eftir Jonathan Edwards
1703 – 1758
Jonathan Edwards,
Hann var frá New England, USA. Fekk sum ungur prógv frá Yale College, sum heimspekingur (metaphysic).
Hann er høgt mentur millum heimspekingar, og hevur eisini skrivað týðandi greinar um heimspeki.
19 ára gamal byrjaði hann at prædika.
Hann var ein sera góður talari. Talan, “Syndarin í hondum á einum vreiðum Gudi, “ er tann best kenda, og kanska eisini tann mest ræðandi talan.
Syndarin í hondum á einum vreiðum Gudi
“tann dag fótur teirra ekur” (5.Mós.32.35).
Í hesum versi síggja vit Guds hevnd yvir tað ónda, vantrúgvandi Ísrael, Guds jørðiska fólk, og sum skuldi eitast at liva undir náði, og hóast øll undurverk Guds, sum Hann hevði gjørt millum teirra, vóru tey tó verandi, sum stendur í vers 28: “ráðaleys tjóð; vit er ikki í teimum,” og hóast alla signing Guds, bóru tey beiskan, eitrandi ávøkst, sum eisini næstu tvey versini siga.
Yvirskriftina yvir tekstinum: ”tann dag fótur teirra ekur”, sær út til at innihalda bæði straff og oyðilegging, sum hetta ónda Ísrael kom at smakka:
-
At tey altíð komu fyri oyðilegging, eins og ein, sum stendur ella gongur á hálum vegi og altíð stendur fyri falli. Hetta sæst í oyðileggingini, sum kom yvir tey, avmyndað í akandi, glíðandi fóti teirra. Í Sálmi 73.18, síggja vit somu mynd: “Ja, á hálku setur Tú tey, í undirgang stoytir Tú teimum.”
-
Hetta vísir at tey altíð stóðu fyri brádligum, óvæntaðum undirgangi. Eins og tann, sum gongur á hálum støðum altíð kann fara á glið, hann veit aldri um hann stendur ella fellur, og so tá hann dettur, er tað við eitt nú, so liggur hann, sum Sálmurin eisini sigur: “Ja, á hálku setur Tú tey, í undirgang stoytir Tú teimum. Hvussu knappliga verða tey ikki oydd,”
-
Eitt annað sum eisini liggur í hesum, er at tey koma at falla av sær sjálvum, uttan at verða koyrd umkoll av onkrum øðrum, eins og tann, sum stendur ella gongur á hálum leiðum, einki uttan hansara egna tyngd kastar hann niður.
-
Grundin fyri at tey ikki longu eru fallin, ella falla nú, er tí, at Guds ásetti tími enn ikki er komin. Tí skrivað stendur, at tann dag, tá tann ásetti tími kemur, ekur fótur teirra. Tá skulu tey verða slept leys, og av síni egnu tyngd, skulu tey falla. Gud fer ikki meiri at halda teimum í hálkuni, men letur tey fara, og í sama eygnabragdi, skulu tey stoytast í undirgang, eins og tann, sum stendur á hálku, í brattlendi, á trom avgrundarinnar og kann als ikki í sær sjálvum standa, tá hann er sleptur leysur og við tað sama fellur og er fortaptur.
Orðini eg vil hyggja at nú eru hesi: Tað er einki sum heldur óndum menniskjum, eina einastu løtu burtur frá helviti, uttan bert góðska Guds.
Við góðsku Guds meini eg almáttugu góðsku, einaráðandi vilja, uttan forðing av nøkrum skyldum, ikki hindrað av nøkrum forðingum, als einki uttan Guds fullkomna vilja, uttan nakra sum helst virðing, nøkur forðandi hond frá óndum menniskjum eina einastu løtu.
