Ápostlasøgan 2

Dópur Heilaga Andans

Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga. (Áp.2.1-4).

Øll fýra evangeliini, tala um at Jóhannes doypti við vanti og at Jesus skuldi doypa í Heilaga Andanum. Jesus sjálvur segði:

“Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.“ (Áp.1.5).

Áðrenn nógvir dagar eru umlidnir. So, dópur Heilagi Andans, er tað vit lesa um, her í kap.2. Hendan stóra hendingin, har Heilagi Andin kom og skuldi vera verandi her í samkomu Hansara á jørð, verður kalla dópur Heilagi Andans.

Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, (Jóh.14.16).

Framtíðar hending

Tað er bert ein dópur Heilagi Andans.

Jóhannes doyparin og Jesus sjálvur tosaði um dóp Heilaga Andans sum framtíðar hending.

Tátíðar hending

Pætur tosaði um hetta sum eina tátíðar hending:

Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin á tey eins og á okkum í upphaviTá runnu mær orð Harrans í hug, hvussu Hann segði: „Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum.“ (Áp.11.15-16).

Pætur nýtir ikki orði dópur Heilaga Andans í húsi Korneliusar, men hann segði at Heilagi Andin “fall á tey.”

Paulus ápostul tosaði eisini um hetta sum eina tátíðar hending:

Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam (1.Kor.12.13).

Tí síggja vit eisini út frá hesum, at á pinsadegi, tann fimtiunda dagin eftir páskir, Áp.2, fór hesin dópur fram.

Allarhelst er ikki rætt at siga at hvørjaferð onkur kemur til trúgv verður hann doyptur í Heilaga Andanum, men heldur, at hann verður ein limur av loyndarfulla samkomulikaminum og fær soleiðis lut í tí, sum likami fekk lut í við dópi Heilaga Andans á pinsadegi. Soleiðis fær ein og hvør sum kemur til trúgv Heilaga Andan.

Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til (Róm.8.9).

Fleirtal

Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam (1.Kor.12.13).

Tað stendur ikki, at vit, ein og ein, men ØLL vóru doypt til eitt likam.

Pætur segði eisini, at Heilagi Andin fall á tey (heidningarnar) eins og á okkum (Jødar) (Áp.11.15).

Heilagi Andans dópur var at gera Jødar og heidningar til eitt likam. Ein alheims samkoma.

Dópur Heilaga Andans sipar soleiðis til einleika allra hinna heiløgu.

Dópur = Fylling

Hóast hetta var dópur Heilaga Andans, so finna vit ikki orði dópur í hesum fyrstu versunum í Áp.2, men eitt annað orð kemur tvær ferðir fyri, tað er orðið: “fylt.”

tað fylti alt húsið (v.2).

tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum (v.4).

Mynd av hesum síggja vit í Gamla Testamenti. Fyrst tá Tabernaklið fyrstu ferð var reist:

Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið (2.Mós.40.35).

Síðani tá Templið varð tikið í brúk:

Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum, fylti skýggið hús HARRANS, so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. (1.Kong.8.10-11).

Sama hendi tá samkoman byrjaði og var doypt í Heilaga Andanum, ella um vit skulu nýta orðini um tabernaklið,

samkoman var reist,

ella um Templið,

samkoman var tikin í brúk.

Dópur Heilaga Andans talar soleiðis um fylling, ikki fyri einstaklingar, men fyri øll, “fylti alt húsið” (v.2), “vóru øll fylt” (v.4), fylti allan halgidóminum, hin andaliga halgidóm, sum er samkoma hins livandi Guds. Likam Kristusar,

Men nú eru nógvir limir, og bert eitt likam (1.Kor.12.20).

Kristus er fyllingin

Nú hava vit tosa um dóp og víst til, at tað er fyllingin, sum tað sipar til.

“Vóru øll fylt av Heilaga Andanum” (v.4).

Hvat prógv er fyri, at samkoman er fylt av Heilaga Andanum?

Vit kunnu aftur leita okkum hjálp í myndini frá Gamla Testamenti.

Hvat prógv var fyri at halgidómurin, Tabernaklið ella Templið, vóru fylt.

Prógvið var at menniskju, Móses og prestarnir ikki fingu farið inn í halgidómin og gjørt tænastu sína. Har var einki pláss fyri menniskjanum. Men skýggið fylti hús HARRANS, og dýrd HARRANS kom til sjóndar og fylti hús HARRANS.

