Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara,

fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara, (Ef.1.7).

Endurloysingina við blóði Hansara

Endurloysing (keypa leys) er altíð gjøgnum blóðið.

Syndarin verður ikki frelstur, endurføddur, endurloystur, keyptur leysur ella fær fyrigeving syndanna gjøgnum føðing, læru ella fyridømi Kristusar.

Frelsa kann bert fáast gjøgnum tann deyða, sum æviga fyriætlan Guds talar um.

“Uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving.” (Heb.9.22).

Tað mátti verða ein likamligur deyði. 

Uttan likam, einki blóð. 

Tí gjørdist Kristus Jesus líkur menniskja. Doyði. 

Blóð hansara rann. 

Endurloysing var útvega.

Frá ósekað dýrinum, sum mátti ofrast í staðin fyri Ádam og Evu (1.Mós.3.21), líka til deyða Kristusar á krossinum, kunnu vit síggja óteljandi blóðoffur í Gamla Testamenti. Gjøgnum endurloysing Ísraels frá trældóminum í Egyptalandi, er ein greið og einføld mynd, men eisini ein djúpur Guds sannleiki. Hygg lamb Guds sum tekur burt synd heimsins (Jóh.1.29). Við blóðinum úr páskalambinum í Gamla Testamenti, til “páskalamb okkara… Kristus” (1.Kor.5.7).

Øll menniskju eru roknað sum trælir á syndarinnar marknaðarplássi. Men Kristus hevur keypt okkum leys, (Gal.3.13). við sínum egna gjaldsmeðali, blóði Sínum. Hesin keypsprísur, ella hendan endurloysing, kann antin verða góðtikin ella vrakaður av syndaranum (1.Kor.6.19-20, 2.Pæt.2.1). Hetta er fyri allar syndarar, men kemur bert teimum til góða sum trúgva. 

Hetta tosar um, at tann trúgvandi verður fríaður og loystur frá syndarinnar veldi: “so vit skuldu fáa sonarættin,” børn Guds, (Gal.3.13, 4.4-5).

Fyrigeving syndanna

Navnorðið, “fyrigeving,” (ein fyrigeving og ikki sagnorðið “at fyrigeva”), kemur 17 ferðir fyri í Nýggja Testamentið, men bert 4 ferðir í brøvunum (Ef.1.7, Kol.1.14, Heb.9.22, 10.18). Sagnorðið, at fyrigeva, kemur ofta fyri í Nýggja Testamentið.

Fyrigeving (aphesin) kemur av orðinum (hiémi) at senda og (preposition, forholdsord) (apo) avstað: At senda avstað. So fyrigeving er at senda syndina avstað, burtur frá syndaranum. Dávid gleddist í at synd hansara var burtur: So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum. (Sálm 103.12).

Synd (hamaratión) er eins og at ráma við síðuna av málinum. Øll er við síðuna av. Eingin munur: øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; (Róm.3.23). 

 Øll eru “við síðuna av málinum,” øll “eru farin av leið,” øll “hava syndað” (Róm.2.23), men Gud, sum elskar heimin sendi Son Sín fyri 2.000 árum síðan, sum endurloysingar miðal, fyri at hvør tann, sum trýr á Harran Jesus Kristus, fær endurloysingina við  blóði Hansara, fyrigeving syndanna, eftir náðiríkidømi Hansara (Ef.1.7).