Sannleikin í øllum hesum kann koma fram í fylgjandi metingum:
-
Tað er einki sum kann hindra kraft Guds í at kasta ónd menniskju í helviti, nær tað skal verða. Manna hond kann ikki hjálpa, tá Gud reisist. Hin sterkasti hevur onga mátt ímóti Gudi, heldur ikki kann nakar sleppa út úr hondum hansara. Hann er ikki bert førur fyri at kasta ónd menniskju í helviti, men hann kann lættliga gera tað. Ein jørðiskur høvdingi kann hava stórar trupulleikar við at fáa bast uppreistri, sum setur seg upp ímóti honum, og sum mong hava tikið undir við. Men, soleiðis er ikki við Gudi. Tað er eingin borg sum kann verja móti almátti Guds. Hóast eitt ótal av Guds fíggindum samlaðir saman, knýttir saman hond í hond, verða tey lættliga knúst sundur í smálutir. Tey eru sum løtt dumba av nógvum hálmi fyri storminum, ella eins og turt brenni fyri oyðandi eldi. Vit halda tað verða sum einki at traðka á ein maðk sum skrýðir á jørðini, so lætt er tað hjá Gudi tá hann finnur tað fyri gott, at kasta fíggindar sínar í helviti. Hvat eru vit, at vit hugsa okkum at standa framman fyri honum, honum, sum jørðin skelvir fyri, tá hann talar, og klettar klovna.
-
Tey hava uppiborið at verða kastaði í helviti. Heiløg rættvísi forðar teimum ikki og setur heldur eingin krøv til Gud um, við tað sama, at nýta makt Sína at oyðileggja tey. Rættvísin rópar hart eftir fullkomnari straff yvir synd teirra. Heiløg rættvísi sigur um trøð, sum bera slíkan Sodoma ávøkst: “Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?“ (Luk.13.7). Heilaga svørð rættvísinnar er hvørja løtu sveiggja yvir høvur teirra og tað er einki uttan ótømandi náði, og Guds einastandandi vilji, sum heldur tí aftur.
-
Tey eru longu undir oyðandi dómi helvitis. Tey hava ikki einast rættvíst uppiborið at verða kast niður har, men dómurin, sambært lóg Guds, æviga óbroytandi rættvísi Guds, sum Gud hevur sett ímillum seg og menniskja, er gingin teimum ímóti, so tey eru longu bundin til helviti: “tann, ið ikki trýr, er longu dømdur” (Jóh.3.18). So eitt og hvørt menniskja, sum ikki trýr, hoyrir til helviti. Tað er teirra pláss, har koma tey frá:(Jóh.8.23 ”Men Hann svaraði teimum: „Tit eru niðanfrá,””), og soleiðis eru tey bundin, og hagar fara tey, pláss rættvísinnar, sum Guds orð, og dómur og óbroytandi lóg hansara ásetur teimum.
-
Nú eru tey offur fyri júst somu vreiði Guds, sum sæst í líðingini í helviti, og grundin fyri at tey ikki longu eru fara niður í hagar, er ikki tí Gudi, sum hevur tey i valdi sínum, og sum ikki í hesi løtu er vreiður við tey, eins og Hann er við neyðars skapningar, sum nú eru í pínu í helheimi, og smakka heilagu vreiði hansara. Gud er mangan meiri vreiður við mong í hesum heimi, kanska onkran líkasælan, sum hoyrir hesa talu, enn hvat hann er við mong av teimum, sum longu eru í eldi helvitis. Tað er ikki tí, at Gud hevur gloymt óndskap teirra, ella ilskast inn á tey, at hann ikki lyftir hond sína og sker lívstrá teirra av, Gud er ikki sum tey, hóast tey ímynda sær Gud soleiðis. Vreiði Guds brennir móti teimum, undirgangur teirra svevur ikki, avgrundin er til reiðar, eldurin er gjørdur til reiðar, ovnurin er heitur, til reiðar at taka ímóti teimum, eldslogin er yvirhitaður og gløðir. Skyggjandi svørðið er hvest, og reiggjað yvir tey og avgrundin hevur latið upp munn sín undir teimum.
-
Djevulin stendur til reiðar at kasta seg yvir tey, og halda teimum sum síni egnu, líka so skjótt, sum Gud loyvir honum tað. Tey hoyra honum til, hann hevur sál teirra í hond síni og veldi sínum. Skriftin lýsir tey sum hansara ogn, (Luk.11.21). Hitt ónda heldur vakt yvir teimum og er altíð við teirra lið, við høgru síðu teirra, tað stendur og bíðar eftir teimum, eins og hungrandi leyva, sum sær fong sín, og leingist eftir honum, men nú er hildin aftur. Um Gud tekur hond sína burtur, sum tey verða hildin aftur við, vildi hitt illa í somu løtu lopið á neyðars sál teirra. Hin gamli ormur liggur gapandi eftir teimum, helviti letur munn sín fult upp, gapandi at taka ímóti teimum, og um Gud gav loyvi til tað, vildu tey við tað sama verið svølgd og fortapt.
