Krossurin
Orðið “kross…” kemur fleiri enn áttati ferðir fyri í Nýggja Testamenti, men finst ikki í Gamla Testamenti. Griska orðið fyri kross[1] er “stauros,” sum kemur av at standa, steyri, stólpi, hælur, stong. Á hesa stong varð fest eitt tvørtræ. Orðið krossurin sipaði ofta bert til hetta tvørtræið. Brotsmenn vóru bundnir ella nelgdir til krossin. Hetta kemur allarhelst eystaneftir, har Alexander hin Stóri tók hetta upp eftir persararnum. Síðani hava rómverjar tikið siðin upp, og teir nýttu so krossfestingina sum deyðastraff. Men bert trælir og brotsmenn vóru krossfestir. Sannir rómverkjar vóru ikki krossfestir. Ein rómverji mátti ikki krossfestast. Men undantøk vóru gjørd. Søgnin sigur, at Paulus var hálshøgdur, men Pætur varð krossfestur, eins og Harri hansara.
Tá ið deyðadómurin varð feldur, varð hin dómdi lætin úr klæðunum og húðflongdur við leðurkoyrli, sum hvøss meltalstykkir og hvøss bein vóru fest til. Hetta var so ræðuligt at ofta doyðu, mistu teir vitið ella vóru teir hálvdeyðir, innan teir góðust at fleingja teir. Síðani skuldi teir sjálvir berða sín egna kross á upprivna ryggi og herðum sínum, út til staðið har teir skuldi krossfestast, avrættast. Eitt uppslag varð hongt um háls teirra, har fólk kundu lesa, hvat teir vóri dómdur fyri. Teir vóru síðani lætnir úr øllum klæðunum og bundnir ella nelgdir til krosstræið, síðani var kross- ella tvørtræið fest til tann steyrrættað stólpan. Ein kíli ella ein pinnur kundi verða settur á træið, so hin krossfesti kundi seta fótin á og soleiðis lætta um tyngdina á likaminum og eisini kundi fáa luft. Tí um hann bert hekk á útstrektu ørmum sínum, fekk hann ikki luft og soleiðis kvaldist hann. Hesin pinnur ella kýli kundi sæð út til at verða ein lætti, men var meiri ætlaður til, at hin krossfesti ikki skuldi doyggja ov skjótt, men kundi kenna til uppibornu straff sína, so leingi sum gjørligt. Tí var tað at beinini vóru brotin, fyri at teir ikki skuldu hanga sabbatin yvir, og doyggja skjótari, (Jóh.19.31).
Jødarnir krossfestu ikki livandi persónar, men kundu hanga ein deyðan upp, fyri við hesum at vísa at viðkomandi var deyður og hevði uppiborðið eina vanvirðing og skuldi verða gjørdur til spott, alment (4.Mós.25.4, Josva 10.26, 1.Sám.31.10). Slíkur var undir bannið (5.Mós.21.22-23). Tí var krossfesting jødunum ástoyt (1.Kor.1.23, Gal.3.13).
Gjøgnum alt Nýggja Testamenti síggja vit boðskapin um krossin. Krossurin, syndin og frelsa eru nær knýtt saman, hvørt at øðrum.
Jesus krossfestur
Pætur sigur okkum við Anda Guds hvør tað var sum krossfesti Jesus:
“Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði – bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels – til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda.” (Áp.4.27-28).
Tey krossfestu Hann, Hann, sum sjálvur skal stíga fram sum dómari teirra (Áp.17.31).
Tí Hann skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar. (1.Kor.15.25).
Í dag er Hann vrakaður av mennsikjum. Men Hann hevur sjálvur útvalt sær ein flokk, eina samkomu. (Áp.15.14).
Vit skulu hyggja at hvat læknin, Lukas, skrivar.
