Frá tí himmalska í kap.1-3, til heimið, og tað vanliga samfelagi í kap 4-6.
Til einleika í samkomuni, (Kap. 4.1-13)
Heilaleika og reinleika í persónliga lívi okkara, (Kap. 4.14 – 5.21)
Samljóð og frið í heimum okkara, (Kap. 5.22 – 6.9)
Standa føst í bardaga okkara við andaher óndaskaparins í himmalrúminum. (Kap. 6.10 – 24)
V.4.1
Eg áminni tykkum tí. Hendan áminningin er til limir í likami Kristusar, ikki lógarboð, sum segði: Tú skalt… Men lógarboðið varð broytt til áminning. Eg áminni tykkum tí….
Hvar kemur áminningin frá? Jú, frá einum fangahúsi í Róm: Eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vóru kallað við. Hetta mátti havt rørt hjørtu teirra, men hetta var rós hansara, at kunna sleppa at sita í fangahúsið fyri sín Harra og frelsara, sum elskaði hann.
At liva kallinum verdiga. Orðið: at liva, kemur 7 ferðir fyri í brævinum (2.2,10, 4.1,17, 5.2,8,15):
2.2) sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum,
2.10) liva í góðum verkum,
4.1) liva kallinum verdiga,
4.17) ikki liva sum heidningarnir í tómleika sinni síns,
5.2) liva í kærleika,
5.8) livið sum børn ljósins,
5.15) ikki sum óvís, men sum vís.
Í stuttum kunnu vit siga: liva Kristus.
Okkara arbeiði er okkara kall. Vit eru limir á sama likami, har Kristus er høvdið (Ef.1.22).
V.4.2
Við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað.
Hesin eyðmjúkleiki ger okkum varð við okkara egna onki, og at meta onnur betri enn okkum sjálvi. Tað er tað mótsætta av errinskapi, stórlæti og hugmóði.
Eyðmjúkleiki og spakføri er best lýst við orðum Jesusar: lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta (Matt.11.29).
Langmóð er, tá tú heldur út í øsing og freistingum. Langmóð kann lýsast við einum stórum hundi, sum letur sum einki, tá hann verður østur upp av einum lítlum hvølpi.
Í kærleika umbera hvønn annan, er at bera yvir við veikleikum, feilum, brekum og mistøk hjá øðrum, og tola ymiskar persóns eginleikar, førleikar og lyndiseyðkennir.
V.4.3
Og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans. Hann sigur ikki “einleika likamsins, ella einleika samkomunna.” Tann økumeniska rørslan (undir heimsráðið kirkjunnar, kirkens verdensråd), sum fevnir um allan tann kristna heimin, arbeiðir fyri, at øll skulu verða eitt, ein kirkja. Men likam Kristusar fevnir bert um tey, sum trúgva á Kistus Jesus (Ef.1.1). Gud veit hvørji tey eru. Vit føra ikki lívsins bók.
Hvør einstakur av okkum hevur nóg mikið av holdi, og gamla menniskjanum í okkum sjálvum, tí tørvar okkum, hvørjum einstøkum, hesa áminning: “Leggja tykkum eina við at vera verandi í einleika Andans í bandi friðarins.”
V.4-6
Eitt likam og ein Andi,
Vit eru øll ymisk við mongum ymiskleikum, tí skuldu vit ikki lagt okkum eftir at økja um hesar ymisleikar, men heldur lurta eftir áminningini og lært av hesum sjey einleikunum:
1) Eitt likam, 2) ein Andi, 3) ein vón, 4) ein Harri, 5) ein trúgv, 6) ein dópur, 7) ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.
Eitt likam,
Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam (1.Kor.12.13).
Hóast vit eru ymisk fólkasløg, tjóðskapur, mentan, mál, lyndi, so eru vit øll, sum trúgva, eitt likam í Kristusi. Tað eru nóg mikið av ymiskum mannagjørdum kristnum bólkum, sum oyðileggja einleikan í Kristi likami.