-
Sál hins ónda er full av óndskaparins eginleikum, og er sum gott brenni at leggja afturat helvitis eldslogum, um ikki Gud helt teimum aftur. Innast í holdsligum menniskjum er grundvøllur lagdur fyri helvitis líðingum. Tað eru hesir oyðileggjandi eginleikar, sum ráða innan í teimum, sum hava fult vald á teimum, sum eisini eru eld føði helvitis. Hesir eginleikar eru virknir og kraftarmiklir, og av náttúru óvanliga harðrendir, og var tað ikki fyri afturhaldandi hond Guds yvir teimum, vildi teir skjótt brotið út, teir vildu brotið út sum eldslogar í sama mun sum oyðilegging og fíggindskapur ger í hjørtunum á hesum bannaðu sálum, og vildu ført til somu kvøl og pínum, sum teir gera innan í teimum. Sálir hins óndu eru í Skriftini samanbornar við hitt uppøsta hav (Es.57.20). Nú heldur Gud við almátti sínum óndskapi teirra aftur, eins og hann ger við uppøstu bylgjur havsins, og sigur: “higartil og ikki longur,” men um Gud vildi tikið hesa fyribyrgjandi kraft burtur, vildi hendan ónda bylgjan skjótt tikið alt við sær, sum fyri var. Syndin er spilla og ólukka sálarinnar. Hon er sjálvoyðandi, og um Gud lat hana sleppa leysa, tørvaðist einki annað til fyri at gera sálina fullkomiliga ólukkuliga. Manna hjartans rotinskapur er ósmæðin og botnleysur í harðskapi síni, og so leingi, sum ónd menniskju liva her, er tað eins og eldur, innibyrgdur av náttúruni, og hjartað teirra er eins og ein syndatunna, og um syndin ikki var hildin aftur, vildi hon við tað sama umskapt sálina til ein brenniovn, ella ein eldstað við eldi og svávuli.
-
Tað er ikki ein einasta løta, heldur eingin sjónlig trygd fyri, at ónd menniskju ikki kunnu doyggja! Tað er eingin trygd fyri, at hitt falna menniskja, altíð skal hava heilsuna, hóast als eingin sjónligur vandi er í nánd, og at tað ikki nú við tað sama, brádliga av onkrari vanlukku skuldi fari út úr hesum heimi. Margfalnu, áhaldandi lívsroyndir, gjøgnum allar tíðir, vísa, at tað eru eingin prógv fyri, at menniskja ikki er á trom ævinleikans og so brádliga, næsta stig, verður í eini heilt aðrari verð. Teir mongu ósjónligu, óhugsandi lagnuvegir menniskjans, sum fær tað brádliga at fara út úr hesum heimi, eru óteljandi og ófatandi. Óumvend menniskju ganga oman á avgrund heljar, á einum rotnum lokið og tað eru óteljandi støð á hesum lokið sum eru so vánaligt, at tað als ikki ber tyngd teirra, og hesi støð eru ósjónlig. Pílar deyðans flúgva ósæddir á alljósum degi, og enntá ikki falka eyga kann síggja teir. Gud hevur so ómetaligar nógvar ymiskar óransakiligar vegir at taka ónd menniskju út úr hesum heimi og lata tey fara til heljar, uttan at tað sær út til, at Gud hevur nakrar undurverksútreiðslur, ella noyðist at broyta forsjónarkós sína, til at oyðileggja hesi óndu menniskja, nær tað skal verða. Allar lagnur, at syndarar fara út úr hesum heimi, eru so í hond Guds, undirløgd alheims og fullkomnu, kraft avgerðar hansara, so at tað ikki bert er tengt at vilja Guds, hvørs syndarar skulu, og nær tað skal verða, fara til heljar, lagna ella ikki lagna, so endaðu tey har í øllum førum.
