Galatiabrævið 4.1-11

Kapitul 4.1-11

Børn ella synir v.1-7

Paulus: verðið sum eg v.8-20

Trældómur ella frælsi v.21-31

Læran verður lýst

  1. Lóglig lýsing v.1-7

  2. Persónlig áheitan v.8-20

  3. Áheitan um ikki at fara aftur undir lógina v. 8-11

  4. Áheitan um at minnast samfelagið v. 12-16

  5. Áheitan um at hugsa um atferð Paulusar v. 17-20

3. Bíbilsk lýsing v.21-31

  1. Søguligur verunleiki v.21-23

  2. Myndarligt dømi v.24-27

  3. Persónligt endamál v.28-31

Rættvísgering er av trúgv og ikki við lóg v. 1-11

Signingin er av trúgv og ikki við lóg v. 12-20

Lóg og náði kunnu ikki sampakkast v. 21-31

v.1

Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum;

nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett.

Barnið var undir fíggjarhaldsmonnum. Fíggjarhaldsmaðurin ella arbeiðsformaðurin hevði ábyrgd av at arbeiðið gekk væl og at øll gjørdu sítt arbeiði. Hann skuldi syrgja fyri, at garðurin var væl røktur, at hann gav so nógv sum til bar og at virðið á honum ikki fall. Barnið var ikki ført fyri at hava hesa uppgávu og var heldur ikki ført fyri at taka rættar avgerðir. Tað hevði avmarkað frælsi, eins og trælurin. Tað fekk áminningar eins og trælurin. Tað skuldi lærast og venjast. Barnið var eisini undir húshaldarum, sum varveittu góðsið og ognir barnsins. Hetta var bert inntil barnið varð roknað sum sonur, vaksið. Hesin aldur var ymiskur hjá Jødum, Rómverjum og Grikkum. Í Rómverskari mentan var tað faðirin sum ásetti hendan aldur, umleið 15 ára aldur. Dagurin, tá barnið, gjørdist sonur, var hátíðarhildin, ofta við stórari veitslu.

v.3

Soleiðis vóru eisini vit, ta tíðina vit vóru børn, trælir undir barnalærdómi heimsins.

Paulus nýtir hetta sum eina mynd. Tíðin áðrenn Kristus kom, tá vóru tey “børn,” enntá trælir. Fyri teir flestu grikkar (heidningar), hevði hetta einki við Móse-lóg at gera, tí tey kendu einki til Móses ella Gamla Testamentið, men samanborðin við frelsutíðina, var tað ein tíð undir trældómi:

veika og fátæka barnalærdómur heimsins (v.9), barnalærdómi heimsins (Kol.2.20).

Børn læra fyrst bókstavarnar, so at stava, síðandi at lesa. Tey læra við myndum og lutum. Gamla Testamentið jødadómurin og lógin vóru soleiðis full av myndum, lutum og skuggum. Men sannað likami var Kristus. Soleiðis vóru bæði Jødar og Grikkar undir hvør sínum barnalærdómi.

Barnalærdómurin var holdsligur, útvortis og fyribils. Trældómur.

Kristindómurin er andaligur, innvortis og ævigur. Frælsi.

v.4

Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini,

Eins og faðirin avgjørdi nær barnið var nóg búgvið til sjálvt at taka yvir og roknast sum sonur, soleiðis gjørdi eisini hin himmalski Faðirin. Táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín.

Gud valdi sjálvur tíðina tá Kristus skuldi koma og loysa mannaættina frá barnalærdómi heimsins.

Frá trældómi, til sonar frælsi.

Fylling tíðarinnar var tá tíðin var búgvin:

Fylling tíðarinnar:

  1. Kristus kom á røttu tíð,

  2. á rættan hátt (føddur av kvinnu)

  3. til rætta endamál (loysigjald).

  1. Føddur undir lógini

  2. Helt lógina

  3. Uppfylti lógina

  4. Endi lógarinnar

  1. Rómverjar høvdu valdið og friður var. Vegir og brýr, siglingarleiðir, ja, alt sambandskervið (infrastruktururin) var væl útbygt.

  2. Grikska mentanin hevði syrgt fyri einum felags máli (lingua franca), fyri alt stórveldið.

Jødadómurin lærdi, at tað var bert eina Gud, og hetta var kunngjørt í øllum sýnagogum runt Miðalhavið, lyftið um at Messias skuldi koma í heimin.

Tá sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu..

