Soleiðis skal eisini Menniskjasonurin líða av teimum.“

17:13: Tá skiltu lærisveinarnir, at tað var um Jóhannes doypara, Hann talaði við teir. (Matt.17.10-13).

Soleiðis var Elias bæði ein mynd av Jesusi og Jóhannesi doypara. Eins og Harrin Jesus, so hevði Elias nógv at siga við fólk sítt um syndafullu vegir teirra og um tann dóm slíkt lív mátti enda við. Men hin seinni, Elisa, kunngjørdi náðiboðskap Guds í síni fullu fyllu. Nøvn teirra vísa eisini til tænastu teirra: Elias merkir: “Hvørs Gud er Jehova,” meðan Elisa merkir: “Hvørs Gud er frelsa.” Tann fyrri vísir á, at Gud krevur og metir um, hin seinni vísir á Guds samkenslu. Tann fyrri um menniskjans ábyrgd, tann seinni um Guds stóru náði.

Akab

Tað vóru bert 62 ár millum kong Sálomo og kong Akab. Ríkið var farið í tvíningar og var ikki endurreist. Gjøgnum hesi 62 árini høvdu 6 kongar stýrt í Ísrael, sum allir vóru gudleysir. Ringast var við hinum sjeynda, Akab, sum gifti seg við tí óndu Jesabel, sum var avgudadýrkari og leiddi fólkið út í avgudadýrkan. Hvussu djúpt var ikki tjóðin fallin síðan dagar Dávids og Sálomons. Akab svágdi seg við Zidoningar fyri at standa sterkari móti Sýria. Men eitt stig førdi til annað. Sølan var sera kostnaðarmikil, tí tann óndskapur, sum kona hansara, Jesabel, kom við, var ein vána verja. Nú hevði hann ikki bert Sýria sum fígginda, men tað sum verri var, hann hevði vakti vreiði Guds móti sær.

1.Kong. 16:30: Akab, sonur Omri, gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, meir enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið.

16:31: Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann.

16:32: Hann reisti Ba’al altar í ba’alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria.

16:33: Akab læt eisini gera Asjeru, og hann gjørdi mangt annað, ið vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels; hann bar seg verri at enn nakar av kongunum í Ísrael, sum undan honum høvdu verið. (1.Kong.16.30-33).

Akab sum nú hevði samt seg við Zidon og fekk soleiðis nógv størri atgongd til havið, tí Zidon lág út ímóti havinum, og Zidoningar vóru kendir handilsmenn og sjófararar. Akab hevði nú eina sterka peningaliga, politiska og religiøsa sameining.

Men eitt rotið, søkkandi grundarlag.

Júst tað sama skal sermerkja Ísrael á síðstu døgum, tá teir skulu fara at tilbiðja antikrist, sum vit lesa um í Opinberingini.

Jesabel er eisini nevnd í Opinberingini:

 

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir – og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur (Op.2.20).

Hetta er allarhelst sama fráfall vit lesa um seinni í Opinberingini, tá Harrin Jesus kemur, ikki við náði, men við dómi:

Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál. Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp (Op.17.15-16).

Jesabel vísti seg at verða ein fullkomin “hjálp” hjá Akab, til at venda fólkinum til avgudadýrkan. Hon var dóttir kongin í Zidon, sum søgan sigur, drap beiggja sín, fyri síðani sjálvur at taka krúnuna, og sum eisini á júst somu tíð var prestur Ba´als. Hon arvaði miskunnarloysi faðirsins, sum snildur leiðari við religiøsum íðinskapi, sum ein sannur og trúgvur prestur Ba´als.

Elias

Kraftin í boðskapinum

Elias stígur knappiliga fram. Stutt sagt vita vit einki um hann, uttan tað, at hann er Tisbitur úr Gilead. Tað er ikki hann, sum er frammi í ljósinum, men boðskapurin. Boðskapurin, sum er altavgerandi. Boðskapur hansara var eisini hvassur sum eitt tvíeggja svør. Kraftin kom ikki av føðing, uppvøkstri, útbúgving ella framgongd.

