Hin hugnaliga samkoman

 Tú sigur jú: »Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!« – og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna! (Op.3.17).

Í álvarsemi átalar Kristus Laodikea samkomuna, sum er hina síðsta:  “Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum,” (Op.3.16). Hóast alt so er hetta ein evangelisk samkoma, tí ljósstakin er framvegi har (Op.1.20, 2.5), men samkoman er vorðin flógv, hvørki køld ella heit (Op.3.15). Vitnisburður teirra er vorðin líkasælur, tí tey siga “Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki! ”

 Hugnaligt, í eini mentan, sum metir tímiligan, materialistiskan framburð, sum eydnu og signing frá Gudi.   

Tey hava kanska fingið stór og vøkur hølir, góð amboð, og alt slags serligar skráir, havt ymisk tónleikarar og onnur listafólk, og enntá fingið eitt sindur av politiskum valdi. Men Kristus sigur: tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!

Ikki allar stórar samkomur enda soleiðis, men tað er altíð ein veruligur vandi. Ynskið um stórar samkomur kann lættliga føra til, neyðsemjur, har bíbilsk læra, og lív og atferð verða sett í vanda. Profeturin ávarar eisini: “Vei hinum tryggu í Zion,” (Amos 6.1).

Legg til merkis, at Harrin byrjaði bræv sítt til Laodikea samkomuna við at eyðmerkja seg sjálvan sum “amen, hitt trúverda og sannorðaða vitni, upphav skapnings Guds,” (Op.3.14). Hetta kann geva ábendingar um, at ein høvuðsorsøk til, at slík sjálvnøgd mennist í einari stórari samkomu (ella eini lítlari), er vanrøkt av hesum trimum lærunum: 1) Kristus er nóg mikið, trúverdur, 2) myndugleiki Guds er nóg mikin, sannorðaða vitni, 3) og byrjanin til alt, upphav skapning Guds.

Síðani kemur Hann við eini álvarsligari ávaring: “Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!” (op.3.19).

Brævið til hesa samkomu endar við tí syrgiligu myndini av Kristi, sum stendur uttanfyri, men eisini við náði til tann, sum vendir við og letur upp dyrnar: “Hygg, Eg standi fyri durunum og banki!  Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.” (v. 20). 

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!” (v. 22).