Ein Andi,
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, .. at tit eru ikki tykkara egnu? (1.Kor.6.19). Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum? (1.Kor.3.16).
Ein vón,
Orðið “vón” kemur næstan 50 ferðir fyri í NT. Vónin gevur vón. Vónin gera nakað við okkum. Vit hava nakað at liva fyri, nakað at síggja fram ímóti, nakað at gleðast til. Nakað gott og betri í væntan. Mong hava onga vón, uttan vón og uttan Gud í heiminum (Ef.2.12), onnur vita ikki hvat endin verður, og hopa bert tað besta á evsta degi. Harafturat eru tað nógvar samkomur, sum ikki læra um vónina, tí tað er so nógvar ósemjur um hesa læru. Úmleið ¼ av Bíbliuni eru profetiir um framtíðina. Tí eiga vit at seta okkum væl inn í hetta evnið:
….og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds.(Róm.5.2).
….hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar. (Kol.1.27).
Harri okkara Jesus Kristus, og Gud, Faðir okkara, sum elskaði okkum og í náði gav okkum æviga troyst og góða vón,(2.Tess.2.16).
so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív. (Tit.3.7, 2.13, 1.2).
Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur. (1.Jóh.3.3).
Ein Harri,
Men hví kalla tit Meg: »Harri, Harri!« – og gera ikki tað, sum Eg sigi? (Luk.6.46).
Ein trúgv,
Orðið trúgv kann verða navnorð ella sagnorð. Her er tað kvennkyns navnorð (Grikst, G4102, pistis), og sipar til læruna, Ein læra (hvørja trúgv hevur tú, jødatrúnna, kristnutrúnna …), ikki til sagnorðið, (at trúgva). Í KJV bíbliuni eru tvey orð fyri trúgv, faith (navnorð) og believe (sagnorð). Navnorðið: “And so were the churches established in the faith (pistis G4102), and increased in number daily.” So styrktust tá samkomurnar í trúnni og vuksu í tali dag frá degi, (Áp.16.5), og sagnorð believe: “And they said, Believe (pisteuō G4100, frá rótini G4102) on the Lord Jesus Christ, and thou shalt be saved,” Teir svaraðu: »Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, (Áp.16.31).
“Ein trúgv” sipar til læruna, hina einu kristnu læruna, ein læra, eins og vit verða ámint: um at berjast fyri trúnni (læruni), sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. (Judas 3).
Ein dópur,
sipar til vatnsdópin, ikki til Andans dóp, tí “einleika Andans” er nevnt í v.3, og “ein Andi,” í v.4.
Tey sum komu til trúgv og lótu seg doypa (Áp.8.12, 18.8, 19.5). Raðfylgjan var:
1) Fyrst komu tey til trúgv, og
2) so lótu tey seg doypa.
Hesin vatnsdópur, dópur hinna trúgvandi, var, at tey vístu sjónliga, hvat var hent í hjørtum teirra, í teirra innara menniskja, tá tey vóru komin til trúgv, og soleiðis gjørdu seg til eitt við deyða og uppreisn Kristusar. Dópurin sipar soleiðis til deyða, at Jesus Kristus varð jarðaður, tú fert undir vatnið, og at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, tú kemur upp aftur úr vatninum, grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum (Róm.6.4, Kol.2.12, 1.Kor.15.3-4).
ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.
Jesus Kristus er hin sanni Gud, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum. Hann er sannur Gud: “..og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív. (1.Jóh.5.20).
Frá Rómbrævinum og út til Opinberingina lesa vit meiri enn 40 ferðir: Vit í Kristusi, og Hann í okkum.
Hesin sannleikin er størri enn vit kunnu skilja, men við trúnni fyllir hesin sannleiki okkum við himmalskari gleði. Ein opinberaður sannleiki í Nýggja Testamenti.
»Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel« – sum útlagt er: »Gud við okkum.« (Matt.1.23, Es.7.14).