Tað var ógrundað at siga, at hann var føddur av kvinnu, hvussu skuldi hann annars føðast? Hann var og er Sonur Guds, og gjørdist menniskja, menniskjasonurin, tí var tað at undrast á, at ein slíkur skuldi kunna føðast av kvinnu. Hann var Gud opinberaður í holdi. Menniskjasonurin. Hvør kann skilja, granska, grunda og til fullnar kenna Gud. Um vit kundu tað, var Hann als ikki Gud. Hann er alvísur, almáttigur, allastaðni, yvir øllum. Hann er av sonnum Gud, men gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur (Fil.2.7).

Hann var ikki bert føddur av kvinnu, men við tað, at hann var av ætt Ísraels, var hann eisini føddur undir lógini.

Hann hevði sjálvur givið lógina, fyri at lógbrotið skuldi koma fyri dagin (Gal.3.19), og nú legði hann seg sjálvur undir hesa somu lóg. Tað sum ongin annar hevði gjørt, ella var førður fyri at gera, gjørdi Hann. Hann helt lógina til fullnar og uppfylti alla lógina. Hann segði: Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma. (Matt.5.17), og síðani tók Hann á seg Sjálvan alt bann lógarinnar (Gal.3.13).

v.5

fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.

Nú skuldi Hann keypa tey leys, sum undir lógini vóru, frá trældómi lógarinnar,

men í kap.3.13, skuldu tey keypast leys undan banni lógarinnar, straff lógarinnar.

Gud hevði frelst tey, við at Kristus keypti tey leys undan straff og trældómi lógarinnar. Hví vildu tey so aftur fara undir lógina? Deyði Kristusar hevði eisini tryggja teimum trúgvandi sonarrættin. Sonarrættur ella ættleiðing (adoption) var tað sama sum at fáa allan sonarrættin óavmarkaðan. Hetta barnið fekk júst somu lógligu rættindi sum hini børnini. Faðirin kundi ikki seinni gera hann arvaleysan, tí við lóg var sonarrætturin vardur. Soleiðis gjørdist Móses kongasonur og arvingi til Egyptaland.

Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son. (Áp.7.21).

Ápostulin undraðist á hví tey nú vildu fara aftur undir lógina og soleiðis koma undir trældóm, bann lógarinnar og til síðst at verða bannaði.

So leingi tey vóru trælir kundu tey ikki verða synir. Men tá Kristus keypti tey leys, vóru tey ættleidd og fingu sostatt sonarrættin.

Til umhugsunnar: Kann tað hugsast at munurin millum at verða barn Guds og sonur Guds er at barnið hevði avmarkaða ábyrgd, meðan sonurin var undir fullari ábyrgd?

Barnið hevur við endurføðing at gera (Jóh.1.12), meðan sonurin hevur við ábyrgd at gera. Soleiðis hevði sonarrætturin (ættleiðingin) meira at gera við frammíhjárætt og ábyrgd.

Kristus av náttúru sonur Guds

gjørdist menniskjasonur

fyri at vit

av náttúru menniskja

skuldu gerast synir Guds

hvat eitt undurfult umbýti!

Covett

v.6

Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“

Her síggja vit tríeindina. Andin kom á pinsadegi at búgva í hvørjum einstøkum trúgvandi og at gera tey var við sonarrættin, Hann, sum rópar: “Abba! Faðir.” Hetta róp er avleitt frá Árameiskum og Grikskum og merkir “faðir,” ella sum bert barnið kundi siga: “babba.” Eingin uttanfyri, heldur ikki nakar trælur kundi rópa “Abba! Faðir!” Sonnu børnini, “synirnir” kundu kenna kærleika, trygd og álit í hesum rópi.

Legg merki til raðfylgjan: Andin, Sonurin, Gud. Anda – Sonar – Síns.

v.7

Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.

Í vers 6 nýtti hann fleirtal, men nú sigur hann í eintal: tú ert sonur, og sum sonur ert tú eisini arvingi.

Paulus: verðið sum eg v.8-20

Áheitan um ikki at fara aftur undir lógina v. 8-11

v.8

Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru.

Einaferð høvdu Galatar dýrkað og træla undir øðrum gudum, gjørdir av træi ella steini, sum als ikki vóru nakrir gudar, tí teir høvdu einki nattúrligt lív. Men nú vendu tey sær til annan trældóm – trældóm undir lógini.

v.9

Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er – eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir!

Tey høvdu lært Gud at kenna. Og um tað ikki altíð var teimum so skilligt, so var tó hin stóri sannleikin at Gud kendi tey, sum børn og synir Sínar.

Hvussu kunnu tit tá fara aftur!