Prógvið var at dýrd HARRANS bæði sást og kendist.

Tá ið Heilagi Andin fylti samkomuna, var menniskja sett til viks. Lærisveinarnir vóru í holt við at gera sína tænastu, og kasta lut um hvør skuldi takast inn í lærusveinaflokkin ístaðin fyri Judas (Áp.1.15-26), men nú mátti alt hetta víkja fyri fylling Heilaga Andans, eins og mannatænastan mátti víkja fyri skýgnum í Gamla Testamenti.

Hvat var so skýggið her í Ápostlasøguni?

Jú, Jesus segði sjálvur um Heilaga Andan:

Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum (Jóh.16.14).

Soleiðis kom Heilagi Andin at verða skýggið, sum fylti samkomuna, so dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.

Tað var júst tað Heilagi Andin gjørdi, Hann tosaði gjøgnum Pætur, ikki um Pætur, ikki um menniskju, ikki um Heilaga Andan, men um Kristus Jesus.

Paulus ápostul, sum eisini var fyltur av Heilaga Andanum, tosaði eisini um Kristus:

Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum, henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum (Ef.1.22-23).

Prógvið fyri ávirkanini av dópi Heilaga Andans ella fyllingini er at dýrd Harrans, sum er Kristus sæst og kennist í samkomuni.

Niðurstøða

Heilagi Andans dópur hendi einaferð á pinsadegi, (Áp.2). Øll vóru fylt av Heilaga Andanum. Heilagi Andans tænasta er ikki at vísa á seg Sjálvan, men bert ein skýggi, sum skuldi vísa til Kristus, tí talaði Pætur, fyltur av Heilaga Andanum um Kristus.

Heilaga Andans fylling kann eisini koma til sjóndar í dag, við at Heilagi Andin sleppur frítt at virka, og menniskja, eg og tú verða sett til viks.

Hann skal vaksa, og eg skal minka (Jóh.3.30).

Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg (Ef.4.30).

Sløkkið ikki Andan! (1.Tess.5.19).

Tá kann Heilagi Andin gjøgnum samkomuna gera Kristus stóran. Tá skal skíggið leggjast niður yvir samkomuna og dýrdin kemur til sjóndar og fyllir hús HARRANS, sum bæði sæst og kennist.

náðidýrd Síni til prís (Ef.1.6).

dýrd Hansara til prís (Ef.1.12, 14)

Honum veri dýrd í samkomuni (Ef.3.21).

fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists (2.Tess.2.14)

Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen (Róm.11.36).

Ljóð/Stormur – Tungur/eldur

Í Gamla Testamenti lesa vit um pinsahøgtíðina við tveimum breyðum, sum vóru súrgaði (3.Mós.23.17). Hesi bæði breyðini avmynda samkomuna við Jødum og heidningum í sama andliga likami.

(Jødar í Áp.2 og heidningarnir í Áp.10, og bæði jødar og heidningar í 1.Kor.10.17).

Súrdeiggið talar um, at synd enn er í holdi okkara, tí er eisini synd í samkomuni.

Pinsadagur1 ella hin fimtiundidagurin, var hin fyrsti dagurin í vikuni (3.Mós.23.16). Jesus reis eisini upp frá teim deyðu fyrsta dagin í vikuni. Tí hevur hin fyrsti dagurin í vikuni, sunnudagurin, verið hátíðarhildin til minnis um Kristus, hin kristni “sabbaturin.”

Ljóð/Stormur

Ljóð og stormur ella vindur, tala um Heilaga Andan (Ezek.37.9, Jóh.3.8, 20.22). Andin er ósjónligur. Stormurin var eingin stormur, men ljóðið, “sum” tá óførur stormur brestur á. Orðið strormur, vindur ella, at anda, í Nýggja Testamenti, kemur av sama Grikska orðið (pneó).

Tungur/eldur

Tungur, eins og av eldi, lýsa nærveru Guds. Gud opinberaði seg ofta í Gamla Testamenti í eldi: (1.Mós.15.17, 2.Mós.3.2-6, 13.21-22, 19.18, 40.38).

Jóhannes doyparin segði, um Jesus:

Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi (Matt.3.11).