-
Skil og vit og varsemi hjá tí falna menniskjanum at varðveita teirra egna lív, ella at fáa onnur at taka sær av teimum, er als eingin tryggleiki, yvirhøvur. Allar heilagar forsjónir og allheims royndir vísa hetta. Tað eru fullgóð prógv fyri, at menniskjans egni vísdómur, er eingin tryggleiki fyri, at tey sleppa undan deyðanum, men um tað var øðrvísi, skuldu vit greitt kunna sæð onkran mun ímillum tað vísa og snilda menniskja í hesum heimi og hini, tá tað kemur til at doyggja ung og óvæntað, men hvussu er verunleikin: “og má ikki hin vísi doyggja líka væl sum dárin!“ (Præd.2.16).
-
Alt tað hini óndu menniskju knossast við og royna at finna uppá, fyri at flýggja undan helviti, meðan tey samstundis avnoktað Kristus, og tað er grundin fyri at tey verða verandi ónd, tryggjar teimum ikki eina einastu løtu frá helviti. So at siga øll menniskju, sum hoyra um helviti, vilja náttúrliga billa sær inn, at tey skulu sleppa undan, tey líta á seg sjálvi til sína egnu trygd, bæði nú og í framtíðini. Ein og hvør tekur sakina í egnar hendur, hvussu hann skal sleppa undan fordøming, og billar sær sínar egnu ætlanir inn, at tær als ikki skulu bresta. Tey hoyra víst, at tað eru bert fá, sum verða frelst, og at stórsti partur av teimum menniskjum, sum longu eru deyð, er farin til heljar, men ein og hvør heldur, at teirra bjargingarætlan er betri enn hjá øllum øðrum. Tey hava als ongar hugsanir um at fara til hatta pínustaðið, tey siga við seg sjálv, at tey skulu ansa væl eftir, og syrgja fyri, at tey ikki skulu verða snýtt. Men skilaleysa mannabarni villleiðir seg sjálvt í síni egnu ráðalegging, og setur álit sítt á sína egnu styrki og vísdóm, álit teirra er ikki annað enn á tóma luft. Stórsti partur av teimum, sum hava liva undir náðini, men nú eru deyð, eru allarhelst farin til heljar, og tað er ikki tí tey ikki vóru so vís sum tey, sum liva í dag, heldur ikki tí, at tey ikki høvdu bjargingarætlanir fyri seg sjálvi, at tryggja teirra egnu bjarging. Kundu vit fingið høvi at tosa við tey, og spurt tey, eitt og eitt, um tey væntaðu, meðan tey livdu, og tá tey hoyrdu um helviti, nakrantíð skuldu fáa lut í hesi ræðuligu lagnu, skuldu vit allarhelst hoyrt ein fyri og annan eftir svara: “Nei, eg droymdi aldri um at eg skuldi koma higar, eg hugsaði øðrvísi í egna sinni mínum. Eg hugsaði mínar egnu góðu ætlanir fyri meg sjálvan, væl gjøgnumhugsað. Eg hugsaðu í størsta varsemi. Men hetta kom heilt óvæntað á meg. Eg sá als ikki fram ímóti hesum, ella at tað skuldi vera á hendan hátt, tað kom yvir meg sum ein tjóður. Deyðin snýtti meg, vreiði Guds kom alt ov skjótt. Á mín bannaði dárskapur. Eg sleiskaði fyri mær sjálvum, og í fáfongdardreymum gjørdi eg sum best fyri meg sjálvan, fyri mína egnu framtíð, og tá eg segði friður og eingin vandi, tá kom brádligur undirgangur á meg.