Lukas og Ápostlasøgan:
Lukas, sum hevur skrivað báðar bøkurnar, Lukasar evangeliið og Ápostlasøguna, sær ikki syndina sum nakað lítiðvert ella bert eina misskiljing, sum lætt og skjótt kemur uppá pláss av sær sjálvum. Nei, hann vísir á álvarsemi, tvørleikan og trupulleikan við syndini. Serliga kunnu vit nevna:
-
Tørvurin á umvending og frelsu.
-
Straff syndarinnar.
-
Hin síðsti dómur.
-
Menniskjans ábyrgd.
Tørvur á umvending
Hav als einki við syndina at gera, halt teg burtur frá henni, spæl ikki við syndina, tí so skal syndin skjótt koma at spæla við teg. Pætur sigur í talu síni á pinsadegi:
„Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa…”
„Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!“ (Áp.2.38,40).
Við føgrudyr (goldengate) segði hann við hin lamna: “..so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, (Áp.3.19).
Lívganartíðir kundu ikki koma uttan heilhjartað umvending. Hann vísir eisini á hvat Paulus sigur: “gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.” (Áp.17.30).
Hesi boð eru átrokandi og hava skund. Nú er ein nýggj tíð, Guds tolinmóð fer at ganga undan: “Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans.” Tíðin er broytt, gleðiboskapurin, evangeliið er komi. Umvendingin kann ikki útsetast. Hetta er sami boðskapur sum í evangelinum. Lukas er avgjørdur og vísir á, at umvendingin er alheims og tað skal verða nú, og vísir á hvat Paulus talaði til teir elstu í Efesus:
“Eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Gud og trúnna á Harra okkara Jesus Kristus.”(Áp.20.21).
Umvending til…
Umvending er meiri enn bert at venda sær frá syndini. Tað liggur meiri enn bert ein umvending í hesum. Týdningurin er umvending og frelsa. Vendið við og trúgvi á evangeliið! Vend við og tak upp krossin.
Lukas vísir eisini á hvat Paulus segði við Agrippa kong: “at tey skuldu venda við og koma aftur til Gud og gera verk, ið hóska saman við umvending.” (Áp.26.20).
Umvending er ikki bert í orðum, nei sanniliga eisini í gerðum. Lukas vísir ikki bert á at hetta var ein vani hjá Paulusi, nei eisini sjálvur Jóhannes doypari, sum kunngjørdi umvendingardópin, gjørdi tað sama, hann segði:
Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! (Luk.3.8).
Læran um umvending er knýtt at frelsuni. Í fylgjandi versi kann tað sigast dupult: Vendið við og vendið við:
Fáið tí annað sinni og vendið við (Áp.3.19). “At tit skulu venda tykkum burt frá hesum tómu gudum til hin livandi Gud (Áp.14.15).
Lukas vísir eisini á, at ápostlarnir umtalaðu verk teirra sum: hvussu heidningarnir høvdu vent við, (Áp.15.3.,19, 26.20). Umvending merkir at venda hugsanunum frá sær sjálvum til at hugsa um Gud.
Sjálvhugsan til Gudshugsan.
Vegurin
Lukas nýtir eitt sera vælvalt orð um hetta: “Vegurin.” (Áp.9.2, 19.9, 23, 22.4, 24.14,22). Hesin vegur er ikki ein fjaldur vegur ella ein blindvegur, nei, hann er sjónligur fyri øllum. Hetta hevur ikki bert við ein part av lívinum gera. Tað er alt lívið. Lívsins vegur. Krossvegurin. Ella tann vegur, sum profetarnir talaðu um, vegur Guds (Es.40.3). Vegurin varð gjørdur til reiðar, og nú ganga tey kristnu á hesum vegi. Jesus segði: “Eg eri vegurin.”(Jóh.14.6). Á krossinum var hesin vegur tikin í nýtslu, latin upp. Syndin varð goldin og frelsa vunnin. Deyðin og lívið møttust. Lívsins Harri sigraði á krossinum. Jesus tosaði um at venda við, men aftan á krossdeyða og uppreistn Hansara, kom hesin boðskapur inntreingjandi frá ápostlunum og teimum, sum av sonnum kendu gleðiboðskapin, evangeliið. Nú kundu teir kunngerða alt frelsuráð Guds. Teir kundu ikki bert vísa aftur til Golgata, men Paulus sigur: “Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur!” (Gal.3.1). Sangurin SGF nr.677: Lovið Gudi! Hvør ein frelsa! (Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876 (V. Danielsen týddi).