Kraftin var og er bert í:

at verða nær-saman við Gudi.”

Hetta er felags fyri allar tænarar Guds, til allar tíðir.

Hann nýtti nógva tíð  nær-saman við Gudi, og orði Guds (1.Kong.17), og var ein bønarmaður (Ják.5.17). Tað var júst hendan venjingin, sum gav honum mót til at stíga fram fyri Akab og ónda húski hansara.

Bøn hansara

Hann bað, at ikki skuldi regna (Ják.5.17).

Hví bað hann um nakað, sum hann sjálvur koma at líða undir, hungur, einki regn, eingin grøði, einki breyð. Eingin matur, hvørki fyri hann ella fólkið. Hví bað hann ein slíka bøn. Jú, tí hann kendi orð Guds og bøn hansara var eisini sambært vilja og orði Guds. (5.Mós.28.15, 23-24).

Tí so skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og Hann skal lata himmalin aftur, so einki regn kemur, og jørðin ikki gevur grøði sína; (5.Mós.11.17).

Fram um alt vóru tað andaligar signingar hann ynskti, hóast tað kom at kosta likamligar líðingar, sum turkurin førdi við sær, hungur og neyð.

Men kanska hetta var einasta bjarging fyri, at fólkið vendi sær í neyð síni aftur til Harrran.

Myrkir dagar

Myrkir dagar vóru í Ísrael, tí reisti Gud upp ein mann, eitt ljós, sum Elias. Tað var altíð í myrkum tíðum, at Gud reisti upp profetar, at áminna og ávara fólk sítt, um at venda við, og Hann vísti teimum eisini vegin til signing og framtíðar dýrd.

Ólíkt mongum profetum, skrivaði Elias onga bók, og í hesum var hann eisini líkur Harranum Jesusi.

Elias var eins og vit onnur menniskju, men munurin var, at hann livdi “nær-saman” við Gudi.

Elias var menniskja undir somu korum sum vit (Ják.5.17).

Elias stígur fram

Vit lesa fyrstu ferð um hann í samband við tann ónda kongin, Akab:

Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: „So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“ (1.Kong.17.1).

Tað hevur verið ein beiskur biti hjá Akab, tá Elias trínir inn í høll hansara, í skinnkappa og leðurbelti, kanska meira líktur einum villmanni, enn einum væl pussaðum og poleraðum umboðsmanni, og byrjaði talu sína:

So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir.”

Tað sá kanska út sum Ba´al var alt- og einaráðandi í Ísrael og var stóri gudur teirra, tí Jesabel hevði gjørt sítt arbeiði til fullnar, men Elias segði, at Harrin er Gud Ísraels. Hann er ikki deyður hóast fólkið ikki hevði givið honum gætur í langa tíð.

HARRIN Gud Ísraels livir!”

Hann er ikki bert ein Gud sum livir í onkrum avkrókið, nei, hann er her,

Hann, sum eg eri tænari hjá.”

Hann er heldur ikki óvirkin. Prógvini skulu á borðið.

Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!”

Elias krógvar seg

Síðani kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:„Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan! Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar.“ (1.Kong.17.2-4).

Hví skuldi hann krógva seg.

Skuldi hann nýta meiri tíð saman við Gudi?

Móses var 40 ár í oyðimørkini.

Paulus var nøkur ár fyri seg sjálvan saman við Gudi.

Jósef í fongsli.

Jesus sjálvur var 30 ár ókendur í eini bygd, Nazaret.

Jóhannes segði: Hann skal vaksa og eg skal minka.

