Tala mánakvøld 09.mars 2026
Dýrdin burtur, tí ørkin tikin
————-
Eden urtagarð
…………
Farao:
2.Mós. 14:4 Og Eg skal herða hjarta Faraos, so hann heldur eftir teimum, og so skal Eg opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN!« – Tey so gjørdu.
—————-
Dýrd Guds á Sinai Fjalli í Arabia
……………..
Tabernaklið
2.Mós,40:34-35 Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið; Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.
5.Mós. 5:24 og tit søgdu: »HARRIN Gud okkara hevur latið okkum skoða dýrd Sína og stórleika Sín, og vit hava hoyrt rødd Hansara mitt út úr eldinum; í dag hava vit sæð, at Gud kann tala við eitt menniskja, og tað doyr kortini ikki.
————————–
Eli prestur, synir Hofni og Pineas.
1.Sám 3:20-21 (Sámuel) Alt Ísrael, úr Dan líka til Be’erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS.
Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo; tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS.
Kona Pineas átti son, abbason til Eli:
1 Sám. 4:21-22 Og hon gav dronginum navnið Ikabod og segði: »Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael!« – tí ørk Guds var tikin, og tí verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir.
Hon segði: »Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael; tí ørk Guds er tikin!«
1 Sám. 6:5 (Filistarar tikið ørkina). Tit skulu gera myndir av svullum tykkara og myndir av músunum, ið oyða land tykkara, og soleiðis geva Gudi Ísraels dýrdina; kanska Hann tá tekur tungu hond Sína burtur av tykkum, av gudi tykkara og av landi tykkara.
—————————–
Tempul Sálemons:
1.Krø. 29:11 Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum!
1.Kong. 8:11 so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.
2.Krøn.7.2 Prestarnir fingu ikki farið inn í hús HARRANS, tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.
………….
Sálm 8 og 19
…………….
Dýrdin veik út úr templinum.
Eze. 10:4 Men dýrd HARRANS lyfti sær av kerúbunum og flutti seg yvir at útgátt hússins; húsið fyltist av skýnum, og forgarðurin varð fullur av skini dýrdar HARRANS.
————————-
Luk 4:6 Og Djevulin segði við Hann: »Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil.
……….
Út úr Templinum Matt.24.1
——————————-
Joh 1:14 Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Lu 9:32 Men Pætur og teir, ið við Honum vóru, vóru tungir í svøvni; men táið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd Hansara og menninar báðar, ið hjá Honum stóðu.
Jóhn 17:22 Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt –
Áp.12:23 (Heródes) Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan.
——————————-
Róm. 9:4 (VD) Teir eru jú Ísraelsmenn, teimum tilhoyrir sonarætturin, dýrdin, sáttmálarnir, lóggávan, gudstænastan og lyftini;
Róm. 16:27 (VD) – Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen.
___________________
Ef. 3:21 – Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen.
Fil.4:20 Honum, Gudi og Faðir okkara, veri dýrdin í aldur og allar ævir! Amen.
1. Pæt 1:11 Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná.
2. Pæt.3:18 nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen.
————————
Dýrdin í Opinberingini
Op. 5:13 Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: »Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!«
Op. 7:12 »Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til, í aldur og allar ævir! Amen!«Op. 19:1 Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: »Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til.