– so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, (Kol.1.23).
Trúgvin, ella at verða verandi í “trúnni,” sipar til læruna, læru ápostlanna, læruna um hitt kristna lívið. Til dømis, tá Paulus og Barnabas høvdu verið teirra fyrstu trúboðaraferð, fóru teir aftur til hvørt økið “og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni” (Áp.14,22).
Næstan 50 ferðir í Nýggja Testamenti, verður orðið “trúgvin, ella í trúnni” brúkt á henda hátt, og sipar til trúðar-læruna.
Hesar tilvísingar tosa altíð um lýdni móti læruni, sum fevnir um kjarnuna í tí guddómliga lívsstílinum, sum umboðar heilagleika og guddómligu náttúruna (2.Pæt.1,4). Soleiðis fáa øll, sum er “grundfest og føst” í trúnni, kunnleika og støðufesti í sínum kristna vitnisburði, tænastu, lívi og atferð.
Men sjálv grundin vit byggja á, er Jesus Kristus (1.Kor.3.11), og tilfarið verður antin dýrabart sum, gull, silvur og dýrir steinar, ella forgeingiligt, sum træ, hoyggj og hálmur, “so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna” (1.Kor.3.12-15). — Vit verða eisini ámint um “at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” (Juda 1.3).Harafturat, tey sum: verða verandi grundfest og føst í trúnni, (sum sipar til læruna)… lata seg ikki víkja frá vónini í evangeliinum.” Tí tað er “eins og trygt og fast akker sálarinnar,” (Heb.6.19), sum gevur okkum vón til at liva eitt reint lív (1.Jóh.3.3). “Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!” (1.Kor.15.58).