Á Ný Testaments døgum vóru mangir sokallaðir gudar og harra, men umvending frá synd var ókent. Allir hesir sokallaðu gudar tóku als ikki syndina í álvara. So tá ápostlarnir komu við sínum umvendingarboðskapi skapti tað eina serstøðu. Hesin Gud, teir kunngjørdi var heilagur og gjørdi als onga neyðsemju við syndina. Boðskapurin var at venda við frá øllum óndskapi. Kristna áskoðanin var sermerkt, og Lukas letur okkum ikki verða í iva.
Straff syndarinnar
Av og á vísir Lukas á álvarsemi av syndini, við at siga frá straffini, sum onkur fekk fyri synd sína. Hesin boðskapur er ikki kærkomin á okkara døgum, tí nútíðin dámar betur at dvølja við eyma kærleika og gávur Guds, sum krossverk Kristusar eisini talar nógv um. Men Lukas sigur eisini frá straffini, við einari sannføring um, at syndin er av tí ónda, og hevur uppiborðið og eisini fær sín rættvísa dóm.
Ánanias og Safira
Deyði Ánaniasar og Safiru (Áp.5.1.11) er bert eitt dømi. Hendan søgan er heldur torskild fyri okkum, men nóg greið til at vísa á at hetta gjørdi djúpt árin á frumsamkomuna. Hetta var ein straff, ikki á hin vantrúgvandi heidningin, men á hin trúgvandi. Tey høvdu einki serloyvi til ávísar syndir. Øll synd, hvar hon so fanst ella finst, er ræðulig. Straffin kom ikki við tað sama á øll, sum syndaðu, men var ein ávaring. Straffin kemur, nú ella seinni. “Stórur ótti kom á alla samkomuna og á øll, ið hoyrdu hetta. (Áp.5.11).
Gandakallurin
Eitt annað dømi er gandakallurin, Elymas, sum foraði og stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum , Sergiusi Paulusi, burtur frá trúnni. Tá segði Paulus: „Á djevulsbarn títt, tú, sum fullur ert av øllum sviki og óndskapi, fíggindi als, ið rætt er! Vilt tú ikki geva uppat at rangsnúgva beinu vegum Harrans! Og nú – hond Harrans er á tær, og tú skalt verða blindur og eina tíð ikki síggja sólina!“ (Áp.13.10-11).
Heldur ikki øll, sum standa ímóti evangeliinum ella forðað øðrum, fáa somu straff sum Elymas. Paulus ávaraði tey: “Síggið nú til, at ikki tað, sum sagt er hjá profetunum, kemur yvir tykkum.” (Áp.13.40).
Straffin kom yvir Ísrael, tí tey ikki vildu venda við og trúgva. Hetta hendi ikki knappliga, men Gud hevði sagt tað frammanundan. Judas Iskariot er eisini eitt dømi um hvar syndin leiðir okkum. Hvussu megnaði hann at liva, sum drap skapara sín? Hann gjørdi sjálvmorð. Tað er greitt, at syndin leiðir í vanlukku. Løn syndarinnar er deyði.