Tað undraði ápostulin, at tey skuldu venda sær frá tí besta til tað versta. Frá tí sterka til tað veika. Frá ríkdómi til fátækt. Frá frælsi við vón um arv Guds til aftur at træla undir hinum veika og fátæka barnalærdómi. Frá frælsi við ábyrgd til eina skipan uttan ábyrgd, har ábyrgdin aftur skuldi leggjast á fíggjarhalds­menn, arbeiðsformenn, húsfútar og hús­haldarar (v.2). Vit síggja aftur og aftur endurtøku af sama leisti gjøgnum alla samkomusøguna. Skipanir ella systemir við prestum og pávum vóru avloyst við vekingum har Andi Sonar Hansara virkaði í frælsi við ábyrgd í einum hvørjum trúgvandi, soleiðis, at allar náðigávurnar vóru virknar og hitt andalig likami livnaði upp aftur (1.Kor.12, Ef.1.22, Kol.1.18), men so komu nakrir við vísdómi heimsins, sum settu alt aftur í manna skipanir og systemir og farið var aftur undir “barnalærdómin” fíggjarhaldsmenn, formenn, húshaldarar. Og so fingu vit aftur ein klassa kristindóm har nøkur børn gingu í barnagarði og nøkur í 1. flokki, uttan ábyrgd, meðan formennirnir syrgdu fyri at dagskipanin, vikuskipanin og alt var undir skipaðum viðurskiftum, við eftirliti av nøkrum útvaldum kallaðir, elstir, uttan av sonnum at verða orðsins elstir. Ætlað vit eisini aftur at fara undir hin religiøsa trældóm?

v.10

Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár

Hildu tey kanska, at tey vóru meiri tokkalig fyri Gudi við at halda dagar, sabbatsdagar, mánaðir, tíðir, páskirnar, pinsa, sabbatsár, fagnaðarár, o.a, (Kol.2.16), nei, hann hevði longu greitt víst á, at eingi mannaverk kundu leggjast afturat rættvísgeringini av trúgv, og trúgv eina.

v.11

– eg eri ræddur fyri, at tað skal vera til einkis, eg havi møtt meg við tykkum!

Hann hevði mangan møtt seg og pøst seg, útlúgvaður. Var hetta nú til einkis. Eins og hann hevði sagt við tey áður í kap.3.4: So nógv hava tit roynt til einkis.

Her enda so orð ápostulsins um “barnalærdóm heimsins:” eg eri ræddur fyri…..

Fíggjarhaldsmonnum er týtt til “arbeiðsformann“ (Matt.20.8), og “húsfúti” (Luk.8.3). Fíggjarhaldsmonnum (epitropous), sum ikki er sama orð sum tyktari (paidaggos) í 3.24-25.

Barnalærdóm (stoy·khi·on) (Gal.4.3,9, Kol.2.8,20, Heb.5.12 (at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir)2.Pæt.3.10,12 (frumevnini). (Kemur av orðinum stoy·kheh·o), tað, sum hoyrir til eitt rað, ella eina røð, í takt, hergongu, marsjera, seria, system, alfabetið, lógin). Byrjan. Barnalærdómur. Nakað sum var kent og vanligt bæði fyri Jødiska og heidna gudsdýrkan. Frá tí minna til tað størra, frá tí ringa til tað betra:

barn til sonur,

trælur til arvingi,

trældóm til loysigjald,

undirkúgaðan til frælsi.

Veikt og fátækt (Gal.4.9).

Vit síggja hendan mótsetning sera greitt í fylgjandi skriftbrotið:

Kol.2:8: Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

  1. vísdómi heimsins

  2. fáfongdarvillu

  3. arvalæru manna

  4. barnalærdómi heimsins

Tá ápostulin hevði slíkan hvassan penn móti teimum, hvussi hevði hann málborðið seg móti øllum teimum “barnalærdómum,” sum í dag verða vardir við at nýta og innseta Jødiskan líknandi sið frá Gamla Testamentið, so sum konsertir ístaðin fyri orð Guds og bygningar, kirkjur og salar, sum verða gjørdir við múrum Nehemiasar og templinum sum fyrimyndir, sum bert taka ein part av hesum og ikki alla tempulskipanina, til at byggja nýmótans glastriborgir til alskins nýmótans nýtslu, har orð Guds, tíbetur, eisini fær eitt lítið kamar, og prestar verða innsettir eftir sum tað kitlar tey í oyrini, so ikki ein og hvør kann sleppa framat við “oyðileggjandi” beinleiðis talu út frá Orði Guds til at sára vakrar, hampuligar syndarar, sum royna við góðum verkum at toknast monnum og gudum sínum.

Hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm????