Fulla vitsvissu.

 – fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus. (Kol.2.2)

Tað eru tveir lyklatættir í hesum boðskapinum. Okkara hjørtu hava brúk fyri eggjan av at „verða knýtt saman.“ Úrslitið fer at geva eina „fulla vitsvissu“ og eina viðurkenning av loyndarmálinum um tríeinda Guddómin.

Tey troystaðu hjørtuni skulu vera „knýtt saman“. Grikska hugtakið sumbibazo merkir „at tvinga saman, at trýsta saman.“ Kanska nakað mótsigandi, at tvinga og trýsta “í kærleika.” Men tað er til nakað Gudgivið, gjøgnum Guds kærleika við og gjøgnum okkum. Styrkin í samkomuni kemur av at vera “samanbundin, samantvinga, og samanknýtt eins og eitt likam. “Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg, (Ef.4,16). “…og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum!” (Kol.2,19).

Úrslitið av eggjanini er undurfull: vit skulu náa ríkidøminum av “fullari vitvissu.” Grikska hugtakið plerophorias verður bert brúkt fýra ferðir: “Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu.” (1.Tess.1.5). 

 “Men ynski okkara er, at ein og hvør tykkara líka til endan skal vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini,” (Heb.6.11), 

 “..so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!” (He.10,22).
Grikska samheitið plerophoreo eyðmerkir “trygg trúgv,” at vera “fullvísur” um Guds lyfti (Róm.4,21). “..og fullva vissu í sínum egna sinni!” (Róm.14,5), samstundis sum vit “fullfør tænastu okkara!” (2.Tim.4,5).  “…fyri at prædika orðsins skuldi verða fullførd við mær,” (2.Tim.4,17). Kanska er endamálið við “fullari vissu”,  “…at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!” (Ef.6,20).