Hesin eldur er ein dómseldur. Tá hann tosar um dóp í eldi, nevnir hann, øks træanna, ávakstrarloysi, høggja niður, dumba og ósløkkjandi eld (Matt.3.9-13), sum skal koma, sum dómur yvir tey vantrúgvandi.

Dópur í eldi (Matt.3.11), má ikki blandast saman við tungur “eins” og av eldi (Áp.2.3).

Eldur var eingin í Ápostlasøguni, men “eins” og eldur.

Øll trúgvandi eiga lut í dópi Heilaga Andans, tí er óvíst at biðja um dóp í eldi. Tungur “eins” og av eldi, er ein sera góð mynd av Heilaga Andanum, tí eldurin talar um endurnýggjan, reinsan og kraft.

Tungur vóru ongar, men tungur, eins og av eldi. Tær setti seg á hvørt eitt teirra. sum skuldi tala (tungur), kunngera Kristus (Jóh.16.14).

Øll trúgvandi hava fingið Heilaga Andan.

Dópur Heilaga Andans var eina ferð (Áp.2), men breiddist út “eins og í upphavi,” (Áp.11.15), til Samaria (Áp.8), og heidningarnar (Áp.10), og til lærisveinar Jóhannesar (Áp.19).

Dópur Heilaga Andans bleiv ikki endurtikin.

Tað er ein tátíðarhending.

Men fylling Heilaga Andans bleiv og blívur mangan endurtikin (Ef.5.18).

Tungur ella onnur tungumál á pinsadegi, kann ikki verða nýtt sum prógv fyri, tað tey kalla tungutalu í dag.

Um so var, hví er so einki nevnt um tungutalu í fylgjandi hendingum:

  1. Tá 3.000 vóru frelst (Áp.2.41).
  2. Tá 5.000 vóru frelst (Áp.4.4).
  3. Tá tey í Samaria fingu Heilaga Andan (Áp.8.17).

Verunleikin er tann, at einastu ferð vit finna sanna tungutalu í Ápostlasøguni, er:

  1. Heidningarnir umvendir í húsi Korneliusar, ”talaðu í tungum” (Áp.10.46).
  2. Endurdópi av lærisveinum Jóhannesar, ”talaðu við tungum” (Áp.19.6).

Á pinsadegi verður orðið ”tungutala2 ikki nýtt, men vit lesa: ”fóru at tala onnur tungumál,” (Áp.2.4), og ”hoyra tey tala, hvørt okkara egna mál,” (Áp.2.8).

Tungumál

Gud blandaði tungumál Bábels, tí ljóðaði tað sum ba, bab, babl, babl, bábel:

Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina (1.Mós.11.9).

Men nú, á pinsadegi, hendi tað stóra undrið, at øll tungumál, ja, enntá, hvørt blandað Bábelskt bygdamál fekk at hoyra gleðiboðskapin.

Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í?(Áp.2.8).

Orð Guds er so beinrakið, at tá tað stendur okkara egna mál, sum vit eru fødd í,

merkir tað, at tað var júst teirra sermerkta bygdamál.

Tað var ikki ba.. bab.. babl….. bábel, men nú var tað skilligt, ja, so skilligt, at hevði ein sandingurin verið har, so hoyrdi hann sítt egna sermerkta vakra sandoyarmál, og vágmaðurin hevði hoyrt sítt vakra syngjandi vágamál.

Jóels profeti

Jóels profeti Jóel 3.1-5 er endurtikið (Áp.2.17-21).

Áp. 2:16: Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti:

2:17: „So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

2:18: Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera.

2:19: Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj.

2:20: Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.

2:21: Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“

Bert ein lítil partur av Jóels profetii gekk út á pinsadegi. Tað, sum hendi á pinsadegi var bert ein forsmakkur av tí, sum skuldi henda á síðstu døgum, ”áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.”

Um Jóels profeti gekk út á pinsadegi, hví nevnir hann sama lyfti aftur í Áp. 3.19, tá hann talar til Ísrael, sum tjóð.

Høvdu tey vent við, so skuldi signigarríkið Messiasar koma: Lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans,(3.19).

Hví hendu ikki øll hesi tekin, sum vit lesa um í vers 19 og 20, blóð, eld, roykskýggj, sólin umskift í myrkur og mánin í blóð?

Og Jesus tosaði eisini um hesi tekin (Matt.24.29-3).

