Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er! (Kol.3.2).
Beini leið tykkara til tað himmalska.
Jesus hevði at Pæturi, tí hann tráaði ella hugsaði ikki um tað, sum Gudi hoyrdi til (Matt.16.23). Í øllum førum sipar hetta til hvussu vit tráa, hugsa um samband okkara við Gud, orð Hansara, og samband okkara hvør við annan. Hvussu hugsa vit um tað æviga, í mun til tað sjónliga?
Greiða læra Paulusar gjøgnum Rómbrævið kap.6, 7 og 8 lýsir ein mótsetning millum hold og anda, millum tað menniskjaliga og tað andaliga, og niðurstøðu er: “Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga.” (Róm.8.5).
Paulus áminnir tey í Filippi: “Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd!” (Fil.3.17).
Men, við sorg má hann ásanna: “Tí mong liva – eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum – sum fíggindar kross Kristusar;” (Fil.3.18), og tann ræðuligi endi: “endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.” (Fil.3.19).
Jákup hevur sama boðskap: “Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.” (Ják.4.4).