Burturrykking og Afturkoma

Trongdartíðin og Burturrykkingin

Matt 24 og 1.Tess.4.15-17

Matt.24, verður eisini kalla, tala ella læra Jesusar á Oljufjallinum og er svarið uppá tríggjar spurningar, sum lærisveinar hansara spurdu, sum vóru grundaðir á hvat teir sóu, tá teir vóru uppi á Oljufjallinum saman við Jesusi (Matt.24.3).

Tey, sum læra, at samkoman fer ígjøgnum trongdina, nýta brot, sum umtalað trongdartíðina, millumannað Matt.24, og siga, at hetta er burturrykkingin. 

Teir hyggja niður yvir Jerúsalem og serliga templið, og Jesus byrjaði við at siga: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.« (v.2). Tí spurdu teir: 

1. Sig okkum, nær hetta fer at henda!

2. Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, 

3. og endi er á tíðini?«,  (v.3).

Jesus byrjar við at greiða frá trongdartíðini (Matt.24.4-28), sum sambært Dán.9.24-27, kemur at varða 7 ár, og sum eisini samsvarar við Opinberingina kap.6 til kap.19.

Jesus lærdi teir, at trongdartíðin kom áðrenn Menniskjasonurin kemur aftur niður á jørðina. 

Hetta var svarið uppá fyrsta spurning og nakað av svarðinum uppá næsta spurning.

Spurningur 1: Sig okkum nær hetta fer at henda?

Villeiðing og fráfall. v.4-5.

Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi  v.6-8.

Spurningur 2: Og hvat er tekini fyri, at Tú kemur?

 Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld. V.9.

Hetta evangelium ríkisins skal verða prædika um alt jarðarríkið.v.14

Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, v.15, Slík trongd, v.21,

Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum,” (Matt.24.29-51). Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli…. v.30.

Sum førir okkum til triðja spurning: 

Spurningur 3: Og endi er á tíðini?

og endi er á tíðini?  

Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa. (v.44).

Hesir spurningar vóru fyri og um Ísrael.

Spurningurin fyri okkum er um Matt.24., hevur nakað við burturrykkingina, samkomuna, at gera? Tað er tað vit skulu viðgera her.

Eins og við mongum øðrum profetium, sipar Matt.24., bæði til “nær,” og “fjarð” myndina í profetiunum. Hetta sermerkir mong onnur profeti. Eitt dømi er profetiið við kongaveldi Dávids (2.Sám.7.4-16), sum fyri ein part lýsti “nær” og “fjarð” útleggingina av hesum profetiið ella sáttmála. “Nær útleggingin” var uppfylt við syni hansara Sálomon, fyri umleið 3.000 árum síðan, men “fjarð útleggingina” sipar til “stóra” son Dávids, Harran Jesus Kristus. Soleiðis eisini við hesi frágreiðing Jesusar í Matt.24. 

Jesúsalem varð lagt í oyði ár 70 eKr., av Titus herhøvdinga Róms, sum var “nær profeti,” men “fjarð profetiið,” sigur nakað, sum ikki hendi í ár 70 eKr., tí tá skal verða tekin í sól og mána, og tað sipar til trongdartíðini, sum enn ikki er komin, nú meiri enn 2.000 ár liðin. 

Lærisveinar Jesusar kendu einki til samkomuna, sum var eitt loyndarmál, og varð serliga opinberað Paulusi ápostli, umleið 30 ár seinni (Róm.16.25, Gal.1.12, 1.Kor.15.51, Ef.1.9, 3.3-4). Burturrykkingin var eisini eitt annað loyndarmál, sum eisini var teimum óvitandi. Men Paulus fekk eisini tað loyndarmálið, burturrykkingina, opinberaða: “Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi,” (1.Tess.4.13-18). 

Spurningurin hjá lærisveinunum á Oljufjallinum, var als ikki grundaður á nakað loyndarmál, men væl kend profetiir úr GT., at Messias skuldi koma at stovna sítt egna ríkið her á jørð. Spurningur teirra var í sama anda, sum teir spurdu seinni, tá Hann fór til himmals: »Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?« (Áp.1.6).

Tað er hetta teir spyrja um. Og tað er hetta Jesus svarar uppá, og ikki um burturrykkingina (1.Tess.4.13-18), tí tað kendu teir einki til, tað var jú dult í GT, og tí hevði spurningurin teirra, “um tekin og komu Harrans at endurreisa Ísraels ríkið, og endi er á tíðini (Matt.24.3, Áp.1.6), einki við burturrykkingina at gera, og sjálvandi heldur ikki svarið Jesusar.

Táið Jesus hevði tosað um trongdartíðina, (Matt.24.4-28), og var liðugur við tað evnið, lesa vit: “Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal…” (v.29). Hetta vísir nær hetta profetiið skal ganga út. Tað vil siga, fyrst trongdartíðin, so nakað annað eftir trongdina á teimum døgum

  1. Raðfylgjan og hvat slag av trongd ferð at koma, síggja vit beinleiðis samsvara við “innsiglini, lúðrarnar og skálirnar” í Op.6 -19, har trongdartíðin er nágreiniliga víst í profetisku bókini, Opinberingini.
  2. Tilvísingin  “viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti” (Dán.9.27, Matt.24.15), sum sipar til 70. hálvfjerðsinstjúgundu viku Dániels um trongdartíðina (Dán.9.27, 11.31, 12.11). 
  3.  Legg merki til: “Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.” (Matt.24.21).

Hyggja vit hvørji tey eru, sum fara ígjøgnum trongdina, og hvar tey eru stødd, so síggja vit at sipa verður til templið (Matt.24.1-2), Jødar (Matt.24.6,9) og stað teirra, Jerúsalem, og Judea (Matt.24.16). Sabbaturin verður eisini nevndur, (Matt.24.20). Alt hetta samsvarar eisini við tað vit lesa í Dán.9.24-27: fólki tínum og heilaga staði tínum. Alt hetta sipar til Ísrael og ikki til samkomuna, tí samkoman varð ikki opinbera enn fyri lærisveinunum. Samkoman er bygd upp av trúgvandi av øllum ættum, úr øllum londum, bæði Jødum og heidningum. Samkoman verður ikki ámint um at halda ávísar dagar, tvørturímóti verður samkoman ámint um, ikki at halda serligar dagar, mánaðir, tíðir og ár (Gal.4.10-11, 1.Tess.5.1). So, profetiið er til Ísrael og ikki til samkomuna.

Matt.24.29-31

Hesi versini vísa til tey tekin, sum skulu verða, tá Jesus kemur aftur niður á jørðina. 

  1. Tekin í sól, mána og stjørnum (v.29).
  2. Tey sum á jørðini eru skulu síggja Kristus koma og allar ættir skulu vena seg, (v.30).
  3. Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði, (v.31).
  4. Einglarnir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, (v.31).

  Munur á afturkomuni  ..……….  og burturrykkingini

Afturkomu Jesusar, niður á jørðina, (Matt.24.29-31).Aftan á trongdina.Uppreisnin og Burturrrykkingin, í luftini, (1.Tess.4.15-17, 1.Kor.15. 51-54).    Áðrenn trogdina
Matt. 24. 29-31, Jesu afturkoma niður á jørðina, og einglarnir skulu savna hini útvaldu Hansara inn í 1.000 ára ríkið.1.Tess.4.15-17. Burturrykkingin, upp í skýggini at møta Harranum í luftini
Lúðraljóð við veldigum einglumLúður Guds 
Stór tekinEingin tekin
Savna úr hinum fýra ættunumSavna deyð og livandi. Rykt burtur í skýggjum
Eingin uppreisnDeyð skulu rísa upp
Trongd (Matt.24.21)Troyst (1.Tess.4.18)
SorgIkki syrgja v.13
VónloysiVón v.13

Savnað úr hinum fýra ættunum, (Matt.24.31), sipar til Ísrael, sum nú hevur verið spjatt í allar ættir, í umleið 2.000 ár. Tey skulu koma aftur til teirra lovaða land, Judea og Jerúsalem. Guds jørðiska lyfti til sítt jørðiska fólk, Ísrael.