-
Gud hevur ikki bundið seg til nakað lyfti um at halda falna menniskjanum burtur frá helviti eina einastu løtu. Gud hevur ikki gjørt nakað lyfti, hvørki, um ævigt lív, ella nakra bjarging ella varðveiting frá ævigum deyða, enn tað sum er greitt innihildið í náði sáttmálanum, lyftinum, sum er givið í Kristusi, í Honum eru øll lyftir Guds, ja, og amen. Men, sjálvandi, tey hava ikki áhuga í náði sáttmálanum, tey sum ikki eru børn sáttmálans, tey trúgva ikki á nakað lyfti, og hava heldur ikki áhuga í Millummanninum, semingsmanninum. So líkamikið hvat nøkur hava tilhugsað ella látast at kenna til lyfti givið til falna søkjandi og bankandi menniskja, er tað greitt, at alt gudsdýrkanar knoss hitt falna menniskja ger sær, óansæð hvørjar bønir hann biður, inntil hann trýr á Kristus, hevur Gud als onga ábyrgd av at halda honum frá ævigari glatan. Djevulin bíðar eftir teimum, helviti gapar eftir teimum, eldslogin strekkir seg eftir teimum og vil hava fatur á teimum og brenna tey upp, innibyrgdur eldurin í teirra egna innara menniskja er við at bróta seg út, og tey hava ikki áhuga í nøkrum millummanni, semingsmanni. Als eingin møguleiki er í nánd, sum kann verða onkur trygd fyri tey. Í stuttum, tey hava onga bjarging, einki at krøkja seg til, einasta, til eina og hvørja tíð, sum varðveitir tey, er bert almáttugi vilji, náði, miskunn, tolinmóðs hins vreiða Guds.
Hvat kunnu vit nýta hetta til
Hetta ræðuliga átti at vakt onkran ófrelstan persón til sannføring um teirra vanda. Hetta, sum tú hevur hoyrt er sannleikin fyri øll, sum eru uttan Kristus. Hesin líðingar heimur, eldur og svávul er breiddur út undir tær. Tann eldslogandi ræðuliga undirgrund við vreiði Guds, gapandi helviti, og einki hjá tær at standa á, heldur einki at taka í, har er einki millum teg og helviti uttan tóm luft, tað er bert kraft og náði Guds sum heldur tær uppi.
Tú veitst kanska ikki av hesum, tú sært at tú ert vardur frá helviti, men sært ikki hond Guds í hesum, men hyggur aðrastaðni, eftir tíni egnu góðu heilsu, umsorgan fyri tínum egna lívið, og hvussu tú kanst varðveita teg sjálvan. Men hetta er av sonnum einki, um Gud skuldi tikið hond sína burtur, og einki var at halda tær uppi, uttan tunn luft, sum tú kanst hanga uppi í.
Óndskapur tín ger teg tungan sum blýggj, og vil ríva teg við nógvari tyngd og trýsta teg niður til heljar, um Gud bert lat teg fara, so vildi tú við tað sama, við nógvari ferð falla, og stoytast niður í botnleysu avgrundina, og góða heilsa tín, skilagóða vælupphugsaða sjálvsumsorgan tín, og øll eginrættvísi tín, vildi als ikki kunna hildið tær uppi, og bjarga tær út úr helviti, líka lítið sum eitt eiturkoppaspinn kundi steðga einum stórum steini. Var tað ikki fyri almáttugu náði Guds, vildi jørðin ikki borðið teg eina lítla løtu, tí tú ert ein byrða fyri hana, skaparaverkið suffar av tær, skapningurin er lagdur undir fáfongd av tínum rotinskapi, ikki av sær sjálvum, sólin ynskir ikki at skína á teg sum tænir syndini og Satan. Jørðin ynskir ikki at fyllast av óndskaparlysti tínum, ella at verða leikpallur fyri óndskap tín at spæla sær á, luftin ynskir ikki at tæna tær við at geva tær luft til eldslogar lívsins, sum tú nýtir til at tæna fíggindum Guds við. Skapanarverk Guds er gott og er gjørt til menniskjan at tæna Gudi við, og er ikki til annað endamál, og suffar tá tað verður misbrúkt til beinleiðis mótsætt endamál. Jørðin vildi spýtt teg út, var tað ikki fyri almáttigu hond Hansara sum enn hevur vón um at tú vendir við. Guds svørtu skýggj hanga uppi yvir høvdi tínum, full av ræðuligum stormi, øgiligari toru, og var tað ikki fyri hond Guds sum helt hesum aftur, vildi stormurin tikið teg við sær. Nú er tað almáttuga náðihond Guds, sum heldur oyðandi storminum aftur, annars vildi harðveðrið komið á teg og oyðing tín vildi enda í eini melduródn, eins og summardumba á treskiplássi.