Hin síðsti dómur
Lukas vísir fyri triðju ferð álvarsemi av syndini, við at tosa um síðsta dóm Guds. Syndin førdi Harran Jesus til krossin, har Hann doyði. Hetta er grundin fyri eini álvars áminning um at venda við, og taka upp krossin. Lukas sær eisini syndina, sum ikki verður gloymd, men fær straff sína við síðsta dómi Guds. Syndin skal finna teg. Hon fer at reisa seg upp í móti tær á síðsta degi. Syndarin skal møta synd síni, og á síðsta degi møta dómara sínum, sum ikki er ein ella annar kendur ella ókendur prædikumaður, men sjálvur hin upprisni Harrin frá krossinum, Jesus Kristus. “Hann er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum.” (Áp.10.42). Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi – við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.“ (Áp.17.31).
Vit tað at Jesus kom til jarðar, bert fyri at frelsa menniskju frá synd teirra, kundi Hann ikki fara lætt um, tá hesi somu menniskju syndaðu og vanvirdu tað dýrt keyptu frelsu, sum vunnin varð á krossinum. Men fyri hin trúgvandi er tað ein stór uggan, at dómarin er sjálvur frelsari teirra. Hvussu kunnu tey ræðast Hann?
Men tey sum vraka Hann, hava einki annað enn ótta og ræðslu fyri framman.
Paulus kundi kunngera henda sannleika fyri teim hægstu í landinum. Hann stóð fyri Feliksi:
Men táið hann talaði um rættferð, fráhald og hin komandi dóm, fall ræðsla á Feliks, (Áp.24.25).
Eingin sleppur undan. Út frá øllum hesum síggja vit, at Lukas hevði eina greiða mynd av hvar menniskja stóð, uttan Gud. Syndin fer ikki at verða óstraffað, hon fær uppibornu løn sína!
Frelsan er øll Guds
Navn Harrans
Áskoðanin um at frelsan er eina av Gudi og at vit bert skulu trúgva, gongur greitt fram av teim fyrstu kapitlunum í Ápostlasøgan. Pætur sipar til hvat Jóel sigur: “hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“(Áp.2.21). Legg merki til at tað stendur: “navn Harrans.” Tekin og undur vóru gjørd í “navni” Harrans (Áp.3.16, 4.10), teir prædikaðu í “navni” Harrans (Áp.8.12, 9.27,29). Hetta var eisini misnýtt. Vit síggja tey, sum noktaðu teimum at tosa í hesum “navni” (Áp.4.17, 5.28,40). Læra ápostlanna var, at ein og hvør, sum trúði á Hann, Jesus Kristus, skuldi fáa fyrigeving syndanna við “navni” Hansara (Áp.10.43). Navnið er meiri enn bert eitt ljóð av samansettum bókstavum. Navnið er sjálvur persónurin. Tá hin lamni trúði, trúði hann ikki bert á eitt tómt navn, nei alt tað sum “navnið” stóð fyri, persónin aftanfyri hetta navn, sum var Kristus hin upprisni, sum við tað sama fylti hin lamna við heilsu og styrki, so hann aftur kundi nýta allar limir sínar. Tað er bert í “navni” Harrans Jesusar vit kunnu verða frelst, “Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ (Áp.4.12). Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur; og í Honum skulu tey signa seg, allar tjóðir skulu prísa Hann sælan. (Sálm 72.17).
Ht. 340. E. S. 171. G–d. (SGF)
341. Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum,
tað, sum Gud til frelsu gav;
tað navnið sungið er um allan heimin,
yvir land og yvir hav.
Niðurlag: Himmalsk glæma er um navnið Jesus,
tað navnið, sum av øllum ber,
tí einki annað navn kann frelsu geva –
einki navn sum Jesus er.
2. Sum morgunstjørnan lýsir navnið Jesus,
gjøgnum myrku syndanátt;
tað gevur mót og birtir vón í vanda,
veitir veikum sálum mátt.
3. Tað ber ein sælan frið til kvølfult hjarta,
ger, at lívið verður ljóst;
hvør bylgja legst, og hvør ein stormur tagnar,
sum kann øsa upp mítt bróst.
