Tað er tó løgið

 Maðurin svaraði teimum: Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er – og Hann hevur latið upp eygu míni! (Jóh.9.30)

“Tað er tó løgið.” Hesi orð skapa mangan undran ella ótta, og kunnu vísa til eitt undur, ella okkurt sera óvæntað og merkisvert.

Men tað mest løgna er, at vantrúgvandi framvegis standa fast við sína vantrúgv.

Harrin Jesus Kristus hevði júst framt eitt av sínum mest ótrúligu skapanarverkum – har Hann hevði gjørt ein blindan mann síggjandi, sum hevði verið blindur líka frá føðing.

Maðurin vitnaði fyri teimum ørkymlaðu Farisearum: “Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur.” (Jóh.9.32).

Hesir mentaðu gudfrøðingar, sjálvvísir í sínum egnu fordómum, noktaðu at trúgva tí teir júst høvdu bæði sæð og hoyrt.

Á sama hátt: Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu undurverkini, ið Hann gjørdi (Matt.21.15), vóru teir sera misnøgdir.

Eingin kann vera blindari, enn tann, sum noktar at síggja.

Eitt hitt daprasta versi í Bíbliuni er: Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki. Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. (Jóh.1.10-11).

Enntá tá Hann reisti Lazarus upp frá hinum deyðu: Tá ráðløgdu høvuðsprestarnir um at drepa Lazarus við; tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus. (Jóh.12.10-11).

Nútíðar, sokallað menta fólk, eru framvegis óbroytt og vraka, tey sera greiðu prógv, um okkara undurfulla loyndarfulla skaparaverk, sum vísa til okkara Alvísa Skapara, og ikki til eina tilvildarliga menning. 

Prógvini bæði síggjast og hoyrast. “Tað er undurfult í eygum okkara” (Matt.21.42, Mark.12.11).

Men teir eru við vilja blindir fyri hesum, (2.Pæt.3.5). “Tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan, (Róm.1.20).