Elias lærdi at líta dagliga á Harran. Ravnarnir góðu honum mat, so her var bert at líta á Harran, ikki bert hvønn dag, ein dag ísenn, men til hvørja næstu máltíð, bæði um morgunin og um kvøldið. Hann hevði bert nóg mikið til eina máltíð ísenn. Gud syrgdi fyri næstu máltíð, sum var send við óreinum fuglum (3.Mós.11.15). Breyðið og kjøtið kom av himli og vatnið fleyt við føtur hansara. Soleiðis er í dag við okkum trúgvandi, Jesus er breyð lívsins og um Heilaga Andanum segði hann:

7:37: Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!

7:38: Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

7:39: Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur. (Jóh.7.37-39, 4.13-14).

Vatnið, “ Heilagi Andin er her niðri “við føtur okkara” men breyði er av himli, har Harrin Jesus nú situr við høgru síðu hátignarinnar á hæddini.

 

Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív. Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta. (Jóh.7.33,35).

Elias kundi njóta andans samfelag við løkin, hann sá løkin, og hann kundi njóta breyði sum hann ikki sá, hvaðani tað kom, men Gud sendi tað av himli. Hvussu við okkum? Hava vit nóg mikið av “vatnið” og  “breyðið.” Er kanska bert tostin sløktur, men hungurin ikki. Hava vit nóg mikið av vatnið, men einki breyð. Ella er hungurin stillaður, men tostin plágar. Elias tørvaði løkin, sum hann sá, men eisini fuglarnir sum hann ikki altíð sá.

Løkurin tornar upp

Men táið ein tíð var gingin, tornaði løkurin upp; tí einki regn kom í landinum. (1.Kon.17.7)

Var tað ikki Gud, sum sendi hann til løkin? Hví tornaði so løkurin upp?

Hevði Gud gloymt hann?

Var Elias vorðin óandaligur?

Væntaði honum trúgv?

Holdsligur?

Hugmóðigur?

Verðsligur? Hvat var galið?

Ella onkur loynd synd í lívi hansara?

Allir hesar spurningar kundi Elias spurt seg sjálvan.

Løkurin tornaði upp, ja.

Hetta lærir okkum, at vit skulu ikki líta á umstøðurnar, men á Harran, ikki á tænarar hansara, sjálvt um teir eru ravnar. Vit er so skjót at líta á umstøðurnar, ístaðin fyri á Gud umstøðurnar, á Gud eina. Vit hyggja at gávunum heldur enn á hin Stóra Gevaran.

Tíðum tekur Hann signingarnar burtur, so vit aftur skulu hyggja á Signaran.

Elias hevði einki kent til turkin, tí hann hevði havt tað gott við løkin. Men nú tornaði løkurin upp, og hann kom sjálvandi at merkja tað. Hvussu kundi hann sum profetur Guds koma at hava djúpa samkenslu við hini, um hann ikki sjálvur kendi til neyð teirra á egnum kroppi. Harrin Jesus var royndur á sama hátt sum vit, tó uttan synd (Heb.4.15).

Løkurin tornaði upp, men lívsins kelda tornar aldri upp. Áir og løkur kunnu broyta kós og kunnu eisini torna upp, men keldan, lívsins kelda, broytist ikki, og tornar aldri í allar ævir upp.

Ht. 202. H. S. 77. A–e.

Av krossinum ein kelda rann,

ein kelda rann, ein kelda rann,

av krossinum ein kelda rann,

úr Jesu sárum fleyt;

og tann, sum kom til hana, fann,

til hana, fann, til hana, fann,

og tann, sum kom til hana, fann,

hon deyðans megi breyt.

Niðurlag: Á signaða kelda, á signaða flóð! –                  Hvønn ein syndara ger hon hvítari enn snjó.

2. Hin ránsmaður á krossi fann,

á krossi fann, á krossi fann,

hin ránsmaður á krossi fann

har frelsu fyri seg;

og tó eg óndur var sum hann,

var sum hann, var sum hann,

og tó eg óndur var sum hann,

hin kelda frelsti meg.

3. Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær,sum rann av tær, sum rann av tær,

Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær,

tað missir ei sín mátt,

til allur skarin stendur har,

stendur har, stendur har,

til allur skarin stendur har

hjá tær í Himli hátt.

