1
Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,
sum, alt gav fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var,
millum hugmyndir mínar og tínar.
2
Tí um ymiskt var mið, vit vegaðu slóð
og ei víktu for ørvaroddum,
tú bar guðsmerki – eg andsmentans kyndil-
óræddur mót heljarbroddum.
3
Vit lærdu til sama starv,
men báðir slitu við tjórðrið,
tó atvoldin tín var mótvegis mín,
og við hvør sínum fari vit fóru.
4
Tú setti mót stjørnum og himni kós,
heim farm av guðsboðum tú hevði;
við barlast av iva og fedranna mentan,
eg ytst út í oyðuna legði.
5
Tú akker lat falla á bíbilska grund,
sum ikki í stormi dróg;
ivaleysur og sálartryggur,
sum stríðsmaður Harrans tú stóð.
6
Av botnleysum djúpum einsamallur
meg mátti um streingin rógva,
tá lýsti til landa meg andans viti
um ivans brotasjógvar.
7
Tú hevði eydnu og sálarbót
sum Harra tíns tænari vunnið
men eg havi funnið sálarfrið,
tó eg ongan Gud havi funnið.
8
Tú livdi eftir lyndi og læru,
tí sælur tú fór í mold.
Var mið títt eitt lognbrá, so vann tú tó
títt dýrdarríkið á fold.
9
Hin fremsti í víngarði Harrans tú var,
og bjargaði sálum úr vanda;
eingin er maður í mannsins stað,
– so djúp tíni fótaspor standa.
10
Eitt stórmenni, apostil og skald,
við tær av fold er farið,
tú bíbil og sálmabók føroyingum gav,
tær verða tín minnisvarði.
——————–
Pól F.