Pætur Martinsson Hansen, Sálmur 150.1-6 Sálmarnir 150:1 Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara! Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara! Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu! Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum! Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!