Vreiði Guds er sum stór vøtn hildin aftur, men sum mennast meir og meir og fløða hægri og hægri, inntil eitt frárensl kemur, tíðin gongur og trýstið verður størri og størri og áarstreymurin bert ræðuligari tá hann loypur. Tað er sætt at dómurin yvir óndskapar verk tíni ikki enn er framdur, hevndarflóð Guds er hildin aftur, ímeðan veður skuld tín bert størri og størri, og hvønn dag fyllir tú meiri og meir upp í syndamál títt, vøtnini fløða meiri og meir, og tað er einki uttan bert náði Guds sum heldur syndavøtnunum tínum aftur, sum trýsta meiri og meiri. Um Gud bert tók hond sína burt frá byrgingini vildi hon við tað sama lopið og oyðandi, ræðuliga vreiði Guds vildi skúma fram við øgiligari øði, og vildi komi yvir teg við almáttugari megi, og um styrki tín var tíggjutúsund ferðir større enn hon er nú, ja, tíggjutúsund ferðir sterkari enn sterkasti, stinnasti Djevul í helviti, vildi tað verið sum einki til at steðga ella at standa ímóti hesum.
Vreiðibogi Guds er spentur, og pílurin gjørdur til reiðar og lagdur á strongin, og rættvísin miðar á hjarta títt og spennir bogan, og tað er einki uttan náði Guds, og tað frá einum vreiðum Gudi, sum als ikki er bundin at nøkrum lyfti, sum heldur ørvinum aftur at verða dálkaður av blóði tínum.
Øll tit sum ongantíð komu til eina álvarsama broyting í hjartanum, av veldigu kraft Gud, við Anda hansara yvir sál tykkara, øll, sum aldri vóru fødd av nýggjum, og aldri gjørdust nýggir skapningar, skapningar, sum reistust upp frá at verða deyð í synd, til nýggja støðu, men hava einki lívi, einki ljósi, tey eru í hondunum á einum vreiðum Gudi. Men kanska hava tey broytt lív teirra á mongum økjum, og mong hava enntá verið uppi í onkrari gudsdýrkan, biðið inni í loynikamarinum, ella húsi guds, tó er tað einki uttan náði Guds, sum heldur teimum frá at verða svølgd inn í æviga glatan.
Líka mikið hvat tú hoyrir, um tað so er sannleiki ella ikki, tí so við og við vilt tú hóast alt sannførast um tað. Onnur sum fyrr hava verið í somu støðu sum tú, tey vita at tað er so, tí oyðileggingin kom knappliga yvir tey flestu av teimum, tá tey ánaðu minst av tí, tá tey søgdu: “friður og eingin vandi.” Nú síggja tey, at tað tey litu á til frið og trygd, var einki annað enn tunn luft og tóm skýggj.
Tann Gud, sum heldur tær uppi yvir avgrund heljar, eins og einum eiturkoppi ella onkrari ótespiligari smákykti, ræðir teg, og roynir at vekja tín ótta, vreiði Hansara móti tær brennir sum eldur. Hann hyggur at tær sum um tú ert einki verdur, uttan at verða kastaður í eldin, heilaleiki Hansra tolir ikki at síggja teg, tú er tíggjutúsund ferðir meir viðurstyggiligur í eygum Hansara, enn tú sjálvur heldur um tað mest skrekkjandi kykt, sum tú kanst ímynda tær. Tú hevur sært Hann mangan meiri enn nakar stríðsmikil uppreistarmaður hevur gjørd við nakran kong, og tó er tað einki annað enn hond Hansara, sum heldur tær, so tú ikki hvørja løtu dettur niður í eldin. Tað er bert Honum at takka fyri at tú ikki síðstu nátt endaði í helviti, og at tú aftur kundi vakna upp inn í hendan heim, aftaná at tú sovnaði. Tað er als ongin onnur grund fyri at tú ikki er sokkin niður í helviti, síðani tú vaknaði í morgun, uttan hond Guds, sum hevur hildið tær uppi. Tað er heldur ongin onnur grund givin, meðan tú hoyrir hetta, uttan Hansara náði, ja, als eingin onnur grund kann gevast fyri hví tú ikki júst í hesi løtu ikki er dottin niður í helviti.