Vit lesa í 5.Mós.30.1-6:

 Táið tá alt hetta kemur yvir teg, signingin og bannið, sum eg havi lagt fyri teg, og tú tekur tær tað at hjarta úti millum øll fólkini, ið HARRIN Gud tín fer at reka teg burtur til,

og tú av øllum hjarta tínum og allari sál tíni vendir við til HARRAN Gud tín og hoyrir rødd Hansara í øllum, sum eg í dag gevi tær boð um – bæði tú og børn tíni –

tá skal HARRIN Gud tín venda lagnu tíni og vísa tær náði og savna teg saman aftur frá øllum fólkunum, ið HARRIN Gud tín hevur spjatt teg ímillum.

Um tit so eru rikin burtur líka at enda himmalsins, skal HARRIN Gud tín savna teg saman og fara hagar eftir tær.

HARRIN Gud tín skal leiða teg til landið, ið fedrar tínir áttu, og tú skalt fáa tað í ogn; Hann skal gera væl við teg og lata teg nørast, enn meiri enn fedrar tínar.

HARRIN Gud tín skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so tú elskar HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum og allari sál tíni, og tá skalt tú sleppa at liva.

Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: »Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat, (1.Mós.15.18, 5.Mós.11.24, Josva 1.4, 1.Kong.4.21, Sálm 72.7-12, Mika 7.12, Zak.9.10). 

Sálmur 72 er eftir, til ella fyri Sálmon, eins Sálmur 57,69 og 70 “til songmeistarin.” eftir Dávid. Hevur Dávid skrivað hendan sálmin til son sín Sálmon, sum ein profeti um “Kristus son Dávids.”

Um Matt.24, sipar til burturrykkingina, hví er so einki nevnt um burturrykking? Tí har, sum burturrykkingin er, má eisini uppreisn verða (1.Tess.4.15-17). Tá so Matt.24, hvørki sipar til burturrykking ella uppreisn, kunnu vit als ikki nýta Matt.24, sum prógv fyri, at samkoman ferð ígjøgnum trongdina.

Tvørturímóti er samkoman frelst frá vreiðini, sum kemur.

Frelst frá vreiði Guds, sum kemur: Róm.1.18, 2.5, 5.9, Fil.3.20, 1.Tess.1.10, 5.9, Tit.2.13.

Vreiði Guds: Op.11.18, 15.1, 15.7, 16.19, 19.15. Vreiði lambsins, Op.6.16.

Samkoman er ikki nevnd í trongdartíðini: Trongdartíðin er lýst í smálutum í Opinberingin kap.6 – kap.19. Men orðið samkoma finst ikki í hesum kapitlum, men kemur 19 ferðir fyri í kap.1, 2 og 3.

 Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr (ek, grikst) freistingarstundini, (Op.3.10). Úr, er ein fyrisiting og ein læra kann ikki byggjast upp á eina fyriseting. Men orðið “úr” sipar til sjálva freistingarstundina, til tíð, og ikki til vreiði og trongd. Tí er tað líka mikið um vit siga úr ella frá stundini, tíðini ella tímanum.  Í øllum førum koma vit ikki inni í ….. Tíman, tí smkoman er frelst frá trongdar-tímanum.

Samkoman bíðar ikki eftir antikrist, sum skal opinberast í trongdartíðini, men eftir Harranum Jesusi Kristi, sum skal rykkja (harpáxó, við makt) samkomu sína burtur áðrenn vreiðina, samkomuna, sum Hann elskaði (Ef.5,25-27), heim í hin nýggja stað, sum Harrin hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann (Jóh.14.1-4, Op.21).

Hetta er bert nøkur prógv fyri, at samkoman ikki ferð gjøgnum trongdartíðina, 7 ár, 42 mánar, 2×1260 dagar, 2 x tíð, tíðir og ½ tíð, 3½ + 3½ ár.

PMH