*William Cowper (Ongl.), 1731–1800.

{Niðurlag: Tullius C. O’Cane (Amer.), 1830–1912}.

(Jákup Olsen týddi).

Einkja breyðføðir Elias

Reis teg og far til Zarepta, sum hoyrir til Zidon, og verð har! Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg.“ (1.Kong.17.9).

Frá turrum løki til doyggjandi einkju. Hvussu óransakiligir eru ikki vegir Harrans. Hann frøðist yvir at nýta tað veika fyri at gera tað sterka til skammar.

Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað, so einki hold skal rósa sær fyri Gudi. (1.Kor.1.27-29).

Fyri at koma til einkjuna í Zarepta mátti Elias ganga tvørtur ígjøgnum Ísrael, har hin ónda drotningin hevði súrgað alt landið við avgudadýrkan síni. Síðani inn í Ba´als land.

Men hvussu skuldi hann vita hvørja einkju hann skuldi fara til, tí tað vóru so mangar einkjur á døgum hansara (Luk.4.25). Hann mátti fara alla leiðina til Zarepta fyri at finna út av hesum. Hann kundi siga, at ein einkja, sum bert hevði ein neva av mjøli millum sín og deyðan, kundi als ikki ver einkjan, sum skuldi føða hann. Men eins og Harrin Jesus kom til kvinnuna við Sikars brunn (Jóh.4), og bað hana um vatn, so endaði tað við, at tað var ikki hon, sum tænti Harranum, men tað var Hann, sum gav henni lívsins vant. Og hon lat krukku sína standa. Hann kom ikki til at verða tæntur, men sjálvur at tæna. Soleiðis var eisini við Eliasi. Einkjan í Zarepta skuldi føða hann, men tað var júst tað øvuta, sum hendi Hon koma at kenna til ríkar og stórar signingar. Elias bjargaði henni.

Men hon svaraði: „So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðakvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!“(1.Kong.17.12).

Hon var komin í eina vána støðu. Sum menniskju er von, so hugsaði hon: “eta og drekka tí í morgin doyggja vit.” Hon var vónleys, og hevði vant seg við at hyggja fram ímóti deyðanum, og nú var hon væl fyrireika til deyðan. Síðsta máltíð var komin.

Men mjølið í krukkuni minnir um Kristus sum breyð lívsins.

Oljan í krússinum minnir um Heilaga Andan. Hvar kann finnast størri ríkidømi.

Ævigt ríkidømi.

Einkjan fekk ikki eina fulla krukku av mjøli, heldur ikki eitt fult krúss við olju, nei, bert nóg mikið til næstu máltíð. Trúðarlívið er bert eitt stig ísenn.

Hin rættvísi skal livað av trúgv.

Liva í trúgv, og ikki í skoðan.

Fyrst hevði einkjan einki, men nú Elias var komin, væntaði henni einki. Soleiðis eisini við hinum trúgvandi, tá Kristus sleppur inn í lív hansara. Honum væntar hvørki “mjøl ella olju” um hann bert vil líta á Frelsana.

Zarepta merkir: reinsingarstøð, bræðingarstøð, smeltara ovnur. Navnið er uppruna frá orðinum “smelta” ella “bræða.”

Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur. (Mal.3.2).

 

 

Dagurin, sum Malakias tosar um er ein royndar og dómsdagur.

fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. (1.Pæt.1.7).

Pætur tosar um trúnna, sum verður roynd, eins og gullið verður brætt ella smelta, fyri at fáa mold, eyr, stein og alt annað burtur, so bert tað reina gullið er eftir.

Bæði Elias og einkjan komu at kenna eina trúðarroyn í Zarepta, “smeltarastøðini”. Trúgv hennara var fyrst roynd tá Elias bað hana geva sær tað síðsta av mati hennara, sum var ímillum hana og deyðan. Trúgv hennara var eisini roynd dag eftir dag, sum hon hvønn dag tók tað síðsta úr krukkuni og úr krússinum. Hvussu høvdu eg og tú klára at siti við síðstu máltíð hvørja ferð vit settust til borðs? Síðsta roynd hennara í Zarepta, 2smeltarastøðini,” var tá einasti sonur hennara doyði.