Svarið er at hetta skal henda bókstavliga í framtíðini, í trongdartíðina, sum Opinberingin eisini tosar nógv um.

Gjógv mitt í profetiinum

Hetta er ikki óvanligt, at eins og Jóels profeti vóru eisini onnur profeti, klovin við einari gjógv, ella hava dupultan tídning, tvítýdd. Tað vil siga, at tað kunnu verða nógv ár ímillum tveir setningar, millum tvey orð. Vit kunnu taka okkurt dømi.

Tá ið Jesus las úr Esaiasar bók, gavst hann at lesa mitt í einum setningi, og fólkið stardu á Hann.

Hví gavst hann?

Hví las hann ikki alt?

Setningurin hann steðgaði við var hesin:

at kunngera náðiár Harrans.“ So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann. Tá fór Hann at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“(Luk.4.18-21).

Her sigur Jesus sjálvur, at hesin parturin av Esaiasar profetii, var nú gingin út. Men nú eru 2.000 ár farin, og enn er ikki hin parturin gingin út. Næsti setningur í profetiinum er:

og hevndardag Guds okkara (Es.61.2).

Esaias profiterar um somu framtíð, sum Jóel, trongdartíðina.

Men ein gjógv, meiri enn 2000 ár, sum vit kalla „náðiár Harrans“ so kemur „hevndardagur Guds.“

Fyri at skilja hvat hendi á pinsadegi, mugu vit skilja Jóels profeti.

Fyrst Jødar

So Heidningar

Jóels profeti var fyrst og fremst til Ísrael, Áp.2.17:

  1. Síðstu dagar, sipa til dagar Ísraels.
  2. Synir og døtur tykkara, Ísrael.
  3. Ung hjá tykkum, Ísrael.
  4. Hini gomlu hjá tykkum, Ísrael.

Men síðani til bæði Jødar og heidningar.

  1. Alt hold.
  2. Hvør tann, ið kalla á navn Harrans, skal verða frelstur.

Fyrst Jødar, Ísrael.

Síðani Jødar og heidningar.

Fyrst Pætur

Fyrri partur av Ápostlasøguni er serliga til Ísrael, har ápostulin til teir umskornu, Pætur, er høvuðspersónurin.

Síðani Paulus

Seinni partur av Ápostlasøguni er serliga til heidningar, har ápostulin til teir óumskornu, Paulus er høvuðspersónurin.

tí Hann, sum gav Pæturi kraft til ápostlaverk millum hinar umskornu, gav mær kraft til hitt sama millum heidningarnar – (Gal.2.8).

Fyrst Jødar

Jøder krevja jú tekin, og Grikkar søkja vísdóm (1.Kor.1.22).

Jødar krevja tekin. Fyrra helvt av Ápostlasøguni er sermerkt av teknum til Jødar.

So Gud gav teim tað teir vildu hava, men hóast tað, vendi Ísraels tjóð ikki við.

Síðani heidningar

Tí segði Paulus, í Antiokia í Pisidia:

ja, so venda vit okkum til heidningarnar (Áp.13.46).

Samkomutíðin

Hendan gjógvin í Jóelsprofetii, er samkomutíðin:

bæði Jøda – fyrst – og Grikka Róm.1.16.

Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna? (Róm.3.29).

Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar (1.Kor.12.13).

Soleiðis er Ápostlasøgan eitt bindilið millum evangeliini og brøvini.

Millum gamla og nýggja sáttmálan.

Millum Jødadómin og samkomuna, har ikki er munur millum Jøda og heidning.

Jødarnir høvdu ikki lætt við at svølgja hesum.

Paulus fekk opinberað hetta loyndarmál, og royndi við hjálp Andans, at sannføra Jødarnar. Hann skrivaði mong brøv. Men Ísraels tjóð misskiltu hetta.

Ei undur í, at Ápostlasøgan, eisini í dag er misskilt.

PMH Páskir 2005

1 4005 πεντηκοστή [pentekoste /pen·tay·kos·tay/] n f. Feminine of the ord. of 4004; TDNT 6:44; TDNTA 826; GK 4300; Three occurrences; AV translates as “Pentecost” three times. 1 the second of the three great Jewish feasts, celebrated at Jerusalem yearly, the seventh week after the Passover, in grateful recognition of the completed harvest. Additional Information: Pentecost = “the fiftieth day”