Á, syndari hugsað um tann ræðuliga vanda tú ert í! Tað er ein stórur vreiðieldur, ein botnleys avgrund full av eldi og vreiði, sum tú ert hildin uppi yvir av hond Guds, hvørs vreiði og øði øsist móti tær eins og móti mongum, sum longu eru dømd í helviti. Fótur tín hongur stutt frá eldsloganum, hvørs logar er til reiðar at svíða teir, og brenna teir upp, og tú hevur als ikki hugsanir um ein millummann, semingsmanni, og hevur einki at líta á uttan teg sjálvan, einki at halda tær frá vreiðinnar loganum, einki í tær sjálvum, einki sum tú hevur gjørt, einki sum tú kanst gera, fyri at fáa Gud til at spara teg eina einastu løtu.
Umhugsað meiri grundiga.
Hvørs vreiði er tað. Tað er vreiði Guds hins óendaliga. Um tað bert var manna vreiði, og vreiði hins sterkasta høvdinga, vildi tað verið lítið at samanborið við. Ræðsla fyri vreiði kongsins, serliga fyri einum fullkomnum einaræðisharra, sum hevur vald og lív fólks síns fullkomiliga í hond síni. Orð.20.2: “Ræðslan, ið kongur vekur, er sum leyvubrøl; at vekja vreiði hansara er at vága lívið.” Fólk sum vekur vreiði kongsins, kemur at líða ræðuliga straff, sum bert menniskja kann upphugsa og manna kraft kann útinna. Men heimsins sterkasti valdsharri í størstu hátign og styrki, ílatin í ræðuligastu øði, eru bert veikir, vanvirðisligir støvormar, samanbornir við hin almáttuga skapara og kong himmals og jarðar. Tað er bert lítið teir kunnu gera, í mestu øði, tá teir hava útint størstu vreiði sína. Allir kongar heimsins eru sum grashoppur frammanfyri Gudi, teir eru einki, og minni enn einki, bæði góðska og øði teirra eru vanvird. Vreiði hins stóra Kong konganna er líka stór og øgilig, sum veldi Hansara er størri enn veldi teirra er. “Men Eg sigi við tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi tykkum: Óttist Hann!” (Luk.12.4-5).
Tað er øðin í vreiði hansara, sum tú framelur. Vit lesa ofta um vreiði Guds. Í Esaias 59.18 lesa vit “Eftir atburði teirra skal Hann løna teimum; vreiði skal Hann lata koma yvir teir, sum standa Honum ímóti, hevnd yvir fíggindar Sínar.” Og Esaias 66.15: “Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin – til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi;” Og á sama hátt í mongum versum.Op.19.15: “Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.” Orðini er óvanliga ræðulig. Um tað bert stóð: “vreiði Guds,” vildu orðini tala um nakað ósigandi øgiligt, men tað stendur: “strongu vreiði Guds.” Vreiði Guds! Jehovas øði. Á, hvussu ræðuligt má tað ikki verða. Hvør kann fata ella ímynda sær hvat hetta kann innibera. Men soleiðis er tað: “strongu vreiði Guds hins alvalda.” Sum um tað fór at verða ein stór framsýning av alveldis kraft Hansara og hvat stranga vreiði Hansara kann volda. Á, hvat fóru fylgjurnar at verða? Hvar verður av tí stakkals ormi, sum tað gongur út yvir? Hvørjar hendur kunnu verða so sterkar, og hvat hjarta kann halda hetta út. Til hvørja ræðuliga ósigandi, ófatuliga dýpd av vanlagnu skal hin stakkals skapningur søkkast niður í, hvør verður offur fyri hesum. Hugsa um hetta, tú sum enn ert í tíni ófrelstu støðu. Tá Gud ferð at fremja strongu vreiði Sína, fer Hann at volda vreiði uttan nakra sum helst samkenslu. Tá Gud gjøgnumskoðar tína ræðuligu ósigiligu støðu, og sær tína pínu og oyðing sum ikki kann samanberast við tína bestu styrki, og sær hvussu tín neyðars sál verður knúst, og søkkur niður eins og í eitt ævigt myrkur, fer Hann ikki at hava nakra sum helst samkenslu við tær, Hann fer ikki at umbera sína oyðandi vreiði, ella lætta hond sína tað minsta, tað verður eingin lætti, eingin náði, heldur ikki fer Gud at minka vreiði storm sín. Hann tekur einki fyrilit fyri vælferð tíni, uttan tað at tú ikki skalt lýða útyvir hvat fullkomna rættvísin fyri gerðir tínar krevja. Einki verður hildið aftur, hóast tað verður tungt hjá tær at bera.
“Eg skal tí eisini lata vreiði Mína ráða; ikki skal Mær tykjast synd í teimum, og ikki skal Eg eira teimum; nei, um tey so rópa hart inn í oyru Míni, skal Eg ikki lurta eftir teimum.” (Ezek.8.18). Nú, stendur Gud til reiðar at taka synd í tær. Nú, er náðidagurin. Við dirvið kanst tú rópa um miskunn. Men, tá náðidagurin er at enda og farin, verður títt mest inniliga róp og skríggj nyttuleyst, tú verður æviga fortaptur og kastaður burtur frá Gudi, óansæð hvørjari støðu tú ert í. Gud hevur ikki nakað annað væl uttan at lata teg pínast í líðingum, tí soleiðis hevur tú sjálvur laga lív títt. Tú verður eitt vreiðiílat, til reiðar til undirgang, og hetta ílat kann ikki nýtast til nakað annað enn at verða fylt við vreiði Guds. Gudi verður so langt frá at taka synd í tær, tá tú rópar til Hansara, tí tað er skrivað, at hann skal læða, tí
“Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína, við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni, so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri, táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum. Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki. Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN, vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína, so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum. Tí at hini fávitskutu venda sær burt – tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra. (Orð.1.24-32.
Hvussu ræðulig eru ikki hesi orð hins stóra Guds:
„Eg havi troðið vínpersuna einsamallur – eingin av tjóðunum hjálpti Mær; so tróð Eg tey í vreiði Míni, trampaði tey niður í bræði Míni; tá spríkti blóð teirra á klæði Míni, Eg fekk allan klædning Mín dálkaðan.” (Es.63.3). Tað er kanska ómøguligt at ímynda sær hvat hesi orð innibera av hesum trimum staðfestingum, vanvirðing, hatur og øgiligari vreiði. Um tú rópar til Gud um at náða teg, vil Hann verða so langt frá at taka synd í tær í tíni syrgiligari støðu, ella vísa tær tað minsta góðsku, men ístaðin, trampa teg undir fótum, hóast Hann veit at tú ikki er førur fyri at bera tyngd hins Almáttuga, sum traðkar á teg, vil Hann uttan fyrilit trampa teg náðileyst undir fótum sínum. Hann skal kroysta blóði út úr tær, so tað spríkir á klæði hansara, so allur klædningur hansara dálkast. Hann ferð ikki bert at hata teg, men vil hava stórstu vanvirðing fyri tær, einki stað hóskar fyri tær, uttan undir fótum Hansara, at verða traðkaður niður, sum meyran á gøtuni.
Vanlagnan sum tú kemur út fyri er tann, sum Gud til síðst vil volda, fyri at vísa á hvat Jehovas vreiði av sonnum er. Gud hevur í ætlað síni vilja víst bæði einglum og monnum, bæði hvussu framúrskarandi kærleiki Hansara er og eisini hvussu ræðulig vreiði Hansara er. Heimsins kongar hava onkuntíð til frægd at vísa hvussu ræðulig vreiði teirra er, við tí harðastu straff, teir vildu lata koma yvir tey, sum seta seg upp móti teimum. Tá Nebukadnesar, tann stóri og veldigi herskari Kaldeara, vildi vísa vreiði sína, yvir Sadrak, Mesek og Abnego sum settu seg upp ímóti honum, gav hann boð um at eldurin í hinum brennandi ovni skuldi hitast seyðfalt, kanska til tað heitasta, sum menniskja kundi volda. Men hin stóri Gud vil eisini vísa sína vreiði, og fleirfalda sína øgiligu hátign og veldi við ræðuligari straffa yvir fíggindar sínar: “: Men um nú Gud – tóat Hann vildi vísa vreiði Sína og kunngera mátt Sín – tó í stórum langmóði toldi vreiðiíløtini, sum til reiðar vóru til undirgang – (Róm.9.22). og