Men nakað eftir hetta, nú varð sonur konuna, ið húsið átti, sjúkur; og hann versnaði so av sjúkuni, at hann til endan ikki andaði longur. Tá segði hon við Elias: „Hvat havi eg við teg at gera, gudsmaðurin! Tú ert komin til mín at minna á synd mína og volda syni mínum deyðan!“ (1.Kong.17.17-18).

Eins og hendan neyðars einkja fór at rannsaka lív sítt hvat var galið, hví doyði sonur hennara, soleiðis fara eisini vit á royndartíðum at rannsaka okkum sjálv. Er onkur goymd synd í lívi mínum. Vit seta spurningar. Vit missa fótafesti. Einkjan fór so til gudsmannin.

Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!“(Sálm 50.15).

Einkjan fekk sonin aftur.

Tá segði kvinnan við Elias: „Nú veit eg, at tú ert gudsmaður, og at orð HARRANS í munni tínum er sannleiki!“ (1.Kong.17.24).

Einkjan kom at ásannað, at Elias var gudsmaður. Jesus var maður Guds.

Tað var ikki bert einkjan, sum kom sum reinsað gull út úr smeltarastøðini, men Elias fekk eisini reinsað sína trúgv.

 

fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.(1.Pæt.1.7).

Úrslitið av hesum royndum var rós, dýr og heiður til Gud Ísraels.

Far og stíg fram fyri Akab

Fyrst fekk Elias boð um at fara og krógva seg (1.Kong.17.1), hann hevði nú krógva seg í 3,5 ár, men nú fekk hann boð um at stíga fram.

Maðurin var royndur. Fyrst við løkin Krit so í avgudalandinum har við Zarepta.

Gud kann bert nýta roynd menniskju (2.Kor.13.5-7).

Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi. (1.Tim.3.10)

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! (2.Tim.2.15).

Elias, Obadja og Akab

Her eru tríggir sermerktir persónar.

Obadja, ein góður maður á skeivum staði.

Akab, ein vingluskøltur og óndur kongur.

Elias ein trúfastur tænari Harrans.

Obadja tænti í húsi hins ónda Akabs. Hann boygdi ikki knæ fyri Ba´al, og var trúfastur móti Harranum. Hann var um-sjónarmaður ella hallarstjóri, fyri húsi Akabs. Óndir kongar og menn vilja ofta hava góðar menn at arbeiða fyri seg, tí teir vita, at teir eru álítandi. Men Obadja hevði ikki gott av at hava eitt slíkt kongaligt starv, í einum so óndum umhvørvi, undir ein so óndum kongi, við so óndari drótning. Obadja er sum mangur nútíðar kristin, sum heldur, at hann kann gera størri nyttu við at blanda seg við heimin og soleiðis broyta heimin. Men Gud sigur:

 

Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!

Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.“

Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum“; (2.Kor.6.15-17).

Obadja var tænari Akabs.

Elias var tænari Harrans.

Obadja fekk boð frá einum gudleysum kongi.

Elias fekk boð frá Gudi.

Obadja kallaði Elias fyri harra. (2.Kong.18.7).

Mangur trúgvandi hevur ynskt at fingið heimsins heiður og viðurkenning, eins og Obadja, men máttu gjalda nógv afturfyri.

Tað høga sæti, sum hesin religiøsi heimur elskar og tráðar eftir at fáa, og sum kann geva heimsins heiður og heimsins viðurkenning, tekur virðið og kraftina frá sálini.

Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína! (Matt.16.26).

 

Hesi orð talaði Harrin Jesus ikki til heimin, ella fólkið, men til lærisveinar sínar.

Elias metti Obadja bert sum ein tænara hjá einum óndum kongi, og segði við hann: “far og sig harra tín, at Elias er her!”

Svarið, sum Obadja gav, vísir, at hann var ræddur og óttaðist harra sín kongin, Akab.

Elias óttaðist ongan, tí óttin fyri Harranum skapti óttaloysi fyri menniskjum og óndum kongum.

Óttin fyri Gudi kastar allan annan ótta út.

Obadja hevði mist álitið á Gudi, hann helt, at Gud skuldi nokk verja Elias frá hevnd kongsins, men sjálvur hevði hann onga slíka trygd. Hann nevnir ikki færri enn tríggjar ferðir, at Akab fer at drepa seg. Hann hugsaði meiri um sítt egna skinn enn um boðskapin.

Elias var als einki viknaður hesi árini.

Hann var royndur. Hann segði tað sama, sum hann hevði sagt fyri 3,5 árum:

Men Elias svaraði: „So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg skal stíga fram fyri hann í dag!“ (1.Kong.18.15).

Elias var als ikki tænari hjá ein slíkum óndum kongi sum Akab, hóast Akab var kongur Ísraels, kongur yvir fólki Guds. Elias var tænari HARRANS Guds herskaranna.

Á hvør stórur munur.

Obadja, óttafullur og mótleysur.

Elias, óttaleysur og fyltur av heilagum dirvi.

R. S. 787. D–a.

434. Sum eitt vrak á havsins bárum

burt við streyminum eg rak,

inntil eg í Jesu sárum

fekk eitt ævigt fastatak.

Niðurlag: Óttaleyst mítt skip er ankrað,

tað kann ikki draga her,

ankrað lið um lið við Jesus –

fagra havn! Mítt heim har er.

2. Hoyr, sum stormarnir, teir ýla!

Men teir saka ikki meg;

eg við Jesu kross kann hvíla,

á hans kærleik líti eg.

3. Hjarta mítt er fult av gleði,

songur fyllir mína sál,

tøkk til hann á nátt og degi,

tí hann tømdi mína skál.

4. Her skal eg ei leingi vera,

men í hinum vakra stað,

har sum túsund tungur bera

honum tøkk við gleðilag.

5. Hvussu vakurt er har heima,

tað kann eingin siga frá;

eingin veit, hvat Gud man goyma

teim, sum Son hans trúðu á.

*Johnson Oatman (Amer.), 1856–1922.

(Marius Absalonsen týddi).

Elias fann størri ríkidømi mitt í fátæktdømi einkjunnar enn Obadja, hallarstjóri, kundi finna í marglætis kongshøll Akabs.

Í Zarepta, í mjølinum og oljuni, vóru óransakiligu ríkdómar Kristusar, og ómetaliga kraft og kærleiki Guds opinberaðist við uppreisn sonar einkjunnar. Alt hetta var fremmant fyri Obadja. Hann hevði tikið sær av ognunum hjá einum gudleysum og óndum kongi – hvør ein uppgáva hjá einum profeti.

Obadja merkir: “tænari Harrans.” Men á øllum brøgdum sást, at hann var “tænari hjá einum gudleysum kongi, Akab.” og royndi at finna gras til hestar og múldýr kongsins.

Ein profetur ella prædikumaður skal ikki verða tænari hjá monnum, men first og fremst tænari Guds.

Akab breyðføddi Obadja, meðan Gud sjálvur breyðføddi Elias. Sætt skal verða sætt, at Obadja gav 100 profetum Harrans breyð og vatn og krógvaði teir í tveimum hellum. Men hvat uppgávu hevur ein profetur í einum helli? Tænari Harrans er settur til at kunngera sannleikan, ikki at verða ein almennur tænari Akabs, heldur ikki at tæna Harranum í loyndum.

Eitt ljós í myrkrinum.

Tænari Harrans skal ikki tæna tveimum harrum, ikki verða beggjatrælur.

Obadja tosaði um seg sjálvan og hvat hann hevði gjørt.

Elias var boðberi Harrans.

