Elsta – spurningurin

 

Og Gud hevur í samkomuna sett (1.Kor.12.28).

Og Hann gav okkum – nakrar til …….. (Ef.4.11).

 

Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum (2.Tess.5.12).

Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru (1.Tim.5.17).

 

Hesi skriftstøð eru greið og geva onga ábending um, at tað eru vit, ið velja, men at tað er Gud, sum setur, og vit viðurkenna teir, sum Hann hevur sett.

 

Velja vit kortini at fara ein annan veg, sum t.d. at spyrja brøður, um teir vilja átaka sær uppgávu at vera elstar, mugu vit minnast til, at í tí løtu vit spyrja ein bróðir/brøður, hava vit longu óbeinleiðis viðurkent viðkomandi sum elsta (annars høvdu vit jú ikki spurt hann). Henda viðurkenning er ikki tengd at, um bróðurin svarar ja ella nei, men hon er tengd at tí verki, hann longu ger í samkomuni. Og fyri at staðfesta hesa viðurkenning, er eitt at gera:

Ikki at spyrja viðkomandi, men at stuðla honum.

 

Ein elsti verður tú ikki vegna ein fyrispurning, men vegna eitt kall frá Gudi, sum síðani verður staðfest við stuðli frá Samkomuni.

Hmh

Feb.2005