4. Tá hvørt eitt navn so einaferð skal hvørva,
navnið Jesus standa skal;
tað undurfult skal lýsa allar ævir
yvir song og hørpuspæl!
*Allan Tørnberg (Sv.), 1907–1956.
(P. W. Háberg týddi).
E. S. 10. Hjt. 257. F–f.
372. Navnið Jesus ei kann blikna,
fánar ei sum tíðin fer.
Aldri vil tess megi vikna,
tí tað navnið ævigt er.
Ung og gomul heim tað kallar,
býður teimum sælan lut,
tað er ment at leiða allar
vilstar sálir inn til Gud.
Niðurlag: Navnið Jesus má eg elska,
sál mín brennur fyri tí.
Ongum øðrum navni finnist
henda dýra frelsa í.
2. Navnið Jesus fagurt ljóðar,
lat tað hoyrast víða hvar,
aftur styrkja sálir móðar,
har sum vónin burtur var.
Óndskapur og hatur flýggja,
har ið Jesu-navnið vann,
rættferðsól á tann skal síggja,
sum í honum frið sær fann.
3. Tá á nátt seg myrkrið breiðir,
sum ein viti Jesu navn
illa støddu skútu leiðir
inn í ljóssins tryggu havn,
og tá sól ei meir skal rísa,
tónar hátt í Himlunum –
har hvar Jesu dýrd vil lýsa –
lov frá frelstu skarunum.
*David Welander (Noreg), 1896–1969.
(P. W. Háberg týddi).
Frelsuvegurin
Krossvegurin. Hann tosar ikki um nógvar vegir til frelsu. Hann tosar bert um ein veg. Tá tey fyrstu trúgvandi vóru løgd afturat samkomuni, varð tað Harrin, sum dagliga legði nøkur afturat (Áp.2.47). Tey komu inn á hin nýggja vegin, og ferðin var júst byrja. Harrin skuldi eisini gera meiri fyri tey á teirra ferð á hesum vegi. Lukas nýtir orðið “vegur” um hesa nýggju frelsulæru, evangeliið, veg Guds, ikki okkara veg, tí okkara vegur er verk og aftur verk og sjálvrós (Luk.18.10-12 Farisearin).
Lukas tosar um “vegin”:
“Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.“ Áp.2.28
Saul (Paulus) søkti at teimum: sum hoyrdu til vegin, hann tá kundi føra tey bundin til Jerúsalem. Áp.9.2
Elymas, gandakallur fekk greið boð frá Paulusi: Vilt tú ikki geva uppat at rangsnúgva beinu vegum Harrans!Áp.13.10.
Gentan, ið hevði spádómsanda segði um Paulus og Lukas: teir kunngera tykkum frelsuvegin!“ Áp.16.17.
Apollos: Hann var lærdur veg Harrans, Áp.18.25.
Paulus fekk mótstøðu í Efesus har: nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, Áp.19.9.
Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin. Áp.19.23. Hetta var tá Paulus var í Asia har Demetrius silvursmiður gjørdi artimistempul til heiðurs fyri hinnar stóru gudinnu Artemisar.
Tey vóru komin inn á “frelsuvegin.” Tann Guddómmiligi parturin var tað avgerandi. Gud hevði frelst tey og ført tey inn á vegin. Harrin leiddi tey inn á vegin og Harrin fylgdu teimum eftir vegnum og Harrin tók um tey við endan av vegnum. Tá ið Stefanus var steinaður, sá Hann Harran við endan av vegnum (Áp.7.56-59). Jesus tosaði um hin breiða og smala vegin (Mat.7, Luk.13). Jesus segði seg sjálvan verða “vegin” (Jóh.14.6).
Hetta var ikki minni enn “náðievangelium Guds” (Áp.20.24). Hond Guds virkaði í evangeliinum. Gud frelsti menniskju, kallaði tey út úr myrkrinum inn í undurfulla ljós sítt, og flutti tey inn á vegin.