Óndskapurin var komin í hæddina. Akab, sum kongur Ísraels, yvir fólki Guds, skuldi vart og virt sonnu profetar Harrans, men nú lá hann teimum eftir lívinum.

Akab møtir Eliasi

(1.Kong.18:17-20)

Er tað tú – tú, sum fært vanlukku at koma yvir Ísrael!“ Spurdi Akab.

Hann svaraði: „Tað eri ikki eg, ið havi fingið vanlukku at koma yvir Ísrael, nei, tað er tú og ætt tín, tit, sum hava vent HARRANUM bakið og halda tykkum til Ba’alarnar!

Søgan endurtekur seg. Allir trupuleikar í heiminum eru úrslit, av at fólkið vendir sær frá Gudi og lýdni móti orðið Hansara. At venda sær frá Gudi førir við sær samarbeiði við hin ónda. Ilt er at verða uttanveldaður.

Karmel

Tað vóru tríggir bólkar á Karmel,

1.  Hin óndi kongurin, Akab og fylgi hansara,

2.  Profetar Ba´als, umboðandi kristna fráfalli.

3.  Elias, umboðandi hin sanna Gud.

Síðani var tað alt fólkið, sum haltaði til báðar síður. Hetta er vanliga fólkið, sum ikki avnoktar Gud, men heldur ikki játtar Hann.Tey vilja ikki taka ein greiða støðu fyri Gudi, men vilja halda seg til heimin. Tey vilja sleppa undan straff syndarinnar, men samstundis halda fast við lystir holdsins. Roynast skal hvat er sætt og hvat er  falska. Tey verða vitni til hvør er Gud. Men vilja tey taka greiða støðu? Ella halda tey á við at halta til báðar síður?

Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: „Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!“ – Fólkið ønti honum ikki aftur.

Ákallið tit so navn guds tykkara – eg skal ákalla navn HARRANS! Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er hin sanni Gud.(1.Kong.18.21,24).

Eftirfylgjarar Ba´als trúðu, at eldurin var hin serliga kraftin. Og tað var júst á teirra sterkasta økið Elias vildi royna teir. Í trongdartíðini fer Satan at kalla eld niður á jørðina, fyri at villleiða mong. Gud skal eisini senda teimum stóra villing, tí tey ikki vildu trúgva, og taka við kærleika til frelsu. Men her á Karmel gav Gud Satan ikki loyva at gera hesi undur. Her var náðin framvegis at fáa. Og nú útvið 2000 ár, hevur “eldurin” sum fall á Golgata niður yvir son Guds, prógvað náði og kærleika Hansara til alla mannaættina.

Ba´al kundi ikki skapa nakran eld. Øll følsk religión manglar eld. Tað er einki sum kann gera enda á tí ónda. Ella skal tað ónda gera enda á sær sjálvum.

Nóg mikið av buldri, dansi, drama eins og á Karmel, men eingin heilagur neisti.

Ba´als profetar fingu fyrsta møguleikan, at fáa eld niður av himli. Menniskja fær altíð fyrsta møguleikan at royna seg. Fyrst tað náttúrliga. Men tað menniskjaliga ella tað náttúrliga miseydnast, eisini her. Men Ba´als hópur var betri fyri, menniskjaliga, teir vóru fleiri, ídnari, áhaldnari í bøn, sjálvofrandi, kenslufullir og sjálvavnoktandi. Følsk religión ger ofta okkum til skammar. Men hon er tóm.

Kristindómurin er andaligur, av andanum, eingin framvísing, men samfelag við Gud og son Hansara Jesus Kristus. Uttan hetta var kristindómurin tómur.

Elias kendi til stilt einsligt, persónligt nær-samfelag við Gud.

Elias speirak profetar Ba´al, sum teir hoppaðu og róptu og meinslaðu seg.

Elias fór nú at gera offur sítt til reiðar, nú var farið um middag, so hetta kom at verða eitt kvøldoffur, sum eisini avmyndar offrið á Golgata.