Frelsuverk Heilaga Andans

Jesus svaraði: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.”  (Jóh. 3,5).

Ta náttina Nikodemus kom til Jesus, undraðist hann á, at Jesus legði vekt á at verða føddur av nýggjum. Føddur av “vatni og Anda.” Og síðani, at hendan “endurføðing” skuldi avmyndast í dópinum, og, at bæði vatnið og Andin, sum Jesus tosaði um, vóru bæði nakað yvirnátúrligt, beinleiðis frá Gudi, (við “vatni og Anda,” bæði sipa til Andan frá Guds).  

Endurnýggjanar undrið er sostatt verk Heilaga Andans, “eins og vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.” (Jóh.3.8. Hetta er ikki ein tilvildarlig sálar-vinnara uppskrift, men Heilaga Andans verk, og Hann, Andin (eins og hin ósjónligi vindurin) virkar á mangan loyndan ósjónligan hátt, á hvønn einstaka fyri seg. 

Frelsuverk Heilaga Andans er bæði stórt og loyndarfult, tí er tað lýst á ymiskan hátt. Fyrst sannførir Heilagi Andin um synd og tørvin á frelsu: “Táið Hann (Andin) kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm.” (Jóh.16.8.

Táið syndarin trýr á Jesus Kristus, verður hann við tað sama doyptur inn í Kristus: “Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam,” (1.Kor.12.13), soleiðis verða vit limir av Kristi likami, og hava fingið lut í uppreisnar lívið Hansara, og samtíðis fingið lut í Heilaga Andanum: “í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan,” (Ef.1.13).

…og at Andi Guds býr í tykkum.” (1.Kor.3.16).

Alt hetta er eitt stórt loyndarmál. Eitt endurføðingar frelsuverk Heilaga Andans: “frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,” (Tit.3.5).Alt hetta fæst, sum ein gáva, fyri einki, av trúgv eina, á Jesus Kristus eina:  “Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,” (Ef.2.8.

1…  (av vatni “enntá Anda”, ikki eisini av Anda, men “vatni og Anda = eitt” sum eitt og tað sama. (ikki sum KJV: of water and of the Spirit, – men sum Victor og Dahls týðing “av vatni og anda,” eisini sum fleiri enskar umsetingar: NKJV, NIV, NLT, ESV, NASB20, ASV…  Luther ums.1912: aus Wasser und Geist).