Men Hann ger enn meir: “Hann, sum er mentur at byggja tykkum upp og geva tykkum arvalut millum øll tey, sum halgað eru.” (Áp.20.32).
Dag um dag vil Harrin, at vit skulu vaksa og meiri og meiri koma at kenna Hann, so gleði okkara kann verða fullkomin.
Bert Frelsarin frelsir
Navn Hansara skal verða kallað Jesus, tí Hann skal “frelsa” fólk sítt frá syndum teirra. Lukas kallar Hann frelsara í Áp.13.23. Orðið “frelsari” merkir eisini at bert Hann kann frelsa okkum, og at menniskja kann ikki frelsa seg sjálvt. Vit mugu frelsast av einum øðrum. Hetta er tankin aftanfyri orð Pæturs: “lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, (Áp.3.19). Her tosar hann um, at Gud skal senda Jesus Kristus. “Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum.“ (Áp.3.26).
Umvending
Gud gevur ikki bert syndafyrigeving hann gevur eisini umvending:
“fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving.” (Áp.5.31).
„So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!“ (Áp.11.18).
Um menniskja ikki fekk “umvending” frá Gudi høvdu tey aldri vent við frá syndum sínum. Tað er eitt stórt undur, at menniskja kann yvirhøvur venda við. Og tað er júst tað Ápostlasøgan lærir, at uttan Guds stóru gávu “umvendingina” kundi eingin av okkum vent við. Hendan “umvendingin” varð fyrst givin til Ísrael sum tjóð, men eisini til heidningarnar sum eitt “fólk,” sum ikki var av Ísrael. Í dag bjóðar Gud hesa umvending og syndafyrigeving til ein og hvønn, sum vil, bæði Jøda fyrst og síðani heidning. Frelsan er Guds allan vegin.
Tú einki kanst gera til frelsu
Vit koma eisini saman hvønn sunnumorgun at minnast ”verk” Hansara við breyði og víni. Hesi “minni” tala um krossverkið, deyða Jesusar. Hetta ljóðar ikki gott í oyrum jødanna, sum lærdu at tú skalt “gera” nakað fyri at kunna frelsast. Men orð Guds lærir, at Gud í Jesusi Kristi hevur gjørt alt. “Tað er fullgjørt.”
Vit eiga nógvar sangir, sum læra hendan sannleika, millum annað sangurin í SGF nr. 178:
Alt er fullgjørt!
Jesus bar
øll tey strongu boð,
lívið keypti tær og mær –
er tað ikki so?
Lukas ger sær ómak gjøgnum Ápostlsøguna at greiða frá í smálutum, at frelsan er Guds og okkara partur er bert at trúgva hesum. Skjótt steig ivi upp um frelsan, um bert var at av trúgv, ella um eitt sindur av verkum, frá okkara síðu, skuldi til.
So varð ein fundur á hægsta stigi hildin í Jerúsalem.
Úr Judea komu nú nakrir, sum lærdu brøðurnar: „Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!“ (Áp.15.1).
Nakrir hildu, at treytin fyri at kunna frelsast var at halda lógina. Somu trupulleikar gjørdu seg eisini galdandi í samkomunum í Galatia (Gal.kap.3).
Ápostlarnir og teir trættu nógv um hetta, inntil Pætur skar ígjøgnum og segði:
“Hví freista tit tá nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera! Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar – vit líka væl sum teir!“ (Áp.15.10-11).
Hann slóð fast, at frelsan er eina Guds, uttan verk, eina av náði Harrans Jesusar.
Vit kunnu bert trúgva hesum.
Hendan trúgv frelsir, og frelsir til fulnar, og gevur eina dygga, haldgóða og æviga frelsu.
[1] 4716 stauros (stow-ros’); from the base of 2476; a stake or post (as set upright), i.e. (specifically) a pole or cross (as an instrument of capital punishment); figuratively, exposure to death, i.e. self-denial; by implication, the atonement of Christ: KJV– cross.